leygardagur 9. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 9. mars 2002
15
niður í kavan. Ein er eftir
umborð, og blakar hann
skíir og skístavar niður til
hinar.
Tað er eitt øgiligt rokilsi,
meðan hetta stendur uppá.
Fitt av vindi er, og kavin
flýgur í allar ættir.
Nú byrjar ævintýrið av
álvara.
Tyrlan fer av stað, og teir
gera seg klárar. Skístyvl-
arnir verða spentir, og skíð-
urnar settar á. Og so gongur
skjótt fyri seg.
Oman móti
Klaksvíkini í slalom
Teir fara við fullari ferð í
allar ættir, teir skulu jú
stuttleika sær eina løtu,
áðrenn farið verður oman.
Eftir eina løtu hittast teir
aftur, og so verður farið
omaneftir. Teir fara ymsar
vegir, men allir hava til fel-
ags, at tað gongur skjótt,
rættiliga skjótt.
Ferðin kann hjá onkrum
koma upp á 120 km/t eftir
beinum strekki, og tað er jú
ikki heilt smávegis.
Leiðin
oman
gongur
gjøgnum tað vestaru síðuna
av Kjølinum, og er hetta
ikki vandaleyst. Á vegnum
eru fleiri hamrar, og rakar
man ein av hesum, so er
spælið liðugt. Tí skíða teir
slalom fyri at halda ferðini
niðri, so teir betur fáa stýrt
leiðini.
Av og á steðga teir á og
taka onkra myndina, sum
skal goymast sum eitt
minni um hesar minniligu
skítúrarnar.
Vandamikil túrur
At hesin túrurin ikki er fyri
smábørn, prógvar Lois, tá
hann við fullari ferð endar
yts á einum hamri. Hann
fær tíanbetur steðga, áðr-
enn hann fer útav; men
hevði hann ikki verið kvik-
ur, so hevði uttan iva endað
galið.
Jan rennir seg eisini inn í
trupulleikar, tá spennið á
skínum brotnar. Men hinir
gera skjótt av, taka lissurnar
úr jakkunum og binda síðan
skístyvlarnar fastar á skí-
urnar, so Jan kann halda
fram. Men hóast hetta rigg-
ar, so er torført hjá Jan at
skíða. Men hann gevst ikki,
og kemur eisini oman í øll-
um góðum.
Til Fraklands
Eftir góðan tíma á fjallinum
koma teir oman móti
Klaksvíkini. Teir eru troytt-
ir, men væl nøgdir við túr-
in.
– Eg føli á kroppinum, at
eg havi upplivað okkurt í
dag, sigur Svend, tá hann er
komin oman í heilum
skapi.
Teir tosa longu nú um,
nær næsti túrurin skal
verða, og verður tað uttan
iva heilt skjótt. Men tó, teir
vilja fegnir hava fleiri av-
bjóðingar enn bara fjøllini í
Føroyum.
Síðst í hesum mánaðin-
um fara nakrir av teimum
ein túr til Val Thorens í
SuðurFraklandi, har teir í
11 dagar fara at hugna sær í
teim fronsku Alpunum.
Hetta er ikki fyrsta skíð-
ferðin hjá teimum, men
neyvan heldur tann síðsta.
Tyrlan fer avstað og letur dreingirnar verða eftir á fjallinum
Gott lag var á dreingjunum
Louis og Poul á veg oman móti Klaksvíkini
Skíir og skístavar vórðu kastaði út frá tyrluni
15
14
Nr. 48 - 9. mars 2002
– Adrenalið pumpar í
kroppinum, og tú
veitst, at tú hevur
tikið ein kjans. Um
hetta gongur galið, so
gongur tað ordiliga
galið. Tað er tað, sum
ger tað so stuttligt at
standa á skíð. Hetta
sigur Mogens Peter-
sen, sum var ein av
teimum 7, sum fóru
við tyrluni
mikudagin niðan á
Myrkjanoyrafjall at
standa á skíð
SKÍING
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík,
Sosialurin:
Klokkan er eitt mikudag,
og teir standa á tyrlupallin-
um og bíða eftir tyrluni.
Hon skal líka bunkra
onkrastaðni, áðrenn hon
kann koma eftir teimum, so
teir hava sett seg inn í skúr-
ið við einum kaffimunni.
Prátið gongur óført, teir
tosa um skítúrar, skíkapp-
ingar og ikki minst um fyri-
standandi túrin við tyrluni
niðan á Myrkjanoyrafjall.
Leigað tyrlu
Hesir 7 hava leigað sær
tyrluna at flúgva teir niðan
á
Myrkjanoyrafjall
við
skíðunum. Ætlanin er at
skíða oman móti Klaks-
víkini, eftir at tyrlan hevur
sett teir av.
Hesir 7 eru Poul Joensen,
Louis Poulsen, Mogens F.
Petersen, Svend Hansen,
Regin
Simonsen,
Jan
Andreasen og Árni Østerø,
og er hetta triðju ferð, teir
skipa fyri einum slíkum
túri.
Hesuferð sleppa vit eisini
við.
Fjálturstungnir
Ein motorur hoyrist langt
burturi, og ljóðið kemur
nærri og nærri. Knappliga
er hon beint yvir okkum,
tyrlan hjá Atlantic, sum
skal flúgva okkum niðan á
fjallið.
Dreingirnir hyggja hvør
eftir øðrum, og teir tykjast
eitt sindur fjálturstungnir
beint nú. Onkur sigur
skemtandi, at adrenalið fer
at koma út gjøgnum oyrini
skjótt, so hart tað pumpar.
Men hetta er skjótt
gloymt, og teir renna niðan
móti tyrluni, blaka allar
skíurnar inn og síðan eisini
seg sjálvar.
Tyrlan lyftir seg upp, og vit
flúgva yvir Klaksvíkini.
Sýnið er av besta slag, og
hvør situr í sínum lag og
hyggur út gjøgnum vind-
eyguni. Húsini gerast minni
og minni, og bilarnir síggj-
ast nú bert sum smáir
prikkar langt, langt niðri.
Hoppa úr
Vit eru í luftini í eini 3
minuttir, so eru vit yvir
Myrkjanoyrafjalli. Tyrlan
fær ikki sett seg niður, so
dreingirnir hoppa úr henni,
meðan hon enn er á flog,
Teir tora !
Regin Simonsen, Jan
Andreasen, Mogens F.
Petersen, Louis Poulsen, Poul
Joensen, Árni Østerø, Svend
Hansen
Meðan bíða var eftir tyrluni, fingu teir sær kaffi inni í skúrinum á tyrlupallinum
Veðrið var sera gott henda dagin
C
M
Y
K
14