Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 Sosialurin 27 gur hart út hevur verið við onnur uppi­ sjóvarfiskasløg. Reiðarar, sum hava landað til Faroe Pelagic, hava latið væl at tænastuni, teir hava fingið har, eins og skipini hava verið avroknað stutt eftir landing. vilmund@sosialurin.fo ur sunnukvøldið Vilmund Jacobsen Um tað var orsøkin til trupul­ leikarnar, at skipini fóru fyrsta túrin undir nýggju eig arunum í Klaksvík eitt fríggjakvøld, sigur søgan einki um. Men óhepnir vóru teir, partrolararnir, Vest menn­ ing ur og Fram, tá teir loystu fríggjakvøldið. Skipini vóru ikki kom in langt, tá Fram fekk trupul­ leikar. Vestmenningur sleip­ aði makkaran á Havnina, har brekið hjá Fram varð umvælt, so skipini kundu loysa aftur. Men enn einaferð stakk sami trupulleiki seg uppaftur, og skipini noyddust aftur at bróta túrin av. Keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at Fram hevur brotið róðurskipanina, og at eykalutir skulu koma úr Noregi. Men klokkan 21 sunnu­ kvøldið kundu skipini loysa aftur til nýggjan túr. Vestmenningur og Fram eru á gulllaksaveiði, og hetta er triði túrur hjá skipunum í hesi vertiðini, sum júst er byrjað. vilmund@sosialurin.fo Hóast Stjørnan og Polarhav hava skift heimstað og nú eru heimahoyrandi í Klaksvík, bendir einki á, at tey ikki framhaldandi fara at selja sína gulllksaveiði til Tavuna í Leirvík, eins og tey hava gjørt í mong ár Mynd: Jens Kristian Vang Vit hava ongar broytingar merkt, síðan eigaraviðurskiftini hjá Tavuni, eins og hjá ísfiskatrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni, eru broytt JÓAN MAGNUS RASMUSSEN Vinnan brúk fyri inntøkum MAKRELUR – Eg haldi, at vinnan dugir betri at umsita sínar pengar enn landskassin, og eg haldi eisini, at inntøkurnar fyri stóru makrelkvotuna høvdu farið betri í vinnuna, sum hevur brúk fyri inntøkum – enn í landskassan, sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum Vilmund Jacobsen Sosialurin hevur í morg­ un roynt at fáa fatur á løgmanni, Kaj Leo Jo­ hannesen, sum nú um sitir fiskivinnumál í lands­ stýrinum. Løgmaður var á fundi, og soleiðis eydn­ aðist okkum ikki at fáa fatur í honum, áðrenn blað ið fór til prentingar. Áhugin fyri makrelin­ um, sum nú skal bítast millum skipabólkar er stórur, og spurningurin um eitt ella annað slag av tilfeingisgjaldi, er ikki minni stórur, tí hetta verður roknað sum eitt prinsippmál í mun til, hvussu okkara fiskiveiðan annars hevur verið rikin og umsitin gjøgnum mong ár. Tað var ein stórur meiri luti í uttanlands­ nevndini, sum staðiliga mælti táverandi lands­ stýris manni í fiski vinnu ­ málum, Jacobi Vester­ gaard, til at selja 60.000 tons av føroysku makrel­ kvotuni á uppboði. Hetta eru tey tonsini, sum eru útyvir tað, sum annars svarar til 15% av tilmæltu heildarkvotuni av makreli fyri 2011. Orsøkin til, at Jacob Vestergaard setti før­ oysku makrelkvotuna í ár til 150.000 tons, tá semja annars ikki fekst millum strandalondini um felagsbýti, er, at hes­ in kvotupartur svarar til umleið 15% av tí, sum mett verður fer at verða fiskað av makreli í Norðuratlantshavi í ár. Ísland, Noreg og ES ásettur sær sínar egin­ kvotur, áðrenn Føroyar ásettu sær sína, og tað var út frá kvotupørtunum hjá hinum londunum, at Jacob Vestergaard gjørdi av, at føroyski parturin í ár verður 150.000 tons. Tá løgmaður, Kaj Leo Johannesen, gjørdi av at koyra Fólkaflokkin úr samgonguni, tí flokkurin ikki vildi taka undir við fíggjarkarminum, fall arbeiði við eini kunngerð um makrelbýti hjá Jacobi Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharra, burt­ ur. Nú situr parturin, sum er eftir av samgonguni saman við pørtum av and støðuni – og tá ser­ liga Tjóðveldi – og roynir at snikka eina nýggja kunngerð saman, sum skal sendast Fiski vinnu­ ráðnum til ummælis. Hvat úrslitið verður av hesum, veit eingin í løtuni, og tíverri eydnaðist ikki Sosialinum at fáa orð á løgmann í morgun, tá vit ætlaðu at spyrja hann um, hvussu gongur við hesum arbeiði. Sosialurin hevur tó skilt, at løgmaður er ikki sinnaður at selja ein part av makrelkvotuni á uppboði, sum talan ann­ ars hevur verið um, men hann hevur hinvegin róð uppundir at áleggja eitt kilogjald á veiðina eftir makreli. Jacob Vestergaard, fyrr­ verandi landsstýrismaður, sigur, at skal eitt kilogjald leggjast á makrel, verður neyðugt at fremja broyt­ ingar í skattalógini, áðr­ enn slíkt kann gerast. ­ Sjálvur harmist eg um, at ætlanin nú er at leggja gjald á makrel, tí hetta kemur at gera kapp­ ingarføri hjá føroyskari fiskivinnu verri mótvegis okkara grannalondum. Fyrrverandi lands­ stýrismaðurin heldur, at vinnan dugir betri at umsita sínar pengar enn landskassin. ­ Eg haldi eisini, at inn tøkurnar fyri stóru makrel kvotuna høvdu farið betri í vinnuna, sum hevur brúk fyri inn tøkum – enn í lands­ kassan, sigur Jacob Vester gaard, fyrrverandi lands stýrismaður í fiski­ vinnumálum. vilmund@sosialurin.fo Spurningurin er, um løgmaður, Kaj Leo Johannesen, sum nú eisini er virkandi fiskimálaráðharri, fer at fáa undirtøku fyri einum ella øðrum formi fyri tilfeingisgjaldi á makrel