mánadagur 18. apríl 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Taktikkurin hjá báðum liðunum var at leggja trýst høgt
uppi á vøllinum. Hetta setur verjuleikarnar undir trýst, og
mistøk kunnu geva málmøguleikar. Hinvegin er vandi fyri
at vera yvirspældur. Verjuleikarnir á báðum liðunum dugdu
væl at fyribyrgja vandamiklum málstøðum, og tí spurdust
ikki teir stóru málmøguleikarnir burturúr.
www.nsi.fo
Løgna í dystinum var, at KÍF bara skeyt fimm í fyrra
hálvleiki, men tá ið sjey minuttir vóru spældir av seinna
hálvleiki, hevði KÍF longu skotið fimm mál. Fimm mál í
fyrra hálvleiki, og nítjan mál í seinna hálvleiki. Løgið.
www.neistin.fo
Tveir minuttir inn í tíman tímdi Petur Reinert ikki meira
tvætl og sendi Rógva Holm og Jovan Panic av vølli. Veit
ikki rættuliga hvat var orsøkin, men at vágamenn løtu
seinni fingu enn ein mann riknan av vølli fyri seinna gula
kortið, gjørdi ikki støðu teirra betur.
www.hb.fo
Tað er ikki ofta man tosar um heiðurligt tap tá man tapir
við fleiri málum, men við 6 monnum úti vegna leikbann og
skaðum og trimum spildurnýggjum leikarum, má man siga
at B71 liðið í dag gjørdi hvat tað kundi!
www.b71-sandoy.com
Stóri leikarin hjá Neistanum í vetur hevur verið Barbara
Brauer. Venjarin hjá Stjørnuni hevði valt at seta Báru S.
Klakstein at mannsverja hana frá fyrsti minutti hava, og
hesa uppgávum greiddi Bára til ug. Hetta vísti seg eisini at
ørkimla neistaleikarnar, sum høvdu trupuleikar við at fáa
spælið skipað.
www.nordlysid.fo
Uni Holm Johannesen
Norðlýsið skrivaði um vikuskiftið,
at Claus Rasmussen skal venja
klaks víkingar næsta kappingarár.
Hann er framman undan lands liðs
venjari hjá kvinnum. Team Klaks vík
fekk bara tvey stig í fyrstu roynd ini
millum teir bestu.
– Tað verður neyðugt at styrkja
hópin nakað, men vit halda fast um
grundstammuna av ungum leik
arum, sum longu eru í Klaksvík,
sigur hann við nordlysid.fo.
Fríðin Ziskason, formaður, sigur
við Norðlýsið, at fleiri spælarar
verða knýttir at hópinum.
– Í fyrstu atløgu styrkja vit hópin
við nøkrum føroyskum leikar um,
men vit umhugsa eisini út lend
ingar. Tað er ikki nøktandi at liggja í
botninum av deildini, men vit hava
lært eina rúgvu í ár, sigur hann.
Claus Rasmussen hevur fyrr
verið venjari hjá StÍF og Neist
anum.
Landsliðsvenjarin
skal venja botnliðið
Hondbóltur – Tað ber sjálvsagt til at fáa
manshondbóltin í Klaksvík á føtur aftur, sigur føroyski
kvinnulandsliðsvenjarin, sum eisini skal hava ábyrgdina av
besa mansliðnum hjá Team Klaksvík næsta kappingarár
Uni Holm Johannesen
Súkklarnir hava lagt nógv
fyri í fyrireikingunum undan
vikuskiftinum, tá landsliðs
súkklararnir skuldu finnast.
Teir royndu seg í einkultstarti
og landsvegkoyring.
Fríggjakvøldið varð kappast
í einkultstari. Teinurin var úr
Kollafirði, norður gjøgn um
Sundalagið, gjøgnum Norð
skála, vendu á lands veg num
millum Svínáir og Ljósáir, og
síðani aftur til Kollfjarðar.
Leygardagin varð kappast
í landavegssúkkling. Orsaka
av nógva vindinum varð bara
súkklað í Havn, heldur enn
teinin úr Havn til Hvalvíkar
og aftur. Málið var við Gróður
søluna í Hoydølum. Súkklað
varð niðan á Háls, runt í
rund koyringina, oman aftur
móti tyrlupallinum, fram við
Strond, oman til Skansan, runt
í rundkoyringini við Skanska,
niðan aftur móti Gróðursøluni,
niðan á rundkoyringina, har
vegurin Langi og Hvíta nes
veg urin møtast, og omaftur til
Gróður søluna.
Tað gekk væl hjá føroyska
súkklulandsliðnum á Rhodos
fyri fýra árum síðani. Liðið
fekk silvurheiðursmerki í lið
kappingini. Ítróttargreinin var
ikki við á Álandi fyri tveimum
árum síðani.
Hesi umboða Føroyar:
Menn:
Gudmundur Joensen
Gunnar Dahl-Olsen
Torkil Veyhe
Bogi Kristiansen
Morten Hansen
Kvinnur:
Marin Heinesen
Súsanna Skylv
Súkklarnir
eru til reiðar
SÚKKlInG Nú er greitt, hvørjir
súkklarar skulu umboða Føroyar á
Oyggjaleikunum á Isle of Wight
Mynd: Álvur Haraldsen
Gudmundur Joensen
33
22
21,1
37,94
1
8
19
44,2
38,82
Gunnar Dahl-Olsen
35
16
21,1
35,90
1
9
36
44,2
38,10
Torkil Veyhe
34
30
21,1
36,70
1
12
40
44,2
36,50
Andrass Joensen
34
18
21,1
36,91
1
13
10
44,2
36,25
Alfred Hummerland
35
45
21,1
35,41
1
13
39
44,2
36,01
Bogi Kristiansen
36
54
21,1
34,31
1
14
16
44,2
35,71
Joanis Albert Nielsen
39
10
21,1
32,32
1
21
42
44,2
32,46
Evald Rasmussen
45
25
21,1
27,88
1
34
20
44,2
28,11
Menn
MIn SeK
KM
KM/t
H
MIn
SeK
KM
KM/t
Tíð ½
teinur
Tíð
Longd
Einkultstartur
Longd
Meðal-
ferð
Marin Heinesen
58
40
31,25
31,96
KvInnur
MIn SeK
KM
KM/t
H
MIn
SeK
KM
KM/t
Gudmundur Joensen
Mynd: Álvur Haraldsen