Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Umframt at vera millum bestu svimjarar í landinum, teljast tær báðar rituvíksgenturnar, Astrið Foldarskarð og Birita Debes, eisini millum okkara bestu fimleikarar. Báðar tvær hava tær verið landsliðsaktuellar, enntá í oyggjaleikahøpi, og fimleikafelagið Støkk hevur havt stóra gleði av teimum og teirra evnum. – Tað er gleðiligt at síggja, hvussu tvær ítróttargreinar – so ella so – kunnu arbeiða saman, so vit fáa tvey so góð og stór talent sum Astrið og Biritu. Eingin ivi er um, at ein stórur partur av teirra serligu styrki í svimjingini stendst av seriøsari fimleikavenjing í Støkk, sigur Rókur í Jákupsstovu, ið saman við Rúna Gaardbo hevur verið svimjivenjari hjá teimum báðum. – Henda venjing hevur elvt til, at tær eru heilt einastandandi lopsterkar í starti og fimar í vendingum, umframt at tær báðar tvær eru sera næmar, tá tað kemur til at skula læra nakað nýtt. Og vit billa okkum so eisini inn, at tey nógvu tøkini í hylinum á Toftum onkursvegna hava styrkt tær til fimleikin… At Astrið og Birita hava verið virknar í tveimum tíðarkrevjandi ítróttargreinum, sum svimjing og fimleikur eru, hevur so eisini onkuntíð havt við sær, at tær hava verið noyddar at valt aðra greinina fram um hina. – Vit svimjivenjarar á Toftum hava tó ongantíð enn sæð hetta sum annað enn ein fyrimun, at tær hava verið so raskar eisini í fimleiki, og hjá teimum báðum hevur tað ein langan part av teininum riggað væl, at tær bæði hava svomið og gjørt fimleik, sigur Rókur. Birita ger enn eitt sindur av fimleiki, men Astrið valdi fyri tveimum árum síðani at gevast við fimleikinum, so hon burturav kundi satsa upp á svimjingina, har hon helt seg fáa tær størru avbjóðingarnar. hilmarjan@sosialurin.fo TVEY TALENT Sum myndin vísir, duga Birita Debes og Astrið Foldarskarð í spølni eisini at kombinera svimjing og fimleik. Helst hava báðar ítróttargreinarnar eisini gagnað teimum, so tær hava verið framúr sum talent í bæði svimjing og fimleiki Mynd: Rókur í Jákupsstovu Framúr fimleik- arar SVimjiNg Annar av venjarunum hjá Astrið Foldarskarð og Biritu Debes upp ígjøgnum árini, Rókur í Jákupsstovu, heldur tað hava verið ein fyrimun fyri tær báðar, at tær eisini hava gjørt fimleik teirra svimjilívi. Frá mánadegi til leygardag venja tær tvær ferðir um dagin, um morgunin og seinna­ partin, tvær ferðir hvørja ferð, og sunnudagin venja tær í minsta lagi seinnapartin og onkuntíð eisini um morgunin. So hetta krevur altso sera nógva tíð. Morgunvenjingin hjá Ægir er longu klokkan fimm, so tá mugu tær tíðliga upp og tíðliga av húsum, umframt at tær skulu koyrast heimaftur, so tær kunnu møta í skúl anum í Runavík. Sama søgan endur tekur seg so seinnapartin, og hvørja ferð eru tað foreldur ella onnur í familjuni, ið hjálpa til við flutn ing inum, so Astrið og Birita kunnu fáa so mest burtur úr ítrótt­ inum, tær eru so glaðar fyri. Báðar gleða seg Ikki minni spent til hesar Oyggja­ leikirnar er Astrið Foldarskarð, sum gjørdist tann seinasti av teimum ellivu svimjarunum, ið beinleiðis megnaðu at svimja undir kravtíðina. Hetta var í firvaldssvimjing á 50 metra teininum, har hon hevði tíð­ ina 29.10 sekund. – Eg gleði meg altso rættiliga nógv til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight, tí hetta er tað, eg havi sæð fram til og vant fram ímóti, sigur hon, samstundis sum tað næstan hoyrist á málinum á henni, at gleðin um plássið hesa ferð fullkomuliga hevur útstrikað skuffilsið, ið var seinast. Birita, sum var við síðst, men tá mátti klára seg uttan Astrið í ferða­ lagnum, er fegin vegna vinkonuna, at tær nú báðar kunnu fara avstað: – Tað er sjálvandi nokk so stutt­ ligt, at vit báðar eru náddar so langt, tá vit bara hava vant í hesum stutta hylinum øll árini. Men tað er sann iliga eisini stuttligt, at vit báðar búgva í Rituvík og eru tveir av 14 oyggja leikasvimjarum, sigur Birita, sum ikki var so bilsin, at hon slapp við til Oyggjaleikirnar aftur hesa ferð, tí tað var jú hennara egna gull tíð frá leikunum í Álandi, sum var kravtíðin. – Eg hevði sjálvandi væntað, at eg skuldi sleppa við, so tað var ikki so óvæntað. Men tað er ikki minni stuttligt fyri tað, tí Oyggjaleikir eru heilt øðrvísi enn aðrar kappingar hjá okkum. Her eru jú øll møgulig ítróttarfólk úr Føroyum, so tá vit ikki sjálvar kappast, kunnu vit hyggja at øðrum og síggja, hvussu gongst hjá teimum. Tað ger Oyggja­ leik irnar til nakað heilt serligt. hilmarjan@sosialurin.fo SVOmiÐ SAmAN Síðani tær vóru smágentur, hava Birita Debes og Astrið Foldarskarð verið saman um svimjingina, og her eru tær avmyndaðar til eina svimjikapping afturi í 2005 Mynd: Rókur í Jákupsstovu