leygardagur 9. mars 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SJÓNARMIÐ
Kim Simonsen
Tað er ikki ofta, at vit síggja
greinar í føroyskum fjølmiðlum
um franskar heimspekingar og
sosiologar. Tí er tað gleðiligt at
fólk sum Virgar T. Dalsgaard, ið
tykist vita nakað um hetta evnið,
hevur sett seg at skriva grein um
henda stóra franska sosiolog og
heimspeking. Men tað eru fleiri
mátar at líta eftir einum stórum
intellektuellum risagranskara.
Virgar leggur til brots við at
greiða frá, at Bourdieu var pro-
fessari í sosiologi, men her
gloymir Virgar, at Bourdieu sum
so mangur úrmælingur undan
honum, tók endaligt prógv í
heimspeki. Heimspekin er móðir
at m.a. sosiologiini, sálarfrøðini
og allari náttúruvísund. Tað hava
bert so nógvir fakidiotar gloymt,
ið nú halda, at heimspeki er eitt
eksotiskt tápuligt veruleikafjart
humanistiskt fak. Bourdieau, ið
var sonur ein postmann, vaks til í
Béarn-økinum í fronsku Pyru-
næunum. Hann kom úr smáum
korum, ið merktu hann gjøgnum
lívið. Bourdieau nærkaðist sosio-
logiini, tá hann byrjaði at arbeiða
í Algir í Norðurafrika. Arbeiðið
hjá honum við berbarafólkinum
og kabylunum gjørdi, at hann
byrjaði at hava áhuga fyri antro-
pologi, og frá hesum vaks áhugi
hansara fyri sosiologiska arbeið-
inum, ið gjørdist hansara lívs
kall og virki. Hetta hevur Virgar
ikki fingið við, tí hann er meiri
áhugaður, sum danska blaðið
Information, at skriva um
sosialistin Pierre Bordieu. Ikki tí
Virgar roynir at ramsa okkurt
tilvildarligt um, hvat Bourdieu
hevur arbeitt við, men her vantar
hann at seta seg niður og hugsa
um, ella at skilja, at tað er ein
munur á sosiologinum Bourdieu
og tí intellektuella privatpersón-
inum Bourdieu, ið var sera
sosialistiskur. Antiglobaliserings-
ella mótaltjóðagerðingsbókin
”Modild” er t.d. bert savnaðar
kronikkir, hendinga fyrilestrar og
greinar, ið ein ikki beinleiðis
kann skilja sum gransking.
Altjóðagerð merkir eisini
møguleikar!
Eg eri samdur við Virgari í, at
granskingin hjá Bourdieu er sera
spennandi og hevur nógv at
bjóða. Eg kann ikki reypa av at
hava lisið alt, og tað komi eg
helst ongantíð at gera (hann
hevur eina risaframleiðslu aftan
fyri seg), men eg havi lisið nøkur
meginverk, og eri sera áhugaður
í hesum manni, men eisini
ósamdur við Bourdieu í støðum,
men enn meiri við Virgarsa
lesing av honum. Bourdieu hevur
skrivað so nógv, at tey næstu
tjúgu árini fara granskarar at
arbeiða og kjakast dúgliga um
hansara ástøði, tí er tað heldur
hugstoytt at Virgar vil enda alt
kjak við at seta Bourdieu fram
sum ein betongsosialist, ið sum
Virgar sigur: ”vendi sær ímóti tí
skaðiligu globaliseringini og
vísti á, at nýliberalisman, sum
frálíður, bara gagnar ameri-
konsku imperialismuni, og ger,
at vit avreiða øll okkara fíggjar-
rættindi og geva multinationalum
kapitalvaldi heilt fríar hendur til
at eyðræna og mergsúgva restina
av heiminum”. Soleiðis ljóðar
retorikkurin hjá Virgari, ið
kanska sýnur ein brøkpart av tí
ið Bourdieu hevði at bjóða.
Somuleiðis er tað at halda, at tað
bert finst ein skaðilig globali-
seringin nakað tvætl at føra fram
sum ein endaligan sannleika.
Globaliseringin ella altjóðagerð-
ingin hava eisini við sær ovur-
honds øktar møguleikar og
merkir ikki bert nýliberalisma
ella amerikansk imperialisma.
Hetta er ein týpisk 70´ara
vinstravend mentanarpessim-
isma, ið enn bert vil tosa um t.d.
amerikanska imperialismu og
ikki kjakast um møguleikar við
hesum nýggja brá við alheims-
samfelaginum. Eg haldi, at hesar
dómadagsprædikur bæði frá
Bourdieu og Virgari eru ovur-
honds negativar, har tankin tykist
vera, at vit ikki longur hava
tamarhald á nøkrum, ið aftur
byggir á ein tanka um at vit
einaferð høvdu tamarhald á
samfelagnum, okkum sjálvum og
øll vóru glað. Vit liva í einum
heimi, ið er merktur av øktari
einstaklingagerðing, altjóða-
gerðing, frælsi, lívsformum,
avbjóðingum, har tíðin við
Stuning eller kaos, ”Gud, konge
og fædreland” er endaliga farin.
Altjóðagerðingin er her, hon
hevur nógvar síður og bert ein av
teimum er tann økonomiska
liberaliseringin. Sosialistar sum
Virgar skulu minnast, at einasta
mótvektin til økta samskiftið og
altjóðagerðingina er, enn
einaferð, at krógva seg í nalva-
skoðandi nationalstatinum væl
vard av einum nationalistiskum
deymi, ið at enda bert vil rot og
tramanskap. Hetta merkir ikki, at
vit noyðast at velja ímillum
neoliberalismu ella betongsosial-
ismu. Tankin hjá Virgari tykist
vera, at vit í dag eru rótleys,
ørkymlað og uttan nakað fóta-
festi. Tað er á ein hátt rætt, men
hetta nýtist ikki vera so negativt
— hetta er nakað ein og hvør tíð
í veruleikanum eigur og má
berjast við. Virgarsa tanki hevur
henda skøvuta sangin sum tjóð-
sang, at vit (eru um reppið at)
missa felagsskapin, og hetta at
vera ávegis ímóti einum felags
máli. Ein reaktión uppá hetta
ímyndaða virðistap kann vera eitt
hugmyndafrøðiligt uppgávu-
lyndi, har vit ikki longur halda
okkum hóma nakrar savnandi
visiónir, har vit gerast stutt-
skygdir pragmatikarar ávegis
ímóti samanbrotinum. Ein onnur
er tann paniska, ið endar í einari
forskansandi re-traditionaliser-
ing, tvs. at fólk sjóseta t.d. gaml-
ar siðir, tjóðskaparlig ikonir,
kvæði, føroyskan dans, føroysk
klæði, har tankin er hann, at
svarið finst í fortíðini, tvs.
áðrenn samanbrotið. Virgar
hoyrir til henda bólk av vinstra-
vendum romantikarum og gráti-
konum, ið vil brúka Bourdieu til
at buka tíðina, ella hvat hann
meinar er ein psykotisk tíð, í hel
— uttan kjak ella undran. Øll re-
traditionalisering er ikki annað
enn eitt heldur tragisk umskiftis-
fyribrigdi, ið hongur fast í for-
tíðini, í søguni, í kristindóminum
ella í politisku hugmyndafrøðini.
Soleiðis boðar øll re-traditionali-
sering eina aftursøkkandi kon-
servatismu, ið bert byggir á ein
paniska ótta fyri nútíðini, tí
nýggja og á henda hátt forðar
hetta fyri framburði.
Anthony Giddens
Eisini klæðir tað ikki greinina
hjá Virgari, at hann glepsar eftir
bæði týska heimspekinginum
Jurgen Habermas og enska
sosiologinum og stjóranum á The
London School of Economic and
Political Science Anthony Gidd-
ens. Habermas hevur ikki nóg
nógv dirvi, sigur Virgar, ið er
nakað tvætl. Habermas er ein
klassikari, eisini um 50 ár, t.d.
eru hansara diskursetikkur og
tulkingin av borgarliga almenn-
inum so holl ástøði og nágreini-
lig vísund, at Virgar skal koma
við onkrum betri argumentum,
áðrenn hesin týski risin kann
sigast at vanta mót og ikki grava
nóg djúpt. Tað er rætt sum Virgar
sigur, at Habermas ikki var so
nágreiniligur sum Bourdieu, ið
m.a. kannaði nærum øll hugsandi
sosial viðurskifti og onnur fyri-
brigdi sum list, móta, skúla-
gongd, vald, viðurkenning, lívs-
stíl o.s.f.v. — hetta kemst av, at
Habermas er ein heimspekingur
og ikki ein empiriskur sam-
felagsgranskari so sum Bourdieu
endaði við at gerast. Munurin á
heimspeki og sosiologi er júst
hesin, at sosiologi er ein vísund,
meðan heimspeki ikki viður-
kennir naturaliserað ella empir-
isk argument.
Verri er tað við Anthony Gidd-
ens, ið verður molddálkaður, tí
hann við The global third way
kjakinum hevur roynt at endur-
reisa og modernisera europeisku
javnaðarrørsluna. Virgar kallar
Giddens ein mótasosiolog og ein
populist, tí hann m.a. eisini
hevur hjálpt Tony Blair í Ong-
landi. Somuleiðis sigur hann, at
modernitetsanalysurnar hjá
honum kundu verið gjørdar av
4
Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002
Ein sosialistisk skerjing av
– Pierre Bourdieu var annað enn ein sosialistiskur granskari.
”Royndin at varðveita javna er kjarnin í triðja vegs politikkinum”
Anthony Giddens, 1999.
”Soleiðis kunnu javnaðarflokkarnir, sum í løtuni hava valdið í Europa, bert vísa
á, at tað er neyðugt at hava ein fastan kurs og ein stramman fíggjarpolitik,
oyðileggja og avlíva avgerandi sosiala framburðin tey seinastu 200 árini, sum vil
leiða til samanbrot av aðalreglum í einari og hvørjari sosialistiskari hugsan (...),
ið er hótt av fíggjarligum valdi”
Pierre Bourdieu, 2001.
Tað var við stórum áhuga at eg las grein í Sosialinum,
Pierre Bourdieu. Greinin er í føroyskum høpi sjáldsam
eisini okkurt, ið ein kann loyva sær at vera ósamdur v
Bourdieu við at spenna hann fyri eina betongsosialis
kjakið fr
Giddens hevur roynt at gleiva yvir
nógvar gjógvir innan sosialástøði
serliga við síni strukturatiónsástøði
Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002
5
v einum stórum sosiologi
Coca-Cola - hetta eru alt ov hørð
orð, ið púra vanta argumentatión,
ja og helst, at Virgar setur seg
inn í stóra ástøðisheimin hjá
Giddens. Giddens hevur endur-
skoðað bæði ta klassisku sosio-
logiina (Comte, Durkheim,
Weber, Marx) og tí nýggju
(funktionalismu, strukturalismu
og postmodernaða etnometodo-
logi). Eg føli meg kallaðan at
verja Giddens frá hesum for-
dómum, tí henda grein. Giddens
hevur roynt at gleiva yvir nógvar
gjógvir innan sosialástøði serliga
við síni strukturatiónsástøði, har
hann endurskoðaði hugtakið um
sosiala praksis, agentástøði, vald
og handling. Ikki minst hevur
hann roynt at skipa sína
modernitetstulkingar soleiðis, at
tær byggja á eitt støði, ið ger
uppreistur ímóti hesum, at skoða
sosialar broytingar sum eina
positivistiska evolutión, tí at tíð
og rúm viðurskiftini eru broytt
munandi bæði innan ástøði og í
heiminum sum heild. Giddens
brúkar bert multikausalar frá-
greiðingar, ið ofta eru heftar at
einum ávísum søguligt høpi.
Hugsa vit um gamla stríðið
ímillum hermeneutik og positiv-
ismu í vísundaástøðini, so mein-
ar Giddens ikki, at samfelags-
frøðin skal royna at finna al-
mennar lógir, men viðurkenna at
samfelagið, mótvegis náttúruni,
er samansett av fólki, ið virka út
frá t.d. virðum og viljum, ið eru
eindømi. Hann hevur skrivað
bøkur um evni sum t.d. kapital-
ismu (1971), sjálvsmorð (1971),
Max Weber (1972), Emile Durk-
heim (1972), klassaskipanina
(1973), positivismu (1974),
elituna (1974), metodu (1976),
nationalstatin og harðskap
(1985), modernitet (1990, 1991),
intimitet og samleika (1991), The
Third Way — A Renewal of
Social Democracy (1998, 2000,
2001), altjóðagerðing (1999) og
eini 15 aðrar bøkur. Giddens
leggur m.a. á at skriva um,
hvussu globaliseringin hevur
ymisk árin á okkum, á okkara
siðir, á tað einstaka menniskjað.
Somuleiðis gloymir hann ikki at
skriva bæði um vandar og frælsi.
Giddens hevur nógv projekt, har
eitt m.a. er tað statsástøðiliga, ið
er serliga viðkomandi fyri Før-
oyar í hesum døgum.
Habitus, symbolskur
kapitalur og praktiskt skil
Tað mest undarliga er, at Virgar
sjálvur roksar bert á skorpuni og
kemur tí ongantíð inn um skræð-
una á Bourdieusa tonkum, mest
tí, at hann bert hevur eitt ókrit-
iskt eyga fyri Bourdieusa sosialu
indignatión. Øll tey mest vanligu
hugtøkini, ið Bourdieu er kendur
fyri, gloymir hann at viðmerkja,
ella hann kennir tey kanska ikki,
so sum t.d. hansara habitus
hugtak og kendu tulkingina av
kapitalinum, at tað eisini finst
ein symbolskur kapitalur.
Habitus er stutt sagt tann skipan
av tiltøkum, ið agentar (fólk,
stovnar o.s.f.v.) alsamt døma,
fata og handla í heiminum.
Habitus er skapandi og savnandi
hugtak, ið broytir sosialu støðuna
hjá tí einstaka til ein savnaðan
lívsstíl. Kapitalur finst hjá
Bourdieu í ikki minni enn
trimum høvuðsformum. Tað er
vanligur kapitalur (peningur og
materielt tilfeingi), men so finst
eisini mentanarligur kapitalur
(dannilsi og útbúgving) og somu-
leiðis sosialur kapitalur (ið, er
tað tilfeingi ein agentur hevur
við at vera limur í einum ávísum
bólki). Omanfyri hetta kemur so
symbolskur kapitalur, ið er t.d.
virðing og umdømi, ið kann
vekslast til hini sløgini av kapi-
tali. Heiður finst bert, um ein
bólkur er samdur um, at egin-
leikar ella ein ávís gerð hevur
virði. Bourdieu royndi, sum aðrir
sosialkonstruktivistar, at upp-
loysa markið fyri búskap og tað,
ið ikki er búskapur.
Ein aðaltanki hjá Bourdieu er,
at menniskja leitar eftir viður-
kenning, ið er hin mest funda-
mentala dimensiónin í øllum
verkinum hjá Bourdieu. Sjálvt
hetta hevur Virgar ikki tíð til at
siga nakað um.
Gjøgnum 80ini og 90ini hava
sosiologar og heimspekingar sum
Anthony Giddens, Jürgen Haber-
mas, Michel Foucault, Ulrick
Beck, Zygmunt Baumann og
Pierre Bourdieu allir skrivað um
politik. Men hetta er langt frá alt,
hesir menn hava staðið fyri. Hjá
Virgari endar granskingin bert
sum politikur, men ringast er tað,
at Bourdieu bert verður brúktur
av handahógvi fyri at grunda og
stuðla undir Virgarsa øði og
idiosynkratiska ótta fyri nærum
øllum, øðrum enn planbúskapi,
pampararørslum og eini doyggj-
andi mynd av javnaðarrørsluni av
í gjár, lesið t.d. 1960inum og
1970inum. Alt má endurnýggj-
ast, somuleiðis má javnaðarrørsl-
an eisini endurskoðast, nú nær-
um allir arbeiðarar eru endaðir
sum funktiónerar í egnum húsi.
Skulu vit siga okkurt um poli-
tikk, ið bert er ein partur av
hugaheiminum hjá Giddens, so
er triði vegurin hjá m.a. Giddens
og øðrum alt annað enn neo-
liberalisma ella ”marknaðar
fundamentalisma”, sum Giddens
sjálvur kallar tað. Hann og aðrir
sosiologar hava roynt at gera teir
flokkar, ið liggja til vinstru fyri
miðjuna, førar fyri at liva við
sosialum broytingum, ið longu
hava broytt hugmyndafrøðisliga
landakortið í heiminum í dag, ið
er merktur av altjóðagerðing,
eini vitansstýrdum búskapi og
djúpum broytingum av lívinum
hjá tí einstaka. Tað demografiska
og sosiala mynstrið er broytt,
síðani menn sum Anker Jørgen-
sen, Oluf Palme, Petur Mohr
Dam og Atli Dam høvdu nakað
at siga.
Á hesum økinum er Giddens
nógv betur fyri enn Bourdieu, ið
bert svaraði aftur ímóti globali-
seringini við paranoia og ótta,
meðan Bourdieu innan onnur øki
er frálíkur, men tað má eg taka
upp aftur í onkrum høpi. Gidd-
ens leggur fyri við at vilja kjak-
ast, men fyri Virgar er ein og
hvør broyting av tí gomlu sam-
felagsskipanini av sær sjálvum
av tí ónda.
Í djúpgrýtinum, tvs. á tí
vísundaástøðiliga økinum, eru
Bourdieu og Giddens nógv meiri
samdir enn Virgar helst hevur
hugflog til at ímynda sær. Teir
eru báðir eitt slag av sosialkon-
struktivistum, Bourdieu meiri
enn Giddens, og hava tí jarðlagt
eldri fatanir av homo economicus
og homo sosiologicus.
Somuleiðis ástøði sum rational
choise, holistiska systemástøði
og spælástøðin eru útskift fyri
eina meiri ella minni sein-
modernaða aktørástøði. Men tað
er enn sum áður munurin á
betongsosialistinum Bourdieu og
endurnýggjaranum Giddens, ið
hevur einasta áhugan hjá Virgar
— og tað er ov tunt!
Onkrar keldur:
Martin Hollis: The Philosophy of
Social Science — An
Introduction.1994.
Mads Storgaard Jensen:
Dommedagsfesten — En kritik af
tidens kulturpessimisme.2001.
Anthony Giddens: The Global Third
Way Debate. 1999.
The Consequences of Modernity.
1990.
Modernity and Self-Identity. 1991.
En løbsk verden —Hvordan
globaliseringen forandrer vores
tilværelse.2000.
Lars Bo Kaspersen: Anthony
Giddens — En introduktion til en
samfundsteoretiker.2001.
Heine Andersen og Lars Bo
Kaspersen: Klassisk og moderne
samfundsteori.2000.
Pierre Bourdieu: Texter om de
Intellekuella. 1992.
Af praktiske grunde. 1997.
Modild. 2001.
La Distinction.Critique sociale du
jugement. 1979.
ið Virgar T. Dalsgaard skrivaði um franska sosiologin
ma nærløgd og væl skrivað. Men tá tað er sagt, so er tað
við Virgari í, ið vil skerja franska heimspekingin Pierre
stiska hugmyndafrøðisliga leið, ið stongir fyri øllum
framyvir
Tað demografiska og sosiala mynstrið er broytt, síðani menn sum Anker Jørgensen, Oluf Palme, Petur Mohr Dam og
Atli Dam høvdu nakað at siga
C
M
Y
K
27
26