leygardagur 9. mars 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
"Kom så Peddersen, vi
skal ud og fiske!", hoyrdi
eg undan køksborðinum
nú eitt kvøldið. Tað var
sonurin, sum var farin at
spæla við Findus og
Pettson-leikurnar. Eg
hvakk við. Tí vit eiga
tríggjar bøkur um gamla
stavnin og stuttligu kettu
hansara, og drongurin
plagdi at brúka setningar
úr bókunum sum orðatøk.
Á føroyskum sjálvsagt, tí
bøkurnar eru týddar til
føroyskt. Og nú tosaði
Findus danskt undir
køksborðinum! Og Pett-
son var blivin til Pedder-
sen.
Inni í stovuni lá upp-
runin til málskiftið hjá
okkara vinmonnum úr
bókunum. Ein teknifilm-
ur. Við donskum røddum.
Eina einastu viku høvdu
vit átt hann, og longu
hevði hann skumpað fýra
ára lesnað burtur.
Vit eiga eisini Løvernes
Konge. Øll í djórakassan-
um tosa danskt. Og
Pokémonfilmar, sum fáa
gummiskøddar
smádreingir at standa í
bønum og rópa "Pikachu,
jeg vælger dig!"
Og soleiðis er ikki bara
inni hjá mær. Tað veit eg,
tí eg hoyri tað, tá børnini
spæla saman. Tey spæla á
donskum. Ikki bara tey,
sum hava búð í Danmark
ella hava eitt danskt for-
eldur. Nei, tað er meira
rættvíst at býta tey upp
eftir, hvussu nógvar tekni-
filmar og fylgisveinarásir
tey hava til taks.
Okey, eg kundi tikið
eina prinsippavgerð og
beint allar danskar tekni-
filmar burtur. Noktað
ommu hansara at tendra
Cartoon Network (ein
teknifilmsrás sum sendir
alt samdøgrið um fylgi-
svein). Aldrin farið í bio-
graf, sum annars er ein
uppliving á hædd við
pannukakur.
Men í staðin fyri at ser-
vera forboð og mammusa
politiska correctness fyri
dronginum, hevði also
verið nógv stuttligari, um
Pettson bara tosaði før-
oyskt í filminum! Og ikki
bara stuttligari. Eisini
betri málpolitikkur. At
geva tær góðu uppliving-
arnar, nýggjar og stutt-
ligar filmar, á føroyskum.
Náttúrligt!
Grundarlagið undir
øllum arbeiði at verja
føroyskt mál er væl tað, at
hetta er okkara móður-
mál, okkara fyrsta mál,
tað vit duga best at nýta.
Á hesum málinum skulu
okkara sangir yrkjast og
okkara bøkur skrivast. Tí
hetta er tað málið, sum
okkara hjarta brúkar.
Og hvat so, tá okkara
børn IKKI hava hetta
málið til at spæla við?
Hvat hendir, tá hugflogið
sveimar best á donskum
við enskum ísletti? Vilja
tey so hava henda rættin
at kunna brúka føroyskt?
Okkara rithøvundar fara
kanska um 25 ár fara at
siga sum William Heine-
sen, at tað fellur lættari at
skriva á donskum. Ella á
enskum. Tí tað var málið,
sum førdi teir á víðar
ferðir í ævintýrheimi!
Sá forrestin, at málfrøð-
ingarnir hava skrivað ein
orðalista til oljuvinnuna.
Føroysk heiti út á bori-
pallarnar. Um teir høvdu
spákað sær ein túr fram
við einum barnagarði,
høvdu teir kanska hoyrt
tað sama sum eg hoyri.
”Tiiiil angreeb”! Og
kanska høvdu teir spurt
seg sjálvar, um tað nú er
oljuvinnan, sum mest
hevur brúk fyri einum
málpolitikki. Um tað er
har, størsti vandin er fyri
at hjartað fer at tosa
fremmandamál.
Leikukassin tosar danskt
Katrin Petersen skrivar
GAMLAR MYNDIR
Lagt til rættis:
Birgar Johannessen
Tann reyði 10 krónuseðilin
MS. Tjaldur
Myndin er helst tikin sunnudagin 1. februar í 1953, tá nýggja skipið hjá Skipafelagnum Føroyar, MS. Tjaldur kom á Havnina á
fyrsta sinni.
Tjaldrið skuldi koma kl. 10 á morgni, men varð nógv seinkað, m. a. tí at skipið mátti andøva í illveðri í 12 tímar á leiðini, sum tí
gjørdist nakrar tímar longri enn ætlað.
Ikki fyrr enn langt út á seinnapartin kom so Tjaldrið flaggskrýtt inn um molan.
Sum tað sæst á myndini var svart av fólki og tók ímóti nýggja skipinum hjá Skipafelagnum.
GHM og Havnar Sangfelag gjørdu løtuna sera hugnaliga. Nógvar røður vórðu hildnar. Løgmaður, býráðsformaðurin, J. P.
Hendriksen, Zach. Niclasen (á Skipafelagnum) og Páll Patursson vórðu millum røðararnar.
Við Tjaldrinum fyrsta túrin vóru gott 100 ferðafólk, 800 tons av stykkjagóðsi og 14 tons av posti.
Myndaeigari: Kári Arge
Í 1954 fingu føroyingar
nýggjan 10 krónuseðil.
Lóg kom í 1949 sum
segði, at sermerktir pen-
ingaseðlar skuldu gerast
fyri Føroyar. Áðrenn hesin
nýggi seðilin kom, vórðu
brúktir yvirstemplaðir
seðlar, fyribilsseðlarnir,
sum Eliesar í Pálsstovu
hevði gjørt o. a.
Á forsíðuni á nýggja 10
krónuseðilinum er skjøldur
við veðri (Kirkjubøveðrin-
um). Á seðlinum stendur:
»Útgivin sambært...«
Stavingin er rættað, tí á 5
krónuseðlinum stendur:
»Útgvivin sambart...« og á
10 krónuseðlinum stendur
»Ríkisumboðið« meðan
tað stendur »Ríkisumboð
Føroya« á 5 krónuseðlin-
um.
Fyri Føroya Landsstýri
skrivaði Kr. Djurhuus,
løgmaður, undir, og Vagn
Hansen skrivaði undir fyri
Ríkisumboðið.
Baksíðuna á 10 krónu-
seðlinum hevur listarmað-
urin, Janus Kamban, tekn-
að, og er motivið hansara
egna fantasi.
Fyrsta upplagið av hes-
um nýggja 10 krónu seðli
kom við vaktarskipinum
Thetis, upplagið var upp á
4 milliónir krónur. Tilsam-
ans bleiv prentað fyrstu
ferð eitt upplag upp á 9
milliónir krónur.
Tann reyði 10 krónu
seðilin varð inndrigin í
1978.
Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002
3
HJÁ BAKARANUM
Edvard Joensen
Myndir: Edvard Joensen
Saltangará: Tey byrjaðu í baka-
rínum sama dag fyri skjótt 40 ár-
um síðan. Og síðan hava tey
hildið saman, Elinborg og Hall-
grim Miðberg í Saltangará. Í dag
er Bakaríið selt, men navnið
Miðberg fer framvegis at standa
á skeltinum.
– Eg kom úr Vestmanna og
hevði ongantíð verið í Eystur-
oynni fyrr, hóast eg hevði verið
runt Afrika, greiðir Hallgrim
Miðberg frá.
– Eg byrjaði sum bakarasvein-
um hjá Antoni Johannesen. Sama
dag byrjaði ein nýggj genta í
handlinum, og har hava vit so
verið síðan, hóast bakaríið hesi
árini hevur verið í trimum hús-
um.
Í húsinum við síðuna av post-
húsinum í Saltangará liggur
bakaríið hjá Miðberg. Tað hevur
verið í hesum húsinum síðan
1978 og fer framhaldandi at
verða í sama stað, hóast eigarar-
nir nú verða nýggir.
Vit spyrja eftir bakaranum, og
fáa at vita, at hann er har inni
aftanfyri. Jú, hann er við at taka
breyð úr ovninum. Tekur fleiri
samansettar formar við rugbreyð-
um, sum hann hvølvir á borðið,
haðani tey beinanveg verða tikin
frá til at koyra út til ymsu
kundarnar, sum skulu hava breyð.
Úti í handlinum stendur Elin-
borg enn, sum hon gjørdi tann
dagin í august 1962, tá verðins-
maðurin úr Vestmanna, sum
ongantíð hevði verið í Eystur-
oynni, byrjaði at baka í Runavík.
Hallgrim Miðberg greiðir frá,
at hann lærdi at baka hjá Frants
Restorff í Havn, har hann varð
útlærdur í 1960.
Hann helt tó ikki fram í
bakarayrkinum beinanveg, tí
hann fór út at sigla. Hann fór við
einum norskum farmaskipi og
var millum annað ein túr runt
Afrika, úti á Madagaskar og á
Mauritius.
Inn í Eysturoynna
Heim aftur komin sá hann, at
Anton Johannesen, bakari í
Runavík, søkti eftir bakarsveini.
Hallgrim søkti og fekk starvið.
Tann 21. august 1962 byrjaði
hann at baka í teimum húsunum,
sum í dag hýsa Runavíkar
Býráði.
– Tað er í grundini nokk so
stuttligt, heldur Hallgrim. Tí
annar teirra, sum nú hevur keypt
bakaríið, er borgarstjórin, sum í
dag ræður í sama húsi.
Tað gekk heilt stutt tíð, til
gamli bakarin gjørdist sjúkur,
greiðir Hallgrim frá. Og bara
eini tvey ár eftir, at hann var
byrjaður í bakarínum, hevði hann
yvirtikið tað. Tá var hann sjálvur
annar í bakarínum, og tvær gent-
ur í handlinum.
Saman við sjálvari fyritøkuni
fylgdu eisini starvsfólkini, og
serliga ein yvirtøka gjørdist
øðrvísi enn hinar.
Væl hevur verið elt og bakað,
tí árið eftir at Hallgim Miðberg
hevði keypt bakaríið frá Antoni
Johannesen, giftust hann og Elin-
borg Knudsen, sum bæði byrjaðu
sama dag í fyritøkuni.
Tey hildu so fram í sama húsi
til 1969, tá bakaríið flutti longri
inn á fjørðin.
Og í 1978 bygdu tey so tann
bygningin, har bakaríið hjá Mið-
berg húsast í dag. Sjálv búðu tey
tá í erva, men eru seinni flutt í
onnur hús at búgva.
Broytingar
Jú, broytingarnar hava verið
stórar, greiðir Hallgrim Miðberg
frá. Alt samfelagið er jú broytt,
so tað er greitt, at tað mátti
merkjast hjá bakaranum eisini.
– Tá eg byrjaði, vóru fýra
bakarar í Eysturoynni. Ein á
Skála, ein í Gøtu, ein í Fuglafirði
og so vit. Tann í Gøtu er nú
givin, meðan bakarí enn eru í
Fuglafirði og á Skála.
Vøra varð koyrd út til kundar-
nar við hýruvogni, greiðir hann
frá. Tveir plagdu teir at vera,
sum líkasum skiftust um at koyra
fyri bakaran. Til Rituvíkar og
Æðuvíkar. Inn á Skipanes og
eisini út á Toftir, koyrdu teir.
Tá Hallgrim Miðberg keypti
bakaríið, keypti hann sær eisini
ein vøruvogn. Hann kostaði
12.000,- krónur, minnist hann.
Í dag verður vøran eisini
koyrd út til kundarnar, men nú er
tað bara upp aftur longri teinur.
Heilt til Eiðis og Norðskála
verður nú farið.
Í dag eru 14 fólk í føstum
starvi á bakarínum, umframt
onnur, sum arbeiða styttri tíð. Og
umsetningurin er vaksin frá um-
leið 125.000,- krónum, tá Hall-
grim Miðberg yvirtók, til einar
sjey milliónir í dag.
Trivist væl
Hallrim fer yvir til eitt borð, har
teir standa og elta breyð. Tekur
deiggj og letur ongan iva vera
um, at hetta hevur hann gjørt
fyrr.
Aftan fyri hann stendur Oddur
Heinesen við eina rørimaskinu.
Hann hevur bakað hjá Miðberg í
32 ár, greiðir Hallgrim frá.
– Jú, bæði vit bæði og arbeiðs-
fólkið sum heild hava trivist væl,
heldur hann.
Tað var eitt sindur av ótrygg-
leika á summum, tá tað frættist,
at hann fór at selja, greiðir Hall-
grim Miðberg frá. Men tey fingu
skjótt at vita, at alt fór at halda
fram sum áður. Og tað fara
starvsfólkini eisini at gera.
Sofus Hansen, sum er annar
av nýggju eigarunum, kemur í
bakaríið at arbeiða.
– Hann kemur líkasum heim-
aftur, heldur Hallgrim, tí hann
hevur lært her og eisini arbeitt
her í fleiri ár.
Jú, tey fara uttan iva at fáa
tíðina at ganga, bæði Elinborg og
Hallgrim Miðberg, hóast tey ikki
vera í bakarínum.
– Vit sleppa so at vera omma
og abbi fulla tíð, um vit vilja tað.
Rann saman í bakarínum
Tey hittust í bakarínum, Hallgrim og Elinborg Miðberg, og har hava tey verið
í skjótt 40 ár. Nú er bakaríið selt, men navnið Miðberg verður verandi
Hallgrim og Elinborg Miðberg hittust í bakarínum í 1962, og hava verið har síðani
Elinborg Miðberg avgreiðir framvegis kundarnar í handlinum
Starvsfólkið hevur trivist væl í bakarínum. Oddur Heinesen,
h.m., hevur bakað hjá Miðberg í 32 ár
C
M
Y
K
25
24