leygardagur 9. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 48 - 9. mars 2002
Nr. 48 - 9. mars 2002
19
– Arbeiðsgevarar
hava einki ímóti at
hava fráboðanar-
skyldu. Hon skuldi
bara verið feld í
sáttmálan ístaðin fyri
í løgtingslóg, sigur
Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum
FRÁBOÐANAR-
SKYLDA
Stefan í Skorini
Javnaðarflokkurin
hevur
lagt uppskot fyri tingið, um
at áleggja arbeiðsgevaran-
um
fráboðanarskyldu
í
sambandi við starvssetan
av tímaløntum arbeiðsfólki.
Føroya Arbeiðarafelag tek-
ur undir við hesum upp-
skotinum, tí tað tryggjar ar-
beiðsfólki, ið ikki eru í
føstum starvi, nøkur rætt-
indi.
Arbeiðsgevararnir taka
undir, at teir fáa fráboðan-
arskyldu. Teir vildu tó held-
ur, at hon var í sáttálanum
millum partarnar heldur
enn í eini løgtingslóg. Teir
eru tó sinnaðir at átaka sær
hesa skyldu.
Jan Mortensen, stjóri í
Vinnuhúsinum hjá arbeiðs-
gevarum, sigur, at arbeiðs-
gevarar bert hava smávegis
viðmerkingar til uppskotið,
og at teir einki hava ímóti
tí. Hann væntar, at tað
kanska verður regulerað
eftir viðger í vinnunevnd-
ini.
Hann sigur, at Vinnuhús-
ið hevur mælt arbeiðsgev-
arum til at kunna arbeiðs-
fólk um setanarviðurskifti,
og teir hava eitt oyðublað til
tað sama endamálið.
– Tað er tí keðiligt at
hoyra Føroya Arbeiðarafel-
ag siga, at vit ikki vildu
hava hetta felt í sáttmálan.
Tað skutu vit upp undir
sáttmálasamráðingunum,
men tá var tað arbeiðara-
felagið, ið ikki vildi hava
hetta við í samráðingarnar,
sigur Jan Mortensen.
FRÍMERKI
Stefan í Skorini
Listakvinnan Astrid Andr-
easen hevur fingið stóran
heiður í einum stórum
amerikanskum frímerkja-
blaði.
Hennara frímerki eru
kosin vikunnar frímerki
(stamp of the week) í heim-
sins størsta frímerkjablaði,
Linn´s stamp news, sum
kemur út einaferð um vik-
una í USA.
Frímerkini vórðu givin út
12. februar í ár. Myndirnar
á frímerkjunum eru vatn-
litamálningar av lindjórum,
ið eru smádjór í havinum.
Fýra frímerki vórðu givin
út í hesi røðini. Djórini á
myndunum eru bertákna,
agngágga, lítil høgguslokk-
ur og øða. Astrid Andrea-
sen hevur arbeitt við slíkum
djórum í sínum dagliga
yrki, og tað er haðani, at
hon hevur fingið íblástur til
onkra av hesum myndun-
um.
Svanbjørg Manai á frí-
merkjadeildini, sigur, at
hetta er ein stórur heiður, tí
hetta er eitt viðurkent blað í
frímerkjaheiminum. Einki
annað føroyskt frímerki
hevur vunnið henda heiður
áður.
Hvørki listakvinnan ella
frímerkjadeildin vistu um
hetta, fyrr enn samstarvs-
felagin hjá frímerkjadeild-
ini í USA sendi teimum
teldubræv um tað. Tey hava
enn ikki fingið hendur á
blaðnum enn.
SÁTTMÁLI
Stefan í Skorini
Sáttmálin
millum
P/F
Ítróttarvedding og donsku
Tipstænastuna er komin
undir land. Partarnir komu
endaliga ásamt um inni-
haldið
í
sáttmálanum
fríggjadagin fyrrapart.
Í eina viku hevur eingin
sáttmáli verið á hesum
økinum, og partarnir hava
havt drúgvar samráðingar
um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin fevnir um eitt
fimm ára tíðarskeið, men
báðir partar hava møgu-
leika at siga sáttmálan upp,
um viðurskiftini broytast
munandi.
Tipstænastan vildi av
fyrstan tíð hava felt í sátt-
málan, at møguleiki skuldi
vera fyri at minka um aftur-
beringina til Føroyar. Hetta
kundi føroyska felagið ikki
góðtaka
undir
nøkrum
umstøðum.
Tí
hava
føroyingar
tryggjað sær, at um aftur-
beringin minkar, so hevur
Ítróttarvedding møguleika
at siga sáttmálan upp við
eitt ára uppsagnartíð. Tips-
tænastan hevur hinvegin
eisini møguleika at siga
sáttmálan upp, um ætlaða
landsspælið verður sett á
stovn, og um tað gerst ein
ov harður kappingarneyti
hjá dønum.
Tipstænastan hevði fyrst
boðað frá, at hon ikki vildi
gera ein sáttmála, sum var
longri enn eitt ár, tí lands-
stýrið hevði ætlanir um at
gera eitt stórt landsspæl.
Ítróttarvedding vildi hin-
vegin hava ein fýra ella
fimm ára sáttmála og vísti
á, at landsspælið einki sam-
band hevði við spølini hjá
Tipstænastuni, sum síðani
kúvendi og góðtók tey
fimm árini.
Heðin Mortensegn, stjóri
í Ítróttarvedding, sigur, at
næsta stigið verður at
tryggja, at afturberingin til
Føroyar ikki minkar. Hetta
arbeiði má gerast í Fólka-
tinginum.
RÚSEVNI
Stefan í Skorini
Væntandi koma tveir 25
ára gamlir menn fyri rættin
í næstu viku. Teir eru báðir
ákærdir fyri smugling og
sølu av amfetamini.
Varðhaldsfongslingin
hjá teimum báðum var úti
fríggjadagin. Tann eini
góðtók uttan rættarfund, at
varðhaldsfongslingin varð
longd við einari viku. Hin
góðtók ikki longda varð-
haldsfongsling, og hann
var
fyri
í
rættinum
fríggjadagin á middegi.
Ákærin
krevur
longda
fongsling. Blaðið varð
farið til prentingar, tá dóm-
urin fall.
Annar varð tikin 11.
januar, tá hann varð tikin
við 165 grammum av am-
fetamini á sær. Hin varð í
fyrsta lagi tikin 16. januar,
síðani leyslatin, og tikin
aftur 25. januar.
Ákæruvaldið væntar, at
málini
móti
teimum
báðum koma endaliga fyri
í rættinum í næstu viku, og
at dómur fellur tá.
Málini verða væntandi
viðgjørd saman, tí hesi
báðir menninir hava eftir
øllum at døma samstarvað.
INTERNET
Stefan í Skorini
Mánadagin 11. mars fær
Kommunsamskipan Før-
oya, KFS, sína heimasíðu á
internetinum. Hon fer at
lýsa virksemið hjá hesum
mennandi kommunufelags-
skapi.
Á heimasíðuni verður
kunnað um felagið, hvar
tað heldur til, hvør situr í
stýrinum og starvsbólkinu,
um viðtøkur felagsins, lóg-
arsavn og um aktuel mál.
Heimasíðan er ein roynd
at upplýsa um felagið og
koma tú til limakommun-
urnar og borgararnar í hes-
um kommunum, og hon
verður ætlandi útbygd javn-
an.
Eisini verður upplýst um
Kommunala Arbeiðsgev-
arafelagið, KA. Heima-
síðan hevur adressuna:
www.kfs.fo og møguleiki
verður at vitja hana frá
mánadegnum.
Arbeiðsgevarar:
Góðtaka fráboðanarskyldu
Jan Mortensen
tekur í
grundini undir
við, at arbeiðs-
gevarar hava
fráboðanar-
skyldu. Hann
vildi tó heldur
havt hetta í
einum sátt-
mála og ikki í
eini løgtingslóg
Astrid heiðrað í USA
Tað er henda røðin av frímerkjum, sum varð kosin vikunnar frímerki í heimsins størsta frímerkjablaði, sum kemur út í USA
Fyri rættin
í næstu viku
Sáttmálin við
Tipstænastuna
komin undir land
Kommunusamskipanin fingið nýggja heimasíðu
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Meiri
olja
Danska
oljufelagið
DONG hevur gjørt av at
fara undir framleiðslu í
tveimum brunnum aftur-
at næsta ár. Talan er um
oljuleiðirnar Nini og
Cecilie í Norðsjónum,
sum vórðu funnar í
2000, og sum verða
hildnar at hava umleið
65 mió. tunnur av oilju í
sær.
DONG ætlar at byggja
tveir ómannaðar pallar,
og at oljan skal leiðast
ígjøgnum rørleiðingar til
Siri-leiðina. Har verður
oljan so viðgjørd og
skipað umborð í tanga-
skip. DONG væntar, at
tað fer at kosta umleið
2,5 mia. krónur at fara
undir nýggju framleiðsl-
una.
Lægri
mark
Norska stjórnin ætlar at
broyta
reglurnar
um
partabrævahandil
á
marknaðinum í Oslo.
Sum er nýtist einum
keypara ikki at almanna-
kunngera, hvør hann er,
so leingi hann eigur
minni enn 10 prosent av
partabrøvunum í einum
felagi.
Hetta
heldur
stjórnin vera óheppið og
mælir til at seta markið
til 5 prosent.
Í fjølmiðlunum hevur
málið fingið heitið »Lex
Røkke«. Víst verður á, at
ríkmaðurin Kjell Inge
Røkke fleiri ferðir hevur
keypt seg inn í feløg,
uttan at nakar hevur
vitað, hvør keyparin var.
Men stjórnin sigur, at
uppskotið er sett fram,
so reglurnar í Noregi
verða tær somu sum
aðrastaðni í Evropa.
Virðisbrævamarknaðuri
n í Oslo tekur undir við
ætlanini hjá stjórnini.
Kreppan
av
Felagið,
sum
eigur
Kastrup-floghavnina
í
Keypmannahavn, hevði
490 mió. krónur í avlopi
í fjør. Tað er 100 mió.
krónur minni enn árið
fyri, men leiðslan er
kortini væl nøgd eftir ta
álvarssomu
kreppuna,
sum rakti altjóða flog-
ferðsluna síðsta heyst.
18,1 mió. fólk ferðað-
ust um Kastrup í fjør, og
tað var 0,1 prosentmeiri
enn í 2000. Næstan 60
prosent av ferðafólkun-
um ferðaðust við flog-
førum hjá skandinaviska
flogflagnum SAS.
Úr Norðurlondum:
Aftur-
gongd
Nú danska stjórnin hev-
ur sitið við valdið í
hundrað dagar, vísir ein
veljarakanning, at tað er
farið at ganga aftur á
hondina hjá flokkinum
hjá Anders Fogh Rasm-
ussen, forsætisáðharra.
Tann nýggja kanning-
in gevur Vinstra 30,6
prosent av atkvøðunum.
Tað ber í sær, at hevði
val verið nú, hevði
flokkurin mist tvey av
sínum
umboðum
í
Fólkatinginum. Verður
úrslitið borið saman við
eina tilsvarandi kanning
í desember, hevði flokk-
urin fingið sjey tinglimir
færri nú enn tá.
Hin stjórnarflokkurin,
Teir Konservativu, fáa
16 tingmenn, eins og teir
hava, og hjá Danska
Fólkaflokkinum er held-
ur
eingin
broyting.
Kanningin gevur flokk-
inum 22 tinglimir, og tað
er tað sama, sum hann
hevur.
Vánalig
ummæli
Norsku
fjølmiðlarnir
halda yvirhøvur lítið um
nýggja filmin »Jeg er
Dina«, sum varð frum-
sýndur í norskum bio-
hallum í gjárkvøldið.
Tað er danin Ole Borne-
dal, sum hevur leik-
stjórnað filminum, og
millum leikararnar er
kendi franski filmsleik-
arin Gérard Dépardieu.
Norsku ummælararnir
halda, at filmurin er alt
ov dramatiskur og alt ov
ráður, sum teir taka til.
Tað hevur kostað einar
130 mió. krónur at gera
filmin.
Óskil
Danska løgreglan gjørdi
eitt rættiligt hál á mark-
inum millum Danmark
og Týskland hósdagin.
Tað vísti seg m. a., at
sjey fólk vóru í Danmark
uttan at hava loyvi at
vera í landinum. 24 last-
bilaførarar
endaðu
í
svørtubók, tí teir høvdu
sitið fleiri tímar við róðr-
ið, enn loyvt er, og 32
aðrir bilførarar vórðu
eisini uppskrivaðir. Ein
maður varð tikin fyri at
royna at smugla rús-
drekka, og hann fær eina
rokning upp á meiri enn
200.000 krónur.
Fylgisveinamyndir av
Grønlandi hava
avdúkað fýra oyggjar,
sum eingin hevur
vitað um
GRØNLAND
Árni Joensen
Tað var Johan Mohr, lektari
á Tekniska Universitetinum
í Danmark, sum fann tær
fýra oyggjarnar á fylgi-
sveinamyndum einar 40
fjórðingar úr Níggjuhálv-
femsfjørðinum í landnyrð-
ingspartinum av Grønlandi.
Hóast oyggjarnar eru
smáar og partvíst liggja
undir í sjógvi, kunnu tær
uttan iva fáa stóran týdning.
Danska blaðið Jyllandspos-
ten heldur, at oyggjarnar
kunnu fáa týdning fyri rætt-
indini til møguligt olju- og
gassríkidømi undir hav-
botninum millum Grønland
og Svalbard.
Tær fýra oyggjarnar eru í
einum øki, har fólk sjáldan
eru, og tað er eisini sjáldan,
at flogfør flúgva har. Tað
vóru nútímans radarmyndir
hjá
fylgisveinum,
sum
funnu oyggjarnar.
Sum eina roynd fer
bretska kjarnorku-
endurvinningarverki
ð Sellafield at steðga
útlátinum av evnin-
um technetium eina
tíð í summar. Gongst
sum ætlað, steðgar
útlátið næsta ár
UMHVØRVI
Árni Joensen
Tað er norska blaðið Ber-
gens Tidende, sum ber
tíðindini um, at leiðslan á
Sellafield-verkinum hevur
gjørt av at steðga tí vanda-
mikla útlátinum, og Per
Strand, deildarleiðari á
norska
geiðslaverndar-
stovninum, váttar tíðindini
fyri blaðnum.
Per Strand sigur, at tað er
leiðslan á verkinum, sum
hevur tikið avgerðina, og
nú er tað bara stjórnin í
London, sum kann steðga
ætlanini. Sjálvur hevur Per
Strand júst verið í Bretlandi
saman við einari norskari
nevnd, sum m. a. hevur tos-
að við leiðsluna á Sella-
fieldverkinum og bretsku
umhvørvismyndugleikarna
r. Norsku umboðini fingu
at vita, at felagið British
Nuclear Fuels, sum eigur
verkið í Sellafield, fer at
senda stjórnini í London
eina umsókn um at steðga
útlátinum.
Ætlanin
hjá
leiðsluni er fyrst at gera
eina roynd í summar, og
eydnast hon, er ætlanin at
steðga útlátinum næsta ár.
Norska stjórnin hevur
leingi roynt at leggja trýst á
bretar fyri at fáa teir at
steðga technetium-útlátin-
um frá Sellafieldverkinum.
Norðmenn vilja vera við, at
útlátið frá verkinum kemur
við havstreyminum norður
við norsku strondini, og at
tað sum frá líður kann
dálka fiskastovnarnar.
Norski umhvørvismála-
ráðharrin, Børge Brende,
segði herfyri, at Sellafield-
verkið órógvaði viðurskift-
ini millum Noreg og Bret-
land. Nú fegnast ráðharrin
um, at málið nærkast eini
loysn.
22 palestinar og fýra
ísraelsmenn doyðu í
hevndarálopum
gjáranáttina
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Ísraelskir
hermenn
við
stríðsvognum skutu 21
palestinar í fleiri álopum á
Vestara Áarbakka og í
Gaza-geiranum.
Álopini
vóru hevnd, eftir at ein pal-
estini hevði skotið fýra
jødiskar niðursetumenn í
einari bygd í Gaza-geiran-
um. Palestinski álopsmað-
urin varð seinni skotin. Í
Betlehem oyðiløgdu ísra-
elsk jagaraflogfør høvuðs-
støðina hjá palestinsku
trygdartænastuni, og í Gaza
skutu ísraelskir hermenn
ovastan fyri trygdartæn-
astuni har.
Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin, Colin Powell,
fanst hósdagin hvassliga at
ísraelsku stjórnini og at-
gerðunum hjá ísraelska
herinum. Hann segði, at
hvørki Ariel Sharon ella
Yassir Arafat gera nóg
mikið fyri at fáa enda á tí
blóðuga ófriðinum.
Í gjár boðaði George W.
Bush, forseti frá, at hevur
gjørt av at lata semings-
mann sín, Anthony Zinni,
fara aftur til Miðeysturs at
gera enn eina roynd at fáa
partarnar til samráðingar-
borðið.
Fann ókendar oyggjar í Grønlandi
Blóðug nátt í Miðeystri
Palestinar vápnaðir við
maskinbyrsum royna at
steðga ísraelskum
stríðsvognum í býnum
Tulkarem á Vestara
Áarbakka
Sellafield fer at steðga útlátinum
C
M
Y
K
19
18