mánadagur 18. apríl 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Nú um degini komu deyðs
boðini av Harald Toft Ny
gaard, sum var prestur í Vági
frá 15. desember í 1947 til 27.
apríl í 1954.
Í
Suðuroyar
Sunnara
presta gjaldi
var
hansara
fyrsta arbeiði sum prestur
eftir sína teologisku útbúgv
ing.
Í desember í 1947 kom
hann fyrst sum hjálpar
prest ur hjá Erik Thulesen,
tí kona Thulesen eftir stutta
sjúkralegu brádliga doyði.
Hetta førdi við sær, at Thule
sen eftir henda stoytin skjótt
flutti til Danmarkar sum
prestur.
Nygaard fall so væl til
í Føroyum, at hann søkti
starvið í Vági, og hann varð
settur sóknarprestur har.
Ungur, sum hann var,
fór hann íðin inn í tað ung
dómsarbeiðið, sum Thulesen
var farin undir. Nygaard sam
eindi ein felagsskap millum
ungdómin í Vági, Sumba,
Porkeri og Hovi – ikki bara
í hvørji bygd sær, men eisini
við felags ungdómsmøtum,
sum hildin vórðu heima hjá
honum sjálvum í presta
garð inum í Vági. Hesi møt ini
fóru mest fram um veturin.
Sjálvandi elvdi hetta presta
frúuni, Margrethu, eitt stórt
eyka stríð. Hon var bara glað
um, at hetta kundi fara fram í
heimi hennara. Men at hetta
kundi lata seg gera, var eisini
tí, at tey fingu so heilt fram
úr góða hjálp frá nøkrum
ungum gentum, sum gingu
prestafrúuni til handa í
hesum stóra og týdn ingar
mikla, kristiliga arbeiði.
Hvørt sunnukvøld kl. 8
vóru allar tríggjar stovurnar
í prestagarðinum fullsettar
av blómandi ungdómi, sum
tók sín kristindóm í álvara.
Hvørt kvøld legði eitt eldri,
búgvið fólk fyri við einum
hvørjum vegleiðandi Guds
orði, ella søgu um Guds lív
sítt ella gudslívið hjá einum
hvørjum, og sum kundi vera
til uppbyggingar.
Hvørt kvøld varð endað
við sanginum:
“Breið tínar náðiveingir
O, Jesus, yvir meg...”
Ongantíð haldi eg meg
hava hoyrt henda sangin
verða meira inni liga og væl
ljóð andi sungnan enn hesi
sunnu kvøldini til ung dóms
møtini hjá Nygaard í presta
garð inum í Vági av hesum
blómandi
ungdómsskara.
Tað var ikki sjáldan, at hesin
skarin var samansettur av
um leið 100 røddum.
Tá ið Nygaard kom til
Vágs í 1947, vóru bara 8 ár
lið in, síðan nýggja kirkjan
varð tikin í brúk, so at
hvørki stundir vóru til, ei
heldur peningur var tøkur
til, at skapa hugna uttan
um kirkjuna, sum stóð í
miðjari bygdini – stutt frá tí
nógv brúktu keiini og tætt
við har, sum tann prýðiligi
minnisvarðin seinni kom at
standa, og tætt við nýggja
skúlan, har Nygaard ofta kom
sum vikarur, tí læraratrot var
í heilum.
Hann skipaði so fyri, at
farið varð undir at koyra
mold ymsar staðir frá kring
um kirkjuna báði við bilum
og við trillubørum, so at
runnar og blomstur kundu
verða plantað kring um
kirkjuna til prýðis. Og hvør
skuldi gera arbeiðið ókeypis –
tað skuldu lærararnir. Hetta
var báði hugnaligt at vera við
hjá lærarunum og vælgjørt
og vakurt.
Og hvør minnist ikki tann
gamla Fordin við tí fýrhyrnta
húsinum,
sum
Nygaard
fekk sær at koyra í millum
bygdirnar við – ja meira enn
so – øll tey gomlu illa gongdu
fólkini, sum hann koyrdi
báði í KFUK og í kirkju. Jú,
Nygaard slóðaði bæði fyri
ungum og gomlum. Tað var
tí ikki løgið, at hann fekk
stóran tokka til sítt fyrsta
prestastarv.
Hesin tokkin sást eisini
aftur á seinni ferðum hansara
til Føroyar. Fýra ferðir vitjaði
hann aftur til Føroyar at
hitta vinir og kenningar – í
1956, 1985, 1989 og í 1996.
Tá ið hann var 79 ára
gam al, bjóðaðu nakrir 60 ára
gamlir næmingar, sum hann
hevði havt nógv ár sam an við
sum vikarur í skúl anum og
nú eisini vóru kon firmantar
hansara, honum til felags
veitslu hjá teimum í Vági.
Og sjálvandi skuldi veitslan
byrja við gudstænastu í
Vágs kirkju, har hann sjálvur
skuldi prædika. Tað gjørdi
hann eisini í fullsettari kirkju
við hesum teksti úr 16. kap.
hjá Matt. (v. 1316):
“Hvønn siga menn menn
iskjasonin vera....?” Inngangur
hansara var hesin:
“Tað er mær ein lívsins
hátíð frá hesum prædikustóli
at fáa loyvi at tala til gamlar
skúlanæmingar,
skótar,
kon firmantar
og
onnur,
sum eru komin higar í
Vágs kirkju í dag. Eg kundi
kanska spurt, hvussu nógv,
tit minnast aftur av tí, sum
vit samtalaðu um í tímunum
fyri t.d. 45 árum síðan. Tað
fari eg ikki at gera, tí vit
skulu framvegis vera góðir
vinir. Og tað er heldur ikki
tað, sum vit minnast, ið
umræður – heldur tað, sum
hevur ávirkað og verið við
at skapa okkara lívsrætning.
Tí vil eg heldur steðga við tí
svari, ið Pætur gav Jesusi, tá
ið Jesus spurdi beint fram: “...
hvønn siga tit meg vera?”
Tá svaraði Pætur: “Tú ert
Kristus, sonur hins livandi
Guds.”
Síðan
talaði
Nygaard
hesa stóru løtu um tann
veika Pætur, sum Jesus kort
ini bygdi sína kirkju á – um
synd aran Sakæus, sum hann
kortini fór heim til, og hann
helt fram at tala um tey
veiku, syndatyngdu menn
iskju, sum Jesus við Guds
kærleika var komin í heimin
at bjarga frá synd til frelsu
og ævigt lív. Tað er hesin boð
skapurin, sum týdning hevur
at festa í hug og hjarta.
Hesa prædikuna endaði
Nygaard við teimum orðum,
sum hann so ofta endaði
sínar prædikur við:
Støt vor fod, når den vil
glide,
styrk vort mod, når vi skal
stride,
gør vor bortgang sejerrig!
Øll vit, sum vóru í kirkju
henda hásummardagin í 1996,
kendu prestin aftur í vin
inum Harald Toft Nygaard.
Úr Føroyum fóru presta
hjún ini Nygaard og børn
teirra í 1954 til Østofte á
Lollandi, har tey vóru í 12 ár,
síðan í 8 ár í Husum í Keyp
mannahavn, og síni seinastu
9 prestaár vóru tey í RørbyV
á Sælandi.
Tá ið hann í 1984 legði
presta starvið frá sær 67 ára
gamal, búsettust hjúnini í
Præstø, har eg var so heppin
at fáa høvi at vitja fyri góðum
trimum árum síðan. Tað var
sannur fagnaðarfundur.
Tey áttu børnini Erik, Olav
og Ellen.
Jarðarferðin verður úr
Bårse kirkju mikudagin 20.
apríl, kl. 13.
Ærað veri minnið um vin
okkara, Harald Toft Nygaard,
prest.
Brynhild og
Johs. Andr. Næs
Harald Toft Nygaard, prestur, farin
f. 7. februar 1917, d. 12. apríl 2011
Harald Toft Nygaard, prestur
Prestahjúnini Margretha og Harald Nygaard