mánadagur 18. apríl 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
28
Sosialurin
Tá páskirnar nærkast, nærkast
eisini tann afturvendandi par ker
ings ruðulleikin í Stoffalág. Brádliga
eru so nógvir bilar í gøtunum í
grannalagnum, at tú skalt spíla teg
út, skalt tú sleppa av við bilin her
í nánd.
Hesin ruðulleikin ber okkum
stoffa lágfólkum boð um, at nú
hevur Tórshavnar kvøldskúli sína
árligu
framsýning
av
teimum
avrik um, sum næmingarnir í øllum
aldri hava lagt úr hondum seinasta
veturin.
Tað er ikki ofta, vit fegnast
um ruðulleika, men tað gera vit í
hesum førinum, tí troðkanin kring
Eysturskúlan er tekin um lív í bý
num, og at okkara kvøldskúli er ein
livandi skúli við áhugaðum næm
ingum, sum ikki smæðast at leggja
síni avrik fram fyri almenningin.
Nógv áhugavert
Eg eri ein av teimum, sum kann
koma til gongu til framsýningina,
og eg plagi at gera eitt rend yvir
á hvørjum ári. Tað er altíð spenn
andi og ein fragd at vera til fram
sýningina hjá Tórshavnar Kvøld,
Ungdóms og Listaskúla.
Her er altíð nógv áhugavert at
síggja og hoyra, og tað er ikki sørt,
at tú á hvørjum ári fært hug til
eisini at verða ein av teimum, sum
nýtir møguleikan at fáa okkurt gott
frá hondini á kvøldskúlanum.
Eg havi eitt nú eyguni eftir bát
um og skipum, knívum og klæð um,
glaslist og málningum, smúkkun og
tekningum og aðrar list úr beini og
horni og øðrum tilfari. Leggi eisini
oyra til bæði sang og tónleik eina
løtu.
Í dag ætli eg mær til dømis at
fara at vita, um onkur snøggur
borð bátur, sum stóð í hálvum
gekki í fjør, verður flotaður í ár. Fari
sjálv andi eisini framvið høllini við
teimum føroysku klæðunum hjá
bæði kvinnum og monnum, sum í
mynstrum og litum verða alt meiri
avbjóðandi og fantasifull.
Her liggja nógvir tímar aftanfyri
alt tað, sum sýnt verður fram, og eg
gleði meg eins og øll hini til at skoða
øll verkini, ið fyri mær prógva,
at kvøld skúlin er ein neyðugur
og týðandi lutur í trivnaðar og
mentanar politikkinum hjá Tórs
havnar kommunu.
Arbeiði og hugni
Tað hevur sína serligu søgu, at eg
altíð skeiti eftir teimum nýinn
bundnu bókunum. Mamma mín
gekk í nógv ár til bókbinding. Hon
legði nógv fyri, og serliga nógv kom
burtur úr, tá hon setti pápa mín at
gera tað tíðarkrevjandi trælaarbeiði
heima við hús, meðan hon fullførdi
verkini í kvøldskúlanum.
Ein vetur lokkaði hon meg við
sær. Tey flestu á liðnum vóru væl
eldri enn eg, og tey vistu, hvat tey
vildu. Arbeiddu so at siga frá tí,
tey komu, til tey fóru, men spentu
frá eina løtu, tá drekkamuðurin og
køkan komu fyri á miðjum kvøldi.
Hýrurin var góður, og nýggjastu
tíðindini í býnum komu á borðið,
men hóast hvør hjálpti øðrum,
so gekst mær illa at falla inn í
rútmuna,. Tí gavst eg nakað skjótt,
og fongurin var einans fýra inn
bundnar bøkur fyri veturin.
Árið eftir tók kona mín táttin
upp. Tá var onnur ferð á, og hon
kom heim aftur við næstan 20
snøggum bókum, tá skúlaárið var
av. Tað hoyri eg fyri enn.
Men bøkurnar lýsa upp í okkara
bókhillum, og tær mongu bøkurnar,
sum mamma mín bant inn, seta sín
serliga og virðiliga dám á bóka
veggin á Tinghúsvegnum – Tórs
havnar kvøldskúla fyri at takka.
Í egnum húsi
Tórshavnar kvøldskúli er í støðugari
menning. Tá vit eru í tí góða lag
num, leggja vit dent á, at hann er
størsti skúli í Føroyum við eini 2500
næmingum. Lærugreinarnar eru
meir enn 100, lærararnir einir 150
og hølini spjødd um allan býin.
Tað nýggja er hent hetta seinasta
árið, at Kvøldskúlin fyri fyrstu ferð
hevur tikið egin hús í nýtslu. Býráðið
samtykti fyrst í hesum skeiðnum at
keypa skúlanum húsini hjá Einars
Prenti í J.H. Schrøtersgøtu.
Her hevur skúlin nú innrættað
sína miðstøð, so hann í so máta
ikki liggur øðrum til byrðu longur,
og her leggur hann seg eisini eftir
at hýsa lærugreinum og virksemi,
sum illa hýsast aðrastaðni.
Væl játtaðir pengar
Skúlin arbeiðir alsamt við at menna
síni tilboð og eftir førimuni fylgja
tíðarandanum. Eina ferð var tað
gott latín, at øll skeið vóru um
kvøldið og vardu frá heystinum til
várið.
Í dag ynskja fólk eisini skeið,
sum vara bara nakrar vikur ella
einar tveir mánaðir, og tey er
eftirhondini vorðin fleiri og fleiri,
sum líka so fegin møta um dagin
sum um kvøldið.
Alt hetta setir sjálvandi krøv til
skúlan, og kenni eg leiðsluna rætt,
so fara nýggj átøk at koma undan
kavi javnt og samt í komandi
tíðum. Tað ger sítt til, at skúlan er
áhugaverdur og livandi.
Tað eru kommunan og landið
sum gjalda gildið saman við tykk
um, sum ganga á kvøldskúla. Vit í
Tórshavnar býráð ivast ikki í, at
pengarnir eru væl játtaðir.
Við hesum orðum seti eg kvøld
skúlaframsýningina í Havn 2011.
Jógvan Arge, formaður í menta-
Málanevnd Tórshavnar býráðs
Føroya størsti skúli sýnir fram
Røða, sum Jógvan Arge helt, tá hann setti framsýningina hjá Tórshavnar kvøldskúla í Eysturskúlanum.
Løgmaður
hevur
nakrar
ferð ir verið frammið og fílst
á, at Fólkaflokkurin ikki
vildi taka ábyrgd, í sam band
við ósemjuna um fíggjar
karmarnar fyri 2012.
Hettar passar ikki, og tað
veit løgmaður væl. Fólka
flokkurin tekur altíð ábyrgd,
bæði tá vit er í samgongu og
tá vit eru í andstøðu.
Um løgmaður hyggur aft
ur á tíðina, hann hevur sitið
sum løgmaður, sær hann, at
parturin hjá Fólkaflokkinin
ikki hevur ligið eftir. At
løgmaður so valdi at koyra
Fólkaflokkin úr samgonguni,
tá vit ikki tóku undir við
fíggjarkørmunum, var hans
ara avgerð.
Vit runnu ikki undan
ábyrgd, men royndu at finna
semju til tað síðsta.
Fólkaflokkurin boðaði løg
manni frá, at vit ikki kundu
taka undir við, at samlaðu
almennu
útreiðslurnar
hækka uml. 100 milliónir,
um framt lønarvøkstur, og
at hækka skattin á ali og
fiskivinnuna munandi. Hetta,
hóast stóran inntøkuvøkstur
frá skatti og avgjøldum.
Vit hava verið við til at
økja byrðarnar hjá vinnuni
við m.a. eykaskatti á 2,5%
og
inntøkutrygdini,
men
vit vildu ikki halda áfram
við hesum, tí hetta tálmar
vinnuliga framburðinum í
Føroyum.
Halda
vit
áfram,
so
leið is sum ætlanin er við
fíggjarkørmunum,
skeikl
ast javnvágin ímill um tann
privata og tann a lmenna
partin av sam fela g num, og
vinnan verð ur køvd av al
menna
útreiðslu vøkstr in
um.
Fyri at vinnan skal yvir liva
í kappingini, má hon áhald
andi effektiviserað raksturin,
soleiðis at framleiðslan fyri
hvørt arbeiðsfólk økist. Hesi
krøv verða ongantíð sett
til tað almenna, sum sær
tað sum eina sjálvfylgju, at
framskriva raksturin á hvørj
um ári.
Tað átti at borið væl til hjá
tí almenna, nú samfelagið
koyrir við stórum halli á
hvørjum ári, at klára seg
við somu játtan komandi
ár. Aðrastaðir verður effek
tivitetsvøksturin
rokaður
til 2%, so sama krónutal er í
veruleikan ein vøkstur á 2%,
um vilji er til at rationalisera
og effektivisera raksturin.
Um vit ikki tátta munandi
meira í, enn ætlanin er við
fíggjarkørmunum, fara al
mennu
útreiðslurnar
at
økjast 50100 milliónir á
hvørj um
ári,
ógreinaðir
skattir
og
avgjøld
fyri
100tals
milliónir
verða
álagdir familjum og vinnu,
samstundis sum almenna
skuldin alsamt økist. Við hesi
gongd tvífaldast rentubyrðan
hjá landskassanum til uml.
200 milliónir í 2016.
Hetta førir við sær, at
vælferðin hjá føroysku familj
uni hoyknar undir almenn
um útreiðslum, skattum og
avgjøldum, og fer vaksandi
rentubyrðan, sum frá líður,
at lemja føroyska búskapin.
Í vanliga húsarhaldinum
ber ikki til at brúka meira
enn ein tjenar, og er hetta
eisini galdandi fyri almenna
húsarhaldið. Tí ber ikki til
hjá í almenna at koyra við
stórum undirskoti í fleiri ár,
og fíggja meirnýtsluna við
lántøku, tí so steðgar alt upp
til endan.
Vit víst ábyrgd, og kundu
tí ikki taka undir við fíggjar
kørmunum. Nokk er nokk.
Jacob Vestergaard
Fólkaflokkurin kundi ikki taka
undir við fíggjarkørmunum
Kjak