Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 48 - 9. mars 2002 Nr. 48 - 9. mars 2002 21 UPPSTILLING Eirikur Lindenskov Javnaðarflokkurin í Norðoyggjum er liðugur við listan til løgtings- valið komandi. Flokk- urin stillar upp sjey val- evni, og tey eru: Kaj Boetius Vilhelm Johannesen Tórleif Sigurðsson Jógvan Páll Poulsen Jákup á Fløtti Jacobsen Leif Waag Høgnesen Mamy Dahl Sørensen Vilhelm Johannesen hevur umboðað Norð- oyggjar á tingi síðani 1980. Hann gjørdist landsstýrismaður í 1979 og varð valdur á ting í 1980. Poul Jacob Olsen umboðaði flokkin í Norðoyggjum øll árini frá 1958 til 1980. Mamy Dahl Sørensen hevur verið valevni síð- ani 1988, og hevur hon verið nummar tvey á listanum við øll valini síðani, og hevur hon fleiri ferðir havt sæti á tingi. Tórleif Sigurðsson, sum eisini er á listanum, hevur seinastu árini ver- ið býráðslimur í Klaks- vík. Eisini hann hevur onkuntíð havt sæti á tingi seinasta valskeiðið. UPPSTILLING Eirikur Lindenskov Javnaðar Sýslu Javnað- arfelag hevði seinasta uppstillingarfundin hós- kvøldið, og hevur flokk- urin stillað upp fýra val- evni til løgtingsvalið. Tey eru: Eyðstein Dalsgaard, skipari, Skálavík Tummas Frank Joensen, sjómaður, Skúvoy Gerhard Lognberg, rørsmiður, Skopun Birgir Mohr, sýslufulltrúi, Sandi Javnaðarflokkurin á Sandi hevur í løtuni ikki umboðan á tingi. Men við undantaki av hesum valskeiðnum – og val- sekiðinum 1978-1980, hevur flokkurin havt umboð á tingi síðani 1936, tá Jóan Petur Dav- idsen varð valdur á ting. Hann sat á tingi fram til sjeytiárini, tá Tórálvur Mohr Olsen varð valdur. Síðani 1988 hevur Jógv- an Adolf Johannsen um- boðað flokkin, men hann stillar ikki upp hesaferð. Nýggja valevni úr Skopun hesaferð er Gerhard Lognberg, sum eisini er bygdarráðsfor- maður í Skopun. Javnaðarlistin á Sandi Javnaðarlistin í Norðoyggjum Stevnan verður í ítróttarhøllini á Hálsi frá 28. mars til 1. apríl PÁSKASTEVNA Tíðindaskriv Eins og undanfarin ár skip- ar Meinigheitin í Hoyvík fyri stórari páskastevnu í Havn. Hesa ferð verður páskastevnan í Ítrótt- arhøllini á Hálsi. Stevnan verður sett skír- iskvøld kl. 19, og hildið verður so fram við møtum alla høgtíðina líka til 2. páskakvøld, tá seinasta møtið verður hildið kl. 18. Umframt kvøldmøtini verða eisini onnur møti. Allar heiligdagarnar á páskum er morgunmøti og langafríggjadag verður eis- ini eitt møti seinnapartin. Av serligum tiltøkum á stevnuni skulu vit nevna: Familjumøtið, ið verður páskadag kl. 15, ungdóms- tiltakið við lovsongsløtu páskaaftan kl. 22 og gosp- eltiltakið páskakvøld kl. 22. Sum vanligt hevur verið fáa vit eisini hesaferð vitjan uttanífrá. Tað verða Gordon Hickson og Ole Henry Halleraker, ið verða høv- uðstalarar. Gordon Hickson er kend- ur frá páskastevnunum í 1999 á Skála og frá páskastevnuni í 2000 í Havn. Hann kemur frá Wat- ford i Onglandi og hevur áður verið við til at fyri- skipa og tikið lut í fleiri møtirøðum runt umkring í heiminuml, og her skulu serliga nevnast møtirøðir- nar í Afrika saman við kenda týska trúboðaranum Reinhard Bonnke. Gordon hevur eitt serligt kall til at náa ungdómin og hevur hann eisini víst serligt hegni í hesum arbeiði. Spennandi verður at hoyra tað, Harrin hevur lagt hon- um á hjartað í ár. Ole Henry Halleraker er norðmaður og er ein av teimum trimum fyristøðu- monnunum í "Kristkirken" í Bergen. Eisini er hann rektari á bíbliuskúlanum "Veien" í Bergen. Hann er kendur sum frálíkur talari og ikki minst fyri sína sterku profetisku tænastu. Hann hevur mangan verið til møtirøðir ymsastaðni í Svøríki, og har hevur hann verið sera væl móttikin. Bæði Gordon Hickson og Ole Henry Halleraker eru kendir fyri at ganga á odda fyri at sameina "Guðs fólk", og hava teir stak góð- ar royndir í hesum arbeiði bæði frá Watford og frá Bergen. Eisini í hesum sambandi hava vit ætlanir um at samla leiðarar frá ymsum samkomum fyri at gera nýtslu av teirra góðu evnum og royndum. Páskastevnan plagar at verða væl vitjað, og eisini hesaferð er stevnan løgd fyri Harran Jesus í ákallan og bøn við tøkk. So tá ið Meinigheitin í Hoyvík í treysti og við frímóði hevur bjóðað seg fram at skipa fyri hesum tiltakinum á páskum, so er tað tí vit vita, at Harrin hoyrir bønir. Vit biðja um, at stevnan má verða til ríkt vælsignilsi fyri mong, og at Harrin Jes- us fer at loysa og seta mong menniskju í fullkomið frælsi. Verið øll Hjartaliga væl- komin á páskastevnu. Páskastevna á Hálsi Ítróttarhøllin á Hálsi verður aftur í ár karmur um Páskastevnuna hjá Meinigheitini í Hoyvík Í gjár, 8. mars, kundu hjúnini Rigmor og Ás- mund í Norðragøtu, halda gullbrúdleyp. Ringmor er donsk og kemur úr Ring- sted. Hon er útbúgvin sjúkrasystir og kom sam- an við eini vinkonu til Føroya at arbeiða á Dronning Alexandrinas Hospital. Ta tíðina, hon var í Før- oyum, kom hon at kenna Ásmund, og gingu tey í hjúnarlag fyri fimmti ár- um síðan. Ásmundur er næstur av einum sysknaflokki upp á 13 syskin, sonur Thomas Jacob Thomsen úr Blása- stovu í Norðragøtu og Magdalenu Gregersen úr Syðrugøtu. Tey høvdu handils- og reiðaravirksemi í Norðra- gøtu. Ásmundur hevur tikið útbúgving á Landsbrúks- skúla í Hvannoyri, Íslandi og síðan útbúgving sum konstruktørur, har hann arbeiddi hjá deildini hjá Landsverkfrøðinginum á Lambareiði til hann fór frá 70 ára gamal. Rigmor hevur røkt starvið sum økissjúkra- systir í Gøtu, og har um leiðir til hon fór frá fyri aldur. Ásmundur tekst m. a. við at skriva, og kennast fleiri við hansara mei- ningar um eldrapolitikk í blaðgreinum Rigmor er somleiðis aktiv á eldrarøkinum og skipar fyri m. a. fyri á- hugtiltøkum millum eldri. Ein kend bygdamynd! Ásmund og Rigmor gullbrúdleyp GRÆKARISMESSA Í morign, sunnudagin 10. mars kl. 15.00, verður Grækarismessuhald á Vaglinum í Havn. Skótarnir ganga skrúð- gongu og Havnar horn- orkestur spælir. Ditlev Róin úr Fugla- firði flytur fram røðu. Fyrsta Grækaris- messan var hildin í 1943, og var tað Sverri Patur- son sum heitti á skótar- nar um at halda henda dagin. Allir skótar í Havnini skulu møta ein tíma áðr- enn í skótahølum sínum. Skrúðgongan ferð frá Vágsbotni kl.14.45. Gingið verður eftir Bøgøtu-Tróndargøtu- Niels Finsensgøta-oman á Vagli. Grækarismessu- hald í Havn Ákoyringarnar frá andstøðuni vóru harðar, tá uppskotið um at fara undir at gera tunnil millum Eysturoy og Borðoy var fyri á tingi hós- kvøldið. Løgmaður viðgekk, at uppskotið ikki er fullfíggjað, og boðaði frá, at eitt uppskot um broyting av framlagda upp- skoti, var í væntu eftir ólavsøku. POLITIKKUR Rúnar Reistrup Uppskotið um at geva P/F Leirvíkstunnlinum loyvi til at gera tunnil millum Eyst- uroy og Borðoy fekk harða viðferð av andstøðuni, tá tað var til fyrstu viðgerð í tinginum hóskvøldið. Og tað var eisini eitt løg- ið uppskot, ið løgmaður sjálvur legði fram, av tí at Bjarni Djurholm í farnu viku noktaði at seta sítt navn undir. Tað viðgekk løgmaður frá tingsins røð- arapalli, eftir at framsøgu- menninir hjá Javnaðar- flokkinum og Sambands- flokkinum høvdu givið honum nakrar skortfleingj- ur. Anfinn Kallsberg, løg- maður viðurkendi undir kjakinum, at uppskotið átti at verið meira gjøgnumar- beitt, men segði seg ikki vilja nokta fyri at leggja tað fram, tá hann fekk áheitan um hetta frá ávikavist Karsteni Hansen, landsstýr- ismanni, og Rúnu Siverts- sen, tingkvinnu. - Hevði eg noktað at lagt uppskotið fram hevði tað bara ført til spekulatiónir um hvørjar baktankar løg- maður hevði við hesum. Tá er betri at leggja uppsotið fram nú og so rætta tað til seinni, segði Anfinn Kalls- berg, sum soleiðis ikki káv- aði útyvir, at valið stóð millum ilt og verri. Til lítlan sóma Jóannes Eidesgaard, ið var framsøgumaður fyri Javn- aðarflokkin í málinum, helt tað vera til lítlan sóma fyri Føroya Løgting, at upp- skotið varð borið í tingið hálvliðugt. Hann vísti á, at tað sjáldan hevur verið so stór semja millum flokkar- nar á tingi, sum tað nú er um at gera tunnilin millum Eysturoy og Borðoy, og at tað tí ikki átti at verið neyð- ugt at skundað uppskotið í- gjøgnum áðrenn valið. – Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu enn at hetta má vera valflesk, segði Jó- annes Eidesgaard, ið var fyrsti framsøgumaður. Alfred Olsen, framsøgu- maður fyri hin stóra and- støðuflokkin, Sambands- flokkin, og limur í vinnu- nevndini, ið skal viðgera uppskotið, átalaði, at sam- gongan legði eitt so ófull- fíggjað uppskot fyri tingið og segði málið vera vón- leyst at avgreiða. Alfred Olsen vísti á, at tá tilsvarandi uppskot varð lagt fram um Vágatunnilin tók tað tveir mánaðir at av- greiða. Uppskotið um tunn- ilin millum Eysturoy og Borðoy skal avgreiðast inn- an mánadagin. Níggju linjuføringar Uppskotið til løgtingslóg um fast samband um Leir- víksfjørð, ið var til fyrstu viðgerð hóskvøldið, gevur nýstovnaða P/F Leirvíks- tunnilinum heimild at fara undir arbeiðið at gera tunn- il millum Eysturoy og Borðoy og vegakervi frá báðum tunnilsmunnum. Harafturat ásetur uppskotið játtan, eigaraviðurskiffti og annað. Orsøkin til at uppskotið verður kallað hálvliðugt er, at einki verður ásett í upp- skotinum um hvønn veg tunnilin skal spreingjast og hvar vegasambandið til tunnilin skal ganga. Tað eydnaðist nevniliga ikki at fáa hesar fyrireikingar lidn- ar áðrenn freistin at lata mál inn til tingið var úti hósdagin í farnu viku. Av tí sama hava tingmenn onga fasta kostnaðarmeting at halda seg til. Ístaðin fingu tingmenn eitt kort at síggja, har níggju ymiskar sokallaður linjuføringar, tað vil siga tunnilsleiðir, vóru upptekn- aðar, men einki varð greitt frá um vegagerð. Samtykkja nú forsegla seinni Í uppskotinum verður ásett, at landsstýrið skal góð- kenna endaligu tunnils- verkætlanina áðrenn ar- beiðið verður sett í gongd, og tað hildu summir ting- menn vera at geva avvarandi landsstýrismanni í so stórt rásarúm. Jóannes Eidesgaard sam- anbar støðuna við at tingið skuldi samtykt at bygt eina nýggja Suðuroyarferju, men ikki ásett hvussu nógv hon skuldi kosta ella hvussu stór hon skuldi vera, og hann kallaði gongdina í málinum fyri á- byrgdarleysan politik. Bæði framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum og hjá Sambandsflokkinum løgdu tó stóran dent á, at teir tóku fult undir við at tunnil eigur at vera gjørdur undir Leirvíksfjørð sum skjótast. Løgmaður heitti undir fyrstu viðgerð av uppskoti- num á tingmenn um at sam- tykkja uppskotið í fyrstu atløgu í hesi tingsetu, og so forsegla tað, sum hann mál- bar seg, við einum broyt- ingaruppskoti eftir ólavsøku, tá næsta tingseta byrjar. Sum tað ljóðaði á fram- søgumonnunum fyri sam- gonguflokkarnar verður hendan áheitan uttan iva fylgd. Tunnilslóg: Fyribilsuppskot skal fyribilssamtykkjast FISKIRANNSÓKNIR Tíðindaskriv Í februar í ár fekk Magnus Heinason eina havtasku av slagnum Lophius budgassa á Skeivabanka, og er hetta fyrstu ferð at Fiskirann- sóknarstovan veit um, at hon er veidd undir Føroy- um. Sunnanfyri, t.e. í Norð- sjónum, vestan fyri Bretsku oyggjarnar og í Biskaya víkini, er hon tó vanlig og verður har fiskað saman við vanliga slagnum vit kenna (Lophius piscatori- us). Sløgini líkjast heilt nógv og kennast best frá hvørjum øðrum við, at L. budgassa hevur svart royggj og L. piscatorius klárt royggj. Fiskirannsóknarstovan er í gongd við at kanna al- mennu lívfrøðina hjá hav- tasku undir Føroyum, og í kanningini er alneyðugt at vita, um fiskiskapurin bert er eftir einum slag, ella um talan er um tvinni sløg. Av tí, at sløgini eru so meinlík, er hugsandi, at menn ikki geva sær far um munin í litinum á royggi- num. Um so er, kann ein partur av veiðuni hava ver- ið L. budgassa, men skrá- sett sum vanlig havtaska, uttan at nakar hevur gáað um tað. Fyri at fáa meiri vitan um hetta, verður við hesum heitt á fólk, sum dagliga fá- ast við havtasku, bæði á sjógvi og landi, um at hyggja at litinum á royggi- num. Fólk verða biðin um at boða okkum frá, um tey fáa havtasku við svørtum royggi, og í fall eisini hvussu nógvar. Vitan um longd (longstu longd í cm) og staðfesting av, hvar havtaskan var fiskað (longd og breidd), er eisini sera vælkomið. Á myndini er víst vanlig havtaska (í erva) og havtaska við svørtum royggi (í neðra) Havtaska við svørtum royggi C M Y K 21 20