Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 6 Sosialurin Eydna Skaale Hann veit nógv um rørslu og kost. Kanska meiri enn nakar annar her á landi, og hann er eisini eftirspurdur hjá heimsins fremstu fótbólts­ feløgum. Magni Mohr tosar beint fram og við stórum stavum, tá hann verður spurdur um føroyskar kostvanar. Imponerandi vánaligt – Í Føroyum eru nógv ting, ið vit als ikki hugsa um. Kost­ urin er bara eitt av teimum tingunum. Men vit hava veru liga eina sera vánaliga til gongd til kostin. Til dømis hava vit eina sjúkliga køku­ mentan, og vit eta alt ov nógv kjøt. Faktiskt óneyðuga nógv, heldur Magni. Eisini ungdómurin verður eisini drigin við í teir vánaligu vanarnar. – Allar ítróttarhallir við virð ing fyri sær sjálvari hava eitt kafeteria við góðgæti og junk­food, og tú fært ongan ordiligan mat. Støðan er tann sama, um tú fert út á arbeiðspláss, tí tað eru fram­ vegis nógv, sum hava elendig­ ar kantinur. Magni Mohr staðfestir, at føroyingar eru aftarlaga á nógvum økjum, og kosturin er avgjørt eitt av økjunum, sum haltar. – Nú sigli eg ofta til Suðuroyar við Smyrli, sum man hevur reypað so nógv um, tí tað skal vera eitt so fan tastiskt skip. So haldi eg tað vera ótrúligt, at man ikki kann finna útav at selja ordiligan mat til tey, sum sigla. Tað haldi eg snøgt sagt er imponerandi. Óegnað til mannaføði Magni sigur seg hugsa nógv um, hvat hann sjálvur etur. Og serliga hvat børnini eta. – Eg vil ikki siga, at tað er nakað fanatiskt yvirhøvur. Tað er heldur soleiðis, at vit royna at skapa eina mentan, har tað er nattúrligt at eta rætt og sunt, vísir Magni á. Hann heldur, at maturin, sum føroysk børn fáa, ofta er sera lágt raðfestur. – Hyggja vit at mat stov­ unum, so hava tær flestu barna matskráir. Men tað er fyri tað mesta matur, sum ikki er egnaður sum manna­ føði. – Um tú fert út at eta við familjuni, kanst tú bíleggja bæði góðan og heilsugóðan mat til tín sjálvs, men til børnini kanst tú bíleggja til dømis pitsa við osti og skinku, og tað er skinka, sum hev ur sera lágan kvalitet. Ella chips og pylsur. Ella okkurt ann að av vánaligari góðsku. – Tað er undrunarvert, at matstovur yvirhøvur fáa loyvi til at selja sovorði til børn. Gerið nýggjar vanar Men tað hoyrist ofta, at tað er torført at fáa børnini at eta heilsugóðan mat. Tey eru mangan kræsin og vilja heldur hava tann ósunna matin. – Ja, tað eru kanska tí, at man ikki sjálvur tímir at eta heilsugott. Um tú etur ordiligan mat, so halda børn­ ini, at tað er vanligt at eta gott. Tey skulu læra at hugsa um kvalitetin av matinum. Men um tey fáa valið millum eina góða, sunna máltíð og so vánaligu barnamatskránna, so velja tey flestu heldur hana. So situr man har og etur ein góðan døgverða sjálv ur og gevur børnunum lort in. Og tí eigur handan mat skráin slett ikki at vera har. Børnini skulu eisini hava heilsu góðan kost. Har haldi eg, at matstovureigarar áttu at hugsað seg eitt sindur betri um. Serliga tá tað er kostár. Kostvanar – Vit hava eina sjúkliga køkumentan í Føroyum, og eg haldi tað vera ótrúligt, at man ikki kann finna útav at selja ordiligan mat á matstovum, í kantinum og umborð á ferjum. Sumt, sum tú kanst keypa, er ikki egnað sum mannaføði, og tað átti ikki at verið loyvt at selt tað. Tað sigur Magni Mohr, ítróttargranskari Sjúklig køku- og kostmentan Eisini toppótróttarfólkini eru rakt av líkagleðini við­ víkjandi kostinum, sum valdar í føroyska samfel­ ag num. – Tað er prógvað, at um tú kappast á longum ella miðjallongum teinum, íðkar bóltspæl ella annað, har tú skal vera í gongd í meiri enn ein tíma, so kanst tú gerast 20­25% betri, bara við at eta rætt. So stóran týdning hevur kost urin. Magni greiðir frá, at máltíðirnar beint eftir venjingarnar, eru serliga áhuga verdar. – Tað henda nøkur fysio logisk ting í kropp­ inum, tá tú hevur vant, tí kropp urin skal byggja seg sjálvan upp aftur. Tær prosess ir nar kanst tú skunda undir, um tú etir rætt an mat á rættari tíð, so leiðis, at tú bæði fært meiri burturúr venjingini og verður skjótari klárur at venja aftur. Hetta vita ítróttar fólk úti í heimi, men í Føroyum tykjast tey einki leggja í tað. Magni vísir á, at mál­ tíðin, sum tú etur beint áðrenn kapping, er tann minst áhugaverda av øll­ um. – Í Føroyum tykjast ítróttar fólk bara hugsa um júst hana. Men hon ávirk ar einki. Um vit ætla okkum upp á hægstu tindar, so spælir kosturin ein stóran leik lut. Tí hevur tað týdn­ ing, at tey, sum gera matin, verða uppdragin av nýggjum í mun til kost­ vanar. eydna@sosialurin.fo 25% betri, um tú etur rætt Magni Mohr loyvir sær at ivast í, um tað fer at hava nakra stóra ávirkan at hava eitt kostár. – Eg veit ikki um kostárið er loysnin, eg haldi tað vera betri at hava fokus á øllum tingunum allatíðina. Men kosturin er nakað, sum liggur djúpt í fólki. Tað er kanska nakað, tey eru upp­ drigin við, og nakað, tey seta í samband við okkurt positivt frá fortíðini. So tí er tað ofta ringt at broyta matvanarnar, og tað er øgiliga stór mótstøða ímóti at gera kostbroytingar. Tað tykist vera lættari hjá fólki at fara at venja. – Øgiliga nógv fólk fara at venja, tí tey hava trupul­ leikar við vektini. Men um vekttap er endamálið við venjingini, sum tað er hjá nógvum, so er tað nógv meiri effektivt at umleggja kostin, leggur Magni áherðslu á. – Men tað, sum ofta hendir, tá man fer at venja, er, at man fær tað sálarliga yvirskotið, sum krevst fyri at umleggja kostin. Tá er lættari at lata vera við at eta tey tingini, sum man veit man ikki skal eta. eydna@sosialurin.fo Umleggið kostin fyri at lætna KøKumentan – Vit hava eina sjúkliga køkumentan í Føroyum, sigur Magni Mohr Tilvildarlig mynd Magni Mohr, ítróttargranskari Mynd: Álvur Haraldsen Allar ítróttarhallir við virð ing fyri sær sjálvari hava eitt kafeteria við góðgæti og junk-food, og tú fært ongan ordiligan mat