mánadagur 18. apríl 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
Sosialurin
Mini-mótashow
Beinta Poulsen hevur í síni nýggjastu kollektión
frá merkinum Soul Made tikið nakrar nýggjar
litir inn. Hon hevur fyrr hildið seg til myrkar og
klassiskar litir, men hesuferð var eisini ein farri
av bæði gulum og grønum at síggja. Vit sóu stór,
bundin klæði, chinosbuksur og litir.
Hvonn Live endaði við eini mini-mótasýning, har 5 ymsir sniðgevar
vístu eitt sett av nýggjastu klæðunum fram í part. Soul Made, Barbara
í Gongini, Lofti, Guðrun & Guðrun og Steinum fyri Sirri.
Orð: Eydna Skaale
Myndir: Álvur Haraldsen
Settið frá Barbaru í Gongini var
heilt í tráð við tað, sum vit
kenna hana fyri. Litirnir vóru
dimmir, men av tí, at ymisk evni
vóru sett saman, t.d. bummull,
leður og ull, var heildin
spennandi og fjølbroytt.
Malan á Lofti vísti ein
stóran, fótsíðan frakka úr
skinni við kraga av ull og
við seymunum uttaná.
Frakkin var ljósur og
spennandi, og fert tú í ein
slíkan, er heilt vist, at tú
skilir teg út frá mongdini.
Guðrun Ludvig spældi sær
við fleiri ymisk evni. Hon
vísti einar leðurbuksur,
einar sermerktar og
stuttligar skógvar, eina
vakra kápu av sermerktu
løttu bindingini frá
Guðrun&Guðrun og eina
tunna ullblusu. Litirnir vóru
svartir og gráir.
Frá Steinum og Sirri
sóu vit nógvar litir,
føroysk mynstur og
bæði tjúkk og tunn
bundin pløgg. Ein
einlitt grasgrøn
poncho í rættum og
rongum mynstri
fangaði eygað
beinanvegin, men vit
sóu eisini eyðkenda
turriklæði frá Steinum,
sum varð hongt í eina
tasku frá Sirri við
føroyskum
troyggjumynstri.
Frá umleið 1999 til 2007
starvaðist Óluva Johannesen
í New York, Milano, London,
Bruxelles, íslandi og Dan
mark. Hon var bert 16 ár, tá
hon var við í eini modell
kapping í New York. Hon
kappaðist við 500 aðrar
ungar kvinnur í bólkinum
fyri tær, sum vóru 177 cm
høgar og hægri. Eftir at hava
klárað seg serstakliga væl,
fekk hon sáttmála við eitt
modellbureau í New York.
Frá degi til dags skifti tá 16
ára gamla Óluva adressuna í
Havn út við Stóra Súrepli.
Øvundsjúka
Óluva greiðir frá, at áðrenn
hon yvirhøvur byrjaði sum
modell, fekk hon innlit í
myrku síðurnar av modell
heiminum.
– Eftir kappingina skuldu
vit tosa við eini 100 umboð
fyri ymisk modellbureau.
Vit vóru býtt í bólkar, 5 í
hvørjum, og eg kláraði meg
sera væl og fekk heili 35 call
backs frá modellbureaum,
ið vóru áhugað í at skriva
kontrakt við meg.
– Men tað fall ikki í góða
jørð hjá hinum fýra, ið eg
fylgdist við. Ein dagin, tá eg
gekk einsamøll eftir gong
ini, komu nógvar gentur
stormandi og trongdu meg
inn í ein krók. Tær løgdu eftir
mær, tóku kvalaratak um
hálsin á mær og hóttu við at
drepa meg. Tær søgdu, at tað
var mín skyld, at tað hevði
gingið illa hjá teimum.
Lukkutíð kom ein vaktur
júst tá, og fekk hjálpt Óluvu
burtur frá øvundsjúku kapp
ingarneytunum.
– Eg lærdi tí beinanvegin,
at tað er øvundsjúkan, sum
ræður. Hinar vilja fram fyri
ein og hvønn prís, og um tú
hevur betri møguleika enn
tær, so royna tær at fáa teg
av vegnum á onkran hátt.
Tað er eitt sera strævið sálar
ligt spæl, har tað snýr seg
um at fáa hinar niður við
nakkanum, greiðir Óluva
frá.
Ikki serliga glamourøst
Óluva heldur, at hóast tað
kann tykjast so, er modelllívið
alt annað enn glamorøst.
– Tað virkar kanska so
leiðis í fyrstuni, men so eftir
nøkrum vikum verður tú
slept upp á fjall, og so mást
tú bara klára teg sjálva. Tú
skalt tola nógvan kritikk,
tí óansæð hvat tú gert, so
verður tað altíð onkur sum
fer at siga tær, at tað ikki er
nóg gott.
Óluva greiðir frá, at hon
einaferð fekk boð um, at
hon mátti venja fyri at fáa
hvølpafitið burtur. Men tá
hon so kom aftur, fekk hon
at vita, at hon nú fyri Guds
skyld ikki mátti venja, tí so
kundi hon ikki nýtast longur
sum modell longur.
– Tú skal vera jørðbundin,
finna teg í nógvum, og
hava ótrúliga gott tol. Tað
er leingi at bíða allastaðni,
tú skalt tíðliga upp og ikki
síggja nývaknað út, hóast
tú kemur til arbeiðis kl 5 um
morgunin.
– Ofta skalt tú so sita í 3
ella 4 tímar og verða stylað,
síðani skalt tú passa klæðir,
og so er tað ikki fyrr enn kl. 17,
at tú skalt ganga mótashow.
Dagarnir
eru
langir
og
strævnir. Og um tú skalt út
at ganga mótashow, so skalt
tú venja áðrenn. Tí eru nógv
tol og gott jørðforbindilsi
týdningarmestu fortreytir
nar, um tú vilt vera modell.
Eingin hjálpandi hond
– Tú fært ikki nógva hjálp,
tá tú byrjar. Men eg leigaði
mær ein lærara, sum lærdi
meg at ganga mótashow. Tað
var faktiskt tann sami, sum
Naomi Campbell hevur havt,
og hann kostaði eina rúgvu í
20 min.
– Tú fært nógvan kritikk,
men onga hjálp til at betra
tað, sum verður kritiserað.
Til dømis, kanst tú fáa boð
um at lætna nøkur kilo. Men
tað er eingin, sum hjálpir tær
á veg, og tí gongur tað púra
galið hjá nógvum.
Óluva greiðir frá, at vektin
stýrir øllum.
– Tá eg havi verið runt
ymsa staðni í heiminum og
arbeitt sum modell, havi eg
ongantíð møtt eini gentu,
sum ikki hevur trupulleikar
av
onkrum
slagi,
antin
etingarólag, við rúsevnum
ella trupulleikar við sinna
lagnum.
Óluva vísir á, at tað kann
vera torført at fáa eyga á
trupulleikarnar, tá man livir
í mótaheiminum.
– Tá eg var í Milano, helt
eg sjálv, at eg var nógv tann
feitasta gentan. Eg hevði tað
ringt við mær sjálvari, tí eg
ikki fekk tapt meg meiri. Men
tá eg so kom heim til Føroyar
at ferðast og kom burtur frá
mótaumhvørvinum, sá eg, at
eg var ber húð og bein, og at
eg í grundini var sera, sera
kløn.
Rúsevnasmuglari
Men eisini rúsevni eru ein
stórur trupulleiki. Og Óluva
hevur sjálv eisini roynt at
smugla rúsevni av óvart, og
hon kundi saktans kundi
komið heilt illa fyri.
– Eg skuldi fara úr New
York, og eg bleiv steðgað
á flogvøllinum, tí eg hevði
kokain í buksulummanum.
Tá hevði ein av hinum gent
unum lænt buksurnar frá
mær og gloymt rúsevnini
í
lummanum.
Buksurnar
lógu í kuffertinum, tá eg
kekkaði inn. Hundurin kom
beinanvegin og snoddaði,
og eftirlitsmaðurin steðgaði
mær og spurdi, hvat eg hevði
í kuffertinum. Eg visti einki
um rúsevnini, so eg greiddi
frá, hvat var í kuffertinum.
– Eg kelaði hundinum
og prátaði við mannin, og
eg man hava sæð so mikið
óskyldig út, at hann lat meg
fara. Hann stólaði upp á, at
har einki var. Men tá eg so
kom til Føroyar, fann eg hetta
í lummanum, og so visti eg,
hvat tað var, sum hesin
hundurin hevði snoddað, og
hvat tað heila snúi seg um.
– Eg varð ræðuliga kløkk
og skundaði mær at skola alt
út í vaskið. Hevði hann havt
funnið tað, so hevði eg aldrin
sloppið innaftur í New York,
og eg hevði sikkurt endað í
geglinum.
Orð: Eydna Skaale
Mynd: Álvur Haraldsen