Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 48 - 9. mars 2002 Nr. 48 - 9. mars 2002 17 Fyri føroysku mið- námsútbúgvingarnar og danskar universi- tets útbúgvingar um- vegis kvote 2 er um- sóknarfreistin eina lítla viku burtur ÚTBÚGVING Heri á Rógvi Tey, ið ætlaði sær undir víð- ari útbúgving eftir summar- frítíðina og skulu skifta lærustovn hava alsamt styttri umhugsunar tíð. Fyri føroyskar miðnámsútbúgv- ingar og kvote 2 umsóknir í Danmark er umsóknar- freistin 15. mars, og hesin dagurin nærkast alsamt. Fyri onnur lond eru aðrar freistir galdandi meira fæst at vita um hesar á www.ask.fo. Serliga í sam- bandi við útbúgvingarnar uttanlands er nógv fyrireik- ing, ið skal fáast frá hond- ini, soleiðis at tað hevur skund hjá teimum, ið ætla at søkja, um at fáa í øllum førum umsagnarviðurskift- ini í rættlag. Umframt at søkja til sjálva útbúgvingini skal tú í nógvum førum eis- ini í holt við at søkja m.a. býli. Miðnámsútbúgving Teir tíggju miðnámsskúlar- nir í Føroyum skulu allir sum ein hava nýggj fólk til eftir summarfrítíðina. Onk- ur hevur kanska lagt til merkis, at lýsingaherferðir eru bæði at síggja og hoyra, har teir ymsu skúlarnir kappast um at sleppa fram- at teimum søkjandi. Ein umsókn um upptøku til ein miðnámsskúla skal sendast skúlandi, har tú søkir, upplýsir Eyðgunn Samuelsen, deildarleiðari í Undirvísingar og Menta- málastýrinum. Talan er kortini um eina samskipaða umsóknarskipan, har tann einstaki kann hava fleiri ynski um miðnámsskúlar. Verður ein umsókn ikki lat- in skúlanum til tíðina, so verður hetta viðmerkt í sjálva umsóknini, og ov seinar innlatnar umsóknir verða viðgjørdar fyri seg, um teir verða viðgjørdar yvirhøvur. Eyðgunn Samuelsen upplýsir, at tað í fjør vóru 974 fólk, sum søktu um upptøku til eina miðnáms- útbúgving. 830 av hesum sluppu ígjøgnum nálar- eyga. Orsøkin til, at ikki øll sluppu inn, var fyri tað mesta, at plásstrot var á fleiri av skúlanum, soleiðis at fleiri næmingar ikki fingu upptøku í skúlanum, har teir ynsktu. Tað verður væntandi greitt um hálvan apríl, hvør verður upptikin á mið- námsútbúgvingunum. Kvote 2 Tey, ið ætla sær undir lestur á hægri læristovni í Dan- mark, mugu eisini gera skjótt av. Tað er nevniliga soleiðis, at umsøkjarar um- vegis kvote 2 skipanina skulu latið umsóknirnar inn 15. mars. Í umsøkjarara- heftinum hjá KOT (Den Koordinerede Tilmelding) stendur at lesa, at umsóknir umvegis kvote 2 skulu vera skúlanum í hendi innan á miðdegi – kl. 11. føroyska tíð – fríggjadagin 15. mars. Tá søkt verður umvegis kvote 2, so skulu tey søkja, ið ikki hava nóg mikið í miðal í teirra miðnáms- prógvið, eins og tær út- búgvingarnar, ið hava upp- tøkuroynd, hoyra undir kvote 2. Meira fæst at vita um hesar útbúgvingar við at leita út á alnetið á eitt nú www.mfs.fo ella www.r-u- e.dk. 27. juli fæst at vita, hvørt tú ert upptikin ella ei. 15. mars – umsóknarfreistin nærkast Triðja bindi í røðini Føroyskt Lógar Rit er útkomið. Hesaferð er temaið rættur, skattur og olja. Endamálið við lógarritinum er m.a. at fáa skrivaðar góðar og fakliga rætt- ar greinir um føroysk lógarviðurskifti, ljóð- ar tað frá ritstjórnini ÚTGÁVA Heri á Rógvi Triðja bindið í røðini Føroyskt lógarrit er komið út. Hesaferð er temaið rætt- ur, skattur og olja. Hetta triðja bindið í røðini telur fleiri greini og fleiri blað- síður enn tey bæði undan- farnu. Greinarnar í ritinum hesaferð eru fimm í tali. Árni Olaffson hevur skriv- að eina grein við heitinum Landgrunsmarkið móti Bretlandi. Jógvan Elias Winther Poulsen hevur skrivað greinina Loyvi til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum á føroyskum øki. Asbjørn Olsen, sum til dagligt fæst við skatta- viðurskifti, hevur skrivað eina grein um skattaviður- skifti í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Grein- in hevur heitið Avskriving- ar hjá útlendskum feløgum, sum bert eru skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini. Afturat hesum hevur Kári á Rógvi skrivað tvær greinir um ásetingar og orðingar í sambandi við lóg. Hetta er sum áður nevnt triðju ferð, at Føroyskt Lógar Rit kemur út. Hetta triðja bindið gjørdist eitt sindur seinkað og skuldi av røttum verið komið út í fjør. Ætlanin fyri Føroyskt Lógar Rit er at geva út til- fari um lógarviðurskifti í Føroyum, har hugt verður eftir ymiskum evni, eins og tað kann vera ymiskt, hvat fyri slag av tilfari kemur at standa í. Miðjað verður ímóti av hava bæði teoret- iskar viðgerðir eins og lýs- ingar av praksis innan fyri- siting í Føroyum. Alt arbeiði í sambandi við Føroyskt Lógar Rit verður gjørt sjálvboðið. Landið letur stuðul til ar- beiði, men hesin fer til at fáa ritið prentað. Ein ritstjórnin stendur aftanfyri Føroyskt Lógar Rit. Í løtuni er Birta Biskopstø ovasti ritstjóri. Hon sigur tað vera eina stóra uppgávu at fáast við ritið, men tey dríva á. Ætlanin aftanfyri Lógar Ritið er fyrst fremst tað, at stórur tørvur á lógartilfar av hesum slag í Føroyum. Ritstjórnin miðjar ímóti at fáa skrivaðar góðar og fak- liga rættar greinir um før- oysk lógarviðurskifti. Lógar Ritið er ikki skriv- að við bert tí fyri eygað at stimbra eitt kjak í Føroyum. Heldur verður roynt at varpa ljós á nøkur viðurskifti innan lóg í Føroyum. Hvørt bindið sær hevur eitt tema. Tey bæði fyrru bindini tóku temaini Fólk og Fullveldi og Sjálvræði og Sjómark upp at venda. Føroyskt Lógar Rit er skrivað av lógarkønum, men er ikki ætlað nøkur ávísum málbólki ella fak- bólki. Føroyskt Lógar Rit fæst í bókabúðum kring landið. Nýtt Lógar Rit Partur av ritstjórnini og greinahøvundunum í Føroyska Lógar Ritinum. F.v. Jógvan Elias Winther Poulsen, Birta Biskopstø, Kári á Rógvi og Sigmundur Isfeldt. Mynd: Heri Granskingardepilin fyri Økismenning skipaði í vikuni fyri einum seminari fyri kommunalpolitikaru num í Føroyum SKEIÐ Heri á Rógvi Kommunalpolitikarar úr nógvum kommunum í landinum máttu mestsum aftur á skúlabonk í vikuni. Orsøkin var tann, at skipað varð fyri einum seminari fyri teimum mongu politik- arunum í býar- og bygdar- stýrunum kring landið. Seminarið varð hildið hós- dagin og fríggjadagin, og luttøkan var sum heild góð. Granskingardepilin fyri økismenning skipaði fyri seminariinum, sum varð hildið á Hotel Føroyum. Heitið á ráðstevnuni var Kommunan í framtíðar Føroyum – leiklutur, upp- gávur og bygnaður. Fyrireikararnir høvdu fingið hendur á fleiri út- lendskum røðarum. Úr Norra vóru komnir ikki færri enn tríggir serfrøðing- ar. Hesir høvdu allir eina framløgu tann seinni dagin, fríggjadagin. Hósmorgunin setti An- finn Kallsberg, løgmaður, seminarið. Teir tríggir, Hil- mar Høgenni, Suni á Dalbø og Bjarni Mortensen saman við Dennis Holm, høvdu hvør sína framløga henda fyrra dagin. Eisini ein ís- lendskur samfelagsfrøðing- ur helt ein áhugaverdan fyrilestur um kommunalar samanleggingar. Báðar dagarnar varð har- afturat skipað fyri kjakið í bólkum, har bólkarnir eis- ini skuldi leggja fram, hvat teir vóru komnir til. Fólk valdu seg sjálvir í bólkar eftir áhuga og evni. Eitt evni sær varð knýtt at tí ein- staka fyrilestrarhaldara- num. Kommunupolitikarar úr ymsum pørtum av landinum vóru á seminar um framtíðar kommununa í vikuni. Mynd: Jens Kristian Vang. Kommunan í framtíðar Føroyum – Oljufeltini í bretska partinum av Atlants- mótinum goyma fleiri milliardir tunnur av olju. Schihallion og Foinaven framleiða. Latið verður upp fyri Clair. Staðfest er at henda virkna kolvetnisskipanin eisini gongur inn á føroyskt øki. Tí er grund til bjartskygni, men samstundis mugu føroyingar geva tol. Eftir boringina í juni kunnu vit fara frá spekulatiónum til verulig tíðindi. Vit síggja fram til eitt positivt úrslit í juli ella í august sigur Hesstjóri OLJULEITING Jan Müller Fáa teir tey neyðugu loyv- ini at bora ein avmarkingar- og metingarbrunn á bretsk- um øki ikki so langt frá fundinum á føroyska land- grunninum, verður borurin settur í longu í juni. Hetta sigur nýggi leitistjórin hjá Amerada Hess, Andrew Lodge, sum fyri fyrstu ferð vitjaði í Føroyum hósdagin. Tá hitti hann umboð fyri Oljumálastýrið og vitjaði skrivstovuna hjá Hess- samtakinum og hjá Atlants Kolvetni í Havn. Sosialurin fekk orð á leitistjóran, áðrenn hann fór avstað aftur. Andrew Lodge hevur arbeitt í olju- vinnuni stóran part av lívi sínum og hevur virkað fyri skiftandi oljufeløg, fyri BP, fyri australska felagið BHP og nú at enda fyri Amerada Hess. Hann er útnevndur til leitistjóra hjá felagnum fyri Europa, Norðurafrika, Asia og Brasilia. Atlantsmótið og harvið Føroyaøkið er partur av hansara arbeiðs- øki. Hóast hann ikki hevur vitjað her áður, so hevur hann kortini arbeitt við tí føroyska økinum. Tað var tá brunnurin í Lopra varð bor- aður av nýggjum. Tá var hann við í arbeiðinum hjá BHP og var við á fundum hjá Danop í Danmark. Andrew Lodge hevur ann- ars drúgvar royndir á Atlantsmótinum. Í nógv ár arbeiddi hann hjá BP, nett- up á Atlantsmótinum. Árið eftir at BP fann risastóra Clairfeltið, tað var í 1978, var hann við til at bora brunn í hesi nýggju og komandi oljuprovinsini. Og hóast mong svørt skýggj enn hómast, og nógvir brunnar hava verið turrir øll hesi seinastu 25 árini, so heldur Andrew Lodge kortini, at framtíð liggur í hesum stóra økin- um. Hann vísir til tær báðar oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion, sum prógva, at nógv olja er í økinum. Tilsamans goyma tær meira enn eina milliard tunnur av olju. Hann heldur tí ikki, at føroyingar skulu missa vónina, nú tveir av teimum fyrstu brunnunum vórðu turrir. Tann sannroynd at man nú veit, at her er ein virkin kolvetnisskipan, hevur alstóran týdning, og brunnurin hjá Amerada Hess, sum vísir týðandi nøgdir av kolvetni, skal nú sleppa at standa sína roynd. Andrew Lodge heldur, at føroyingar eiga at hava tol, tí enn restar nógv í at koma á mál. Sjálvur er hann bjartskygdur men vil eisini vera realistiskur og sigur, at neyðugt er við fleiri boring- um og kanningum, áðrenn man kann siga nakað við vissu um lønandi nøgdir. – Eftir boringina í juni kunnu vit fara frá spekulati- ónum til verulig tíðindi leggur Hesstjórin aftrat. Vit síggja fram til eitt positivt úrslit í juli ella í august, tá vit vónandi eru komnir nið- ur til sjálvt reservoirið/- goymsluna. Teir fara at bora niður í somu løg sum tey í føroysk- um øki, har tann áhuga- verda lindin var um 170 metrar. Møguliga verður tó ikki borað fult so djúpt sum føroysku megin markið. Tað ber ikki til bert við einum slíkum kanningar- brunni at siga, um feltið er rakstrarverdugt. Men teir kunnu so staðfesta við bor- ingini, um teir halda, at feltið kann vera rakstrar- verdugt. Til at staðfesta tað mugu teir helst bora enn eina kanningarbrunn, og tað er ikki óhugsandi, at tann brunnurin verður bor- aður í føroyskum øki næsta ár. Um alt gongur einum til vildar við boriskipi og veð- urvánum, so er ikki útilok- að, at næsti kanningar- brunnurin verður boraður á føroyskum øki seint í ár. Men tað er lítið sannlíkt. Gott fyri føroyingar og bretar Hví bora teir so ikki henda fyrsta kanningar- brunnin á føroyskum øki? – Jarðfrøðin kennir ikki geopolitisk mørk. Eg haldi, at hetta staðið í bretskum øki vit hava funnið fram til at bora í juni, er tað besta staðið at bora kanningar- grunnin, bæði fyri føroy- ingar og fyri bretar og ikki minst fyri partaeigararnar hjá The Faroes Partnership. Samtakið hevur leitiloyvi bæði í føroyskum og bretskum øki, og verður mett, at fundurin hjá Hess gongur tvørtur um markið. Við at bora bretsku megin markið nú ber til at siga, at samtakið tá eisini nøktar bretsk ynski um at fáa leit- ing í gongd skjótast gjør- ligt. Samtakið slær tvær flugur í einum, og kann henda mannagongdin eisini verða nógv bíligari, heldur enn nú beinavegin at bora kanningarbrunn á føroyska landgrunninum. Tí kann sigast, at fyrsta oljufundið á føroyska landgrunninum, í veruleikanum ikki burturav verður føroyskt men heldur eitt føroyskt/bretskt fund. Andrew Lodge roknar við, at brunnurin teir nú skulu til at bora, verður helst dýrari enn tann, ið varð boraður í Føroyum í fjør, tí teir fara helst at gera meiri arbeiði, tá komið verður niður til málið. Nýggjar vónir til økið Hann viðgongur, at fundið hjá Faroes Partnership hev- ur kveikt nýggjar vónir til alt økið og ítøkiliga er tað komið burtur úr, at man nú við vissu veit, at tann virkna kolvetnisskipanin, sum er í bretskum øki, eis- ini finst í føroyskum um- ráði. – Vit høvdu ikki verið her og brúkt nógvar pengar, um vit ikki trúðu, at her er olja í rakstrarverdugum nøgdum. Amerada Hess hevur gjørt avtalu um at brúka boriskipið West Navion til at bora tveir brunnar í bretskum øki í næstum. Fyrst verður brunnurin Campo boraður, helst í apríl. Hann liggur 50 kilo- metrar norðan fyri Schiehallion. Eftir tað verður farið at bora nógv umrødda kanningarbrunnin nær føroyska markinum, helst í juni. Eitt sindur av óvissu er annars um bori- skipið. Sambart oljubløð- um hevur West Navion framvegis tøkniligar trupul- leikar, nú tað borar í Kan- ada. Um tað fer at seinka boringarnar hjá Hess er óvist. Nú Hess fer at bora í bretskum øki hevur spurn- ingurin um at brúka før- oyskar vørur og tænastur verið frammi. Andrew Lodge sigur, at nú teir hava havt eitt sera gott samstarv við eitt føroyskt felag, Atlants Kolvetni og hann ikki ivast í, at hetta samstarvið fer at vera eins gott í bretskum øki, so sær hann ikki ta stóru broyting- ina í so máta, tá teir nú í veruleikanum bara flyta seg 5 fjórðingar um markið. Andrew Lodge dylur ikki fyri, at Amerada Hess sær tað vera av stórum týdningi at arbeiða saman við einum føroyskum oljufelag, og tí vónar hann eisini, at bor- ingin í bretskum øki fer at geva føroyska felagnum royndir og vitan, sum krevst fyri at kunna fara út í onnur og nýggj øki at arbeiða. Hann ynskir Atl- ants Kolvetni góða eydnu í royndum sínum at gerast eitt oljufelag, sum eisini arbeiðir í øðrum økjum enn tí føroyska. Við tí tætta til- knýtinum til føroyska sam- felagið og vinnuna, sum Atlants Kolvetni hevur, metir Andrew Lodge tað hava ómetaliga stóran týdn- ing fyri samtakið, at eitt føroyskt oljufelag er við. Oljuframleiðsla í fyrsta lagi í 2007-8 – Um tað vísir seg, at fundið hjá Hess er rakstr- arverdugt, nær kunnu vit rokna við at síggja fyrstu oljuna? – Vanliga ganga fýra ár í slíkum umhvørvi, frá tí at tú er liðugur við allar av- markingar- og metingar- brunnarnar (appraisal) til tú hevur eina framleiðslu. Tað kann gerast skjótari, men í slíkum umhvørvi sum hes- um er rætt at brúka ta neyð- ugu tíðina til at tryggja sær, at trygdar- og heilsuspurn- ingarnir eru uppá pláss. Hetta merkir, at tað frá í dag kunnu ganga millum 6 til 7 ár, til framleiðsla er í gongd á føroyskum øki. Undir vitjan síni í Olju- málastýrinum nýtti Andrew Lodge høvi til at siga Eyð- un Elttør, at hann er sera hugtikin av, hvussu væl myndugleikar og fólk ann- ars hava dugað at fyrireika seg til hesa nýggju avbjóð- ingina. Nýggi leitistjórin hjá Amerada Hess við føroyingar: Sær lovandi út men gevið tol Undir fyrstu vitjan síni í Føroyum vitjaði nýggi leitistjórin hjá Amerada Hess, Andrew Lodge, eisini í Oljumálastýrinum. Mynd Jens K Vang Høvið varð eisini at støkka inn á gólvið hjá føroyska oljufelagnum Atlants Kolvetni í Gongini í Havn. Mynd Jens K Vang C M Y K 17 16