leygardagur 9. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 48 - 9. mars 2002
Nr. 48 - 9. mars 2002
7
Eftir nýggju Reglu-
gerðini fyri Ferða-
vinnuna í Eysturoy
verður tað munandi
lættari hjá Kunning-
arstovuni at arbeiða.
Runavíkar Kommuna
hevur átikið sær at
gjalda tað, Kunning-
arstovan í Saltangará
kostar at reka. Sam-
stundis verður Kunn-
ingarstovan nærri
knýtt at kommununi
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Saltangará:
Runavíkar
Kommuna hevur átikið sær
at rinda eitt størri gjald enn
higartil til raksturin av
Eysturoyar
Kunningar-
stovu. Tað ger Kunningar-
stovuna væl betri føra fyri
at arbeiða við ferðavinnuni
burturav heldur enn at nýta
tíð og orku upp á at fáa til
vega pening til raksturin.
Ferðavinnan í Eysturoy
hevur fingið nýggjar við-
tøkur, sum millum annað
bera í sær, at kommunurn-
ar, har kunningarstovurnar
báðar húsast, gjalda tað,
sum svarar til raksturin av
kunningarstovunum. Aftur
fyri eru borgarstjórarnir í
vertskommununum báðum
føddir nevndarlimir hjá
Ferðavinnuni í Eysturoy.
Kunningarstovurnar eru í
Fuglafirði og í Saltangará.
Fuglfirðingar altíð
stuðlað
Í veruleikanum merkir tað
ikki tann stóra munin fyri
Fuglafjarðar
Kommunu,
sum higartil hevur stuðlað
Kunningarstovuni
mun-
andi, meðan Runavíkar
Kommuna nú fer at gjalda
væl meira enn higartil til
Kunningarstovuna.
– Tað er kortini ein treyt,
at Kunningarstovan skal
vera fyri alla oynna, sigur
leiðari á Kunningarstovuni
í
Saltangará,
Rannvá
Troest.
Hóast Kunningarstovan í
Saltangará í framtíðini fer
at verða beinleiðis bundin
av Runavíkar Kommunu, er
hon tó undir Ferðavinnuni í
Eysturoy, sum er almenni
arbeiðsgevarin. Tað vil
siga, at hon fer at virka sum
ráðgevi hjá allari ferðavinn-
uni, sum higartil hevur ver-
ið.
– Men tó við teirri broyt-
ing, fegnast leiðarin á
Kunningarstovuni í Sal-
tangará um, at nú fer at bera
til hjá okkum at brúka okk-
ara tíð upp á sjálva vinnuna
og at menna teir møguleik-
ar, vinnan hevur at bjóða,
heldur enn at brúka tíð og
orku upp á at finna pening
til at reka stovuna fyri.
Hon letur at, at undanfar-
in ár hevur Kunningarstov-
an í Salangará mestsum liv-
að eina »bingotilveru«,
sum hon tekur til.
Hóast vertskommunurnar
rinda fyri raksturin av
kunningarstovunum, er tað
kortini ikki so, at hinar
kommunurnar, sum við eru
í Ferðavinnuni í Eysturoy,
ikki eisini gjalda til vinn-
una. Tí tað gera tær avgjørt
sigur Rannvá Troest.
Vinnan burturav
Tann tryggleikin, Kunning-
arstovan nú hevur fingið,
ger, at til ber at taka sær av
vinnumenning
burturav.
Tað fer so aftur at gera, at
kommunurnar í Eystur-
oynni fáa meira nyttu
burtur úr Kunningarstovuni
enn higartil.
Ferðavinnan í Eysturoy
fer í næstum at senda ein
nýggja Eysturoyarfaldara á
marknaðin, har nógv tilboð
eru til feðramannin, sum
vitjar oynna.
Eysturoyar Gongufelag
hevur longu gjørt ein fald-
ara, sum komin er út.
Ferðavinnan í Eysturoy
hevði aðalfund mikukvøld-
ið, har millum annað tveir
nýggir nevndarlimir vórðu
valdir.
Í nýggju nevndini sita
Sigurð Simonsen, borgar-
stjóri í Fuglafirði, Rodm-
undur Nielsen, borgarstjóri
í Runavík, sum er føddir
limir. Kjartan Dalsgaard,
umboðandi skótadepilin á
Selatrað, Hallbera Christ-
iansen í Gøtu, og Bernhard
Jacobsen av Eiði.
Hallbera
Christiansen
varð
afturvald,
meðan
Bernhard Jacobsen er ný-
valdur. Hinir tríggir nevnd-
arlimirnir stóðu ikki fyri
vali.
Tveir tiltakslimir vórðu
nývaldir, og eru tey Tumm-
as Mikal Jacobsen á Skála
og Josefina Jacobsen á
Toftum.
Kunningarstovan fær arbeiðsfrið
Náttúran er tað, sum í stóran mun hugtekur ferðamannin
Mynd: Edvard Joensen
Á turkivirkinum
Faroe Marine Pro-
ducts í Leirvík verður
ein umfatandi út-
bygging framd um
vikuskiftið. Ein
hátøknilig turkilinja
verður sett upp, og
tað fer at gera úrtøk-
una betri, væntar
virkisleiðslan
FISKIVINNA
Edvard Joensen
Leirvík: Nýggja turkilinj-
an fer at gera framleiðsluna
meira rentabla, sigur Eirik-
ur á Húsamørk, stjóri á
Faroe Marine Products,
sum turkar fiskaslógv til út-
flutnings.
Tað luktar ræst. Rættiliga
strammur luktur kemur frá
hesum høvdunum, sum
liggja á plastikristunum
klár at fara í turkiovnarnar
ella beint komin útaftur.
Tað arbeiða 35 fólk fast á
virkinum. Umframt eru
fleiri, sum arbeiða av og á,
eitt nú skúlanæmingar, sum
arbeiða eftir skúlatíð.
Fram við vegginum øðru-
megin í stóru høllini standa
fólk, tvey og tvey við rist-
unum millum sín, og leggja
upsa- og torkarhøvd á rist-
irnar við hond. So hvørt
sum fult er, verða ristirnar
stakkaðar longri úti á gólv-
inum, og tá stakkurin er
nóg høgur, verður hann
fluttur burtur at seta inn í
ovnin.
Hendan arbeiðsgongdin
fer at gerast lættari, tá
nýggja linjan er uppsett,
sigur stjórin á virkinum.
Talan er um eina íløgu
upp á knappar tvær millión-
ir, greiðir Eirikur á Húsa-
mørk frá, meðan hann vísir
fram arbeiðsgongdina á
virkinum. Linjan, sum sett
verður upp, er gjørd í Ís-
landi og er fyrsta av sínum
slag.
Íslendski samstarvsfelag-
in hjá Faroe Marine Pro-
ducts hevur keypt tríggjar
tílíkar linjur, og hendan
sum teir senda hendanveg,
er tann fyrsta, sum verður
sett upp. Hon hevur verið
roynd í Íslandi, og riggaði
væl, láta teir at.
Linjan fer at gera tað
nógv arbeiðsligari á virkin-
um. Hon flytir høvdini eftir
bandi og vigar so hvørt,
soleiðis, at bara tann málda
nøgdin kemur út til hvørja
ristina, har tey skulu leggj-
ast á til turkingar. Neyðugt
verður heldur ikki við so
nógvari lyfting og flyting,
sum gjørt verður í dag.
»Flowið« fer at verða betri,
sigur stjórin.
Sum er flytur bandi bara
høvdini, og so mugu tey,
sum leggja á ristirnar sjálv
syrgja fyri at hava neyðugu
nøgdirnar tøkar. Av tí sama
liggja rúgvur á bandinum
og kunnu gera tað eitt sind-
ur óarbeiðsligt.
Tey turka umleið 40 tons
um dagin í Leirvík. Onkran
dag eru tey komin upp móti
teimum halvthundrað tons-
unum. Talan er um høvd og
ryggir.
Turkaða slógvið verður
pakkað og sent til Nigeria,
har tað verður bloytt og
kókað til súpanarsoð.
Eirikur á Húsamørk sig-
ur, at undirtøkan frá før-
oysku virkjunum hevur ver-
ið góð, síðan byrjað varð.
Øll tey smáu virkini lata alt
slógvið til Leirvíkar, sigur
hann.
Turkaðu
høvdini
eru
komin úr aftur ovnunum,
og tveir mans standa við
eina slisku og stoyta av rist-
unum.
Høvdini renna niður i
stórar kassar í niðaru høll-
ini, har tey verða pakkað í
sekkir og løgd á plattar.
Klár at verða avskipað til
Nigeria at enda sum bót í
høvdasúpan.
Nýggj turkilinja í Leirvík
Høvdini verða løgd á plastristir at turka
Mynd: Edvard Joensen
Haran er løgst í
urtagarðarnar í
Leirvík. Nú bygdin er
vetrarfriðað, og
seyðurin burtur-
vístur, hevur urta-
garðsfólkið í Leirvík
fingið nýggja plágu at
dragast við
ONNUR PLÁGAN
Edvard Joensen
Leirvík: Hara er løgst í
urtagarðarnar Úti á Sýn í
Leirvík. Alt, sum stingur
upp úr kavanum, verður
gnagað. Urtagarðseigararn-
ir ugga seg við, at tær
munnu fara at rýma aftur, tá
tað fer at toya.
Tíggju vóru Egyptalands
plágur. Í Leirvík eru tey nú
farin undir nummar tvey.
Eftir at seyðurin er útvístur
úr bygdini, hava urtagarð-
arnir Úti á Sýn fingið aðra
pláguna at dragast við.
Harur, sum av svongd eru
lagstar á tað, sum upp úr
kavanum veksur.
Haran er mest at síggja,
tá myrkt er. Seint á kvøldi
hætta tær sær at húsum at
vita, um eitthvørt bítandi
fæst.
Úti á Sýn hava tær funnið
út av, at tað standa nakrir
smáir
runnar
upp
úr
kavanum. Og teimum hava
tær so etið av, greiðir
Kristian á Reynatrøð frá.
Hann hevur seinastu seks
árini búð í býlinginum ytst í
Leirvík, men sigur seg ikki
fyrr hava sæð haru soleiðis
millum húsini.
Ikki ivast hann í, at tað er
kavin, sum noyðir tær at
koma so nær at húsum.
–Fittar eru tær, og synd er
í teimum, heldur hann, men
harmast kortini um, at tað,
sum sett er niður, ikki fær
vaksið í frið. Men har gerst
einki annað enn at rópa
eftir teimum og royna at
forskrekkja tær, tí ikki er
loyvt at skjóta, vísir hann á.
Hann sigur, at hann
hvønn dag nú seinnu tíðina,
bæði morgun og kvøld,
hevur sæð haru uttan fyri.
Ongantíð fleiri í senn, so ilt
er at siga, um tað eru fleiri,
ella tað bara er tann eina,
sum er so nøsk, at hon etur
alt, sum kemur undan
kavanum í grannalagnum.
–Hon
fer
allastaðni,
eisini har, stroyptur garður
er fyri, sigur Kristian á
Reynatrøð. Leggur á smáu
runnarnar og gnagar teir
niður at vøllinum. Eru so
einstakar páskaliljur ella
annar vøkstur, sum stingur
høvdið undan, fær tað sama
umgang.
Tey, sum hava urtagarðar
í Leirvík, fegnaðust annars
um,
bygdin
nú
var
vetrarfriðað, so seyðurin
ikki slapp at vøkstrinum,
tey høvdu sett niður.
Men at tey skuldu fáa
trupulleikar av haru millum
húsini, hevði helst eingin
væntað, sigur Kristian á
Reynatrøð, sum nú, eins og
grannarnir, hevur enn eina
orsøk til at gleða seg til
lýggjara várið.
Haran herjar urtagarðar
Smáir runnar og annar
vøkstur, sum stóð upp úr
kavanum, eru bitin niður á
slætt av haru
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6
Í dag hava vit opið frá
kl. 10.00 til 14.00
Í hesum sambandið hava vit nógv
góð brúktbilatilboð m.a. hesi:
Hyundai Accent 1,3 LS
5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Mazda E2200
Vøruvognur
km. 91.500, árg. mars 1997
90.000,-
Peugeot 306 D 4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Seat Cordoba 1,9 SDi
STC. 5H
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
VW LT31 vøruvognur 2,4D
km. 148.000, árg. okt. 1993
49.000,-
VW BORA 1,9 TDI
km. 73.000, árg. jan. 2000
170.000,-
Citroen Xantia
1,9 TD 5H
km. 94.000, árg. okt. 1996
115.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi stc. 5H
km. 52.500, árg. nov. 1999
165.000,-
Citroen Jumpy 1,9TD
8 ferðandi
km. 28.200, árg. mars 2000
190.000,-
Citroen Xantia II
2,0 HDi stc. 5H
km. 100.000, árg.sept. 1999
150.000,-
Citroen Berlingo 1,9D
vøruvognur
km. 29.500, árg. febr. 2000
105.000,-
Citroen Xantia
Exclusive 3,0 V6
km. 62.500, árg. juni 1998
165.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen ZX 1,4i
5H
km. 105.000, árg. aug. 1995
70.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 20.000, árg. sept. 1999
153.000,-
www.ivan.fo
Møguleiki er eisini at royna nýggjar bilar