mánadagur 18. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
12
Sosialurin
Langafríggjadag, tann 22.
apríl 2011, hava hjúnini Árni
og Kristina Joensen, Sør vág
ur, gullbrúdleyp.
Tey møttust sum ung,
eitt vakurt summarkvøld, í
dansistovuni Gleimi í Mið
vági.
Pápi gekk á maskinmeist
ara skúla í Danmark, og hann
var komin upp í summar
feriu.
Tey gjørdust góð, blivu
trúlovað og giftust tvey ár
seinni, tann 22041961, í Sør
vágs kirkju.
Mamma var úr Miðvági,
dóttir Hjalgrím og Hannu Jo
hannesen, uppfostrað uppi í
Húsi, hjá Paulusi og Jóhannu
Johansen.
Pápi var sørvingur, sonur
Enok og Jenny Joensen, upp
vaksin hjá Juliu og Jóannes
Joensen.
Brúdleypið var eftir goml
um siði stórt vælkomst brúd
leyp, har øll í bygdini vóru
væl komin.
Brúdleypið var sera gott
og væleydnað. Gott veður,
góður matur og nógv fólk.
Døgurðin var á loftinum í
gamla elverkinum, og aftaná
var boðið til kaffi heima hjá
foreldrunum hjá pápa, og
seinni var so dansur í gomlu
dansistovuni, har brúð ar
vísan var kvøðin, og so aftaná
enskur dansur.
Ella Joensen, sum dugdi
sera væl at matgera, var høv
uðskokkur. Høvuðs kokkurin
gjørdi døgurðan og stílaði
fyri matgerðini annars, t.v.s.
bað fólk at baka, roknaði út,
hvussu nógv skuldi vera av
hvørjum o.s.fr. Kaffikokkur
var Katrina í Beiti, sum var
tiltikin fyri at duga væl og
kóka kaffi.
Nógv fólk hjálptu til og
hjálpin var ókeypis.
Nakrar dagar eftir brúd
leypið fór pápi avstað við
Jóannes Fonsdal, og mamma
var og helt hús hjá ver for
eldrunum. Sum vanligt var
tá í tíðini, varð mamma inn
gift, t.v.s. flutti inn til ver for
eldrini at búgva eftir giftar
málið.
Mamma dugdi sera væl
alt húsligt arbeiði, tí hon
fór longu sum 14 ára gomul
til Havnar at tæna. Hon var
somuleiðis ógvuliga handa
lig, og dugdi sera væl at
snið geva og tilvirka pløgg til
børn ini. Troyggjurnar, sum
hon bant vóru avbera vakrar
og snøggar.
Tá í tíðini varð alt bundið,
tí vanligt var ikki, at klæðir
fingust til keyps.
Mamma og pápi fingu
fýra børn: Jónvá í 1961, Paula
í 1962, Hallu í 1969 og Anniku
í 1979.
Pápi var nógv burtur, og
ofta vóru túrarnir langir.
Onk ur upp í hálvt ár. Vit
saknaðu hann nógv, meðan
hann var til skips.
Seinni, tá ið hann var far
in at sigla við Vesturvón, var
ofta farið niður til Englands
at selja fiskin. Mamma og vit
børn plagdu tá ofta at vera
við, og vóru hetta ógloym
andi túrar fyri alla familjuna.
Túrar, sum vit minnast afturá
við gleði og takksemi.
Mamma hevur altíð trivist
sera væl í Sørvági. Nógvar av
vinkonum hennara úr Mið
vági, giftust eisini til Sørvágs,
so hon kendi seg heima har
frá fyrsta degi.
Niðri í Stretinum var
gott, trygt og fjálgt at búgva.
Fólkini har um leiðir vóru
sera fitt og vinalig, og nógv
stukku inn á gólvið til ein
drekkamun. Tíðin har niðri
var eisini fyri okkum børn
eyðkend av tryggleika og
hugna. Altíð nógv børn at
spæla við, og vit høvdu eina
mammu, sum altíð var heima
hjá okkum.
Mamma og pápi hava
altíð verið sera góð, og hava
altíð dugað væl at hugnað
sær saman. Tey elska bæði
náttúruna og ofta hava tey
verið við okkum børnum í
hag anum, har vit sluppu at
spæla og sóla okkum.
Mangar góðar túrar hava
mamma og pápi verið á
Fjallavatni og Húsadalshálsi,
sum eru teirra yndisstøð.
Pápi er sera kønur innan
staðanøvn.
Abbi hansara, Rasmus í
Tøðuni, var hagamaður, og
ofta slapp hann við honum
til fjals at hyggja eftir seyði.
Hesa vitan um fjøll, bø og
haga og tokka til náttúruna,
sum abbi hansara gav hon
um, hava vit stóra gleði av,
tí tað er sera áhugavert at
hoyra pápa greiða frá um
hesi viðurskifti. Og alskin til
náttúruna hevur hann givið
víðari til okkum børn.
Mamma og pápi hava
verið gift eitt langt tíðarskeið,
í 50 ár. Hetta tíðarskeið hevur
verið merkt av bæði við og
mótgongd. Mamma hevur
verið nógv sjúk, og hevur
hetta sjálvandi verið til stór
an bága bæði fyri hana og
familjuna. Pápi hevur ver ið
sera góður við mammu, og
henni ein trúgvur stuðul,
eins og hon var honum ein
trúgv ur stuðul, meðan hann
sigldi.
Tey hava stuðlað hvørj
um øðrum í bæði við og
mótgongd. Hetta er eitt eyð
kenni fyri inniligan og sann
an kærleika. Teirra hjúnarlag
ber boð um, at kærleikans
bond eru sera sterk, og at
kærleikin ber av øllum.
Góðu mamma og pápi,
hjartaliga tillukku á gull
brúdleyps degnum, og vón
andi fáa tit ein góðan og
hugnaligan dag saman við
familjuni.
Kærar heilsanit
Jónvá
Til Árna og Kristinu Joensen
í Sørvági á gullbrúdleypsdegi
teirra tann 22. apríl 2011
Nøvn
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi,
verpápi, abbi, sonur og bróðir
Andreas Poulsen
andaðist og varð jarðaður
Tøkk til Berg Jacobsen fyri góð og troystarík
orð í kapellinum á Ríkissjúkrahúsinum, til
Øssur Berghamar og øll tykkum, sum vóru um
okkum í Keypmannahavn, til Per og Sólrun
fyri lán av íbúðini, so vit øll kundu vera saman
í Danmark.
Tøkk til tykkum øll, sum høvdu skipað so væl
fyri til vit komu heim, til Jógvan Fríðriksson og
Martin Restorff Jacobsen fyri góð og troystarík
orð í heiminum, í kirkjuni og til jarðarferðina.
Somuleiðis takk til kirkjutænarar og sangarar.
Takk til Bethaniakórið fyri vakran sang í kirkju-
ni, til tykkum mongu, sum bakaðu og bóru
okkum annað inn, til tykkum, sum hjálptu til
við ervinum, takk fyri lán av kirkjukjallaranum
og til tykkum í Filadelfi a, sum eisini vóru so
hjálpsom at lána okkum hús tykkara.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Tøkk til tykkum sera mongu, sum fylgdu hon-
um til hansara seinasta hvíldarstað.
Uttan tykkara umsorgan og hjálp hevði verið
ringt hjá okkum at komið víðari, tað fl øvar
okkum at vita, at so nógv hugsa um okkum í
hesi sváru tíð.
Familjunnar vegna
Poula
Páll Rói, Jan, Marjun og Jónas
Ársaðalfundurin hjá Hondbóltssamband Føroya
verður 21 mei 2011 kl. 12.00 á Hotel Føroyum.
Skrá sambart viðtøkunum.
Nevndin
Ársaðalfundur
Ársaðalfundur verður í
kaffistovuni hjá MEST, Tórshavn,
týsdagin 26. apríl 2011 kl. 19:30
Havnar Bjargingarfelag