fríggjadagur 15. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 45 · 15. apríl 2011
12
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Kundarnir eru altíð nógvir við fráferð og
ko mu hjá flogførum á flogvøllinum vestu
ri í Vágum. Og tá er ofta nógv at gera
á Støðini, sum tey kalla kundadiskin
hjá Atlantsflog á flogvøllinum.
Vit hjálpa og vegleiða fólki á ymsan
hátt. Millum annað taka vit móti gjaldi fyri
ferða seðl ar frá fólki, sum ynskja at gjalda
kon tant, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Í øðrum førum printa tey úr ferða
skrá ir og annað fyri fólk, ið ikki sjálvi
hava teldu og printara heima.
Avgreiðslan umfatar bæði flogfør og
tyrl ur, og uppgávurnar eru bæði mangar og
ymisk ar. Eitt nú umsita vit ta frakt, sum fer við
flog før un um, og flogskipararnir koma altíð inn
á Støðina at kunna seg um, hvussu nógv frakt
er við, og um hon fæst í flogfarið, antin vegna
tyngd ella vavi, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Tað eru eini 15 fólk knýtt at Støð
ini, og øll eru tey konufólk.
Í løtuni hava vit fólk inni til upplæring, tí
tað er altíð meira at gera um summarið, og tá
eru vit eisini fleiri fólk til arbeiðis. Talan er um
summar størv, sum vara frá mai til einaferð
út í september, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Sjálv byrjaði hon í starvinum fyri sjey árum
síða ni, og henni dámar stak væl á flogvøllinum.
Flogvinnan er ein sera spennandi
vin na, og eg hugsi ofta, at eg kundi
ikki ímynda mær nakað annað arbeiði,
sig ur Jóna Petra Ebbadóttir.
Fjølbroyttir dagar
Tað krevst ein breið vitan hjá teim
um, ið arbeiða á Støðini.
Tú skal helst kunna svara teimum spurn
ing um, sum viðskiftafólkini hava, og tað er
eitt krav, at tú dugir enskt og danskt umframt
før oyskt. Sjálv eri eg hálvur íslendingur og dugi
tí íslendskt eisini, og annars brúka vit eisini
norður lendskt mál, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Um sumrarnar hava tey seinastu ár
ini havt fólk inni, sum duga franskt,
og soleiðis verður eisini í ár.
Truplasta fólkaslagið at samskifta við, eru
russar, tí teir duga sum oftast bara russiskt.
Og so má samskiftið fara fram sum best við
fakt um og teknum, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
So talan er um nógvar og spennandi
av bjóð ing ar í einum fjølbroyttum gerandis
degi, sum ongantíð er hin sami.
Arbeitt verður í vaktum, og talan er um
fýra ymiskar. Cargo, ið tekur sær av frakt
ini, arbeiðir frá 10 til 18, avgreiðslan er
frá 7 til 15, og somu tíð er Støðin opin.
Checkin er so opið tá flogførini koma
og fara, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Nógvar uppgávur
Tað eru altíð tvær til arbeiðis á Støðini.
Onnur tekur sær av avgreiðsluni og
teim um viðskiftafólkum, sum hava brúk fyri
hjálp og vegleiðing, meðan hin tekur sær av
samskiftinum við flogførini. Og har er nógv
at halda stýr á, bæði í samband við check
in og frakt, og hvat pláss yvirhøvur er fyri í
flog fari num, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Mjørkadagarnar eru teir mest spennandi.
Tá er sjálvandi ivi um, hvørt tað ber
til hjá flogførunum at lenda, og tá fáa vit
ofta tús und spurningar, og sum oftast teir
somu. Tá er uppgávan at tøla fólk, so tey
ikki gerast frið leys. Og annars syrgja fyri,
at alt glíður, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Hon sigur, at tað kemur sjáldan fyri, at feilir
eru í eitt nú ferðaseðlunum frá teirra síðu.
Ferðaseðlar verða seldir um næstan
all an heim, og tí er tað bert ein lítil part ur,
sum vit sjálvi selja. So tá feilur er í bílegg
ing um, er tað sjáldan, at vit fáa gjørt nak
að við tað, tí bíleggingarnar eru gjørdar
aðra staðni, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Og av tí sama hava tey á Støðini ikki
»óbehagi lig heitir« av illum kundum.
Nei, tað kemur ógvuliga sjáldan fyri, og
skuldi tað hent, eru starvsfólk hjá Vága Flog
havn skjót til, so vit kenna okkum ongantíð
ó trygg, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Vítt samskifti
Vágafólk siga altíð, at tað ongantíð
er mjørki í Vágum, men tað er so ein
sann leiki við modifikatiónum.
Tað verður bert roknað sum mjørki, tá
neyð ugt er at avlýsa flogferðir, men hendir
tað, er tað uppgávan hjá okkum her á Støðini
at finna út av, hvar pláss er at yvirnátta hjá
ferða fól ku num, sigur Jóna Petra Ebbadóttir.
Í Føroyum hava tey fasta avtalu við eitt
hotel, men er ikki lendandi í Vágum, skal
Støðin finna út av, hvar pláss er fyri ferða
fólk unum, og so gera flogskipararnir av, hvar
tað er skjótast og lagaligast at flúgva.
Tað kann verða alt frá Stavanger,
Berg en, Reykjavík ella Egilsstaðir og
Kefla vík, so tað eru spennandi løtur,
sig ur Jóna Petra Ebbadóttir.
Men hóast tær verða upplærdar á Støðini
til mangt og hvat, so er tað eitt, tær ikki verða
lærd ar, og tað er at tosa boð í anlegginum á
flog vølli num. So hví ljóða tær allar so eins?
Eg haldi, at tað kemur bara av sær
sjálv um. Vit leggja okkum bara upp at tí,
sum fólk vanliga hoyra í hátalarunum,
sig ur Jóna Petra Ebbadóttir.
Aftan á sjey ár á Støðini eru sjálvandi løtur,
ið hava brent seg í minni. Men eitt tað mest
spenn andi, ið Jóna Petra Ebbadóttir minnist
aft ur á, er tíðarskeiðið, tá felagið opereraði
við sjey flogførum og trimum tyrlum.
Tað var ein sera spennandi tíð, serliga
upp undir jól. Men tað, sum vit gleða okkum
einamest til nú, er tá nýggja Airbus flog
farið kemur til landið í mars mánað næsta
ár, sigur Jóna Petra Ebbadóttir, sum um
stutta tíð fer í barnsburðarfarloyvi.
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Kann ikki ímynda mær annað starv
Jóna Petra ebbadóttir arbeiðir á Støðini á flogvøllinum, og tað umfatar eiSini check-
in og taxfree handilin. á Støðini hitta tey Sjálvandi nógv fólk, og avbJóðingarnar eru
mangar – ikki minSt málSliga, men Jóna Petra kundi ikki hugSa Sær at arbeitt aðrastaðni
Fakta
Navn: Jóna Petra Ebbadóttir
Starv: Traffik assistent
Starvstíð: 7 ár
Besta við starvinum: At møta
nógvum fólki
Ringasta við starvinum: Haldi ikki
tað er nakað ringt
Jóna Petra Ebbadóttir er
skopuningur, men býr i Sørvági.
Tað gera tey allarflestu, sum
arbeiða á Støðini á flogvøllinum