mánadagur 18. apríl 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Anfield
Kendi parturin av Anfield, »The
Kop«, er fullsettur. Hesin parturin
av leik vøllinum er kendur fyri at
skapa góðan stemning við sangi og
rópi, men fríggjadag er tøgn. Mill
um Liverpool viðhaldsfólkini sita
eisini fólk í eitt nú Everton og Man
chester City troyggjum. Tey eru
komin fyri at vísa sína viðring fyri
teimum 96, ið lótu lív, og stuðul til
avvarandi.
Sorgarleikurin á Hillsborough
leik vøllinum 15. apríl 1989, tá 96
Liver pool viðhaldsfólk lótu lív, er
væl dokumenteraður í fjølmiðlum,
bókum og sjónvarpssendingum.
Men framvegis í dag, sita tey av
var andi hjá teimum 96 og kenna
seg svikin av landsins leiðslu, løg
regluni og lógvaldinum.
Ongin átikið sær ábyrgd
Framvegis hevur ongin átikið sær
fulla ábyrgd fyri vanlukkuna. Tey
avvarandi hava fleiri spurningar,
ið tey vilja hava svar uppá. Alt frá
hvussu Hillsborough leikvøllurin
kundi hýsa eini FA Cup hálvfinalu,
tá hann ikki hevði góðkent papírir,
til hví ongin hevur átikið sær
ábyrgd ina av vanlukkuni. Tað
merkist eisini á stemninginum, at
fólk ikki bara minnast tey deyðu,
men eisini eru óð. Fleiri eru í
troyggj um, sum bera áskriftina;
»Rættvísi fyri tey 96«.
»Ikki keypa The S*n«
Øðin er eisini vend móti fjøl miðl
inum. Tey flestu hava eitt klistur
merki á bringuni, har tað stendur;
»Ikki keypa The S*n«. Víst verður til
blaðið, The Sun, sum í døgunum eftir
vanlukkuna skrivaði eina grein við
yvirskriftini; »Sannleikin«. Blaðið
ákærdi Liverpool viðhaldsfólk fyri
at pissa og gera seg inná løgregluna,
um framt at stjala frá teimum
deyðu. Onki av hesum er nakrantíð
prógv að og fólk í Liverpool keypa
fram vegis ikki blaðið orsaka av
greinini.
Leikarar og Rafael Benitez
Stutt
áðrenn
minningarhaldið
byrjar kemur fyrrverandi Liverpool
venj arin, Rafael Benitez, inn á
Anfield til stóra gleði fyri tey, sum
eru komin saman hendan dagin.
Mað urin, sum hevur víst stóra
viðr ing og áhuga fyri Hillsborough
og teimum avvarandi, fær eina
megnar móttøku. Løtu seinni koma
allir leik ararnir hjá Liverpool inn í
klædningi og seta seg sigur, meðan
fjøldin stendur uppi og klappar. Á
odda gongur Liverpool venjarin,
Kenny Dalglish, sum eisini var
venj ari hjá Liverpool lagnudagin á
Hillsborough.
Rættvísi fyri tey 96
Millum sang og talur hendir tað
fleiri ferðir, at fólk byrja at rópa;
Rættvísi fyri tey 96!
Summi murra við, meðan onnur
nærmast gráta av øði meðan tey
rópa við. Tað er púra greitt, at tað
eru nógvar kenslur blandaðar upp
í hetta minningarhaldið. Klokk an
15:06, sum er tíðspunktið, tá dóm
arin avblásti dystin á Hills borough,
er tøgn á Anfield og kring alt
Liverpool. Tá tøgnin er liðug rópa
øll í kór um rættvísi. Í talu sigur
lokalur politikkari, at politisk um
boð í Merseyside umráðnum fara at
lata inn skriv til drotningina, um at
Kenny Dalglish framyvir skal bera
navnið; Sir Kenny Dalglish. Ikki
bara orsaka av sínum evnum sum
fót bólts spælari og venjari, men eis
ini orsaka av hansara ótroyttiliga
stríði fyri tey 96.
Rafael Benitez
Sterkasta løtan undir minningar
haldinum er, tá talskvinnan fyri
tey avvarandi takkar Rafael Benitez
fyri stuðulin hann hevur vísti teim
um gjøgnum árini hann var venjari
í felagnum. Hetta er fyrstu ferð, at
Liverpool viðhaldsfólk hava fingið
høvið at heilsa upp á Rafa, síð
ani hann fór frá sum venjari eftir
kapp ingarárið í fjør. Løtan er so
kenslu borin, at Rafael Benitez ikki
megnar at halda tárunum aftur.
Hóast Rafael Benitez ikki er eins
væl dámdur av øllum viðhalds fólk
unum hjá Liverpool, so er hann sera
væl dámdur av lokalu Liverpool
viðhaldsfólkuni.
Stríðið heldur fram
Minningarhaldið vardi í ein góðan
tíma og hendan tíman vóru við
haldsfólk hjá teimum ymisku fel
øg unum kring Ongland ikki deild
upp eftir hvørjum felagið tey
stuðla, men øll vóru ein partur av
fótbóltsfamiljuni. Tað var eisini
hugaligur lesnaður at síggja á
alnetinum, har fólk úr øll um heim
inum vístu vístu sína sam kenslu.
Stríðið fyri rættvísi hjá teimum
av varandi heldur fram og líkt er
til at tey gevast ikki fyrr enn tað er
vunnið!
trondur@sosialurin.fo
Rættvísi fyri tey 96
Fótbóltur Hóast tað eru 22 ár síðani Hillsborough sorgarleikin, tá 96 Liverpool viðhaldsfólk
lótu lív, so kempa avvarandi framvegis fyri tí tey kalla rættvísi. Fríggjadag var minningarhald á
Anfield og Sosialurin var á staðnum, tá Rafael Benitez fekk eina heilt serliga móttøku
Teir fegnaðust sum høvdu teir
vunnið FA Cup, men sannleikin
er tann, at tá Manchester City
leygardagin vann á grannunum,
vunnu teir ein nógv størri sigur.
Síðani Sir Alex Ferguson tók
við sum venjari hjá Manchester
United í 1986, hava teir reyðu
úr Manchester verið omaná.
Men við máli, sum Yaya Toure
skjeyt í seinna hálvleiki, er
Manchester City nærri einum
gull heiðursmerki enn teir hava
verið í góða 30 ár. Við pengunum
hjá Sheik Mansour nærkast
Manchester City oddinum í
enskum
fótbólti.
Í
finaluni
skulu teir møta Stoke, sum í
gjár hølvaði Bolton av í hini
hálvfinaluni. Støðan gjørdist
heili 50.
Fyrsti partur av fýra í fram
haldssøguni, “El Clasico” var
leygar kvøldið. Eftir 50 tapið í
fyrra landskappingardystinum
á Nou Camp í Barcelona, hevði
José Mourinho valt eitt verju
kent útgangsstøði. Søgan úr
Spania sigur, at tann serstaki
venj arin hjá Real Madrid eisini
hevði givið boð um, at grasið á
Santiago Bernabeu leikvøllinum
í Madrid ikki skuldi klipast.
Hetta fyri at gera tað so torført
sum gjørligt hjá Barcelona at fáa
skjóta spælið at rigga.
Dysturin gjørdist heldur ikki
serliga væl leiktur og endaði
við javnleiki 11, eftir at Real
Madrid fekk ein mann útvísta
tíðliga í seinna hálvleiki. Bæði
málini komu upp á brotsspark,
sum ávíkavist Lionel Messi fyri
Barcelona og Ronaldo fyri Real
Madrid, skoraðu. Barcelona er
framvegis átta stig frammanfyri
Real Madrid. Liðini bresta saman
aftur mikukvøldið í finaluni
í
sponsku
steypakappingini.
Liðini hittast eisini í Champions
League hálvfinaluni komandi
vikurnar.
Arsenal kom á odda sjey min
uttir inni í yvirtíðini við brots
sparki, men fimm minuttir
seinni javnaði Liverpool – við
brots sparki.
Í 96 minuttir megnaði Liver
pool at halda Arsenal frá mál
inum, tá Cesc Fabregas varð
koyrdur umkoll í brotssteiginum.
Robin van Persie umsetti til
mál og Arsenal bjóðar aftur av
í stríðnum um meistaraheitið.
Klokkan
vísti
102
minuttir,
tá Dirk Kuyt við seinasta
skotinum í dystinum javnaði við
brotssparki, sum kann koma at
kosta Arsenal dýrt. Teir eru nú
seks stig aftanfyri Manchester
United, sum spælur týskvøldið
á útivølli móti Newcastle.
Manchester
er aftur blátt
Arsenal misti
í 102. minutti
Real - Barca
1. partur
HillsborougH vanlukkan
96 Liverpool viðhaldsfólk blivu kroyst til deyðis, tá alt ov nógv fólk blivu loyvd
inn á Hillsborough Stadion, ið tá ikki var avvarka til sitipláss