Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 48 - 9. mars 2002 MENTAKVØLD Tíðindaskriv Í løtuni verður bygt uppí Norðskála-Oyrar skúla. Skúlin verður longdur norðureftir og samkom- uhøll verður sett upp í vestaru síðu. Í norður- endanum er lærarastova og bókasavn. Seinasta vár valdi Sunda kommuna eina bókasavnsnevnd. Upp- gávan hjá nevndini er at skipa fyri virkseminum á savninum. Millum annað er ætlanin, at bókasavnið skal skipa fyri einum ella tveimum tiltøkum hvørja árshálvu. Í nov- ember seinasta ár skip- aði bókasavnið fyri dimma-lættingarhaldi fyri skúlabørnunum og skýmingarløtu fyri al- menninginum í sam- bandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna. Í vár er ætlanin at skipa fyri tveimum til- tøkum. Fyrra tiltakið verður mikukvøldið 13. mars kl 20, har Helgi í Brekkunum heldur fyri- lestur um Seyð og seyða- hald. Komið verður mill- um annað inn á nýggj- astu kanningarnar um á- seyðatal og glærfiti. Fyrilesturin verður í nýggju høllini í skúla- num. Í sambandi við til- takið verða føroyskar og útlendskar bøkur um seyðahald og annað hús- djórahald sýndar fram á bókasavninum. Seinna tiltakið verður 17. apríl, tá Einar Peter- sen úr Sørvági hugleiðir um skriving av kriminal- søgum. Hann hevur mill- um annað skrivað krim- inalsøguna ”Deyðin sendir apríl". Sunda bókasavn var stovnað í 1947. Tað var Brimnes prestur, ið fekk tað í lag. Bókasavnið hevur hildið til í skúla- num øll árini, í fyrstuni í skúlanum við Norðskála og síðani í skúlanum á Oyri. Skúlarnir vóru lagdir saman í 1968, tá ið nýggjur skúli var bygdur á Oyrarbakka. Bókasavnið var verandi á Oyri til tað fyrst í 80-u- num var flutt norður í skúlan. Her vóru bøk- urnar settar upp í tveim- um skúlastovum. Bókasavnið í Sunda kommunu er bæði eitt skúlabókasavn og eitt fólkabókasavn. Tað merkir, at bókasavnið er ein námsfrøðiligur tæn- astudepil hjá næmingum og lærarum skúlans, samstundis sum tað stendur øllum frítt og ó- keypis at gera nýtslu av bókasavninum. Á bókasavninum eru meira enn 7.500 bøkur til bæði vaksin og børn. Bókasavnið er opið mik- ukvøld frá kl 18 til 20 og leygarmorgun frá kl. 10 til 12. Ætlanin er at gera lesi- stovu á bókasavninum. Arbeitt verður við at fáa í lag samstarv millum bókasavnið og virki/fólk í økinum, um at fáa breiðari nýtslu av tíðar- ritum. Ætlanin er, at bókasavnið lænir tíðarrit frá virkjum og fólki eina tíð, t.d. eitt hálvt ár. Tíð- arritini kunnu so lesast á bókasavninum hetta tíð- arskeiðið. Lánararnir fáa tíðarritini aftur, tá av- talaða tíðin er farin. Sunda bókasavn skipar fyri mentunarkvøldum Nýggj árskrift á mjólkarpakkanum TANNRØKT Tíðindaskriv Føroyskir tannrøktarar hava í samstarvi við Mjólkavirki Búnaðar- manna gjørt eina nýggja áskrift á mjólkarpakkan, sum serliga hevur ein boðskap til børn og ung. Vónandi taka foreldrini væl undir við hesum til- takið, sigur Áhugafelag- ið hjá Føroysku Tann- røktarum. Mjólkarpakkin kemur í sølubúðirnar fyrst í komandi viku. Orsøkin til at føroyskir tannrøktarar tóku stig til hetta tiltak er, at børn og ung í Føroyum drekka ov nógv av saft og sodavatn, og tað er so aftur ein av orsøkunum til, at tann- heilsan ikki er nóg góð. Mjólk er góð fyri bæði ung og gomul. Tað er sera umráðandi, at for- eldur geva børnum mjólk at drekka, so tað at drekka mjólk verður ein góður vani gjøgnum alt lívið. Formaðurin í Cølia- kifelagnum, Anne Gretha Hansen í Salt- angará, gjørdist sjálv sjúk, tá ið hon hevði átt fyrsta barnið sum 25 ára gomul. CØLIAKI Vilmund Jacobsen Cøliakifelag Føroya heldur aðalfund nú um dagarnar. Formaður í felagnum seinastu tvey árini hevur verið Anne Gretha Hansen í Saltangará, sum loysti Mar- itu Olsen úr Norðragøtu av; Marita hevði frammanund- an verið formaður í 10 ár. Hinir nevndarlimirnir eru Turid Hansen, Toftir, Beinta Joensen, Tórshavn (skrivari), Vivi Lind Jóann- esarsson, Runavík og Mar- ita Olsen. Gestavitjan Anne Gretha sigur, at á seinasta aðalfundi møttu 20-25 fólk, men onkuntíð hava eini 50 fólk verið á fundi, og tað er serliga, tá ið onkur útlendingur við kunnleika til cøliaki-sjúk- una hevur verið boðin við. Og soleiðis er hesaferð; tí væntar hon væl av fólki til aðalfundin. - Til ávis høvi plaga vit at bjóða læknum ella profess- arum, sum granska í sjúk- uni, og tað hevur mangan verið áhugavert at lurtað eftir tí, teir hava at siga, sigur formaðurin. Cøliakifelagið, sum er stovnað í 1990, er annars eitt lítið felag. Limatalið liggur um 50, men av hes- um eru fleiri stuðulslimir. - Tað eru ikki 50 fólk í Føroyum, sum hava fingið staðfest sjúkuna, cøliaki, sigur formaðurin. Anne Gretha, sum sjálv hevur cøliaki og var við, tá ið felagið varð stovnað, sig- ur, at tey stríddust við at fáa felagið upp at standa í fleiri ár, men hetta eydnaðist ikki fyrr enn í 1990. Serliga børn Tað eru serliga børn, sum hava cøliaki, ið er ein maga og tarmsjúka. Tey, sum ger- ast sjúk, skulu ikki eta mjøl, eitt nú hveiti, havra, bygg og rug. - Men fólk kunnu saktans gerast frísk aftur – so frísk, at tey aftur kunnu eta tað, tey ikki hava kunnað etið. Men tey eru framvegis ber- arar av sjúkuni, og sjúkan kann altíð bróta útaftur, sigur Anne Gretha. Sjálv gjørdist hon sjúk í 1969; tá var hon 25 ára gomul og hevði átti fyrsta barnið. - Eg visti ikki, at eg hevði cøliaki, og ofta er tað so- leiðis, at sjúkan brýtur út aftaná eina ella aðra likam- liga broyting, t.d. eina føð- ing, sigur hon. Stóð illa til Tað tók sína tíð, áðrenn læknarnir funnu út av, hvat bagdi Onnu Grethu. - Eg lá leingi á Lands- sjúkrahúsinum, men har kundu læknarnir ikki finna út av, hvat var galið. Síðan varð eg send niður á Ríkis- sjúkrahúsið, og tá ið eg hevði ligið har í átta dagar, søgdu læknarnir, at eg hevði cøliaki. Anne Gretha gjørdist rættiliga sjúk og vigaði ta einu tíðina bara 45 kilo. - Tá stóð rættiliga illa til hjá mær, sigur hon. Um sjúkuna annars, sigur Anne Gretha, tað er eitt evni í tarmunum, sum ger, at tarm-táttarnir loysna. Eftir tú rættan kost, veksa teir aftur, men gerast stytri og grovari enn hjá frískum fólki. Hesir táttarnir ar- beiða ikki matin hjá cøli- aki-sjúkum á sama hátt sum hjá øðrum. Serliga børn verða rakt av cøliaki SANGKAPPING Tíðindaskriv 22. mars verður triðja innleiðandi umfarið í kappingini um ársins songrødd 2002. Hesaferð er tað norðoyingarnir, sum skulu á pallin, fyri at finna út av, hvør skal umboða norðuroyggjar 29. juni. í Badmintonhøllini í Havn. Tiltakið veður í KÍ-høllini í Klaksvík fríggjarhvøldið tann 22. mars kl. 23.30. Ovurstór luttøka er í ár í mun til í fjør, og miðalaldurin á luttakararnum er eisini hægri. Tað hongur saman við, at nøkur teirra sum royndu seg í fjør, eisini eru við í ár. Onkur hevur enntá verið við fleiri ferðir, og tað er sera ”positivt” siga fyrireikararnir. Teir halda, at ein stórur partur av teimum sum luttaka í Ársins Songrødd, taka tað ógvuliga ”seriøst”, t. d. verður gjørt nógv meira burturúr pallframførðslu. So sum at hava dansarar og/ella kór við sær á pallin maðan sungið verður, er vanligt nú í mun til bert fyri fáum árum síðan. Tey, ið luttaka í kappingini um Ársins Songrødd 2002, hava 11 løg at velja millum. Tað er ókeypis at luttaka í ár, men boðað verður frá at longu nú er fullteknað alla staðni. KÍ-høllin, Klaksvík, 22. mars Høllin á kambsdali, 13. apríl Badmintonhøllin í Havn, 27. apríl Ítrottarhøllin í Vestmanna, 11. mai FINALAN:Badmintonhø llin, Havn, 29. juni Triðja umfarið í Ársins Songrødd Arnfríð Lützen vann ársins songrødd í 1998 Nr. 48 • leygardagur • 9. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Rann saman á bakarínum Lesið síðu 3 KLÓTAN Árni Joensen Tað er tað viðurkenda vísindaliga tíðarritið Science, sum ber tey óvæntaðu tíðindini av leiðunum við Suðurpólin. Sagt verður, at tað tjúkka lagið av ísi og kava í vestara parti av Antarktis veksur spakuliga. Enn er ein ávís óvissa um mát- ingarnar, men kunnu nærri kann- ingar vátta tær, er hetta beint ímóti teimum nógvu spádóm- unum, sum tey seinastu 15 árini hava sagt, at kavin og ísurin á Antarktis bráðna so mikið skjótt, tann kavin, sum kemur niður, klárar ikki at endurnýggja ísin. Sambært Science er tað ikki óhugsandi, at granskararnir hava verið hepnir, soleiðis at máting- artólini hava skrásett eina broyt- ing, sum er íkomin, eftir at ísurin við Suðurpólin hevur verið minkandi seinastu 10.000 árini. Øvugt úrslit Upplýsingarnar í Science koma bara fáar vikur, eftir at aðrir granskarar siga seg hava staðfest, at ovurstór ísfjøll brotna burtur av Antarktis í hesum árum. Hetta úrslitið er sambært granskarun- um enn ein staðfesting av, at tann hækkandi hitin á Jørðini fær ísin við pólarnar at bráðna. Tað løgna er, at sambært hesum granskar- unum er tað júst í tí vestara partinum av Antarktis, at ísurin minkar, og hetta úrslitið er sostatt beint øvugt av tí, sum er umrøtt í Science. Ein av teimum fremstu donsku granskarunum á hesum økinum, Jørgen Peter Steffensen á Niels Bohr Stovninum í Keypmanna- havn, sigur, at tað er ikki so løgið, at ein ávís ósemja er millum veðurfrøðingarnar og glaciologarnar t.v.s. teir, sum eru serfrøðingar í ísviðurskiftum. Sambært danska granskaranum er tað ikki sørt, at veðurfrøð- ingarnir hava hug at ilskast inn á teir ískønu. Jørgen Peter Steffensen sigur, at tað er veruliga sera torført at lýsa broytingarnar í veðurlag- num. Sjálvur stúrir hann fyri ávirkanini av tí nógva CO2, sum verður latið út í atmosferuna, men hann er ikki heilt samdur við teimum vísindafólkunum, sum siga, at heimshøvini fara at hækka munandi, tí at ísurin við pólarnar fer at minka. Hetta eru gitingar og heldur ikki annað enn gitingar, sigur danski granskarin. Jørgen Peter Steffensen vísir á, at verður sjógvurin í heimshøv- unum heitari, verða skýggini fleiri, og harvið kemur eisini meiri avfall niður úr luftini. Kemur avfallið niður sum kavi, fara ískapparnir á Jørðini at vaksa. Í hesum sambandi vísir hann á, at í Noregi er tað vorðið heitari tey seinastu árini, men har er eisini meiri kavi komin niður enn fyrr. Og kanningar í Grøn- landi benda á, at øðrumegin landið minkar ísurin, samstundis sum hann veksur hinumegin. Bora í ísinum Eitt lið av altjóða granskarum er í ferð við eina verkætlan, sum miðjar eftir at bora langt niður í ísin har eysturi á Antarktis, har ætlanin er at taka royndir av ísi, sum er umleið 180.000 ára gamal. Vísindafólk siga, at fyri 180.000 árum síðani var tað umleið tíggju stig kaldari á Antarktis enn í dag, og tey vænta sær nógv burtur úr boringini. Boringar av hesum slagnum eru eisini í Grønlandi, og vís- indafólkini vænta, at royndirnar fara at geva týðandi upplýsingar um veðurlagið og ikki minst hitalagið og broytingar í tí. Við teimum upplýsingunum vænta vísindafólkini, at tað verður lættari at meta um komandi broytingar og avleiðingarnar av teimum. Sambært Jens Peter Steffensen hava boringar í grønlendska ísinum víst, at veðurlagið kann broytast nógv og eftir sera stuttari tíð. - Innan fyri ein mansaldur kann veðurlagið broytast nógv, men enn vita vit ikki, nær broyt- ingarnar koma, sigur danski granskarin. Íslagið á Antarktis veksur Júst sum veðurfrøðingar og onnur vísindafólk næstan kappast um at siga frá, at tann vaksandi hitin á Jørðini fer at fáa ísin við teir báðar pólarnar at bráðna, vísa kanningar á Antarktis tað øvugta C M Y K 23 22