mánadagur 18. apríl 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Vit skulu ikki geva donskum
innihaldið føroyskt spjaldur
- men næstan alt tað, sum
lisið verður á donskum í
donskum, kann lesast á før-
oyskum í føroyskum
Mong - m.a. eg sjálvur -
min n ast við gleði aftur á
lærugreinina danskt í mið-
námsskúlanum. Danskt snýr
seg um bókmentir, grein-
ingar av ymiskum mentanar-
ligum rákum, og viðgerð av
ymiskum aktuellum fyri-
brigd um.
Undirvísingartilfarið
er
fjølbroytt og spennandi, og
júst hetta fak hevur eisini
havt nógvar góðar lærarar.
Nú hava hesir lærarar
skrivað eitt opið bræv til
okk um sum sita í løgtingsins
mentanarnevnd,
har
teir
spyrja, hvat skal verða av
tí, sum danskt hevur fevnt
um, nú tað er greitt, at henda
lærugrein ikki longur nýtist
at vera obligatorisk.
Spurningurin er avgjørt
viðkomandi, og tað er gott, at
tey, sum varða av donskum,
beinanvegin vísa á, at her er
ein avbjóðing. Tí onkustaðni
skal tað hýsast, sum hevur
verið í donskum - og tað
er ikki vist at føroyskt, frá
degi til dags, klárar at hýsa
øllum.
Danskt ikki fortreyt
fyri donskum
Landsstýriskvinnan hevur í
hesari gongdini samskift við
mentanarnevnd løgtingsins,
og sjálvur havi eg alla tíðina
mælt til og tikið undir við
teirri loysn, sum nú er skotin
upp.
Sum landsstýriskvinnan
hevur víst á í svarið til lær-
ararnar, so er eingin endalig
avgerð tikin um, hvørja støðu
danskt skal hava í framtíðini.
Tað einasta, sum er hent, er,
at
danskir
myndugleikar
hava slept kravinum um, at
før oyskir næmingar skulu
hava havt danskt, um teir
skulu hava smidliga atgongd
til
danskar
lærustovnar.
(Hvørji krøv teir einstøku
skúl arnir sjálvir seta, er ein
annar spurningur).
Velja vit sjálv at danskt
skal vera obligatoriskt, so
kunnu vit tað.
Men tað haldi eg ikki, at
vit skulu. Fyri tað fyrsta er
tað púra órímiligt at krevja, at
t.d. HTX og Fiskivinnuskúlin
skulu hava danskt.
Fyri tað næsta er tað púra
skeivt (sum dansktlærararnir
tykjast halda), at fakið danskt
er ein fortreyt fyri, at næm-
ingarnir læra málið danskt.
Sannleikin er, at um so
næmingar á føroyskum stu-
dentaskúlum
ikki
høvdu
havt ein tann einasta tíma
í donskum, so høvdu teir
dugað perfekt danskt, tá
teir fingu sítt prógv. Hetta
er júst høvuðsorsøkin til,
at
danskir
myndugleikar
hava slept sínum kravi.
Teir hava sæð, hvussu nógv
danskt mál verður nýtt í
undirvísingini her, og ásann-
að, at lærugreinin danskt
als ikki er ein fortreyt fyri,
at føroyingar læra málið
danskt.
Her kunnu vit - sum Jon-
hard Mikkelsen vísir á - als
ikki samanbera Føroyar og
Ísland.
Dansktlærararnir
hava
rætt í, at kunnleikin til
danskt á mangan hátt er ein
fyrimunur hjá føroyingum
- men at teir halda, at hesin
kunnleiki er treytaður av
undirvísingini í donskum,
tykist eitt sindur løgið.
Avbjóðingin
Tað er rætt, sum danskt-
lærararnir siga, at allir næm-
ingar eisini í framtíðini mugu
læra nógv av tí, sum teir í dag
læra í donskum.
Her er eftir mínum tykki
okkara stóra - sera stóra! -
avbjóðing, at gera føroyskt
til tað mentanarfak, sum
danskt er í dag. Tað skal
sanniliga vera pláss fyri
donskum - men málið má
vera, at føroyskt sum frá
líður verður tað mentanarliga
høvuðsfakið.
Næstan alt tað, sum lisið
verður á donskum í donskum,
kann eins væl lesast á før-
oyskum í føroyskum. Í veru-
leikanum er heldur einki til
hindurs fyri, at danskir (og
norskir og svenskir) tekstir
verða lisnir í føroyskum, har
vit ikki hava teir týddar. Tí
tað er altso ikki bara málið,
sum tað snýr seg um. - Eg
havi t.d. hoyrt um lærarar,
sum lesa nakrar føroyskar
tekstir í donskum. Og hví
ikki tað?
Hinvegin: At hava fakið
føroyskt við ov nógvum
donskum teksti - at geva
donskum innihaldið før oyskt
spjaldur - fer at bera brá av
tjóðskaparligum
stakkala-
stásið. Takið er sjálvandi at
fáa so nógv føroyskt tilfar
sum gjørligt.
Vit eru sloppin undan
einum órímiligum kravi úr
Danmark. Latið okkum nú
í góðum dialogi seta okkum
nýggj mál, og skipa føroyskt
og danskt eftir okk ara egna
tørvi - júst sum danskt-
lærararnir sjálvir mæla til.
Sjúrður Skaale
Danskt snýr seg ikki um danskt
ANDLÁT
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri
pápi mín, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Edvin Danielsen
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
leygardagin 16. apríl 2011.
Kistan fer úr kapellinum heim í Betesda
týskvøldið klokkan 18.00. Jarðarferðin verður
mikudagin klokkan 14.00.
Lis, Birgir, Elsebeth, Edna, Virgar,
Eyðbritt, Karolina og Lena
Tey, ið ynskja at minnast Edvin, kunnu lata eina
peningagávu til Akurin, kontur í peningastovnunum.
ANDLÁT
Okkara elskaði pápi, verfaðir,
abbi, langabbi og bróðir
Hans Debes Feilberg
Hoyvík
vanliga nevndur Debus
ættaður úr Fuglafi rði
andaðist á Ríkissjúkrahúsinum
fríggjadagin, 69 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Hoyvíkar kirkju týsdagin kl 14.
Maria, Jóhanna og Hákun
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá elskaði maður,
pápi og bróðir okkara
Carl Veyhe
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri góð
og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar,
berarar og gravarar.
Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt
hjálptu til við jarðarferðini og ervinum.
Takk til starvsfólkini
á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Takk fyri blómur,
kransar og peningagávur til Porkeris Kirkju.
Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Børga og Birgir