Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 34 Sosialurin Myrku síðurnar av Mótaverðini – Tú verður altíð kritiserað, óansæð hvat. Kappingin millum genturnar eru sera hørð, og tær eru beinleiðis óreinar. Tað ýður av etingaróløgum, rúsevnum og øvundsjúku. Eg eri enntá blivin hótt eftir lívinum av øðrum gentum. Tað sigur Óluva Johannesen, sum í nærum 8 ár starvaðist sum modell kring heimin. Óluva Johannesen hevur upplivað fotografar, sum bjóða marihuana, modellir, ið hava etingarólag og rúsevnistrupulleikar og hópin av øvundsjúkum kappinarneytum, tey 8 árini, hon hevur starvast sum altjóða modell.