mánadagur 18. apríl 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46
36
Sosialurin
MótaheiMurin
MótaheiMurin
Anders Breinholt, sum er vertur á donsku sjónvarps
sendingini Natholdet, stakk inn á gólvið á Hvonn til
eitt stutt prát. Hann segði við einum smíli, at ein av
fordómunum, hann hevði um Føroyar áðrenn hann
kom higar, var, at vit hava heimsins vánaligasta
veðurlag. Tann fordómin hevði hann fingið váttað nú.
Hann var annars sera glaður og yvirraskaður av góðu
móttøkuni, hann hevur fingið í Føroyum
Tóra Højgaard Joensen og Elin Christiansen, sum
báðar eru mótabloggarar, greiddu frá um móta
og blogging. Tær vóru samdar um, at hóast
mótabloggarnir eru komnir fyri at vera, so fer tó
altíð at vera tørvur á mótabløðum eisini.
Óluva Johannesen, sum hevur arbeitt sum model í fleiri ár, millum
annað í New York, Milano og London, og Juanita Schrøter Holm,
sum hevur arbeitt í London, greiddu frá um modellheimin. Serliga
upplivingarnar hjá Óluvu vóru skakandi.
Á Hvonn Live, sum var leygarkvøldið, var mótaheimurin viðgjørdur við einum
føroyskum sjónarhorni. Bloggarar, altjóða modellir, sniðgevar, handilseigarar
og onnur góvu sítt íkast og teknaðu tilsamans eina greiða mynd av mótaheimi
num. Eisini danski satirikarin Anders Breinholt legði leiðina inn á Hvonn, og
endað var við eini minimótasýning, har fjølbroytnið hjá føroyskum sniðgevum varð víst.
Orð: Eydna Skaale
Myndir: Álvur Haraldsen