leygardagur 9. mars 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002
MENTAN
Bárður Olsen
Knut Hamsun, sum varð føddur
4. august 1859, er ein tann størsti
rithøvundurin, ið norðurlond
hava fostrað. Hann gav sína
fyrstu bók út 18 ára gamal og
skrivaði, til hann doyði av elli.
Hann var sera vældámdur í
Noregi. Ein sonn landshetja.
Nobel-virðislønina í bókmentum
fekk hann í 1917 fyri bókina
“Markens Grøde“. Um Nobel-
virðislønir vórðu givnar í 1890,
hevði hann uttan iva fingið hana
tá fyri bókina “Sult“. Hann
skrivaði ótrúliga nógv. Eftir hann
liggja ikki minni enn 24 skald-
søgur, eitt yrkingasavn og ein
sjónleikur. Gyldendal Norsk
Forlag hevur givið øll verkini hjá
Hamsun út. Hann skal sjálvandi
lesast á upprunamálinum. Hann
var verandi landshetja, til hann
varð stemplaður sum landa-
svíkjari.
Sult
Hansara besta bók eitur “Sult“.
Hon er ótrúliga genial. Longu tá
ein letur bókina upp og lesur til
fyrsta reglubrotið, sæst, at bókin
er nakað heilt serligt. “Det var i
den tid, jeg gik rundt og sulted i
Kristiania, denne forunderlige
by, som ingen forlader, før han
har faaet mærker af den...“.
Bókin er grundað á ta tíðina,
tá Hamsun búði í Kristiania,
núverandi Oslo. Hann er altso
ikki í Christiania, við einari joint
í munnklovanum. Hann livdi av
at skriva blaðgreinar, men tað
hendi seg ofta, at einki blað vildi
hava greinarnar, tessvegna mátti
hann hungra. Bókin er ein góð
lýsing av, hvat gongur fyri seg í
heilanum, tá ein hungrar. Vit og
skil koma í aðru røð í mun til
eina matartuggu. Serliga minni-
ligt er, tá hann púra vitleysur
gongur aftan á einari damu, ið
hann hevur fingið hug á. Hann
hevur ikki etið í fleiri dagar.
Heilin virkar als ikki, sum hann
skal. So møtast tey bæði, tað
einasta hann ger er, at rópa:
Ylayali!“
Knut Hamsun byrjaði at skriva
bókina, ávegis millum Keyp-
mannahavn og Amerika. Hann
hevur helst havt góða tíð at
skriva umborð á dampskipinum.
Bókin líkist nógv einari ævisøgu,
hon er skrivað á tann hátt, men
hetta er ein skaldsøga.
Pan
Bókin “Pan“ er næstan líka góð
sum Sult. Navnið Pan kemur frá
skógarguðinum Pan. Hon er um
Einabúgvan Thomas Glahn.
Hann fæst við at fiska og ganga
á veiðu. Tann einasti, ið hann er
saman við, er hundurin Æsop.
Síðani broytist livið hjá honum,
tá hann møtir dóttrini hjá
stórkeypmanninum, ið eitur
Edvarda. Tá má hann tilpassast tí
vanliga samfelagnum. Henni
dámar ikki, at hann gongur á
veiði. Men Thomas er ikki Pan
uttan grund. Eina staðni í bókini
sigur hann: “Jeg levet i skogen,
jeg var skogens søn”. Í fyrstuni
gongur væl. Síðan følir hann, at
Edvarda spælir hund við sær.
Hann dugir ikki fólkaskikk.
Thomas veit, at hon er góð við
hundin. Í hevndarhuga gevur
hann Æsop eina kúlu fyri
pannuna. Síðan biður hann ein
mann bera líkið av hundinum til
Edvardu. Tað endar við, at hann
flýggjar úr landinum. Hann vil
til Afrika ella India, bara burtur.
Á bryggjuni takkar Edvarda fyri
gávuna. Okkurt skal hon jú siga.
Hann endar sínar dagar í
indiskum frumskógi. Har følir
hann seg heima. Fyrri partur av
bókini endar á henda hátt: “For
jeg hører skogen og ensomheden
til“. Hamsun hevur skrivað
nógvar sera góðar bøkur. Við-
mælast kunnu t.d “Victoria“ og
“Sværmere“. Hesar bøkurnar
lýsa sera væl, hvussu tað var á
bygd í Noreg fyri meira enn 100
árum síðan.
Prosessen mot Hamsun.
Ein filmur er gjørdur um síðstu
tíðina hjá Hamsun. Bygdur á
bókina “Prosessen mot Hamsun“
hjá Thorkild Hansen. Eg las
bøkurnar hjá Hamsun, áðrenn eg
visti, at hann tók undir við
nazistunum. At hava verið nazi-
sympatisørur, tá Noreg var
hersett av týskarum, má sigast at
vera sera áheppið. Hetta hevur
oyðiligt sera nógv fyri Hamsun.
Hansara eftirmæli er rættiliga
vánaligt. Hamsun vitjaði Adolf
Hitler, mest fyri at tosa Noregs
søk. Hitler segði seg vera
hugtiknan av Hamsun. Hamsun
meinti, at týskararnir uppførdu
seg so illa í Noregi. Hitler østi
seg upp. Tá teir høvdu tosað
saman eina løtu, bað Hitler sínar
menn fara burtur við Hamsun.
Hitler gjørdist rættiliga skelk-
aður, tí Hamsun bar seg so
merkiliga at.
Tá Hitler tók lívið av sær í
1945, skrivaði Hamsun
minningarorð. Eftir seinna
veraldarbardaga varð Hamsun
stevndur inn fyri ein krígsrætt,
men var fríkendur vegna heilsu-
brek. Hóast tað, fekk hann eina
bót, áljóðandi 325.000 kr. Tey
kundu jú ikki drepa hann, á sama
hátt sum Vidkum Quisling var
dripin. Hann var eisini innlagdur
á sinnissjúkrahús, hóast at hann
ikki var sinnissjúkur. Har vístu
teir honum ein film, ið var
upptikin í einari konsentratións-
legu. Tað endar við, at gamli
patriarkurin Hamsun, situr og
grætur.
Í 1949 skrivaði hann bókina:
“Paa gjengrodde stier“. Her
roynir hann at forklára sínar
meiningar og gerðir undir
krígnum. Hetta er síðsta bókin
hjá Hamsun. Hon var partvís
skrivað á sinnissjúkrahúsinum.
72 ár vóru millum ta fyrstu og
seinasti bókina.
Eftirmæli
Tað er møguliga ov lætt at
avskriva allar bøkurnar hjá
Hamsun, tí hann á gamansaldri
var nazi-sympatisørur. Men tað
er ringt at lata vera. Á ungum
aldri var Hamsun tvær ferðir í
Amerika. Honum dámdi sera illa
landið. Um hann veruliga var
nazistur, er ringt at meta um,
men honum dámdi ikki demo-
krati. Hann var týsklandsvinur
um ein háls, longu áðrenn Hitler
kom til valdið í 1933. Bøkurnar,
ið eg havi lisið hjá Hamsun, bera
ikki brá av hansara víðgongdu
sjónarmiðum. Tað ber til at
venda tí á høvdið. Fleiri rithøv-
undar hava verið kommunistar
og hava sympatiserað við t.d
Stalin ella Pol Pot. Eingin hevur
sagt nakað ringt um tað. Tað er
eitt sindur dupultmoralskt at
traðka ov hart á Hamsun.
Munurin á kommunismu og
nazismu var ikki so ógvuliga
stórur.
Tað verður ofta tosað um
“Famous last words“ hjá kendum
fólkum. Seinastu orðini hjá
Hamsun vóru: “Lad det vere,
Marie, jeg dør nu“. Hetta segði
hann við konuna, tá hon rættaði
uppá pútuna hjá honum. Hamsun
doyði í 1952 92 ára gamal.
Landshetja ella quislingur?
Eftir seinna veraldarbardaga varð Knut Hamsun stevndur inn fyri ein krígsrætt, men var
fríkendur vegna heilsubrek. Tað er møguliga ov lætt at avskriva allar bøkurnar hjá Hamsun,
tí hann á gamansaldri var nazi-sympatisørur. Men tað er ringt at lata vera. Kortini haldi eg
ikki, at bøkur hansara vera brá av at hava víðgongd sjónarmið, skrivar Bárður Olsen
Hamsun til vinstru í myndini
Minningarorð, sum Hamsun skrivaði um Hitler
Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002
7
LÍVSVIRÐI
Áki Bertholdsen
– Tá ið tú gleðir onkran annan,
verður tú glaður sjálvur. Tú fært
tað, tú gevur og oftast við rentu.
Hetta kann setast sum ein stutt
yvirskrift yvir tað grundarlag,
sum Malena Arnholdsdóttir á
Skála, heldur, at vit eiga at
byggja lív okkara á. Í Sosialinum
seinasta leygardag segði hon
okkum, hvat tað er, sum gevur
lívinum innihald og sum økir um
lívsvirði. Tá greiddi hon frá, at
tað ofta er tað mest lítisvirda,
sum gevur lívsvirði. Hon tosaði
um týdningin av at hava góða
familju, av at sleppa í urtagaðin
at grava, av at fáa eitt postkort,
ella bara tað at sleppa at loysa
frá posabandinum viðhvørt. Men
hon hevur meiri upp á hjartað
enn tað, sum rúmd varð til í
Sosialinum seinast og tí lata vit
hana aftur sleppa til orðanna í
dag. Og í dag heldur hon fram í
sama anda, at tað ofta er tað,
sum er lítið og ókeypis, ið gevur
okkum størstu gleðirnar.
Malena Arnholdsdóttir eigur
fýra børn. Yngsta barnið er 17
ára gamli Ólavur, sum er menn-
ingartarnaður og tí hevur hon
ofta lyndi til at máta síni egnu
lívsvirði út frá hansara
fortreytum.
Vísa virðing og ábyrgd
Malena Arnholdsdóttir sigur, at
tú hevur virði, tá fólk minnast
teg og vísa tær virðing og
ábyrgd.
– Føðingardagurin hevur stór-
an týdning fyri Ólav og tað er
gott at familjan kemur. Men
hann vil eisini fegin, at onkur
vinur skal koma í føðingardag.
– Seinast hann fylti, komu øll
møgulig í familjuni í føðingar-
dag, men at Tróndur, ein granni,
sum er javngamal við hann, eis-
ini kom, bjargaði degnum hjá
okkum øllum.
Hon heldur, at yvirhøvur
hugsa menningartarnað nógv um
føðingardagin.
– Kanska er tað so, at vit øll
gera tað, men at vit ikki vilja
viðurkenna tað?
Hon sigur, at tað var ein gleði
hjá henni at fáa gestir. Og Ólavur
elskar, tá ið tey fáa gestir, og tá
ið tey fara at vitja onnur.
– Tað er gott at hava góðar
grannar. Vit kunnu støkka inn á
gólvið hjá hvørjum øðrum.
Okkara grannar hava altíð tikið
væl ímóti Ólavi og tey hava tikið
tey eldru børnini við í bilin, tá ið
tey hava koyrt síni egnu børn í
skúla og hjálpt okkum, tá á
hevur staðið, havt Flikku, tá vit
hava verið innløgd o.s.v. Flikka
er tíkin hjá Ólavi og hevur stórt
lívsvirði fyri hann.
– Vit foreldur verða góð við
tey, ið eru góð við okkara børn,
og eyka sterkt er hetta, tá ið
góðskan verður víst okkara
barni, sum er menningartarnað.
– At fólk vísa mær og børnum
mínum virðing gleðir meg eisini.
Sum dømi kann eg nevna eina-
ferð eg var hjá lækna við Ólavi,
og læknin bað Ólav sjálvan
skriva undir uppá rokningina.
– Eg varð so glað fyri hetta, og
Ólavur var errin, tí tað dugir tað.
Hetta tykist kanska sjálvsagt,
men verður ikki gjørt so ofta.
Øll vaksa við ábyrgd
Malena Arnholdsdottir dámar
onki, tá ið Ólavur uppførir seg
býtt, og fólk so bara siga at tað
ger einki, tí hann er so fittur.
– Eg haldi eisini at hann er
fittur, men tað ger, at hann upp-
førir seg býtt, tí hann veit betur.
Vit skulu heldur royna læra tey
menningartarnaðu og geva teim-
um ábyrgd. Tú hevur virði, tá ið
tú fært ábyrgd.
– Tað hevur eisini týdning, at
vit eru erlig. Tey, tú ert góð við,
ert tú erlig við, men tað er ikki
altíð, ein skal vera bersøgin og
siga tað, ein hevur hug til. Lat
okkum heldur siga tað góða,
geva hvørjum øðrum eitt herða-
klapp og eitt smíl, tí tað gevur
lívsvirði. Hyggja vit eftir tí góða,
síggja vit tað. Tú finnur tað, tú
leitar eftir.
Tað er eisini lívsvirði fyri
Malenu at vita, at onnur hava
tikið sær av Ólavi, og givið
honum onnur upplivilsi, meðan
hon hevur verið til arbeiðis ella
saman við hinum børnunum.
– Tá ið eitt barn við breki er í
húsinum, er so skjótt, at tað
kemur at fylla ov nógv. Tí er tað
av størsta týdningi at fáa um-
lætting, so foreldrini eisini hava
tíð at vera foreldur hjá teim
frísku børnunum.
– Tvey tey seinastu árini hevur
Ólavur av og á verið til umlætt-
ing í Klaksvík og í Havn. Tað
hevur verið gott fyri meg og
hóast hann sigur nei at fara,
plagar tað at ganga kortini, tá
hann fyrst er komin. Men best
dámar honum at sleppa út til
abba og ommu. Tey hava serliga
gott tak á honum.
Skúla fyri øll - næstan
Vit hava ein skúla fyri øll – ella
næstan øll.
– Tað er stórt lívsviriði í, at vit
øll kunnu ganga í skúla og fáa
tann lærdóm, sum vit ynskja
okkum, uttan at gjalda fyri tað.
Øll børnini hjá Malenu hava
hava gingið í barnaskúla á Skála,
eisini Ólavur. So fór Ólavur inn á
Strendur, sum børn av Skála gera
í eldru flokkunum, og tað bar so
dánt til ta fyrstu tíðina, men enn
er framhaldsskúlin ikki til reiðar
til tann menningartarnaða.
Hon hevði viljað, at tað var ein
eftirskúli til menningartarnað.
Tað hevði givið fleiri menningar-
tarnaðum og foreldrum teirra
lívsvirði.
– Men tað er eisini stórt lívs-
virði í at hava arbeiði og at
kunna arbeiði.
Sjálv er hon sjúkrasystir á
Eysturoyar Ellis- og Røktar-
heimi, men í løtuni er hon í
farloyvi.
– Mær dámar væl. Arbeiði er
status, tú ert nakað og gert
nakað, tú hevur arbeiðsfelagar og
tað, at eg arbeiði við fólki er
eyka gott fyri meg.
Hon vónar, at eisini Ólavur og
øll tey menningartarnaðu kunnu
fáa eitt arbeiði, sum tey makta, tí
tað gevur teimum lívsvirði.
Brendar pylsur og hálvráir
búffar
Malena Arnholdsdóttir hevur ta
áskoðan, at fyri at kunna gleðast
um at hava frí, mást tú hava
arbeiði ella okkurt sum ikki er
frítíð. Tí hesi bæði eru tengd at
hvørjum øðrum.
– Á sama hátt, sum eg gleðist
um arbeiði, gleðist eg um frítíð-
ina, tí tá er gott at slappa av, gera
tað tú vilt og føla, at tú hevur frí.
Men tað hevur eisini stóran
týdning at taka sær tíð til at
hugna sær við sínum kæru.
– Vit hava ofta so nógv at gera,
sum vit halda er alneyðugt, og
tíðin og lívið rennur avstað.
Hon minnist einaferð, børnini
og hon fóru til Leynavatn við
tjaldi.
– Vit høvdu grill við og grill-
aðu pylsur og búffar. Sum eg
minnist, brendust pylsurnar og
búffarnir vóru hálvráir, men tey
ótu og vóru vælnøgd. Og tað
undarliga er, at í minninum á
Tað er eisini lívsvirði í brendum pylsum
og hálvráum búffum
– Tíðina, eg havi brúkt til at rudda og vaska, stendur ikki í minninum, sum nakað ,
ið hevur givið mær lívsvirði. Hinvegin gevur tað lívsvirði at taka sær tíð til at vera
saman við teimum, sum vit eru góð við, sigur Malena Arnholdsdóttir, sum er
næstformaður í Javna og mamma ein menningartarnaðan drong
Framhald á síðu 8
– Vit foreldur verða góð við tey,
ið eru góð við okkara børn, og
eyka sterkt er hetta, tá ið
góðskan verður víst okkara
barni, sum er menningartarnað
C
M
Y
K
29
28