mánadagur 18. apríl 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað var ein vánaligur hondbólts
dystur. Rætt og slætt.
Tað hugsa klaksvíkskvinnur
neyvan um í dag. Nú hava tær
fyri munin. Stjørnan kann vinna
før oya meistaraheitið í vikuni á
heimavøllinum í Klaksvík.
Tað bygdu skrokkin til frálíka
útgangsstøðið í gjár. Tað var við bit
og slit, at tær vunnu. Eitt mál skilti
liðini. Úrslitið var 2221. Dysturin var
vánaligur. Liðini framdu óvanliga
nógv mistøk. Tað var lítið bit í
álopsspælinum. Tað var týðiligt,
at týdningurin av dystinum, at
meistaraheitið stendur upp á spæl,
merkti spælararnar. Tað eyðkendi
dystin, at flestu spælararnir spældu
illa.
Jacklin í hopla
Tað var serliga ein, sum skaraði
burturúr í gjár. Jacklin Durhuus var
stór spælandi. Hon skeyt átta mál,
og stríddust væl í verjupartinum.
Umframt hana, spældi Durita
Christophersen, Stjørnan, væl. Tað
var lítið um hinar. Barbara Brauer,
sum hevur verið millum tær bestu í
hesum kappingarárinum, var mans
vard beinanvegin, og Neistin hevði
einki annað at dúva uppá, utt an
dirvið hjá Jacklin Durhuus.
Munurin var lítil og eingin. Liðini
togaðust um leiðsluna allatíðina –
og Stjørnan var akkurát omaná tá
avtornaði.
Alt at vinna
Neistin hevur alt at vinna hósdagin.
Neistakvinnur skulu vinna fyri at
halda lív í vónini at vinna før oya
meistaraheitið. Uppgávan hjá venj
aranum, Birgir Hansen, er nú at
syrgja fyri, at spælararnir eru ikki
eins fjálturstugnir sum hesa ferð.
Tað ræður um at hava neyðuga
tolið. Kanska tær lærdu av dyst
inum hesaferð.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Tað var eingin slingur í valsinum.
Neistin hevur verið oddalið alt
kappingarárið og vann uppiborið
í fyrsta finaludystinum. Ellivu
mál skilti liðini.
Tað er alt, sum bendir á, at
Neistin endurvinnur føroya
meistaraheitið skírisdag. Liðið
hevur verið nógv best í hesum
kappingarárinum. Klassar betri
enn
mótstøðuliðini.
Avrikið
hesa ferð var so sannførandi, at
tað verður lítið og einki væntað
av kollfirðingum í seinna finalu
dystinum.
Vánaligur hálvleikur
KÍF fekk fimm mál fyri steðgin.
Tað er vánaligt, rætt og slætt.
Kollfirðingar
vóru
púra
av
ongum. Orsøkin var fremst av
øllum, at koll firðingar rædd
ust upp gávuna. Spælið var
óskipað. Verjuparturin var lítið
nær lagdur, og óneyðug mistøk
darvaðu álopsspælinum. Saknur
var serliga í Arnbirni Hansen og
Gert Hansen, sum nú tørna út
fyri fót bólts felagið EB/Streymi.
Samstundis spældi Neistin væl.
Tað var ikki lætt at verja fyri
David Edvardsen, sum var stór
spælandi. Danin slapp fleiri
ferðir í góða skotstøðu, og hann
tók oftast av møguleikanum.
Hann fekk 10 mál.
Heimaliðið fekk fótin fyri
seg eftir hvíldina, men tá høvdu
gestirnir væl og virðiliga tryggj
að sær sigurin.
Ivamálini, um tað hevur
darvað spælið hjá neistamonn
unum, at teir hava einki havt
at spælt fyri í fleiri vikur, vóru
kveistraði burtur beinanvegin.
Tað var eingin finaluhýrur í
Kolla firði. Neistin bukaði koll
firð ingarnar.
Stigatalvan
í
Atlantic
Airwayskappingini
sigur greitt, hvussu einaráðandi
teir bláu hava verið. Tá øll liðini
høvdu spælt sínar 24 dystir, var
Neistin heili 13 stig framman
fyri KÍF. Tá skal viðmerkjast, at
odda liðið spældi ikki við fullari
megi seinastu dystirnar, og tapti
fyri bæði H71 og StÍF.
Seinasti møguleikin
Skírisdag verður seinni finalu
dysturin. Framvegis er einki
avgjørt, er svarið, um tú spyr
neistafólk. Skinnið verður ikki
selt, áðrenn bjørnin er skotin. Tað
skal hinvegin verða sera undar
ligt, um Neistin ikki fær føroya
meistarasteypið í hesari vikuni.
Neistin hevur vunnið allar
sínar seks dystir á kollfirðingar
í
hesum
kappingarárinum.
Fýra lands kappingingardystir,
steypa finaluna og fyrru finaluna
um
før oya meistaraheitið.
Jan Ottesen, venjari hjá KÍF,
hevur tríggjar dagar at fáa
sínar spælarar at skifta ham.
Hann veit, hvør mótstøða bíðar
teimum. Tað tykist sum ein
ómøgulig uppgáva at loysa.
KÍF - Neistin 24-35 (5-15)
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
KÍF: Ási Dam 5, Rógvi Weihe 5, Agnar Joensen 3, Niklas Reginsson 3, Rúni Joensen 3, Andrias Nielsen 2,
Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurdbjørnsson 1 og Tony Weihe 1.
Neistin: David Edvardsen 10, Jugoslav Djumic 5, Finnur Hansson 5, Áki Mørk 4, Heini Hanusarson 4,
Teitur Magnusson 3, Ingi Olsen 2, Heini Ragnarsson 1 og Kristian Dulavík 1.
Neistin – Stjørnan 21-22 (12-13)
Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen
Neistin: Jacklin Durhuus 8, Barbara Brauer 5, Unnur Danielsen 2, Rakul Magnussen 2, Nicoleta Radu Hansen 2,
Birita Wardum 1 og Lovisa Andreasen 1.
Stjørnan: Valentina Suciu 6, Alina Anghel 4, Durita Ljósstein 4, Durita Christophersen 4, Bára Klakkstein 2,
Judit Hansen 1 og Durita Mikkelsen 1.
Kollfirðingar
ræddust
uppgávuna
Hondbóltur Kollfirðingar vóru
púra av ongum fyri steðgin, og tá
var finaluhýrurin horvin. Tað var
klassamunur í høllini í Kollafirði,
og tað er alt sum bendir á, at
Neistin fær gullmerkini hósdagin
AVGrEIÐSlu-
SPurnInGur
Neistin vann greitt og uppiborið
í Kollafirði og tók eitt fet nærri
føroyameistaraheitinum
Stjørnu-fyrImunur
Við sigrinum í Havn, hava stjørnu-kvinnurnar nú fyrimunin
Myndir: Álvur Haraldsen
1-0 til Stjørnuna
Hondbóltur Stjørnan loysti uppgávuna í høllini á
Hálsi í dag. Vinnur Neistin ikki í Klaksvík skírisdag,
eru klaksvíkskvinnur føroyameistarar