mánadagur 18. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Fótbóltslagið er sera gott í Klaksvík.
KÍ vann sannførandi á B68 á heima
vølli í gjár. Har við hava upp flyt ar
arnir í Klaksvík fulla úrtøku eftir
tveir landskapp ingar dystir.
Klaksvíkingar royna framvegis
at varðveita bæði beinini á jørðini.
Teir siga seg fyribils fegnast um,
at teir eru seks stig framman fyri
botnliðið. Málsetningurin er at
varð veita sætið í Vodafonedeildini.
Bárður Heinesen skeyt KÍ fram
um stutt fyri hálvleik. Toftamenn
framdu stórt mistak í verjuni, og so
hevði framherjin upplagdan møgu
leikan. Tórður Thomsen, sum vardi
málið hjá B68, hevði stóran lut í má
linum, tá Høgni Madsen økti til 20
við beinleiðis frísparki.
Hjalgrím Elttør økti til 30 við
lang skoti. Camara kom á mál talv
una fyri B68, tá hann stýrdi horna
sparki í málið.
Toftamenn eiga framvegis fyrstu
stigini til góðar.
uni@sosialurin.fo
Heri Simonsen
B36 var stórfavorittur til at vinna
dystin ímóti einum B71liði, sum var
illa skert av leikbannum. Munurin
millum
liðini
gjørdist
eisini
eyðsýndur, longu frá dystarbyrjan.
B36 stóð fyri tí mesta, og hevði
sigurin fult uppibornan. B71 bøtti
um skaðan í seinna hálvleiki við at
skora ársins fyrsta mál, men lítið
hjálpti hetta í tí samlaðu myndini.
Tvey skjót mál
Tvey skjótt mál fyrstu 11 minutt
irnar settu tónan. Jákup á Borg,
sum hevur verið skaddur var tøkur
aftur hjá John Petersen og Mikkjali
Thomassen, og hann gjørdi beina
vegin vart við seg. Jákup gjørdist
leysur í brotsteiginum hjá B71,
verður feldur, men fær beint bólt
yvir til tann nýggja viðleikaran,
Lukazs Cieslewiecz, sum fær beint
bóltin seinasta lítla teinin inn
um málstrikuna til eina 10 B36
leiðslu. Bert seks minuttir seinni
gjørdist skaðin hjá B71 enn størri,
tá Heini í Skorini prógvaði, at hann
eisini dugir at brúka høvdið á fót
bóltsvøllinum. Hegnisliga fær Heini
í Skorini stýrt einum innleggi við
høvdinum í netið dygst við stongina
til 20 til B36. B36 sat væl og virð
iliga á dystinum, og fimm min uttir
undan steðginum øktu teir til 30.
Hesaferð var tað vinstri bakkurin,
Símun Joensen, sum var hægstur,
og fekk stýrt bóltin við høvdinum í
málið til eina 30 leiðslu til B36.
Slakari i seinna hálvleiki
Tíðliga í seinna hálvleiki vístu sand
oyingar góðan moral, og høvdu
teir tá eina góða periodu. Danski
verjuspælarin hjá B36, Jonas Flindt
Rasmussen var eisini gestablíður,
tá hann av misgáum kom at geva
Tijani Muhammed hjá B71 eina
fría støðu frammanfyri Meinhardt
Joensen í B36málinum. Tijani
Muhammed sat ikki á boðunum, og
so stóð 31. Stutt eftir vóru aftur boð
eftir Meinhardt Joensen, men hesa
ferð vardi klaksvíkingurin í B36
málinum fyri málroyndini hjá Ebba
Kristini Thomsen við einari góðari
bjarging. B36 ressaðist tó aftur
ímóti dystarenda, og í samstarvi
við Lukazs Cieslewiecz eydnaðist
Heina í Skorini at skora sítt næsta
mál í dystinum, tá eitt stórt korter
var eftir av tí vanligu leiktíðini.
Trýstu teir beinavegin
Jákup á Borg greiddi frá á Rás2
aftaná dystin, at uppskriftin var
greið: – Uppskriftin var at spæla
aggresivt frá byrjan av. Teir skuldu
ikki kenna, at teir høvdu nakað sum
helst at koma eftir, og eg haldi, at
hetta megnaðu vit eisini at gera
tíðliga í dystinum, staðfesti Jákup
á Borg. Málverjin hjá B71, Símun
Rógvi Hansen greiddi frá, at teir
royndu at standa væl á vøllinum,
og at verja fyri, men at skerda
manningin hjá B71 megnaði ikki at
standa B36 kurl, tá samanum kom.
B71 verður aftur í høvuðsstaðnum
skírisdag, tá HB tekur ímóti teimum
á ovara vølli í Gundadali. Somikið
fjálgari verður tað hjá B71 at sleppa
á nýggja vøllin í Traðardali heiman
á Sandi 2. páskadag, tá B71 tekur
ímóti Víkingi.
heris@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
EB/Streymur
buldrar
víðari.
Sundalagsmenn vunnu ruddiliga
í Fuglafirði. Úrslitið var 40.
Fugl firðingar vóru langt frá so
nærlagdir og sannførandi, sum
tað kundi roknast við, at teir
fóru at vera.
– Eg eri sera glaður fyri
hendan sigurin. Vit vistu, at tað
fór at vera ein torfør uppgáva, og
vit vístu eisini, at vit vóru væl
fyri reikaðir. Líkindi vóru góð at
spæla fótbólt, og tað riggaði væl
hjá okkum at fáa ferð á spælið.
Eg hevði avgjørt ikki væntað at
vunnið við fýra málum, sigur
Heðin Askham.
EB/Streymur heldur fram í
somu øði. Arnbjørn T. Hansen
skeyt fyrstu tvey málini. Alex
José dos Santos økti til 30 við
brotssparki í seinna hálvleiki.
Karl Løkin framdi brotsspark, og
varð rikin av vølli, tí hann fekk
sítt seinna gula kort. Innskifti
Leif Niclasen staðfesti sigurin,
tá lítil løta restaði í.
uni@sosialurin.fo
Stutt prosess í Gundadali
Vodafonedeildin B36 foldaði seg út við dystarbyrjan,
og við dystarenda, og tað var meir enn nóg mikið til
at vinna á einum illa sperdum B71-liði, sum longu
nú kennir avleiðingarnar av tí tunna hópinum
B36
4
B71
1
KÍ
3
B68
1
EB/Streymur 4
ÍF
0
Uppflytararnir vunnu aftur
Hetta
væntaði
eg ikki
Vodafonedeildin Tað kom óvart
á Heðin Askham, venjara hjá EB/
Streymi, at sundalagsmenn vunnu
so trivaligan sigur á fuglfirðingum
Tryggur sigur
Gert Hansen og EB/Streymur vunnu trygt í Fuglafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
blá frøi
Uppflytararnir úr Klaksvík hava fingið eina frálíka byrjan uppá árið
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Vodafonedeildin Tað hilnaðist væl, tá KÍ spældi fyrsta
landskappingardystin í bestu deildini á heimavølli á hesum
sinni. Tað var lítið um B68, tá klaksvíkingar vunnu greitt