mánadagur 18. apríl 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Bergtóra Høgnadóttir
Kjak
Í ár eru nógv fleiri mið náms
skúlanæmingar
givnir
í
Hoydølum enn undanfarin
ár. Tá skúlaárið byrjaði vóru
700 næmingar í Hoydølum
– nú eru 670, sambært grein
í Sosialinum í farnu viku.
Sostatt er meir enn ein
heilur skúlaflokkur givin!
Skilti í greinini, at ein partur
av orsøkini var, at tey ungu
nú bert fingu tvær ávaringar,
áðrenn tey mistu rættin at
ganga í skúla.
Sólarklárt er nú, at tað er
ikki nóg mikið bert at siga:
allir skikkaðir umsøkjarir
sleppa á miðnámsskúla. Gam
aní er tað eitt framstig, men
hvussu nógv er vunnið hjá
teimum sum gevast? Hvørjar
møguleikar hava tey? Vit
mugu vakna og gera verulig
átøk, so tey ungu hava ein
meiningsfullan gerandisdag
við fjølbroyttum møguleikum
– eisini um miðnámsskúlin
ikki var tað rætta. Ella kann
miðnámsskúlin kanska eisini
gerast meir fjølbroyttur? Eg
vóni,
at
mentamálaráðið
eftirmetir
skúlaárið
við
miðnámsskúlanæmingar og
ikki minst lestrarveg leið
arar.
Avbjóðingarnar
Ungu dreingirnir og gentur
nar, sum onkusvegna gevast
teljast millum tey, sum hava
truplast við at fáa eitt starv.
Orsøkirnar eru fleiri:
•
Tey ungu hava ofta ongar
arbeiðsroyndir at vísa á
•
80% av teimum sum eru
arbeiðsleys hava onga út
búgving
•
Lættari er at fáa starv
um ein longu hevur eitt
starv
•
Neyvan
er
sjálvsálitið
í ‘topp’, tá tey júst eru
vrakað ella sjálvi hava valt
at gevast í Hoydølum
•
Óhugnalig fá alternativ
eru sum er í Føroyum
Hvørjir møguleikar
hava tey sum er?
Tey sum eru givin í Hoy
døl um er neyvan 18 ár og
eru sostatt ikki skrásett
nakra
staðni
–
eingin
sendir boð eftir teimum
og rættindi til útgjald frá
ALS ella Almannastovuni
hava
tey
oftast
heldur
ikki. Lærlingaplássini eru
órímiliga fá í tali. Soleiðis
kunnu hesi ungu menniskju
nú fáa kensluna av, at eingin
í samfelagnum veruliga VIL
tey.
Møguleikarnir tey
áttu at fingið
Talið á lærlingum hjá al
mennum
arbeiðsgevarum
kunnu teljast á tveimum
hondum, hóast lærupláss
avbera væl kundu verið
ein gongd leið hjá teimum,
sum onkusvegna ikki halda
miðnámsskúla vera rætta
leiðin. Ella um hin ungi heldur
vil hava eina útbúgving,
sum er meiri praktisk enn
teoretisk. Dugni, skúlin við
Àir sum er einasti skúlin til
teirra sum hava avbjóðingar
fysiskt, psykiskt ella sosialt
rúmar bert einum av trimum
umsøkjarum
við
verandi
játtan.
Eisini eigur at verða gjør
ligt, hjá øðrum enn elituni at
taka studentsprógv upp á 4
ár. Slíkt tilboð kundu eitt nú
ungir stakir uppihaldarar
havt gagn av. Eisini nøkur
teirra sum hava ávísar av
bjóð ingar: fysiskt, sálarliga
ella sosialt. Havi skilt, at
møguleikin fyri at taka nakr
ar
einkultar
lærugreinar
í senn heldur ikki er ein
møgu leiki – uttan so at fólk
eru sjálv lesandi. Haldi hetta
ljóðar eitt sindur stirvið.
Kann ímynda mær, at
nøkur teirra sum søkja inn
á mið námsskúlan sum tíð
irnar eru velja hettta, tí
eingi alternativ eru. Tí kundi
kanska eisini verið eitt hug
skot, um fólk í størri mun
vera latin í til aftur at seta
seg á skúlabonk – hugsi
um summarskeið í ávísum
læru greinum ella kanska
samrøður um okkurt er sum
skal ‘vendast’, áðrenn tey eru
púra klár at seta seg á skúla
bonk.
Framtíðin
Fyri lítlum ári síðani var latið
landsstýrinum eitt álit um,
hvussu
ungdóms ar beiðs
loys ið kundi fyribyrgjast
og gerast minni í Føroyum
longu áðrenn handanina
var avgerð tikin um fleiri
mið námsskúlapláss
og
nýggja ALSlógin hevði latið
upp
fyri
møguleikanum
um
virkis prakitikk,
sum
tíbetur er vorðin veruleiki.
Sostatt kann staðfestast, at
eingi nýbrot ella átøk eru
gjørd til tess at fyribyrgja
ungdómsarbeiðsloysinum
í Føroyum eftir at álitið er
handað. Tjóðveldi hevur
roynt at víst á møguleikar
fyri fleiri prakitkk og lær
linga plássum.
Vit
halda
tað vera rímiligt at seta
krøv bæði til privatar og
almennar
arbeiðsgevarar.
Ikki minst, tá talan er um
stórar verkætlanir. Hesi eri
upp skot er tó feld.
Ungu menniskjuni eru
fjølbroytt og tað er ein styrki
– tí má útboðið og møguleikar
teirra eisini vera fjølbroyttir.
Tí er av alstórum týdningi at
tryggja, at tey hava kensluna
av at brúk er fyri teimum. Til
tess at fyribyrgja at óhepna
gongdin heldur áfram setir
undirritaða
lands stýris
kvinn uni í mentamálum
hesar spurningar:
1. Hvussu nógv eru givin í
miðnámsskúlunum í Før
oyum skúlaárið 2010 – 11?
2. Hvørjar eru orsøkirnar til
at so nógv eru givin?
3. Eru átøk gjørd til tess at
fyribyrgja at so nógv gev
ast?
4 Eru ætlanir um at eftir
meta hetta við eitt nú
lestrarvegleiðarunum og
næmingum í miðnáms
skúl unum?
5. Àtti kunngerðin at blivi
broytt, so til bar at taka
nøkur einkultfak í senn
uttan at vera sjálv les
andi?
6. Átti møguleiki at verið hjá
øðrum enn elituni at tikið
studentsprógv upp á 4
ár?
7. Hví fáa næmingar í dag
færri ávaringaqr enn áður,
áðrenn tey missa lestrar
pláss sítt?
8. Ætlar landsstýriskvinnan
at gera nakað ítøkiligt til
tess at skapa fleiri læru
pláss hjá bæði almenn
um og privatum arbeiðs
gevarum?
Givin í Hoydølum – hvat nú?
Jan A. Joensen
Framburð og
menning aftur
á breddan við
UNIKLAX
Skulu vit sum tjóð hava
møguleika at kappast við
aðrar tjóðir- ikki í stór-
leika ella fólkatali, men í
kappingarføri á vørum og
í prísi, tá er neyðugt við
meira útbúgving.
Fyri
stuttum
skrivaði
eg greinastubba um, at
‘Sjálv stýrisflokkurin
vil
út búgving og vit meina
tað’ Og vit meina tað fram
vegis!
Sjálvstýrisflokkurin
hevur aftur lagt uppskot
fram um, at skipa hægri
lestur í Klaksvík og kring
landið annars.
5.mai var á Føroya Løg
ting
fyrsta
viðgerð
av
tingmál 192/2010 Uppskot
til samtyktar um UNIKLAX
Vit meina tað enn.
Fremsta endamál Sjálv
stýrisfloksins hevur altíð
verið, menning og fram
burð.
Hvørt vit vilja tað ella
ikki, so er vitan tað sum
hevur flutt okkum. Gomul
saman við nýggjari vitan er
tað sum hevur flutt okkum.
Og føroyingar hava flutt seg
ómetaliga nógv seinastu
150 árini.
Vit mugu allatíðina
vinna longur fram
Skulu vit sum tjóð hava
møguleika at kappast við
aðrar tjóðir ikki í stór
leika ella fólkatali, men í
kappingarføri á vørum og
í prísi, tá er neyðugt við
meira útbúgving. Útbúgv
ing sum kann koma vinn
uni
til
gagns,
vónandi
eisini nýggjum vinnum og
har við møguleikanum at
varð veita størsta partin av
ung dóminum.
Vit skulu hava
fleiri UNIKLAX
Skulu Føroyar ikki fara frá
at framleiða ull, til 20 p.
blokkar til til 5 p. blokkar
av fisk, til laksaportiónir
til ungdóm í stórum tali,
tá er neyðugt, at vit sum
tjóð áhaldandi royna at
før leikamenna okk um at
vit geva okkara ung dómi
møguleikan at før leika
menna seg í føroyum.
Hvørt manndómsprøvin
hjá okkara nýggja ættarliði
er at royna ‘nýggju brúnna’
um Streymin ella ein túr við
Smyrli er av minni týdningi.
Álvaratos kunnu vit senda
føroyingar út í stóru verð
at læra og arbeiða men
megna ikki teir 3. tímarnar
úr Suðuroy til Klaksvíkar
ella øvugt.
Lat okkum gera allar
føroyar til eitt áhugavert
lestrar og menningarstað.
Sólarklárt er nú, at tað
er ikki nóg mikið bert
at siga: allir skikkaðir
umsøkjarir sleppa á
miðnámsskúla
Tað er av alstórum
týdningi at tryggja, at
tey hava kensluna av at
brúk er fyri teimum
Lat okkum
gera allar
føroyar
til eitt
áhuga vert
lestrar- og
menn-
ingar stað