Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. apríl 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. apríl 2011 · Nr. 46 38 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fyrsta messan hjá Mekonomen Framsýningin læt upp hós- dagin 14. apríl í einum stórum tjaldi við handilin hjá Meko- nomen við Hoyvíksvegin í Havn. Fyrstu tveir dagarnar var framsýning bert fyri verkstaðskundar, meðan op- ið var fyri almenninginum leygardagin. Petur Martin Johansen, stjóri í Mekonomen í Føroyum, sigur, at fram- sýningin var væl vitjað, og teir fingu víst sínar vørur fram fyri bæði verk staðs- kundum og privatu kund- unum. Framsýningarbussurin hjá Mekonomen vitjaði kundar á meginøkinum, men ætlanin er, at bussurin skal koma aftur hendan vegin og vitja verkstaðskundar kring alt landið. Mekonomen er størsta heil søla í Skandinavia og er fimtistørsti innkeypari av eykalutum í Evropa. Í Meko- nomen samtakinum eru meira enn 10.000 starvsfólk. ES stuðlar battarí skifti støðum Hálvtannað ár eftir at skandinaviska handilsketan Mekonomen læt upp í Føroyum, høvdu teir sína fyrstu messu í farnu viku. Ein handilsfelagsskapur av fyritøkum sum t.d. Better Place, Teknologisk Institut, Renault, Continental, Ernst & Young og TÜV hevur al- manna kunngjørt at Evropa- kommissiónin hevur góð kent eina granskingar- og menn- ingarverkætlan, sum skal gera tað lættari fyri euro- peisku bila- og battarí verk- smiðjurnar at framleiða elbilar við skiftiligum battarí- um. Evropakommissiónin stuðl ar verkætlanini við 2,2 milliónum evrum. Tilsamans 11 evropeiskar og altjóða fyri- tøkur og institutiónir eru við í hesum handilsfelagsskapi, sum hevur fingið navnið Easy bat. Samstarvið gongur út upp á at gera tað soleiðis, at stand- ardkomponentar verða nýttir í framleiðsluni av elbilum og battaríum fyri at battaríini skulu passa til teir ymisku elbilarnar. Í framtíðini verður tað soleiðis, at elbilar og battarí skulu verða Easybat- kompatibul. Mekonomen framsýningarbussur inni á framsýningini Framsýningin var í einum stórum tjaldi við handilin hjá Mekonomen Better Place battarískiftistøð Easybat standardisering av elbilum og battaríum