mánadagur 18. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Fleiri skip hava skift eigara
í vetur, og millum hesi eru
ísfiskatrolararnir, Polarhav
og Stjørnan, sum hava verið
høvuðsgrundarlagið
undir
gulllaksinum hjá Tavuni í
Leirvík.
Hesi skipini, sum øll árini
hava verið heima hoyr andi í
Leirvík, eru nú heima hoyr
andi í Klaksvík. Líkt er tó
ikki til, at hetta fer at ávirka
ráfiskagrundarlagið
undir
Tavuni í gulllaksavertíðini,
sum júst er byrjað.
Men tað eru ikki bara
Polarhav og Stjørnan, sum
hava skift eigara og nú eru
heimahoyrandi norðanfyri
Leirvíksfjørð.
Tá skipini vórðu seld fyrr í
ár, seldi Osmund Justinussen
eisini sín part í Tavuni, sum
var 25%.
Tað var Norðoya Íløgu
felag, sum keypti bæði skipini
og partin hjá Osmundi í
Tavuni.
Nú
eigaraviðurskiftini
hjá skipunum vóru broytt,
eins og norðoyingar høvdu
ognað sær ein fjórðing av
partapeninginum í Tavuni,
kundi ivi tikið seg upp um,
hvussu virksemið í Leirvík
nú fer at verða rikið víðari.
Hanus Hansen og JFK
Trol hava síni áhugamál í
Faroe Pelagic í Kollafirði,
sum eisini keypir gulllaks í
vertíðini, og tá skipini, sum
eru á hesi veiði, bert eru
seks í tali, hava fólk sett sær
spurningin, hvussu nú verður
við gulllaksinum í Leirvík.
Men einki bendir á, at
her verður nøkur broyting
– í øllum førum ikki, um tað
verður, soleiðis sum stjórin
í
Tavuni,
Jóan
Magnus
Rasmussen, ætlar.
Ikki minni tilgongd
Jóan Magnus sigur, at Tavan
keypti fyrstu lastina av
gulllaksi í ár hin 4. apríl. Hetta
var fiskur, sum Eysturbúgvin
og
Vesturbúgvin
høvdu
fingið.
– Vit fara at miðja eftir at
keypa gulllaksin hjá tveimum
pørum – ella fýra skipum í
hesi vertíðini.
Stjórin sigur, at felagið
fer at leggja seg eftir fisk
in um
hjá
Polarhavi
og
Stjørnuni – og fiskinum hjá
Eysturbúgvanum og Vestur
búgvanum.
Onnur ár hevur tað verið
soleiðis, at Tavan serliga
hevur keypt fiskin hjá Polar
havi og Stjørnuni – og fiskin
hjá Eysturbúgvanum.
Tavan hevur ikki fram
leiðsluorku
til
at
keypa
gull laksin hjá øllum seks
skip unum, sum eru á gull
laksaveiði, tá vertíðin er.
Tí hava Vestmenningur og
Fram onnur ár verið noyddir
at selja ein part av veiðini
uttanlands, men síðan Faroe
Pelagic í Kollafirði fór undir
sítt virksemi við ársenda í
2009, hava skipini í vertíðini
lagt flestu lastirnar upp í
Kollafirði.
Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri í Tavuni, sigur, at tey
hava ongar broytingar merkt,
síðan
eigaraviðurskiftini
hjá Tavuni, eins og hjá
ísfiskatrolarunum, Polarhavi
og Stjørnuni, eru broytt.
Langir dagar
Gulllaksavertíðin varar van
liga frá apríl og til nakað
væl út á heystið, og í hesum
tíðarskeiði er vanliga nógv
virksemi á Tavuni í Leirvík,
sum virkar gulllaksin til
fars.
Í vertíðini hava eini 60
fólk úr at gera á virkinum,
og í hesum tíðarskeiði er
vanligt at arbeiða í vaktum,
eins og arbeitt verður í viku
skiftinum, tá tað er neyðugt
fyri at fáa fiskin undan.
Tavan í Leirvík hevur havt
rættiliga góð úrslit seinnu
árini og hevur havt avlop á
hvørjum ári, síðan felagið fór
undir sítt gulllaksavirksemi
miðskeiðis í nítiárunum.
Faroe Pelagic í Kollafirði
hevur
hinvegin
heilfryst
gull laksin, eins og gjørt
Tavan í Leirvík legg
GULLLAKSUR – Vit ætla at keypa
gulllaksin hjá fýra partrolarum í
hesi vertíðini, sigur Jóan Magnus
Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík
Loystu aftu
Tá partrolararnir, Vestmenningur
og Fram, fóru til fiskiskap
fríggjakvøldið, vóru teir ikki
komnir langan veg, fyrr enn
Fram fekk trupulleikar
- Vit ætla at keypa
fiskin hjá fýra av seks
gulllaksaskipum í vertíðini
hesaferð, sigur Jóan Magnus
Rasmussen, stjóri í Tavuni