Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Ein av teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu er Rituvík, sum er niðursetubygd frá 1873. Har búgva í dag 268 fólk, men tað er ikki akkurát gerandiskostur, at Rituvík fer við yvirskriftunum ella fyllir síður upp og niður í bløðunum. Men nú kundi tað blivið so skjótt, at tað gjørdist øðrvísi. Tá føroysk ítróttarfólk í summar í hópatali fara til Isle of Wight, sum hýsir Oyggjaleikunum hesa ferð, verður Rituvík sera væl umboðað millum føroysku svimjararnar, ið vanliga eru nógv teir størstu heiðursmerkjaslúkarnir. Tveir av teimum 14 svimjarunum, ið hava klárað kravtíðirnar, eru 15 ára gamla Birita Debes og 16 ára gamla Astrið Foldarskarð, sum í mong ár hava svomið saman. – Síðani eg var heilt lítil, havi eg altíð elskað at verið í vatni. Eg byrjaði so at svimja í Flot sum seks ára gomul, og tá tað gekk væl, vant svimjingin bara meira og meira upp á seg, sigur Astrið, sum meira ella minni var orsøkin til, at Birita eisini fór at svimja. – Eg var við Astrið til svimji­ kapp ing á Toftum, og av tí at eg ikki kendi nakra av hinum, ið svam har, fylgdist eg bara við henni. Áðrenn tað bleiv skipað svimjing í felagnum, plagdu vit at svimja hvønn fríggjadag, tá tað var almenn svimj ing, so eg dugdi eitt sindur at svimja áðrenn, sigur Birita. Báðar tvær hava síðani fyrsta­ floks aldur svomið við svimji felag­ num á Toftum, Flot, og longu frá fyrstu løtu sást, at evnini vóru framúr góð. Júst góðu evnini gjørdu, at tær báðar komu at svimja saman við eldru svimjarunum í felagnum, hóast tær vóru nógv yngri, og tað hevur eftir øllum at døma eisini givið teimum gott í beinið. Hava skift felag Longu fyri tveimum árum síðani vóru tær aktuellar, tá manningin til Oyggjaleikirnar í Álandi skuldi finnast, men tá avtornaði, slapp bara Birita avstað, tí evstu løtu bleiv Astrið yvirhálað. Eitt vónbrot, sjálv andi, men tað gjørdi so ikki, at Astrið setti seg hendur í favn. – Líka síðani tá havi eg vant meira og gjørt meira fyri tað, so eg havi lagt størri trýst á meg sjálva, tí eg vildi klára tað, so eg kundi sleppa við í ár í staðin. Tú kanst ætla, at eg gjørdist glað, tá tað nú eydnaðist, so eg beinleiðis kann fyrireika meg til at fara avstað í summar, sigur Astrið Foldarskarð, sum saman við Biritu Debes fyri kortum hevur skift felag, so tær ikki longur svimja fyri Flot, men svimjifelagið Ægir í Klaksvík. – Nú hava vit alla okkara tíð vant í 16 metra hylinum á Toftum, men skuldu vit koma longur, noyddust vit at flyta, so vit kundu fáa tær røttu umstøðurnar. Eg haldi, at nú mátti onkur syrgt fyri, at vit fingu ein ordiligan hyl á Skálafjørðinum ella í øllum førum í Eysturoynni. Nógvir svimjarar eru í Runavíkar kommunu, so kanska tað er mest upplagt, at tað verður hon, ið tekur stigið til ein ordiligan hyl, sigur Birita Debes. Krevur nógva tíð At Birita sum ryggsvimjari og Astrið sum firvaldssvimjari hava nátt so góð úrslit við útgangsstøði í hylinum á Toftum, sum bara er 16,67 metrar langur, skuldi av røttum slett ikki borið til, men stendst eina og aleina úrslit av teirra evnum og vilja, umframt góða arbeiðinum frá venjarum teirra gjøgnum árini, sum hava verið Rúni Gaardbo og Rókur í Jákupsstovu. Sum ryggsvimjari skal Birita helst hava møguleika at venja 15 metrar undir vatnskorpuni, men tað ber illa til, tá hylurin er so stutt­ ur. Og sum firvaldssvimjari skal Astrið helst altíð hava eina geil fyri seg sjálva, men tað ber heldur ikki so væl til, tá hylurin á Toftum bara hevur tríggjar geilir. At tær báðar eru fluttar til Ægir, er altso ein náttúrligur partur av menningini, og báðar tvær leggja sera nógv fyri – saman við familj­ uni, sum er ein stórur partur av Svimji- genturnar úr rituvík Svimjing 15 ára gamla Birita Debes og 16 ára gamla Astrið Foldarskarð eru ein sólskinssøga, ið veruliga hevur sett Rituvík á føroyakortið í svimjing, nú tær báðar í summar skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight 2 X RiTUvÍKingUR Astrið Foldarskarð og Birita Debes avmyndaðar eftir úttøkukappingina herfyri, tá Rituvík fekk tvey umboð á svimjilandsliðnum, sum í summar skal til Oyggjaleikirnar í Isle of Wight Mynd: Jákup Jacobsen