Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen 23 ára gamli Jón Krosslá Poulsen er undir trýsti. Framherjin hevur skotið flest mál fyri FC Suðuroy nakrantíð. Tað løgdu føroyameistararnir til­ merkis. Í vetur var hann knýttur at hópinum hjá HB. Ætlanin var púra greið. Jón Krosslá Poulsen skal skjóta mál fyri felagið. Hann hevur seinastu árini runnið fremstu føroysku fótbólts­ deild irnar. Sama, um hann átti virknan leiklut millum ovastu liðini í næst bestu deildini, ella í botn stríð­ num í bestu deildini, hevur hann skotið mál. 57 mál í alt. Jón Krosslá Poulsen er nú farin undir sína størstu avbjóðing í fót­ bóltshøpi. Hann skal prógva sítt virði á føroyska meistaraliðnum. Ein øðrvísi leiklutur. Nú er hann bara ein av fleiri góðum spælarum. Hóast tað, er tað eitt treytaleyst krav, at hann skal skjóta mál. Tað skal ikki nógv til, at ein spælari, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling aðrastaðni, miseydnast í HB. Krøv­ ini eru stór. Hann skeyt sítt fyrsta mál fyri felagið um vikuskiftið. Ikki eyðsýndur Vágbingurin hevur ikki verið serliga eyðsýndur higartil. Partvís, tí HB hevur ikki verið serliga sannførandi fyrstu dystirnar. At síggja til tykist Jón Krosslá Poulsen eisini ov tung­ ur, og ein avbjóðing er at betra um kropsstøðuna. Jón Krosslá Poulsen var fremsti maður hesaferð. Seinast, tá HB spældi í Runavík, var hann fram­ rættaður miðvallari. Hann tók ikki stór vegis lut í spælinum hesaferð. HB fekk, serliga í fyrra umfarinum, sjáldan ferð á bóltin, og tað var ikki stórvegis tørvur á framherjanum í spælinum. Stríðshugurin var hin­ vegin góður, og heimaliðið hevði fult tamarhald á dystinum. Tað var sostatt serliga hugaligt fyri før oya meistaranar, tá hann økti um leiðsluna. Stutt fyri hálvleik fór HB í skjótálop. Hann rann seg í góða støðu, fekk bóltin fyri føt ur­ nar og sendi bóltin framvið Hans Jørgensen, sum vardi málið hjá gestunum. Óli Arge loysti framherjan av mið skeiðis í seinna hálvleiki. Reyður Gundadalur Tað er kanska undirhaldandi fyri áskoðararnar, men tað er hinvegin einki, sum feløgini kunnu erpa sær av. Petur Reinert, dómari, fór tríggjar ferðir í troyggjulumman eftir reyða kortinum. Fyrst var Jovan Radinovic­Panic, 07 Vestur, útvístur. Hann tveitti seg høvuðleyst í glíð­ andi takling. Síðani Rógvi Holm, HB, fyri hevnisøku. Og síðstur var Sigtór Petersen, 07 Vestur, sum fekk sítt seinna gula kort. Tá var seinni umfarið hálvrunnið. HB var á odda við trimum málum, og gest­ irnir høvdu ongan møguleika at hótta leiðsluna. Reyðu kortini, og reyðklæddu havnarmenninir, sum vóru greitt við yvirlutan, settu sín serliga dám á dystin hesaferð. Málrevurin Andrew av Fløtum spælir ikki næstu tveir mánaðirnar. Hann er álvar sama skaddur. Jón Krosslá Poulsen kappast tískil bara við unga Jógvan Skeel Nolsøe um plássið sum fremsti maður. Ikki tí, aðrir kunnu væl røkja ta uppgávuna. For­ treytirnir fyri, at hann fer at spæla næstu dystirnar eru góðar. Treytin er hinvegin, at hann skýtur mál. Nú hevur hann fingið hol á. uni@sosialurin.fo HB 5 07 Vestur 0 Krosslá skal skjóta mál VodafonedeildinJón Krosslá Poulsen skeyt sítt fyrsta mál fyri føroyameistararnar í trivaliga sigrinum á 07 Vestur um vikuskiftið Uni Holm Johannesen Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, kundi ikki vera nøgdur við fyrra hálvleik. Víkingur var aftanfyri. Spælið var lítið sann­ førandi. Málmøguleikarnir vóru fáir. – Eg segði við spælararnar í hálvleikinum, at teir skulu vísa meira dirvi og spæla við fríari teymum. Tá loysnaði. Vit fáa trý mál beinanvegin eftir steðgin, sigur Jógvan Martin Olsen. Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, heldur, at tann løtan var avgerandi. – Teir vinna í grundina dystin tá. Mótbrekkan verður ov tung, og vit svara ikki aftur, sigur hann. Víkingur vann 3­2. Jann Martin Mortensen skeyt runa­ víkingar á sigurskós stutt fyri hálv leiki. Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu og Finnur Justinussen komu á máltalvuna eftir steðgin. Tað var ov seint, at Jens Joensen minkaði um munin fyri NSÍ. Tað var í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. uni@sosialurin.fo Meira dirvi eftir steðgin Vodafonedeildin Víkingur legði bragdliga fyri í seinna umfarinum og fekk trý mál beinanvegin. – Vit vístu meira dirvi og spældu í fríari teymum eftir hvíldina, sigur venjarin Víkingur 3 NSÍ 2 føroyameistararnir reist seg Eftir ósigur í fyrsta dystinum í Runavík, reisti HB seg ímóti uppflytarunum úr 07 Vestur. Vágamenn fingu aftur ein avsmurning Mynd: Álvur Haraldsen