Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 Sosialurin n á hvonn Live n á hvonn Live Lena og Niclas framførdu tvey løg, millum annað eina tulking av andaliga sanginum: when the saints go marching in. Óluva á Lofti í Sirri, sum bara selur føroysk merki, heldur, at tað, føroyskir sniðgevar gera, líkist frá útlendsku vørunum. - Føroyskur móti stendur seg minst líka væl sum tann útlendski, og føroyingar keypa alsamt meiri føroyskar vørur. Oliver Bjerrehus, sum hevur livað av útsjóndini síðani hann var heilt ungur, greiddi frá um modelheimin. Hann heldur, at tað als ikki er sama kapping millum manniligu modellirnar, sum tað er hjá kvinnunum Beinta Poulsen sniðgevi, sum hevur merkið Soul Made, var og greiddi frá um at arbeiða við móta, um trýstið av at gera nýggjar kollektiónir hálva hvørt ár, og um hvussu torført tað er at koma fram sum sniðgevi. Eisini føroyska unnustan hjá Oliver Bjerrehus, Gunvør Virgarsdóttir, var við á Hvonn. Hann lat ongan iva vera um, at hon er vakrasta kvinnan, hann nakrantíð hevur sæð. Tá hann fyrstu ferð sá hana í Netto, visti hann, at hon var kvinnan í hansara lívið. Hon greiddi frá, at tað kann evra markbrótandi at liva saman við einum manni, sum so nógvar kvinnur vilja hava.