mánadagur 18. apríl 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
10
Sosialurin
Heri Petersen
Hoyvík
Ynskja føroyskir politikarar eitt annað
slag av vælferðarsamfelag?
“Vit eru komin hartil nú, at sam
felagið skal ikki vera eitt for
syrgjarasamfelag, har mann tekur
hond um øll” sigur fyrrverandi
formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Formenninir í Fólkaflokkinum
og
Miðflokkinum
siga
seg
vera sera samdar, meðan hinir
floksformenninir ikki beinleiðis
fyrihalda seg til spurningin.
At siga, at vælferðarsamfelagið,
sum vit kenna tað, er í ferð við
at broytast grundleggjandi, er
kanska ein yvirtulking, tí eftir
eina skjóta gjøgnumgongd av
heimasíðunum
hjá
politisku
flokkunum vilja teir allir út
byggja verandi struktur á væl
ferðarøkinum, men alt skal bara
vera betri og øll glaðari. Spyrt
tú ein politikara um, hvussu vit
skulu innrætta vælferðarsamfelag
okkara, so er svarið ivaleyst, at
vit skulu varðveita eitt samfelag,
sum líkist tí í norðurlendsku
grannatjóðum okkara. Men sum
borgarar hava vit kortini orsøkir
til at vera eitt sindur ørkymlaði, tí
signalini frá politikarum okkara
peika í ymsar ættir. Og tá eg sigi,
at vit kunnu vera ørkymlaði,
so er tað ikki orsaka av, at vit
kunnu vænta broytingar í væl
ferðarsamfelagnum – teimum
rokni eg ikki við, at vit sleppa
undan. Men vit kunnu vera
ørkymlaði um, at tað er heldur
ógreitt, hvat politisku flokkarnir
í veruleikanum vilja.
At politiskir flokkar í stevnu
skráum og visjónum spjaða fagr
an boðskap um gleði og gleim er
ikki nakað serføroyskt fyribrigdi,
og eins og hjá fleiri av politisku
flokkunum í grannalondunum,
so eru føroysku stevnuskráirnar
ikki nógv annað enn vælmeinandi
klisjeir, tá tað kemur til væl
ferðarøkið. Samstundis síggja
vit oftari og oftari útsagnir sum
tær um forsyrgjarasamfelagið.
Og her er ikki bara talan um
nakr ar
óroyndar
politikarar,
sum í túna tosi koma við hes
um
sjónarmiðum,
men
tað
eru floks for menn og leiðandi
politik arar, sum alment tala
fyri at bróta við nakrar grund
súlur í norðurlendska væl ferðar
modellinum.
Í norðurlondum er breið semja
um, at norðurlendska væl ferðar
modellið skal varðveitast – hetta
er uttan mun, um mann politiskt
er høgra ella vinstravendur. Bæði
høgra og vinstraflokkar siga
seg eftirhondini vera garantar
fyri
vælferðarsamfelagnum,
með an nakað av ósemju er um,
hvussu mann røkkur tí góða
samfelagnum, tó so at munir
millum høgra og vinstra kunnu
tykjast kámari enn nakrantíð. Og
soleiðis tykist støðan eisini vera í
Føroyum.
Broytingar koma vit ikki
uttanum
Vit hava seinnu árini fingið eitt
økt skattafíggjað tænastustøði
á vælferðarøkinum, og vit hava
eitt veitingarstøði, sum í høv
uðsheitum er fult á hædd við hini
norðurlondini. Talið á eldri í mun
til fólk í “arbeiðsførum” aldri fer
at økjast munandi komandi árini,
og alt hetta hevur ta avleiðing,
at vælferðartænasturnar eru
komnar undir trýst og væntandi
fara at koma undir størri trýst
frameftir. Í hesum sambandi
er tað mín hugsan, at ein tann
fremsta uppgávan hjá politiska
myndugleikanum er at bera so
í bandi, at vælferðarsamfelagið
verður varðveitt, men tað skal tó
eisini vera fíggjarliga haldført.
Skal eldrarøktin útbyggjast
við verandi bygnaði til tvey
ella trýfaldaða stødd, og skal
heilsuverkið framhaldandi veita
ókeypis viðgerðir til øll – og
tað er væl at merkja viðgerðir,
sum verða nógv fleiri í tali og
munandi dýrari og við dýrari
heilivági? Og hvussu skal tað
fíggjast? At vit møguliga hava
ein pensjónsreform á veg, sum
minkar trýstið á landskassan,
er sjálvandi eitt framstig, men
sambært
búskaparfrøðingum
er tað ikki nokk, og neyðugt
verður við øðrum munagóðum
tiltøkum.
Á
fíggjarlógini
fyri
2011
eru settar av 1,7 mia. kr. til al
mannamál, sum eisini er nógv
tað størsta málsøkið. Tá tey, sum
hava sitið við politisku leiðsluni
síðstu mongu árini, hava verið
ákærd fyri ikki at raðfesta bleytu
virðini, hava tey errin víst á “at
vit brúka meira pengar upp á
almannaøkið enn undanfarna
ár”. Og tað er eisini fínt – tað
hevur verið neyðugt og kanska
eisini fíggjarlig rúmd fyri tí. Men
eg ivist stórliga í, um politiskar
leiðslur frameftir fara at hava
møguleika fyri at svara soleiðis.
Kunnu vit halda áfram við
verandi gongd, fíggjað við at
spara onkra heimahjálp her,
onkran bygdaskúla der, smávegis
skerjingar í onkrari veiting og
spara í umsiting? Og endar
tað ikki við, at vit sita eftir við
einum vælferðarsamfelag, sum
er so útholað, at tað hvørki er
fuglur ella fiskur? Nú kunnu
politikarar so vísa á, at júst tey
og teirra flokkur hevur rætta
lykilin
til
búskaparvøkstur,
sum so skal vera við til at fíggja
vælferðarsamfelagið. Men óa n
sæð búskaparvøkstur, so verða
avbjóðingarnar fyri væl ferðar
samfelagið frameftir ovurstórar.
Í so máta eru útsagnir hjá
áðurnevndu politikarum kanska
eitt fet rætta vegin, soleiðis at
skilja, at tørvur er á einum meira
yvirskipaðum kjaki um væl
ferðarsamfelagið.
Ov nógvar generellar skipanir?
Sum nevnt er heldur trupult at
gjøgnumskoða tað, sum politisku
flokkarnir veruliga standa fyri,
tá tað kemur til langsigtaðar
ætlanir fyri vælferðarsamfelagið.
Til útsøgnina, sum sipað verð ur
til omanfyri, um for syrgj ara
samfelagið skal leggjast aftrat,
at “politiska semjan” millum
áðurnevndu floksformenn eisini
fevnir um tann veruleika, at
vit hava ov nógvar generellar
skipanir, og sosialu veitingarnar
mugu í nógv størri mun mál
rættast teimum veiku bólk
unum.
Ein sereyðkenni í norður
lendska vælferðar modellinum er
líka rættur til vælferðartænastur.
Tað,
sum
omanfyrinevndu
politik arar at síggja til eru
farnir at argumentera fyri, er
nakað, sum líkist tí sokallaða
liberala
vælferðarmodellinum,
sum tey hava í eitt nú USA,
Bretlandi og Avstralia – munurin
er bara, at har snakka vit um
eitt skattatrýst á einum HEILT
øðrum støði. Danski Konservativi
fólkaflokkurin hevur júst lagt
fram eitt uppskot til reform av
vælferðarsamfelagnum,
sum
orða rætt “er tikið” frá Jóannes
Eidesgaard. Tað er bara tann
“lítli”
munurin,
at
sambært
donsku konservativu skal tað
hanga saman við einum munandi
skattalætta.
Eg veit ikki um eg leggi orð í
munnin á politikarum – eg vóni
at eg fari skeivur. Men neyðugt
er, at politisku flokkarnir koma
út úr skápinum við nøkrum
sjónarmiðjum, tí sum nú er koma
onkrar hálvhjartaðar útsagnir,
sum kunnu tulkast upp á fleiri
mátar.
Føroyskir politikarar meina
tað neyvan “illa” – t.v.s. at vit skulu
hava amerikanskar tilstandir,
men spurningurin er, hvar før
oyska samfelagið tekur hond
um øll? Jú heilsuøkið er við heilt
fáum undandtøkum ein generel
skipan, sum tekur hond um øll,
og skúlaøkið eisini.
Tað er nakað lætt slopp ið
at siga, at veitingar á almanna
økin um skulu málrættast teim
um veiku bólkunum. Flest all ar
almannaveitingar á al manna
økinum eru inn tøku erstattandi
– t.v.s. tey, sum hava aðra inntøku,
fáa eina lægri ella onga veiting.
Flestu vælferðartænastur og
nakrar veitingar eru tó óheft
ar av inntøku og ognarviður
skiftum, og er talan um sokallaðu
meginregluna um kom pensa
tión, ið er so grund leggjandi í
norðurlendsku
vælferðar skip
anun um. Her kann mann sjálv
andi fara inn og pilka við – nøkur
hava kanska ikki “tørv” á hesum
veitingum ella hava møguleika at
gjalda fyri eina vælferðartænastu.
Og ynskir mann tað – ja so skal
mann bara politiskt taka av
gerðina, sum annars hevði ver ið
beint ímóti andanum í STsátt
málanum um rættindini hjá
fólk um við breki. Tað kann helst
spara landskassanum fyri eina
upphædd, men at trúgva at tað
fer at bjarga nakrari vælferð, so
má mann trúgva umaftur.
Tey á ovastu rók skulu bera
størri byrðar?
At siga, at vit hava ov nógvar
generellar skipanir, og at sosialu
veitingarnar skulu málrættast
teimum
veiku,
merkir
sum
kunn ugt, at nøkur, sum fáa al
mannaveiting,
skulu
missa
hendan rættin, ella í ein ávísan
mun missa rættin. Hetta stuðlar
upp undir politiska mótaorðið
“at tær breiðu herðarnar skulu
bera”. Tað hevur í fleiri førum
verið endurtikið í ymsum kjak
sendingum, á Løgtingsins røð
ara palli og í almenna kjak in um
annars av nøkrum leið andi
politik arum í serliga Javn aðar
flokkinum, Tjóðveldi og Mið
flokkinum, at verandi skipanir
eru ov asosialar, tí tey á niðastu
rók skulu gjalda tað sama, sum
millióningurin. Eg dugi ikki at
siga, hvat Fólka, Sambands og
Sjálvstýrisflokkurin halda um
hetta, tí sjónarmiðini sleppa at
standa ósvarað (so vítt eg veit).
Á vælferðarøkinum hevur
tað politiskt verið nógv funnist
at gjaldinum til Heilsutrygd, tí
“høgur sum lágur” skal gjalda tað
sama, og egingjaldið til hoyritól,
sum er eins fyri øll, eru eisini dømi
um eina skipan, sum hevur staðið
fyri skotum, m.a. tí at øll gjalda
tað sama. Og fyri at taka eitt
dømi, sum ikki beinleiðis er eitt
vælferðarmál, so fekk uppskotið
hjá landsstýriskvinnuni í menta
málum um at áseta kring varps
gjaldið eftir inntøku so at siga
ongar viðmerkingar alment.
Eg dugi ikki at síggja, hvat
fyri eitt vælferðarsamfelag hesir
politikarar brúka sum fyrimynd.
Tað er so ikki tað norðurlendska
vælferðarmodellið, har í um for
deil ing fer fram um veg is skatta
skip anina, meðan líkarættur er
til vælferðartænastur. At gera
tænasturnar inntøkutreytaðar
er ikki eitt tema í øðrum norður
londum – einstakar røddir hava
tó verið frammi við slíkum upp
skotum, men tað er ikki sannlíkt
at vinna frama.
Og tað er ein orsøk til at onnur
lond ikki hava sett slíkar skipanir
í verk fyri nógvum árum síðan,
og tað er tí, at vansarnir í ríkiligt
mát skugga fyri fyrimunum.
Ein týðandi grundgeving, sum
talar ímóti inntøkutreytaðum
egingjøldum, er, at fígging av
vælferðarsamfelagnum verður
meira ógjøgnumskygnug enn
hon er frammanundan. Har
umframt verður tað truplari
hjá borgarum at gjøgnumskoða
skattastigan, óansæð um tað er
við inntøkutreytaðum obliga
toriskum
brúkaraskattum
(kring varps gjald og heilsutrygd)
ella inntøkutreytaðum brúkara
gjøldum
(t.d.
heilsutænastur
og hoyritól). At áleggja gjøldini
eftir inntøku hevur júst sama
virkna sum lønarskattur, og
at lønarskattur er skaðiligari
enn aðrir skattir, tá tað kemur
til búskaparvøkstur, siga allar
lærubøkur.
Vit hava ein progressivan
skattastiga til umfordeiling, har
tey við høgari inntøku gjalda
meira til felagskassan enn tey
við lágum og miðal inntøku.
Um mann politiskt ynskir, at
tær breiðu herðarnar skulu
bera eina størri byrðu, so set
skattin upp fyri hesi, heldur enn
lúra tað ígjøgnum bakdyrnar
umvegis progressiv egingjøld,
og gera paralellar skipanir og
umsitingar. Men so løgi tað
ljóðar, so hava flestu av hesum
somu politikarum samstundis
ásannað, at lønarskattaskrúvan
hevur nátt botnin.
Ivaleyst er onkur skipari
ella stjóri, sum saktans kundi
goldið fyri sítt gangistativ ella
skurðviðgerð. Men at gera slíkar
skipanir, sum í praksis venda
sosialt rætt, og sum ikki gera
størri skaða enn gagn, eri eg ikki
sannførdur um er gjørligt. T.d.
allar barnafamiljur, sum hava
sett føtur undir egið borð síðstu
árini, hava í nógvum førum lut
falsliga góðar inntøkur men
eru samstundis undir einum
kolossalum
økonomiskum
trýsti. Og er tað inntøkur, sum
skulu koma burtur úr egin
gjøld um, so er ikki nokk bara
at raka tey við veruliga høgum
inntøkum. Og hvat við tí ógifta
manninum uttan inntøku, sum
livir saman við yvirlæknanum,
og hvat við heimabúgvandi
vaksnu børnum teirra, hvat við
pensjónistinum,
sum
hevur
milliónir á bankabókini, eigur
hús og summarhús við feitilendi,
men onga inntøku aftrat fólka
pensjón og ikki at gloyma, at
fleiri av teimum á sokallaðu
ovastu rókum ikki gjalda skatt
av týdningi. Jú helst ber til at
gera skipanir, sum taka hædd
fyri slíkum skeivleikum, men
tað krevur eitt sera nágreiniligt
regluverk
og
samsvarandi
um siting, um tað skal venda
sosialt rætta vegin. Og tá mann
so hevur sálda øll tey frá, sum
ætlanin var skuldu sleppa undan
kringvarpsgjaldinum ella sleppa
undan at gjalda fyri sín hoyritól,
ella hvat tað so er: Hvat er so
inntøkan til landskassan, sum
stendur eftir, tá meirumsitingin er
goldin? Vit hava nógv í Føroyum
við heilt góðum inntøkum, men
tað er hóast alt avmarkað tal
av teimum, sum hava samband
við almannaøkið, og sum harvið
kundu givið inntøkur ella minka
um útreiðslurnar. Og sum nevnt
eru tílíkar skipanir umsitingarliga
sera tungar, um tær skulu virka
sum ætlað.
Ein annar møguleiki at fáa
inntøkur er at skipa gjøld, sum
ein fastur prosentsatsur av
inntøkuni, eins og samhaldsfasti,
ALS og barsilsgjaldið, sum so
merkir, at høgu inntøkurnar
gjalda meira enn lágu inn tøk
urnar. Hetta er rímiliga einfalt
at umsita, men fleiri av teimum
vansum,
sum
nevndir
eru
omanfyri við inntøkutreytaðum
brúkaragjøldum, eru eisini gald
andi her. Vit skulu somuleiðis
hava í huga, at ein løntakari
longu við eini mánaðarligari
inntøku á umleið 21.000 kr. hevur
eitt marginalskattaprosent upp á
umleið 58 %, og so eru vit aftur
við lønarskattaskrúvuni! Fyri
okkum løntakarar er tað eitt
feitt um talan er um askatt, sam
haldsfasta, ALS o.a. virknaðurin
og avleiðingarnar fyri tann
einstaka er neyvt tað sama.
Hvat kunnu vit so gera?
Eg eri ikki politikari, og tí er mín
hugsan ikki áhugaverd. Tað er
sostatt ikki ein spurningur um, at
serfrøðingar ella embætisverkið
mæla til eina ella fleiri loysnir,
tí talan er fyrst og fremst polit
iskar hugsjónir og avgerðir í
spurn ingum
um
fordeiling.
Fyrst og fremst er neyðugt við
ein um yvirskipaðum orðaskifti
um nøkur høvuðsprinsippir í
vælferðarsamfelagnum. Vit eiga
ikki at brúka vantandi hagtøl og
gransking sum undanførsla fyri
at sleppa undan at taka kjakið.
Sjálvandi kundi meira vitan
kanska kvalifiserað kjakið, og
verður hetta í ein ávísan mun
eisini neyðugt, tá evt. broytingar
skulu fremjast í verki.
Tað er ongin løtt loysn, tí
vansar fylgja við øllum alterna
tivum. Politiskt verður neyðugt
at taka ópopulerar avgerðir og
slúka onkrar kamelar, og skuldu
øll tey, sum bjóða seg fram
politiskt, havt skyldu til eisini
at fyrihildið til tann veruleikan.
Og at varðveita verandi vælferð
er eisini at slúka ein kamel, tí
avbjóðingarnar hvørva ikki av
sær sjálvum, og rokningin skal
gjaldast umvegis skattin hjá
hvørjum einstøkum føroyingi.
Tað er naivt at trúgva at hetta
kann gerast bara við at mál rætta
vælferðarveitingar og tæn astur
til veikar bólkar, tí verður tað
gjørt, samstundis sum skatta
trýstið verður varðveitt, so trúgvi
eg, at fólkaliga undirtøkan fyri
vælferðarsamfelagnum fer í upp
loysn.
Kjak