Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 Sosialurin rdur tiL Lu Kæruorsøkir Sum orsøkir fyri kæruni av løgmanni til Løgtingsins Umboðsmann sigur Christian Andreasen soleiðis: Grannskoðararnir kæra løgmann og løgmansskrivstovuna fyri brot á fyrisitingarligar mannagongdir í sambandi við hesi viðurskifti: 1. Løgmansskrivstovan hevur ikki svarað áhaldandi áheitanum frá grannskoðarunum, herundir áheitanum um at blíva hoyrdir í málinum. 2. Løgmaður hevur roynt at álagt myndugleikunum, sum hann framman undan átti at vita vóru ógegnigir, at viðgera mál um afturtøku. 3. Løgmaður hevur uttan nakra málsviðgerð borið málið í Løgtingið og harvið gjørt spurningin um møguliga afturtøku av løggildingunum til eitt politiskt mál. 4. Løgmaður hevur borið málið fram umvegis fjølmiðlarnar. Hetta gevur eina ábending um, at endamálið við viðgerðini á Løgmansskrivstovuni hevur verið at verja løgmann í samand við miklu umrøðuna av málinum í fjølmiðlunum. 5. Løgmaður hevur uttan nakra lógarheimild í hyggju at seta ein bráfeingisstjóra á Skráseting Føroya. 6. Løgmansskrivstovan er vitandi um, at henda mannagongd hevur við sær munandi verri rættartrygd fyri grannskoðararnar. 7. Tað fer altíð at verða sett eitt stórt spurnartekin við, um ein bráfeingis stjóri, sum er settur av løgmanni, fer at verða óheftur og ikki fer at kenna seg bundnan av teimum signalum, sum koma frá hansara arbeiðsgevara, sum er Løgmansskrivstovan. Granskoðararnir fara i hvussu so er ongantíð at kenna seg tryggar við tam álsviðgerð, sum ein bráfeingis stjóri, settur av løgmanni, skal útinna mótvegis teimum. 8. Løgmaður er vitandi um, at setan av einnum bráfeingis stjóra á Skráseting Føroya er eitt sera stórt inntriv ímóti grannskoðarunum, serstakliga tá hugsað verður um teirra vinnumøguleikar, og at teir meira ella minni liva av sínum umdømi. Slíkt stig má tí ikki takast, fyrr enn Løgmansskrivstovan hevur upplýst málið til fulnar, herundir hoyrt allar partar í málinum, herundir eisini grannskoðararnar. 9. Løgmaður hevur sambært fyrisitingarrætti ikki heimild at áleggja øðrum myndugleikumn at taka uppaftur eitt má, mótvegis borgara, sum hevur fingið eina tilsøgn frá tí almenna. 10. Løgmaður hevur sett seg út yvir tær reglur, sum eru galdandi í stýrisskipanarlógini viðvíkjandi málsøkjabýtinum, eins og hansara handfaring av málinum ikki er í samsvar við § 33 í stýrisskipanarlógini.