mánadagur 18. apríl 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Nú hevur Christian Andrea
sen mist tolið við Kaj Leo
Johannesen, løgmanni. Hann
hevur, vegna seks av teimum
sjey grannskoðarunum kært
løgmann til Løgtingsins Um
boðsmann vegna »ólógliga og
ósakliga umsiting í sambandi
við sonevnda grannskoðara
málið«, sum tað eitur í kæru
skrivinum.
Víðari
verður
sagt:
»Samstundis skal eg gera
vart við, at eg meti, at Løg
tingsins Umboðsmaður er
ógegnigur at viðgera hetta
mál, og fari eg tí at biðja um,
at ein annar umboðsmaður
verður útnevndur ad hoc til
at viðgera hetta mál«.w
Longu tá málið av fyrstan
tíð kom fram á sumri 2010,
gjørdist Christian Andreasen
partur av málinum eftir
áheit an frá nøkrum av um
røddu grannskoðarum. Men
hóast áheitan, vórðu grann
skoðararnir
ikki
hoyrdir
í málinum, og tað verður
mett óheppið, tí grann skoð
arayrkið er nógv tengt at tí
áliti, ið hesir hava millum
manna. Og tá ivi verður
sáddur
um
førleik arnar,
kann hetta skaða grann skoð
ararnar.
Men teir sluppu ikki til
orðanna, og 4. november
kom so Løgtingsins Umboðs
maður við sínari frágreiðing.
Í stuttum sigur LU, at løg
gildingin eftir hansara meting
ikki var farin rætt fram, og
Innlendismálaráðið verður
átalað í frágreiðingini.
»Stutt eftir, at frágreið
ingin frá Løgtingsins Um
boðs manni varð almanna
kunngjørd, sendi eg skriv til
løgmann. Í skrivinum, sum
er dagfest 9. November 2010,
gjørdi eg vart við, at tað má
vera eitt minsta krav í einum
rættarsamfelag,
at
allir
partar fáa høvi at gera sínar
viðmerkingar, áðrenn nøkur
stig verða tikin mótvegis
grann skoðarunum«, stendur
í kæruritinum.
Víst verður víðari á, at
frágreiðingin hjá LU ikki er
nøkur endalig løgfrøðilig
niðurstøða. Men løgmaður
letur ikki við seg koma.
Á løgtingsfundi 11. No
vemb er 2010 gav løgmaður
Tinginum frágreiðing um
málið har hann metti, at
Skráseting Føroya eigur at
taka spurningin upp um eina
afturtøku av løggildingini av
grannskoðarunum.
Í kæruskrivinum sigur
Christian Andreasen millum
annað soleiðis um grundirnar
fyri kæruni:
»Eisini gjørdi eg vart
við (í skrvi til løgmann), at
fleiri av niðurstøðunum hjá
Løgtingsins Umboðsmanni
ikki eru løgfrøðiliga rættar.
Hetta er eisini samsvarandi
tí, sum Vinnumálaráðið hev
ur staðfest í notatum til løg
mann, eins og Lønardeildin
hjá
Fíggjar málaráðnum
heldur ikki hevur kunna
staðfest tænastulig brot, eftir
at hava lisið frágreiðingina
hjá Løg tingsins Umboðs
manni«.
Men hóast hesar sera
álvarsligu ákærurnar, virdi
løgmaður sambært Christian
Andreasen, iki hesum ákær
um eitt svar.
Umsíðir – 31. januar –
kom tó ein teldupostur sum
segði, at stjórin á Skráseting
Føroya
metti
bæði
seg
sjálv an og allan stovnin at
vera ógegnigan í málinum.
Kortini boðar løgmaður frá
dagin eftir, at hann »tekur
til eftirtektar, at leiðarin fyri
skrásetingina hevur mett seg
ógegnigan«, og at hann tí fer
at taka støðu til, hvør skal
røkja starvið sum bráfeingis
stjóri »í afturtøkumálinum«.
Men trupulleikin her er,
at stjórin segði allan stovnin
av vera ógegnigan, sum
Christian Andreasen vísir á.
Handlar uttan heimild
Kortini boðar løgmaður í
fjølmiðlunum 1. Mars 2011 frá,
at hann hevur tikið avgerð
um at seta ein fyribils stjóra á
Skráseting Føroya at taka sær
av grannskoðaramálinum.
Saman dag »boðaði eg
Løg mansskrivstovuni frá, at
eg ætlaði mær at kæra hand
far ingina av málinum til
Løgtingsina Umboðsmann,
samstundis sum eg bað um
innlit í skjøl í málinum. Eg
havi heldur ikki fingið nakað
svar upp á hetta skrivið.
Sostatt kann staðfestast, at
Løgmansskrivstovan
ong
antíð í tíðarskiðinum frá
9. November 2010 til d.d.
hevur viljað svara mínum
skrivum«, skrivar Christian
Andreasen.
Síðani verða løgfrøðiligu
viðurskiftini
umrødd,
og
sagt verður: »Eisini er tað
grovt brot á fyrisitingarligar
mannagongdir at taka ítøki
lig stig mótvegis grann skoð
arunum, uttan at teir verða
hoyrdir framman undan«.
Nevnd verða síðani ein
røð av viðurskiftum, sum
løgfrøðiliga ikki eru í lagi, og
víst verður á viðurskifti, har
løgmaður hevur handlað
uttan heimild.
Síðani verður sagt: »Hesi
viðurskifti reisa tí ein prin
sipiellan spurning um slík
detailstýring av einum øðr
um aðalráði og stovnum
undir hesum yvirhøvur er í
samsvar við tær heimildir,
sum løgmaður hevur sum
eftir litismyndugleiki
sam
bært § 33 í stýris skipanar
lógini«,
skrivar
Christian
Andreasen.
At enda í kæruskrivinum
verður biðið um timeout:
»Samstundis, sum henda
kæra verður send til Løg ting
sins Umboðsmann, verður ein
áheitan send til løgmann um
at steðga málsviðgerðini, til
Løgtingsins Umboðsmaður
er komin við sínari niður
støðu í sambandi við hetta
kærumál«.
Tað hevur ikki eydnast
at fingið orðið á Christian
Andreasen, áðrenn evsta
mark.
leo@sosialurin.fo
Løgmaður kæ
Kæra Skjøl, sum Sosialurin hevur fingið innlit í vísa, at løgmaður
er kærdur til Løgtingsins Umboðsmann fyri handfaranina av
málinum um løggildu grannskoðararnar. Christian Andreasen
umboðar hesar, og sambært kæruritinum hevur løgmaður ikki hirt
at svara endurtiknum áheitum heilt frá november mánað av
Eisini er tað grovt
brot á fyrisitingarligar
mannagongdir at taka
ítøki lig stig mótvegis
grann skoð arunum, uttan
at teir verða hoyrdir
framman undan
UmboðsmaðUrin
Christian Andreasen, sum umboðar sjey grannskoðarar,
hevur kært løgmann til Løgtingsins Umboðsmann