leygardagur 9. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 48 - 9. mars 2002
Nr. 48 - 9. mars 2002
9
– Einasti máti at fáa
hetta sett í verk, er at
Løgtingið ger tað, tí
arbeiðsgevarar vilja
ikki gera tað við
góðum, sigur
javnaðarflokkurin,
sum hevur lagt
uppskot fyri tingið
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Áki Bertholdsen
Nú skulu tímalønt hava líka
góðan rætt sum fastlønt og
onnur. Tað heldur javnaðar-
flokkurin.
Tí hevur flokkurin lagt
uppskot fyri tingið um, at
áleggja arbeiðsgevarum at
geva hvørjum einstakum
tímaløntum
arbeiðsfólki
eitt skriv við ymsum upp-
lýsingum.
Uppskotið hevur verið til
1. viðgerð í tinginum, har
undirtøkan var misjøvn og
er nú beint í vinnunevndina
til viðgerðar.
Gongur sum javnaðarflokk-
urin vil, skal arbeiðsgevari,
í seinasta lagi tveir mánaðir
eftir, at hann hevur sett fólk
í arbeiði, har arbeiðstíðin
kann væntast at vera minst
16 tímar í miðal um vikuna,
og starvstíðin minst verður
tveir mánaðir, geva geva
løntakaranum
skrivligar
upplýsingar
um
nøkur
grundleggjandi viðurskifti.
Hevur løntakari ikki eina
miðalarbeiðstíð, sum er
meira enn 16 tímar um vik-
una, tá ið hann verður settur
í starv, kemur hendan upp-
lýsingarskyldan hjá ar-
beiðsgevarunum í gildi, tá
ið løntakarin tær seinastu
átta vikurnar hevur havt
eina miðalarbeiðstíð um
vikuna, sum er meira enn
16 tímar.
Upplýsingarnir, sum ar-
beiðsgevararnir eru bundn-
ir at geva arbeiðsfólki, eru
sett upp í 10 punktum.
1. Navn arbeiðsgevarans
og løntakarans.
2. Upplýsingar um, hvar
arbeiðsstaðið er, ella, um
talan ikki er um fast ar-
beiðsstað, so upplýsingar
um, hvar arbeiðið í høvuðs-
heitum fer fram, og upplýs-
ingar um, at løntakarin
møguliga er starvsettur á
ymiskum støðum, umframt
høvuðsskrivstovu hjá ar-
beiðsgevara ella bústaði
hansara.
3. Frágreiðing um ar-
beiði, starvsstøðu og møgu-
liga starvsheiti løntakarans.
4. Nær starvsetanin tók
við.
5. Hvussu leingi arbeiðið
væntandi kemur at vara, um
arbeiðið er tíðaravmarkað.
6. Rættindi løntakarans
viðvíkjandi frítíð við løn og
frítíðarískoyti.
7. Uppsagnarfreistir sum
eru galdandi fyri arbeiðs-
gevara og løntakara.
8. Tann sáttmálaavtalaða
ella millum partarnar avtal-
aða løn, sum løntakarin
hevur rætt til, tá starvsetan-
in byrjar, umframt ískoyti,
sum ikki er beinleiðis part-
ur av lønini, t.d. eftirlønar-
gjøld o.a. Harumframt skal
arbeiðsgevarin
upplýsa,
nær lønin verður útgoldin.
9. Vanliga arbeiðstíðin
hvønn dag ella hvørja viku.
10. Millumpartasáttmálar
ella avtalur annars, ið eru
galdandi fyri starvsetanina.
Skal løntakarin uttanlands
at arbeiða í meiri enn tveir
mánaðir, skal skjalið við
upplýsingunum verða hon-
um í hendi, áðrenn hann fer
avstað.
Men harafturat skal tann,
sum fer uttanlands, hava
hesar upplýsingar:
1. Tíðarskeiðið, har ar-
beiðið verður gjørt uttan-
lands.
2. Gjaldoyra, sum lønin
verður útgoldin í.
3. Møguligir fyrimunir í
peningi ella á annan hátt,
sum eru eitt lið í uppihald-
inum uttanlands.
4. Treytir í smbandi við,
at løntakarin kemur heim-
aftur.
5. Neyðugu váttanir ar-
beiðsgevarans í sambandi
við arbeiði uttanlands.
Setast í gildi í ár
Javnaðarflokkurin ætlar, at
lógin skal koma í gildi 1.
meir í ár.
Flokkurin sigur, at lógin
skal tryggja løntakarum eitt
minstamark av upplýsing-
um og sostatt eisini veita
honum eina betri trygd í
starvsviðurskiftunum.
– Tað eru fleiri bólkar av
løntakarum, sum longu við
lógaráseting ella millum-
partaavtalu í ávísan mun
hava greiði á hesum við-
urskiftum.
– Men í hesum førinum -
sum í so nógvum øðrum -
er tað tann størsti bólkurin
á
arbeiðsmarknaðinum,
sum er serliga illa fyri, og
sum so at kalla ongi rætt-
indi hevur av tí slagnum,
sum lógaruppskotið snýr
seg um og tað eru tey
tímaløntu, sigur javnaðar-
flokkurin.
– Vit eru tey einastu
sum enn hanga í
leysari luft, sigur hon
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Áki Bertholdsen
– Eg vóni so hjartaliga, at
Løgtingið sigur ja.
Ingeborg Vinther, for-
maður í Føroya Arbeiðara-
felag, sum er størsta fakfel-
agið hjá tímaløntum, er
ómetaliga fegin um, at upp-
skot er lagt fyri tingið sum
áleggur arbeiðsgevarum at
geva hvørjum einstøkum
tímaløntum eitt skriv við
upplýsingum um, hvørjum
treytum tann tímalønti er
settur í starv eftir. Sí grein
aðrastaðni í blaðnum.
Ingeborg Vinther sigur, at
allir aðrir starvsbólkar hava
eina ávísa trygd í sínum
starvsviðurskiftum við tað,
at teir fáa setanarskriv við
øllum neyðugum upplýs-
ingum í.
– Tey einastu, sum eru
dottin niður ímillum, eru
tey tímaløntu.
Ingeborg Vinther sigur, at
tá ið ein tímaløntur hevur
verið í starvi í tveir ár, hev-
ur hann 20 daga uppsagn-
artíð.
– Hetta er ásett í sáttmál-
anum, men tað verður verri
enn so altíð hildið og tað
kemur næstan ikki fyri, at
arbeiðsfólk fáa upplýsingar
um uppsagnarfreistir o.s.fr.
Ingeborg Vinther sigur, at
tey fægstu arbeiðsfólk eru í
føstum starvi. Tey verða
bara biðin til arbeiðis og
biðin um at fara úr arbeiði
aftur, tá ið tað passar ar-
beiðsgevarunum.
Hon sigur, at hon sjálv
legði eitt líknandi uppskot
fram, tá ið hon sat í tingin-
um, men tá varð tað felt.
– Síðani hava vit roynt at
fáa slíkar reglar settar í
gildi í samráðingum við ar-
beiðsgevararnar, men har
var onki at gera.
Ingeborg Vinther sigur, at
skulu tey tímaløntu fáa
somu sømdir, sum øll onn-
ur, er einasti møguleiki, at
tað verður samtykt við lóg.
Hon vísir á, at hesa
trygdina hava arbeiðsfólk í
hinum Norðanlondunum.
Tað er eisini eitt ES krav,
at arbeiðsfólk fáa eitt slíkt
skriv við teimum grund-
leggjandi upplýsingunum í.
– Men nú vilja arbeiðs-
gevararnir ikki vita av hes-
um, tí tað er bara eitt ES
krav og tað er ongin orsøk
til at føra ES krøv inn á
okkum.
– Men tað er bara tá ið
tað er til okkara fyrimun.
Er tað til teirra fyrimun,
vilja
arbeiðsgevararnir
fegnir hava ES krøv sett í
gildi í Føroyum, sum t.d.
herfyri, tá ið teir mæltu til
at seta ES kravið um, at tað
skuldi bera til at flyta
arbeiðsmegi runt í landin-
um, sigur Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tað er fáa
staðni, at tímalønt eru so
illa tryggjað, hvat starvs-
viðurskiftum viðvíkur, sum
í Føroyum. Tí heldur hon
avgjørt, at uppskotið hjá
javnaðarflokkinum skuldi
verðið sett í verk.
Tímalønt skulu hava
sama rætt sum øll onnur
– Tey tímaløntu skulu nú hava hava at vita, hvar tey flóta. Tí
skulu arbeiðsgevarar nú geva teimum skrivligar upplýsingar
um starvstreytirnar, heldur javnaðarflokkurin
Ingeborg Vinther vónar
at Løgtingið sigur ja
– Tað er bara í summum
menningarlondum, at
arbeiðsgevararnir hava so
lagaligar treytir mótvegis
teimum tímaløntu, sum í
Føroyum, sigur Ingeborg
Vinther
Hóskvøldið helt
Klaus Kiesewetter
sera áhugaverdan og
livandi fyrilestur í
Stóra Pakkhúsi í Vági.
Evnið var ferðir
hansara sum
ferðaleiðari umborð á
ferðamannaskipum
við Antarktis. Væl av
fólki hoyrdi
fyrilesturin og sá
hugtakandi
ljósmyndirnar. Í dag
er fyrilesturin í
Norðurlandahúsinum
MENTAN
Dagfinn Olsen
Klaus Kiesewetter kenna
mong. Hann er týskari,
men hevur búð i Føroyum í
eini 19 ár. Í løtuni býr hann
í Keypmannahavn. Í Føroy-
um er hann kendur sum
maðurin handan lýsingar-
virksemi, film og annað.
Seinnu árini hevur hann
ferðast víða. Starv hansara
sum ferðaleiðari og fyri-
lestrahaldari
umborð
á
ferðamannaskipum
førir
hann víða.
Ísur
Hóast
yvirskriftin
við
pakkísi og pakkhúsi mest er
orðaspæl, meira enn veru-
leiki, so er hetta ikki heilt
av leið, tá fyrilesturin og
ljósmyndirnar í Stóra Pakk-
húsi hóskvøldi skulu lýsast.
Søguliga og rámandi
greiddi Klaus frá, afturvið
framúr góðum og hugtak-
andi ljósmyndum. Evnið
var seinasta ferð hansara.
Hon var við ferðamanna-
skipinum Bremen frá Ar-
gentina til Antarktis frá
november til februar. Fugl-
ar, ríkt djóralív, gamlar
hvalastøðir og nútíðin. Og
kuldi og ísur og serstøk
náttúra. Frá fyrstu sjógørp-
unum, ið sigldu nýggjar
leiðir, til ferðina við marg-
lætisskipinum Bremen.
Ein heit frásøgn úr kulda-
num á Suðurpólinum var
tað, ið Klaus borðreiddi
við.
Eini hálvthundrað fólk
høvdu leitað sær í Stóra
Pakkhús hóskvøldið, og tað
er eingin loyna, at tað kann
viðmælast fólki at leita í
Norðurlandahúsið í dag, tá
Klaus Kiesewetter aftur
sigur frá ferð síni, tí fleiri
fyrilestrar eru ikki á skrá-
nni á hesum sinni.
Sosialurin hevur kom-
andi leygardag størri grein
um ferðina, fyrilesturin og
prát við týska føroyingin, ið
siglir heimsins høv, bæði
heit og køld.
Pakkísur í Pakkhúsinum
TÍÐINDASKRIV
Føroya Postfelag
Føroya Postfelag hevur
havt aðalfund.
Millum annað varð val av
formanni, og einum nevnd-
arlimi á skránni.
Tvey uppskot vórðu til
formann, og var sitandi for-
maðurin Sunleiv Højgaard
afturvaldur.
Nýggjur nevndarlimur er
Finngerð Hansdóttir.
UPPSTILLING
Eirikur Lindenskov
Eysturoyar
Fólkafloks-
felag er liðugt við uppstill-
ingina. Fleiri nýggj val-
evni eru á listanum, og
tveir av teimum fremstu
frá seinastu valunum, Olaf
Olsen og Kjartan I. Joen-
sen, eru ikki á listanum.
Á seinasta løgitngsvalið
varð Jógvan á Lakjuni
valdur á ting fyri Fólka-
flokkin í Eysturoy. Valið
frammanundan varð Kjar-
tan I. Joensen valdur. Frá
1980 til 1994 umboðaði
Olaf Olsen flokkin í Eyst-
uroy. Í sjeytiárunum sótu
fyrst Jógvan Sundstein og
síðan Edmund í Garði,
sáli, á tingi fyri Fólka-
flokkin í Eysturoy, eftir at
Poul Petersen hevði um-
boðað flokkin í oynni í ein
mansaldur.
Listin hjá Fólkaflokki-
num í Eysturoyr sær so-
leiðis út:
Fólkaflokslistin í Eysturoy liðugur
Rógvi Borðoy, sjómaður, Norðskála
Jón Eliasen, stjóri, Leirvík
Tummas í Garði, lækni, Strendur
Deirdre Hansen, lærari, Glyvrar
Hanna Jensen, lesandi, Gøta
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, Fuglafjørður
Ragnar Olsen, bankamaður, Søldafjørður
Karl Vang, húsasmiður, Toftir
Nevndin hevur eftir aðalfundi skipað seg soleiðis.
Sunleiv Højgaard, formaður
Agnar Bech, næstformaður
Finngerð Hansdóttir, kassameistari
Hinir nevndarlimirnir eru:
Jákup Páll Mohr Mortensen
Johannes A. Ellingsgaard, sum var valdur til-
takslimur, er í nevndini fyri Elin Danielsen, sum
er í farloyvi.
Klaus Kiesewetter helt sera
áhugaverdan og livandi
fyrilestur í Stóra Pakkhúsi í
Vági hóskvøldið
Norðurlandahúsið er
aftur í ár karmur um
Altjóða Kvinnudagin
ALTJÓÐA
KVINNUDAGUR
Solby A. Eliasen
Evnið á kvinnudegnum í ár
er Framtíð Føroya. Allir
kvinnuligir politikkarar í
landinum fáa orðið. Tað
verður upp til hvønn flokk-
in sær at býta tíðina í mill-
um sín.
– Men tað verður helst
fimtan minuttir til hvønn
flokkin, sigur Inga Ellings-
gaard, forkvinna í Kvinnu-
felagasamskipan Føroya.
Tað verður eisini høvi hjá
fólkunum í salinum at seta
spurningar. Kostnaðurin at
koma inn er 50 krónur, og
tað verður ókeypis kaffe.
Restorff’s Bryggjarí bjóðar
øl í Dansistovuni.
– Tiltakið hevur næstan
altíð verið í Norðurlanda-
húsinum, tað egnar seg
best, sigur Inga.
Inga sigur eisini at,
undirtøkan hevur verið góð
øll árini. Og tað eru ikki
bert kvinnur, sum luttaka.
– Onkrir menn hava eis-
ini verið onkuntíð, og um
teir hava positivan áhuga,
so eru teir eisini hjartaliga
vælkomnir,
sigur
Inga
Ellingsgaard at enda.
Altjóða kvinnudagur í
Norðurlandahúsinum
Føroya Postfelag
hevur havt aðalfund
C
M
Y
K
9
8
REYNI SERVICE
Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
Sosialurin - 311820
STØKK INN Á GÓLVIÐ
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti
frá fyrsta skrásetingar dato.
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða
seldir við BRÚKT BILA VÁTTAN
Sýnaður
11-00
Sýnaður
02-01
Sýnaður
11-00
Sýnaður
10-00
TOYOTA CARINA
1,6 L/B
Skrás.: 08-04-97
Km.: 83.000
Prísur: 95.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 L/B
Skrás.: 10-04-96
Km.: 72.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 STATION
Skrás.: 25-07-96
Km.: 81.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
Sýnaður
09-01
Sýnaður
04-01
TOYOTA CARINA
1,6 SED.
Skrás.: 20-12-95
Km.: 103.000
Prísur: 86.600,- Garanti*
Sýnaður
09-01
TOYOTA CARINA
1,6 SED.
Skrás.: 30-03-95
Km.: 53.000
Prísur: 99.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,6 XLI
Skrás.: 12-06-96
Prísur: 89.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 SOL AUT. GEAR
Skrás.: 19-05-98
Km.: 17.000
Prísur: 158.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 SOL STW.TDI
Skrás.: 03-09-99
Km.: 157.000
Prísur: 158.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
1,8 SOL
Skrás.: 09-11-98
Km.: 70.000
Prísur: 148.600,- Garanti*
TOYOTA CAMRY
2,2 AUTOM.
Skrás.: 07-04-98
Km.: 82.000
Prísur: 182.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 TD
Skrás.: 19-08-99
Km.: 111.000
Prísur: 148.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
2,0 TDI
Skrás.: 29-04-99
Km.: 82.000
Prísur: 154.600,- Garanti*
TOYOTA AVENSIS
1,8 TERRA
Skrás.: 04-06-98
Km.: 46.000
Prísur: 144.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,6 STW.
Skrás.: 01-04-98
Km.: 82.000
Prísur: 115.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,7 TDI STW.
Skrás.: 18-06-97
Km.: 135.000
Prísur: 87.600,- Garanti*
OPEL ASTRA
1,7 DIESEL
Skrás.: 31-03-94
Km.: 176.000
Prísur: 58.600,-
FORD SIERRA
1,8 DIESEL
Skrás.: 28-11-91
Km.: 217.000
Prísur: 38.600,-
FORD ESCORT
1,6 CLX
Skrás.: 04-07-95
Km.: 98.000
Prísur: 56.600,-
CITROEN ZX
Skrás.: 24-05-95
Km.: 57.000
Prísur: 64.600,-
SUZUIKI
ALTO 1.0
Skrás.: 21-09-98
Km.: 31.000
Prísur: 63.600,-
VØRUVOGNAR
MAZDA E 2200 4X4
VØRUVOGNUR
Skrás.: 14-10-96
Km.: 69.000
Prísur: 98.600,-
TOYOTA COROLLA
1,4 TERRA
Skrás.: 18-04-01
Km.: 7.000
Prísur: 145.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,3 TERRA
Skrás.: 22-07-98
Km.: 53.000
Prísur: 99.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 STATION
Skrás.: 27-09-95
Km.: 107.000
Prísur: 73.600,-
TOYOTA COROLLA
2,0 DIESEL
Skrás.: 14-01-98
Km.: 131.000
Prísur: 113.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,6 SEDAN
Skrás.: 25-01-99
Km.: 52.000
Prísur: 116.600,- Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,6 LUNA L/B
Skrás.: 15-06-98
Km.: 32.000
Prísur: 118.600,- Garanti*