Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 48 - 9. mars 2002 Nr. 48 - 9. mars 2002 13 VIÐMERKINGAR Jógvan Arge Líkt er til, at vit eru komin illa frá royndunum at finna útav, hvat oljuvinna undir Føroyum fer at merkja fyri føroyska samfelagið. Eitt prógv eru orðadrátt- urin og ruðuleikin, sum nú hevur verið um Menas-frá- greiðingina. Fróðskaparset- rið tykist vera nærum í upploysn av einari upp- gávu, sum okkara fremsti vísindaligi stovnur átti at havt lagt allan dent á at loysa fyrimyndarliga. Eitt úrslit av hesi gongd- ini er, at vit hava ikki enn fingið eina líkinda frá- greiðing um, hvat vit skula hugsa um, og hvat vit skula gera tann dagin, oljuvinna verður í fullum blóma undir Føroyum. Ein pulserandi oljuvinna kann vera komin inn á okkum, áðrenn vit hava fingið umrátt okkum, og enn eru vit ikki komin longur, enn at smádeilast um antin vit skula varðveita tað sera avgerandi kravið um keikantin ella ei. Góð ráðlegging í nítiárunum Men sama, um vit halda fast við, at alt skal um før- oyskan bryggjukant ella vit sleppa hesum kravi, so verða samfelagsligu árinini av oljuvinnu stór í Føroy- um. Men hvussu stór verða tey, og hvat skula vit gera fyri ikki at missa okkum heilt burtur í hesum møgu- liga dollaradansi? Vit eru langt aftur út í so máta. Og tað er vanda- mikið. Landsstýrið hevði í níti- árunum eina oljuráðlegg- ingarnevnd. Hendan nevndin, sum var mannað við umboðum fyri em- bætisverk og vinnulív gjørdi eitt dygdargott fyri- reikandi arbeiði, so farast kundi undir at leita eftir olju undir Føroyum. Nevndin lat á sumri í 1997 eitt gott álit úr hond- um. Hetta álit viðgjørdi ser- liga tey viðurskifti, sum høvdu týdning fyri for- kanningar og leiting undir Føroyum. Nevndin hevði eisini greið uppskot um mannagongdirnar hesa tíð- ina, og hvussu lógirnar skuldu setast saman. Landsstýri og løgting tóku væl undir við tilmælu- num, og hóast ikki øll vórðu samtykt, so er ar- beiðið hjá oljuráðlegging- arnevndini framvegis ein týðandi partur av grundar- lagnum undir tí, sum í dag hendir í oljumálinum í Før- oyum. Nevndin varð send til hús Men nú verður álitið skjótt uppi. Tá leitingarskeiðið er av, og tað kann verða so skjótt, verður væntandi næsta stigið, at farið verður undir at útvinna olju úr undirgrund Føroya. Hesi viðurskiftini kom oljuráðleggingarnevndin ikki reiðiliga til. Hon nevndi í stuttum, at í for- kanningar- og leitingar- skeiðunum var neyðugt at gera útreiðingar av ymsum spurningum, sum tóku seg upp um tilstundandi olju- vinnu. Nevnt varð, at stórt tilfar av samfelagsligum týdningi í so máta fanst í samfeløg- um, sum líkjast Føroyum - eitt nú Noregi, Skotlandi, Hetlandi, Orknoyggjum, Ný Funnalandi og fleiri. Men meir varð ikki gjørt burtur úr tá á sinni. Nærliggjandi var at hugsa, at hendan sama nevnd í einum ella øðrum formi beinanvegin fekk til setning at halda fram við sínum kanningar- og ráð- gevingararbeiði, men so varð ikki. Samstundis sum rættiliga varð farið til makrónurnar í oljumálinum, varð oljuráð- leggingarnevndin tikin av og send til hús. Nýggja samskipan av oljuráðlegging Tað var stórt spell, tí síðani hava vit ongan havt, hvørs uppgáva tað er at gera sær greitt, hvørji árinini av oljuvinnuni í veruleikanum verða, og hvussu vit skula fyrireika okkum til at taka ímóti teimum. Oljumálastýrið hevur staðið seg væl, síðani tað varð sett á stovn, og fær viðurkenning allastaðni frá. Fremst í tess huga liggur valla at fáa greiðu á øllum hesum viðurskiftum, tí stýrið hevur úr at gera við so mongum øðrum viður- skiftum. Loyvi mær tí at taka tráð- in upp aftur og mæla til, at sett verður ein nýggj olju- ráðleggingarnevnd, hvørs setningur verður at skipa fyri kanningum av árin- unum av oljuvinnuni og gera tilmæli um, hvussu føroyska samfelagið í øll- um lutum eigur at fyrireika seg til at taka ímóti hesi vinnu. Diplomaturin Árni Olafsson eigur enn einaferð at verða settur at standa fyri arbeiðnum. Ráðleggingin skal verða gjørd í góðum samljóði millum oljumála- stýrið og onnur stýri og umboð fyri bæði vinnulív og mentanarlív eiga at vera uppií. Allir hesir partar høvdu dugað at sett teir røttu spurningarnar og funnið teir røttu persónarnar og stovnarnar at gjørt arbeiðið, bæði føroyskar og útlend- skar. Pengarnir eiga fyri ein part at koma frá føroyskum stovnum og myndugleik- um, men ikki minst frá teimum oljufeløgum, sum hava bundið seg til at brúka stórar peningaupphæddir til júst fyrireikingar- og kann- ingararbeiði upp undir eina árinsmikla oljuvinnu í Før- oyum. Málið hevur skund, skula vit ikki verða tikin av fót- um. Kanningar mugu samskipast: Oljuvinnan og árinið á samfelagið Súni í Hjøllum Tjóðveldisflokkurin, Eysturoy Seinastu árini hava al- samt fleiri ásannað, at ríkisrættarliga støða Før- oya er ein vavgreytur. Fyrst í nítiárunum varð prógvað ferð eftir ferð, at vit livdu í einum ábyrgd- arleysum og ótryggum samfelag, sum rakti tey veikastu meinast. Føroy- ingar vórðu bundnir nið- ur av politiskum kreppu- tiltøkum, sum høvdu við sær, at fleiri túsund før- oyingar vórðu noyddir at fara frá húsi og heimi. So at siga ongin hevði álit á samfelagsskipanini - hvørki í Føroyum, Dan- mark ella í útheiminum. Búskapurin og vinnu- lívið í Føroyum vórðu við tíðini vorðin alsamt meira avlagað, so hvørt sum peningastreymurin úr Danmark øktist. Føgru orðini um, at hetta var hjálp til sjálvhjálp, hildu ikki. Avleiðingin varð stutt sagt, at vinnulívið í stóran mun als ikki stóð á egnum beinum, men hóraði einans undan, tí almennur rakstarstuðul varð latin. Á henda hátt hevði vinnulívið ongar tryggar karmar at menna seg undir. Á løgtingsvalinum 30. april 1998 bjóðaði tjóð- veldisflokkurin seg fram til at endurreisa sam- felagið á nýggjum grundvølli. Tjóðveldis- flokkurin gjørdist størsti flokkur á tingi, og flokk- urin fekk sostatt álitis- váttan frá veljarunum saman við øðrum góðum kreftum í okkara landi at skipa eitt føroyskt demo- kratiskt samfelag, har øllum borgarum verður tryggjað grundleggjandi og javnbjóðis rættindi – rættindi, sum ríkisfelags- skapurin við Danmark ikki hevði megnað at tryggja. Eftir valið eydnaðist tjóðveldisflokkinum at koma í samgongu, og sjálvstýrissinnað fólk í Føroyum kunnu nú stað- festa, at søguliga "Sam- gonguskjalið" setti ferð á skipaðu loysingina. Vit er mong, sum høvdu hugsað okkum, at tað gekk skjótari, men føroy- ingar hava ongantíð áður verið so nær einum sjálv- berandi búskapi. Føroyingar eru eitt dugnaligt og arbeiðssamt fólk. Nú hava vit eisini eitt stolt og sjálvberandi vinnulív. Nú hava vit sum fólk veruliga møguleika at seta okkum greið mál á øllum samfelagsøkjum – fyri allar føroyingar, yngri sum eldri. Frælsis- kósin er sett, men langt er á mál. Sterkar kreftir vilja nú leggja stilt og venda aftur til tað ótryggja samband- ið, ið tekur alla ábyrgd burtur. Vinna hesa røddir løgtingsvalið, býður ikki bøtur, vit falla aftur í heimastýrisgarðin og studningsmeldurin, sum leiddi land og fólk út í ófrælsi og fátækradømi. Tað er mín vón, at allar góðar sjálvstýrishugaðar kreftir í landi okkara standa saman um frælsis- strembanina. Frælsiskósin verður hildin við tjóðveldis- flokkinum í landsins leiðslu! Kósin er sett Kristina Háfoss Løgtingsvalevni Tjóðveldisfloksins Alheimsgerðin ber við sær, at mørk millum lond hvørva og at mentanir kring allan heim líkjast alsamt meira. Samstundis sóknast fólk alsamt meira eftir øðr- vísi og serstøkum mentan- um. Mentan hevur tískil í dag ikki bert týdning fyri samleikan og vælferðina hjá eini tjóð, men fær somuleiðis alsamt størri búskaparligan týdning. Týdning fyri føroyskt vinnulív Mentan føroyinga er við til at ríka hvønn einstaka før- oying eins væl og henda er ein avbera góð umboðan av Føroyum í umheimi okk- ara. Eitt nú hava føroyskar bókmentir og føroyskir listamálarar fingið heiður- lønir og viðurkenning í út- londum og somuleiðis eru føroyskir sniðskerar og tón- leikarar, ið liva av at bera fram teirra list í útlondum. Somuleiðis hava ítróttar- fólk okkara verið virkin umboðsfólk fyri Føroyar í útheimi. Hetta er alt við til at gera umheimin varugan við, at har er eitt lítið land við rík- ari mentan uppi í Norður- atlantshavi, ið eitur Føroy- ar. Hetta hevur so avgjørt positiv árin á føroysku út- flutningsvinnuna og ikki minst á ferðavinnuna. Somuleiðis gerast vinnur, ið eru grundaðar á mentan - eitt nú innan tónleik, bók- mentur og film - í alsamt størri mun vinnur, ið hava stóran búskaparligan týdn- ing fyri grannalond okkara. Vinnur grundaðar á mentan fara óivað eisini at fáa størri leiklut í føroyskum vinnulívi í framtíðini. Tað átti tískil at verið sjálvsagt, at føroyska vinnulívið og tað almenna vóru saman um, at gera karmarnir fyri føroyskari mentan betur. Betri karmar Mentan er eitt umfatandi fyribrigdi, ið fevnir um allan okkara gerandisdag. Eg fari tískil bert at nema við partar av føroysku mentanini, ið eg meti hava tørv á, at fáa betur karmar. • SVF skal raðfestast hægri og fáa hægri játtan á fíggjarætlanini • Tjóðarleikpallur og lista- skúli skulu byggjast • Mentanarhús til ungdóm- in í kommunum runt allar Føroyar • Føroysk mentan raðfest- ast enn hægri í skúlunum • Skráseta øll føroysk forn- minnir og endurskoða friðingarlóggávuna sum skjótast • Betri karmar til listafólk eitt nú umvegis hægri játtan til Mentanar- grunnin • Størri stuðul til bók- menta-, tónleika-, sjón- leika- og filmsframleið- slur v.m. Verður bøtt um karmarnar við omanfyristandandi til- tøkum, vil hetta geva føroy- skar mentan munandi betri møguleikar at liva og mennast í føroyska sam- felagnum. Týdning fyri samleika og vælferð Føroyingar mynda føroysku mentanina og føroysk mentan myndar føroyingar. Mentan er avgerandi fyri samleikan og vælferðina hjá eini tjóð og er føroysk mentan nakað, ið vit føroy- ingar kunnu standa saman um og kenna okkum sjálv aftur í. Alheimsgerðin ber við sær, at mørk millum lond hvørva og at mentanir kring allan heim líkjast alsamt meira. Føroyska samfelagið byggir tó í dag á ein sterkan mentanararv, ið hevur yvir- livað hóast mótgang og fer føroysk mentan eisini í framtíðini, at menna seg í samanspæli við útlendskar mentanir, um karmarnir verða teir røttu. Tað er tískil avgerandi, at vit gera okkara til, at skapa karmar soleiðis, at mentan okkara kan liva og mennast - til frama fyri samleika, vinnu- veg og vælferð okkara. www.hafoss.com Føroysk mentan – týdning fyri samleika, vinnulív og vælferð Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn Tórshavnar Býráð samtykti hóskvøldið, at Tjarnargarð- ur skal brúkast til røktar- fyribyrgjandi stovn til heimabúgvandi pensiónist- ar. Tjarnargarður verður nýggja navnið á Marinusta- tiónini við Hoyvíkstjørn, tá í kommunan komandi sum- mar yvirtekur bygningin. Uppvenging og umlætting Ein partur av bygninginum skal brúkst til uppvenjing og umlætting fyri heima- búgvandi pensiónistar. Uppvenjingarstovan verður skipað við eini ergo- og fysioterapi, har sjúklingar kunna búgva í longri tíðar- skeið, meðan tey fáa upp- venjing aftan á sjúkravið- gerð. Talan kann eisini vera um fólk, sum ikki kunna fara heim beinanvegin, tí broyt- ingar skulu gerast í heimi- num. Fólk kunna eisini koma á Tjarnargarð fyri at meta um støðuna hjá teim- um, soleiðis at tey fáa røttu viðgerðina. Í Danmark hava tey sera positivar royndir við upp- venjingarstovum. Ofta hendir tað góða, at sjúk- lingurin fær so mikið góða likamliga og sálarliga røkt, at hann gerst meira sjálv- bjargin og kann flyta heim- aftur heldur enn á røktar- heim. Dagstovnur til heima- búgvandi minnisveik Ein partur av bygninginum skal brúkast til dagstovn hjá heimabúgvandi minnis- veikum. Minnisveik er ein samfelagsbólkur, sum er sera illa fyri í dag. Eitt dag- tilboð til minnisveik kann verða við til at menna tann minnisveika, samstundis sum tað lættir um gerandis- dagin hjá avarðandi. Við hesum tilboð er kommunan við til lætta nakað um um- støðurnar hjá minnisveik- um. Tað næsta stigið verður at byggja røktarheim til minnisveik. Arbeiðið við einum røktarheimið til 16 minnisveik er væl á veg. Tilboðini uppá byggjing eru komin inn. Vónandi gongur tað ikki lang tíð, áðrenn arbeiðið fer at byrja. Lívsgleði og trivnaður í hásæti Við samtyktini hóskvøldið er býráðið komi eitt stig longri við tí eldrapolitikki, sum var stungin út í korti í desember 1999 í álitinum »Tey gomlu í Tórshavnar kommunu«. Vónandi held- ur hesin politikkurin fram, til vit ein dag kunna bjóða okkara gomlu eitt virðiligt lív, har lívsgleði og trivnað- ur er í hásæti. www.lindenskov.com elin@lindenskov.com Tjarnargarður nýggjur fyribyrgjandi stovnur VIÐMERKINGAR William Max Hansen Valevni Javnaðarfloksins, Eysturoy Fullveldisekperimentið hjá samgonguni hevur higartil kostað føroyingum hundra- tals mió. krónur í útreiðlum og mistum inntøkum, har- næst kemur so tann haturs- kenda spjaðingin í fólki- num, við teimun sonevndu rættu ella ikki rættu føroy- ingumum. Fullveldi ella tjóðarfrælsi á papírinum, kann als ikki einsamalt tryggja okkum nakað sum helst. Var tað so einfalt, at fullveldi gav okk- um veingir, so tók eg eisini undir við loysingini nú, men soleiðis er tað jú ikki hjá øllum, langt ífrá tí. Man kann so spyrja seg sjálvan, hvør fylgir við tið- ini, teir ella vit sum siga: FÓLKIÐ FYRST. Tí eitt er vist, avleiðingarnar eru tíðiligar, tað skal eg koma aftur til eitt sindur seinri. Fullveldisverkætlanin er ein ætlan uttan nakað ítøki- ligt atlit til lívsfrælsi og lívskvalitet føroyinga. Tað tekur als ikki hædd fyri, at nútíðar føroyingurin longu hevur eina sosiala tilvitan, sum krevur eitt samhalds- fast lívsfrælsi við nøktandi lívskvaliteti, har andaligt og hugsjónarlig frælsi er ein sjálvfylgja, og har nøkt- andi fíggjarviðurskifti skulu til fyri at geva realist- isk spælirúm fyri persón- ligum og sosialum frælsi.Viðhvørt kann ein fáa tað fatan, at hin ágang- andi nationalromantiski fullveldisdreymurin í ov stóran mun verður borin uppi av einari ella aðrari undirlutakenslu, tí tað er loysing fyri loysiningina skyld - kosta hvat tað vil. Gongdin á arbeiðsmarkn- aðinum undir loysingar- samgonguni vísir klárt, at fólk vil hava lívsfrælsi og lívskvalitet heldur en na- tionalromantisk fullveldi. Tey mongu verkføllini inn- an flestu vinnugreinar hava verið fyri persónliga at fáa rúmsáttari fíggjarkarmar og harvið størri lívsfrælsi og lívskvalitet. Vit kenna øll gongdina. Einki av hesum verkføllum hevur verið til gagn fyri fullveldissakina. Einvegis avgerðin um niðurskurðin av blokkinum í ótíð uttan fyrst at seta seg inn í veruliga fíggjarliga tørvin bæði innan skúla- verkið, almannaøkið og heilsuverkið talar fyri seg. Føroyingar eru eisini nú so smátt farnir at merkja av- leiðingarnar av fullveldis- sparingunum. (sparing skal valdast) Trupulleikar á skúlunum grundað ov lítla játtan. Sjúkrasystrarnar á lands- sjúkrahúsinum fóru í verk- fall fyri at vísa á tær prak- tisku avleiðingarnar av full- veldissparingunum og tað fíggjarligu niðurpíningina á heilsuverkinum. Ansing- artrupulleikar á barnaøki- num og tann mestsum skandaløsa støðan á eldra- økinum skulu eisini síggj- ast sum ein fullveldisav- leiðing. Alt hetta er bert ein byrjan, tí blokkurin fór ikki at minka fyrrenn 1. Januar í ár. Men uttan mun til, hvussu leikur fer, so hevur hendan samgongan verið føroyingum dýr, og teirra fullveldiseksperiment hev- ur longu nú máað av okkara lívsfrælsi. Hetta vil javnaðarflokkurin: Samstarv í ríkisfelagsskapi Javnaðarflokkurin ásannar, at samstundis sum kósin er sett móti politiskum sjálv- stýri, gerst tað uppaftur meira neyðugt, at Føroyar ikki verða avbyrgdar við at avsiga sær samstarvsmøgu- leikar. VIT HAVA BRÚK FYRI altjóða samstarvi, og norðurlenskum samstarvi. Men serliga hava vit brúk fyri tí samstarvi, sum ríkis- felagsskapur er karmur um: Í ríkisfelagsskapinum hava føroyingar í dag stórar ítøkiligar fyrimunir á t. d. ú t b ú g v i n g a r ø k i n u m , sjúkrahús- og heilsuøki- num annars, tí sosiala øki- num, tí fyrisitingarliga øki- num, arbeiðsmarknaðar- økinum, uttanríkisøkinum, tí tøkniliga økinum og tí mentunarliga økinum. At avsiga okkum samstarv í ríkisfelagsskapinum er at avsiga okkum tann sjálv- sagda rættin til hesar fyri- munir. Javnaðarflokkurin ásannar, at tað verður eitt strævið og tógvið stríð at vinna Føroyum búskapar- ligt sjálvbjargni við einum minkandi ríkisstuðuli, sam- stundis sum vit ikki bert varðveita men eisini fram- vegis skulu menna tað før- oyska vælferðarsamfelagið. Tí hava vit brúk fyri tí rætta samstarvi. Sum kann fáast í ríkisfelagsskapi. Eisini fyri at eiga møguleikar at finna serstakar loysnir, tá um- støður ikki eru okkum til vildar. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at búskaparliga støðið undir føroyska vælferðar- samfelagnum eigur at vera grundað á okkara egnu framleiðslu. Tí vil Javnað- arflokkurin, at ríkisveiting- ingarnar verða brúktar at styrkja sjálvbjargni í Før- oyum. Sjónarmið okkara er, at peningaveitingin millum partar í einum ríkisfelags- skapi hava til endamáls at tryggja øllum eitt virðiligt lív. Veitingarnar frá danska statinum til Føroya er ikki olmussa, men natúrligur rættur í tí samstarvi, sum ríkisfelagsskapurin er karmur um. Tað er langt síðani, at javnaðarflokkurin ásann- aði, at neyðugt var at fremja djúptøknar broyt- ingar í ríkisrættarviður- skiftum Føroya. Bæði í samgongu og í andstøðu hevur Javnaðarflokkurin skotið upp, at verandi heimastýrislóg verður av- tikin, og sett verður ein sjálvstýrislóg ístaðin, sum ruddar slóð fyri veruligum sjálvræði. Ríkisfelagskapurin Før- oyar og Danmark ímillum eigur, sum lagt í stjórnar- skipanina fyri Føroyar 23. Mars 1948, at botna í tí fulla og óskerda manna- frælsinum. Hetta vil í hesum føri siga, at báðum tjóðunum, teirri føroysku sum teirri donsku, er frítt at fara úr stjørnarliga og fíggjarliga felagsskapinum, um eitt mál ella eitt málsøki verður yvirtikið, soleiðis at Føroya løgting og landsstýri taka við teirri lógarligu, fíggjar- ligu, umsitingarligu og sið- menningarligu ábyrgdini av málinum ella málsøkinum. Hesin "generelli" rættur til báðar síður røkkur líka at loysingini. Spurningurin er tí sera einfaldur, vilt tú sleppa út úr ríkisfelags- skapinum er eingin foring. Javnaðarflokkurin leggur doyðin á, at allar broytingar og nýskipanir verða framd- ar á tryggum grundarlag, til tess at føroyingar ikki við sjálvstýrinum missa meir fyri minni. Javnaðarflokkurin leggur tí alstóran dent á, at arbeitt verður við ábyrgd og við skili framímóti støðugt økt- um sjálvstýri. Hetta merkir m.a., at fíggjarligu og um- sitingarligu fortreytirnar skulu vera í lagi áðrenn yvirtøkur verða framdar, dentur verður lagdur á yvir- tøkur av øllum málsøkjum, tí Javnaðarflokkurin heldur føroyingar vera best førar fyri at taka avgerðir, sum viðvíkja føroyingum sjálv- um, innanfyri ríkisfelags- skapin. Fullveldiseksperimentið Sune Jacobsen Valevni fyri Sambandsflokkin í Vágum Tann, sum vil einum máli væl, roynir eftir førimuni at fyrireika hetta so væl, at eingin kann seta ein fingur á nakað. Soleiðis er ikki við máli- num um Norðoyatunnilin. Fyri at gera seg sjálvar áhugaverdar, vevja løg- maður og Karsten Hansen alt upp í ein ellubita, og leggja fyri tingið, tveir tím- ar fyri evsta mark, eitt upp- skat, sum ikki er borðbart og tí ikki kann verða sam- tykt, tí har er einki at sam- tykkja. Hvussu leikur fer, kann tíðin bert vísa, men verður hetta málið samtykt í ver- andi líki, eigur eitt ískoyti at verða sett í frágreiðing- ina um 80- árini, nevniliga hetta. Fyri at alt ikki skuldi enda í einum hurlivasa aftur eftir 80-árini, varð roynt at stramma tingini upp. Nýggj ting- og stýris- skipan varð fingin til vega, sum skuldi seta skott mill- um lóggevandi og útinn- andi valdið, ella millum løgtingið og landsstýrið. Løgmaður fekk víðar heimildir, og tað fekk hann sjálvandi, tí teir sum skriv- aðu stýrisskipanina rokn- aðu við, at tað var so fræg- ur ryggur í løgmanni, at hann dugdi og tordi at brúka hesar heimildir. Sosialurin hevur í smá- lutum lýst fyri okkum, hvussu málið um Norðoya- tunnilin, tveir tímar fyri evsta mark, varð skrumblað ígjøgnum, og helst verður sent aftur í høvdið á løg- manni. Bjarni Djurholm, sum umsitur málið, sigur, at málið er so ófullfíggjað, at hvørki hann ella umsitingin í Vinnumálastýrinum kundu leggja navn til. Hvør í umsitingini so hevur lagt navn til, veit eg ikki í skriv- andi løtu, men løgmaður vildi ikki sita eftir við Svarta Peri, og tí sendi hann í bráðskundi málið niðan á løgtingsskrivstovu- na. Nú er tað soleiðis við einum Svarta Peri, at hann hvørvur ikki út í bláa luft. Málið endar fyrr ella seinni í eini nevnd, og tá kemur nevndin at sita eftir við honum, allar helst Heini O Heinesen. Onnur umbering hjá løg- manni var, at um hann ikki legði málið fram, so hevði onkur annar landsstýris- maður gjørt tað, og so kundi tað verið brúkt ímóti mær politiskt í ólukkumát. Hetta er tvætl frá byrjan til enda. Løgmaður sam- skipar arbeiði hjá lands- stýrismonnum, og tí hevur hann regluliga landsstýris- fundir, har øll uppskot verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið. Skuldi tað hent, at t.d. Kar- sten Hansen á einum lands- stýrisfundi segði, at hann fór at leggja málið um Norðoyatunnilin fram, kundi løgmaður víst hon- um á grein 33 í stýrisskip- anarlógini, sum gevur løg- manni heimild at senda Karsten Hansen tvørtur um Leirvíksfjørð sama dag sum fyrrverandi lands- stýrismann. Men hetta er sjálvandi ein spurningur um at tora at vera løg- maður. Hvat skal so løgtingið taka støðu til? Løgtings- málið skal geva P/F Norð- oyatunnlinum heimild at gera veg og tunnil millum Eysturoy og Borðoy. Men í málinum eru viðlagdar níggju ymiskar linjuføring- ar. Tá málið verður beint í Vinnunevndina, skal Heini O Heinesen geva tinginum eitt tilmæli. Í álitinum skal hann mæla tinginum til at samtykkja ella ikki at sam- tykkja uppskotið. Hvat skal tingið samtykkja: linjufør- ing 1,2,3... ella 9 ella er tað frítt val. Tað ber snøgt sagt ikki til. Og tá situr Heini O Heinesen eftir við Svarta Peri. Nei, norðingar nýtast ikki at vera bangnir fyri, at fasta sambandið ikki verð- ur veruleiki. Eingin rætt- siktaður fer at tosa um annað enn fast samband millum Eysturoy og Borð- oynna til frama fyri landið alt, men málið má vera borðbart. Teir, sum nú sita, høvdu ikki stundir at gera arbeiði til lítar, og tí skal tað nú brúkast til politiska kastibløku. Hetta álvarsmál fyri tykkum og okkum hevði annað uppiborið. Norðoyatunnilin - politisk kastibløka C M Y K 13 12