leygardagur 9. mars 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 48 - 9. mars 2002
Nr. 48 - 9. mars 2002
5
Vanligt er, at græk-
arismessa verður
hildin kring landið at
heilsa tjøldrunum
vælkomnum. Eisini í
Vági verður tjóðfugl-
urin heilsaður og
sum vant skipa skótar
og Kirkjukóri Ljómur
fyri
TÍÐINDASKRIV
Sunnudagin klokkan 16
skipa grønu skótarnir í
Vági og Kirkjukórið Ljóm-
ur fyri grækarismessuhaldi
við minnisvarðan.
Grønu skótarnir hava í
mong ár skipað fyri hesum
haldinum saman við Ljómi,
eins og skipað verður fyri
flaggdagshaldinum.
Vanligt er, at Ljómur sett
dám á haldið við sangi,
eins og felagssangur er á
skránni. Hóast vónir eru
um gott veður, so er ilt at
spáa um hetta, tí føroyska
veðurlagið er skiftandi.
Men um veðrið ikki verður
eftir vild, so verður tiltakið
innandura,
nevniliga
í
Framtíðini. Í ár heldur
Dagfinn Olsen grækaris-
messurøðuna.
Til Íslands
Grønu skótarnir í Vági eru
eitt skótalið, ið stavar heilt
afturi frá 1940. Liðið er
triðelsta skótalið og trið-
størsta lið í Føroyum. Hes-
um eru tey ikki sørt errin
av, um hugsað verður um
mótburðin, ið Vágur hevur
verið fyri.
Skótarnir eru í fer við at
savna sær pening til eina
ferð til Íslands í summar.
Skipað verður javnan fyri
tombola og tann 30. mars
verður marknaðardagur í
Skótahúsinum. Har verður
nýtt og gamalt at fáa, eins
og kaffi, køkur, poppkorn
og annað.
Skótamanningin, ið ætlar
sær til Íslands, er hin sama,
sum nakað her fyri gekk
Suðuroynna úr enda í
annan. Ætlanir eru um
aðrar útferðir í næstum, t.d.
til ymisk forkunnug støð
nærhendis Sumba, so skjótt
viðrar.
Í dag klokkan 14 skip-
ar VB fyri stuðuls-
renning. Í Vági er
vakurt vatn og er
ætlanin at leikarar
fara at renna kring
Vatnið. Í VB-húsi-
num verður vedding á
skránni, eins og VB
bjóðar ein kaffimunn
og køkur. Felagið fer
væntandi í næstum at
skriva sponsoravtalu
við Suðuroyar Spari-
kassa
ÍTRÓTTUR
Dagfinn Olsen
Vágbingar fáa høvi at
stuðla VB í dag, leygardag-
in, tí klokkan 14 skipar
felagið fyri stuðulsrenning
og hugnaløtu.
Leikarar úr 1. deild og 2.
deild, eins og unglingar, far
at renna kring Vatnið. Fólk
hava á stuðulsbløðum høvi
at tekna seg fyri ávíst gjald,
5 ella 10 krónur t.d., fyri
hvønn kilometur ein leikari
rennur.
Leikarar hava útvegað
sær ein ella tveir stuðlar,
eins og stuðulsbløðini hava
ligið í handlum og vitjað
hevur eisini verið í húsini at
vita, um áhugi er at stuðla.
Talan er um eini 30 leik-
arar, ið fara at renna í ein
tíma, ella so. So skal metast
um, hvussu nógvar kilo-
metrar einstaki rennarin
rennur.
Meðan runnið verður,
skipar VB fyri hugnaløtu í
VB-húsinum. Kaffi og køk-
ur eru at fáa ókeypis.
Men í VB húsinum verð-
ur eisini skipað fyri vedd-
ing, ið snýr seg um at gita,
hvussu nógvar kilometrar
runnið verður tilsamans.
Skriva brátt
sponsoravtalu
Tiltakið er til frama fyri
virksemi felagsins. Felagið
ásannar, at nógvur peningur
skal til at reka felagið. Vág-
bingar hava langa leið at
ferðast í samband við dystir
og hetta ger ikki raksturin
bíligari.
Felagið vónar, at vág-
bingar taka undir við til-
takinum.
Samstundis, sum felagið
fær nakrar krónur í kassan,
so er hetta ein hugnaløta
og eitt byrjanartekin um, at
kappingin er í hondum og
harvið eitt sera spennandi
fótbóltssummar, ið krevur
sítt.
VB fer væntandi í næst-
um at skriva sponsoravtalu
við Suðuroyar Sparikassa.
Grækarismessu-
hald í Vági
VB skipar fyri stuðulsrenning
VB leikarar fara í dag at
renna stuðulsrenning kring
Vatnið
Mynd: D. Olsen
Í gjáramorgunin
klokkan 9.45 Sæborg
rokaður til Klaks-
víkar. Teir høvdu
verið burtur í góð
tvey samdøgur, og
arbeitt hevur verið í
døgndrift
REPORTASJA
Ingrid Bjarnastein
Klaksvík: Sjaskveður er.
Regn og kavin er við at fara
burtur aftur. Glaðurok á
sjónum. Norðuri á upp-
boðssøluni er nógv at gera.
Nakrir eru bátarnir, sum
eru komnir inn at landa, og
reyði báturin liggur tungur
fram við kaikantinum. Týð-
iliga sæst, at her hevur ver-
ið góður fiskiskapur.
Ein
appelsinfarvaður
maður rættir hondina fram,
og nú er sloppið. Nú eru vit
umborð. Fiskaroykurin er
sterkur. Niður í messuna.
Har situr skiparin. Ein væl-
vaksin maður. Brillur og
gráur um vangarnar. Tað
slepst ikki undan, at hann
sær eitt sindur troyttur út,
men hetta er ongin forðing.
Hann er fryntligur og ógvu-
liga prátingarsamur. Vit
sessast við borðið.
– Vit fóru út fyri góðum
umleið tveimum døgum
síðani, sigur Zacharias
Zachariassen, skipari. – Vit
hava ligið norðuri úr Fugl-
oynni, í Geiranum, sum tað
verður kallað.
Sæborg fiskar tosk, hýsu,
flat fisk – alt møguligt,
greiðir skiparin frá. Hendan
túrin hevur verið arbeitt
døgnið runt, tí fiskiskapur-
in hevur verið stak góður.
– Tað er hart, og nú eru
menn troyttir. Uppá seks
dagar hava vit fingið um-
leið 13.000 kassar, sum er
ógvuliga
gott,
fortelur
Zacharias.
Ongan svøvn
Sæborg landaði á Klaksvík
týsdagin, og onkur var, sum
ikki slapp heimaftur áðrenn
báturin fór útaftur. Komið
var til lands klokkan 14, og
longu klokkan 23 var farið
útaftur. Tá fiskiskapurin er
góður, verður siglt, sum ein
pendul inn og út.
– Vit koyra rættiliga hart
á, og tað hava verið nógvar
góðar løtur. Men hann hev-
ur viðrað so illa, so ikki
hevur borið so væl til, sum
vit kanska høvdu ætlað.
Fimm mans eru umborð
á Sæborg. Og hesin túrurin
hevur verið strævin. Meðan
vit sita og práta í messuni,
kemur onkur inn, og prátar
eitt sindur við, og sleppur
sær útaftur. Ongin vil rætti-
liga blanda seg uppí prátið.
– Lítið hevur verið av
svøvni hendan túrin, so nú
eru menn av góðum orsøk-
um troyttir, greiðir skiparin
frá. – Teir hava fingið onkr-
an tíma av og á. Soleiðis er
tað bara, tú venur teg við
tað.
Etið verður júst sum tað
passar. Onkuntíð er døgurði
klokkan 10 á morgni, og
onkuntíð klokkan fimm
seinnapartin. Tá fiskiskap-
urin er góður sum hesuferð,
so er heitur matur á skránni
minst tvær ella tríggjar
ferðir um dagin.
Kokkurin sær ikki út,
sum flestu kokkar vit kenna
frá fiskibátum. Hann hevur
ikki ein stóran búk at hjúkla
um. Nei, heldur tvørtur-
ímóti.
– Ja, kokkurin arbeiðir
eisini sum dekkari. Hann
fer so burturfrá viðhvørt,
og so royni eg at hyggja til
matin, sigur Zacharis, með-
an hann rullar sær eitt ball –
Samson.
Rokaður
Vit fara ein túr runt umborð
á Sæborg. Lítið er, og
fiskaroykurin er allastaðni.
Vit fara ein túr inn í kahytt-
urnar. Har eru seks koyggj-
ur – allar tómar. Skiparin
fortelur, at teir fingu ein
stóran sjógv niður í kahytt-
urnar. Hurðin var opin, og
nógv vatn kom niður. Nógv
pláss er ikki at taka av, men
hóast hetta, so er ein
hugnaligur dámur. Hvør
maður kann draga gardin-
urnar fyri, og so hevur hann
sína egnu lítlu verð.
So gongur leiðin út á
dekki. Har eru fiskar, og
skiparin peikar inn í lastina.
Hon er so full, sum hon
yvirhøvur kann vera. Vit
ganga eitt sindur longur
fram. Har er eitt annað rúm,
har
fiskakassar
eisini
standa stáplaðir. Hetta rúm-
ið verður nýtt tá so nógvur
fiskur er, at tað ikki er pláss
fyri honum í lastini. Men
tó, fiskaprísirnir eru dalaðir
nógv í seinastuni, serliga
toskurin.
Vit fara upp í stýrhúsið.
Eisini har er ógvuliga lítið,
júst sum í restini av skipin-
um. Meistarin situr har
uppi, og vit fáa okkum eitt
lítið prát. Hóast trongu um-
støðurnar duga menn væl at
finna seg í tí.
Sæborg fer út aftur tá
veðrið batnar. Eg takki fyri
meg, og klintri upp um
lúnningina. Føturnar eru
aftur á fastari jørð. Við-
ganga skal eg tó, at hetta
kennist betri enn at tá alt
vaggar undir tær. Men skip-
aranum dámdi tað væl.
Sigur, at hetta er hart lív,
men hóast alt ikki so galið.
Fiskaroykur umborð á Sæborg
C
M
Y
K
5
4
team85
H E V U R
T Ú
T A Ð
S U M
K R E V S T ?
Føroyar standa við eitt markamót ...
Oljuvinnan fær brúk fyri fólki við serligum innliti og førleika.
Handilsskúlin á Kambsdali bjóðar komandi skúlaár
miðvísum næmingum eina FHS- og HH-útbúgving við
serligum atliti at oljuvinnu. Næmingarnir fáa eina vanliga
FHS- og HH-útbúgving umframt ein serligan førleika.
Umsóknarbløð eru at fáa á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
Freistin at søkja er 15. marts
O L J U V I N N U F L O K K U R I N