leygardagur 9. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 48 - 9. mars 2002
Nr. 48 - 9. mars 2002
3
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu,
tá ið okkara kæri
Jákup Olsen
doyði og varð jarðaður.Tøkk fyri kransar, blómur og
aðrar heilsanir, og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Annita og Hanus
Ingibjørg, Marjun og Karin
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum á ein og annan
hátt gjørdu okkum silvurbrúdleypsdagin 24.
juli 2001 so hugnaligan og minnisríkan,
takka vit hjartaliga.
Blíðar heilsur
Magna og Hans Martin Jacobsen
Fuglafjørður
Í dag fyllir, Magnus Gunn-
arsson, betur kendur sum
Maggi, 50 ár.
Maggi er havnarmaður,
sonur Eigil og Jenny Gunn-
arsson. Hann eg giftur
Birgitte. Tey eiga fýra børn
og búgva í Gæsugøtu í
Havn.
Maggi fór í læru sum bil-
mekanikari hjá Johs. Berg
seinast í sekstiárunum,
helst var tað í 1968. Hetta
var beint eftir, at Mazda-
ævintýrið í Føroyum byrj-
aði. Fyrsti Mazdabilurin
kom til landið árið fyri, og
skjótt var hann populerasti
bilurin í landinum.
Maggi hevur altíð havt
áhuga fyri bilum, og hann
hevur fingist nógv við bil-
ar. Tað fór ikki eitt kvøld,
leygardagur ella frídagur
annars, har tú ikki hoyrdi
bukan, bankan og slípan úr
garasjuni hjá Eigili í Dala-
túni við Dalavegin, har
Maggi vaks upp. Hann var
altíð í sving, og mangar
buglur eru rættaðar út har.
Eftir lokna útbúgving
starvaðist Maggi nøkur ár
hjá Hanseman Gaard, sum
seldi Citroën bilar á Velba-
staðvegnum.
Eisini
ar-
beiddi hann á bugluverk-
staðnum hjá Carlo Petersen
í Tórfinsgøtu í nøkur ár, til
hann fór í starv hjá á Super
Dekk Service hjá Sámali
Bláhamar. Har var hann í
fleiri á, til hann fór at koyra
buss.
Maggi hevur eisini roynt
tað, sum fáur maður hevur
roynt: Hann hevur verið
heimagangandi húsfaðir!
Hetta var í trongu árunum
fyrst í nítiárunum. Tey
høvdu fýra børn, og Maggi
tók á seg uppgávuna at
passa børnini og halda hús
og heim. Hetta starvið røkti
hann í tvey ár.
Seinni fór hann á Post-
húsið, og starvast hann sum
bilførari hjá Postverkinum,
og kemur hann víða um
landið í hesum starvi.
Seinastu góðu tvey árini
hevur Maggi eisini roynt
seg sum blaðmaður á
Sosialinum, har hann fæst
við at skriva um bilar. Hann
er eisini aktivur limur í Før-
oya Ellisakførum og í hes-
um sambandi fæst hann m.
a. við at savna tilfar til eina
bók um føroysku bilasøgu-
na.
Maggi er burturstaddur á
føðingardegnum, men vit á
blaðnum ynskja honum
hjartaliga tillukku!
Maggi Gunnarsson 50 ár
Her er Maggi avmyndaður í Trollhättan í Svøríki saman við fyrsta Saab-bilinum,
sum yvirhøvur er framleiddur, tað var í 1946. Hann kallast Ursaab 92001
C
M
Y
K
3
2
TVÍHÚS Á KAMBSDALI
·
í friðaligum og náttúrvøkrum
umhvørvi
·
gott bussamband
·
tætt við Studentaskúlan og
Handilsskúlan
er hetta nakað fyri teg?
Í verkætlanini eru tvey húsasnið.
- 1 planhús við lofti og bilhúsi
- hús við kjallara, miðhædd og bilskýli
Sámuligir prísir og skjót byggitíð
Vilt tú vita meira um hesa verkætlan, so ring til okkum
RAÐHÚS
FO-510 Gøta
Tlf. 21 19 29