Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mars 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 48 • leygardagur • 9. mars 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Hjá kvinnunum fellur avgerðin um silvurið kanska um viku- skiftið, meðan VÍF kann beina seinasta ivan av vegnum móti STÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk Seks hondbóltsdystir skulu avgreiðast um vikuskiftið, og í nógvar mátar sæst, at nú fara seinastu avgerðirnar av álvara at nærkast. Silvurdystur í Havn Hjá kvinnunum verður mest áhugaverda uppgerðin ivaleyst í Havn, har Stjørn- an vitjar Neistan. Meðan meistaraheitið í kvinnu- deildini er avgjørt, er spenningurin um silvur- merkini enn stórur, og tað eru hesi bæði liðini, sum stríða hetta stríðið. Tað mesta hesum við- víkjandi kann tí verða av- gjørt, um dysturin sunnu- dagin fær ein vinnara. Spurningurin er bara, hvør hesin verður. Stjørnan hevur størsta partin á árinum ligið betri fyri enn Neistin, men í løt- uni er Neistin eitt stig frammanfyri, tó at tær hava spælt ein dyst meira. Í teimum trimum undan- farnu uppgerðunum í ár hevur Stjørnan hvørja ferð drigið longra stráið, men meðan avrikini hjá klaks- víkingum hava verið dal- andi, hevur tað øvugta ver- ið galdandi fyri Neistan, og so skal heldur ikki gloym- ast, at tey bæði seinnu árini hevur gongdin verið tann, at meðan Stjørnan hevur vunni teir tríggjar fyrstu landskappingardystirnar á Neistanum, hava havnar- genturnar vunnið seinastu uppgerðina millum liðini. Tveir aðrir dystir eru eis- ini á skránni. Í Vági er VB stórfavorittur til dystin ímóti Sóljuni, eins og VÍF ivaleyst fær enn ein sigur á kontina, tá tær sunnudagin fara inn á Skála. VÍF og seinasti ivin Í Vestmanna ætlaðu tey, at menninir skuldu tryggja sær gullið, tá teir seinasta vikuskiftið tóku ímóti Neistanum. Hetta gekk ikki, men enn hava teir gulu allar trumfirnar á hondini. Sunnudagin spæla teir tann helst torførasta av eftirverandi dystunum, tá teir vitja StÍF, og vinnur VÍF, er seinasti ivin helst beindur til viks. Júst StÍF hevur tó ofta arga VÍF, tá avgerandi dystir eru leiktir, og tí er ein heimasigur ikki óhugsandi. Um so er, hevur VÍF framvegis allar møgu- leikar at ogna sær gullið, men so er spurningurin, um tey væl kendu gummibein- ini fara at gera seg gald- andi. Tveir aðrir dystir verða á skránni. Leygardagin skal H71 royna at fáa fyrsta sig- urin í endaspælinum, tá Tjaldur aðrur ferð innan tríggjar dagar vitjar í Havn, og sunnudagin skal Neistin so royna at halda fast í vón- ini fyri gullinum, tá teir á heimavølli taka ímóti KÍF. Tað var ikki fyrr enn í seinatu minuttunum, at Neistin fekk takið á Tjaldri HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Útsetti dysturin millum Neistan og Tjaldur varð avgreiddur hóskvøldið, og tað eydnaðiast Neistanum at vinna dystin. Men leingi stóð nógv á teimum bláu, sum soleiðis mundu for- komið sær seinasta møgu- leikan fyri gullinum. Tung avgerð Ígjøgnum størsta partin av dystinum vóru tað nevnliga teir gulu, sum høvdu yvir- vágina móti einum neista- liðið, sum ikki sýndi í nær námind tað spæl, sum koppaði VÍF fyri lítlari viku síðani. Eftir ein sera lakan fyrra hálvleik tóktist tað tó, sum um Neistin kortini skuldi beina allan iva til viks, tá teir fyrstu løtuna av seinna hálvleiki skutu fimm mál á rað, men Tjaldur gavst kortini ikki. Nakrar ferðir hevði Neistin hug at toga, men hvørja ferð svaraðu gestirnir aftur. Ikki fyrr enn Neistin seinastu fimm minuttirnar av álvara togaði, fall av- gerðin í dystinum, og so- leiðis livir vónin hjá bláa høvuðsstaðarliðnum um gullmerkini framvegis. Dysturin í tølum Neistin-Tjaldur 33-29 (12- 15) Málskjúttar: Neistin: Jacob Jónsson 10(1), Heini Joensen 8, John Petersen 5, Kári Mortensen 3, Ragnar Stakksund 2, Ræni Slættanes 2, Karl Oddmar Rasmussen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1 Tjaldur: Mortan Hansen 8(3), Zoran Sarcevic 6, Dragisa Stojovic 5, Dan Thorleifsson 3, Arnfinn Langgaard 2, Sverri Justinussen 2, Svein í Heiðunum 1, Hartvig Joensen 1, Tórhallur Thomsen 1(1) Brotskøst: Neistin 1, Tjaldur 5 Útvísingar: Neistin 6, Tjaldur 2 Diskvalifikatiónir: Neistin 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Endin nærkast Neistin-Tjaldur 33-29 (12-15): Tølandi neistasigur Avgerðin um silvurið fellur helst, tá Neistin á heimavølli tekur ímóti Stjørnuni Sum kunnugt hendi tað sera óvæntaða í talv- kappingini fyri lið, at alt stóð á jøvnum eftir sein- asta umfarið. Hetta hevur við sær, at neyðugt er við umdysti, og nú er avgjørt, hvar hesin verður leiktur. Talvsambandið boðar frá, at aulan í Komm- unuskúlanum í Havn verður karmur um av- gerðandi dystin millum Vestmenningar og Klaksvíkingar. Dystirnir byrja klokkan 13.00. Reglurnar Til umdystin eru greiðar reglur settar fyri, hvussu avgerðin verður, um tað enn einaferð stendur á jøvnum. Í fyrsta umfari verður nýggjur dystur við stuttari umhugsunar- tíð telvarður, og stendur aftur á jøvnum, verður snartalv telvað fyri at avgera, hvat lið verður føroyameistari í talvi. -jm Hondbóltur 1. deild kvinnur 10.03 14.30 Neistin-Stjørnan 10.03 14.30 StÍF-VÍF 10.03 14.00 VB-Sóljan 1. deil dmenn 09.03 16.00 H71-Tjaldur 10.03 16.00 NEistin-KÍF 10.03 16.00 StÍF-VÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 09.03 13.00 Fleyr-Mjølnir 09.03 14.00 Dráttur-ÍF Meistaradeild menn 09.03 Fram-ÍF 09.03 Fleyr-Mjølnir Gulldysturin Dystir um vikuskiftið 31 børnunum, er tað nakað, sum vit plagdu at gera, tá tey vóru børn at fara út í natúruna at grilla og tað smakkaði altíð so væl. – Vit síggja best aftaná, hvussu týdningarmikið tað er at koma hvørjum øðrum við! Tíðina, eg havi brúkt til at rudda og vaska stendur ikki í minninum, sum lívsvirði. Tað má til, men eigur ikki at fáa fyrsta pláss. – Eg minnist einaferð, at eg var einsamøll inni og stóð og streyk einar gardinur. Tað var summar og gott veður. Yngra dótturin kemur inn og virkaði ikki serliga glað. – Nú, sigi eg, baggar nakað? – Nei, men mamma, kunnu vit báðar ikki fara útferð? – Alt í lagi, lat okkum fara. Og so fóru vit, høvdu teppi, nakrar keks og saft við okkum og gingu eitt sindur niðan frá húsunum og settu okkum í bøin. – Meðan vit sita soleiðis, sigur hon knappliga: Mamma droymi eg, hetta er soo deiligt, - bara vit báðar. – Eg bleiv heilt rørd, tí so lítið skuldi til. – Og lat meg leggja afturat, at hvørki strúkijarnið ella gardinur- nar høvdu saknað meg hesa løtuna, men útferðin gav bæði mær og dóttrini lívsvirði. Alt sum er vakurt gevur henni lívsvirði, ikki minst tónleikur – Vit taka tað sum ein sjálvsagd- an lut, at vit hoyra Útvarpið. Men teir, sum fiska á Flemich Cap hoyra ikki útvarpið og sakna tað illa. Vit síggja ofta ikki lívs- virðini í nøkrum, fyrrenn vit missa tað. – Nøkur góð orð á vegnum, sum t.d. "Nú vælsigna, hvussu gongur?". Tað er, sum Louis Armstrong syngur, at tað sum vit meina, er : "eg eri góð við teg!" Er tað ikki deiligt? Ofta siga vit, at vit hava hugs- að so nógv um onkran. Tá skuldu vit heldur tikið telefonina og ringt til viðkomandi, ella kanska skrivað. Her hugsi eg eisini um tey menningartarnaðu. – Tað er so gott at hoyra onnur tosa pent um tíni, eisini tann menningartarnaða, og at síggja, at onnur virða hann og tosa við hann - ikki bara uppum hann - og við meg. – Eitt nú er tað óvirðiligt at spyrja meg, hvussu hann hevur tað, meðan hann stendur undir liðini á mær. Spyr hann sjálvan. Lat okkum geva okkum stundir til eitt lítið prát við tey. Tað verður kanska ikki eitt prát um støðuna í heimspolitikkinum, men tað fáa vit ikki gjørt so nógv við kortini, men vit skulu heldur hugsa um at gera ljós beint her, sum vit eru. Tað gevur lívsvirði bæði fyri tann menn- ingartarnaða og okkum sjálvi. Eg og bankin Malena Arnholdsdóttir sigur, at hon - og bankin - eiga húsini, hon býr í. – Eg haldi, at tað er stórt lívsvirði at hava sín egna bústað um so onkur annar eigur við í bústaðnum. Eg vil, at eisini Ólavur skal fáa ein bústað, sum hann kann kalla sín egna, hóast hann er menningartarnaðu og sjúkur. Hon hevur bræv um, at Ólavur sleppur inn á eitt sambýli 1. apríl. – Hetta hevur eisini lívsvirði fyri meg hóast er í løtum hugsi, at tað verður tungt at lata hann fara. Men hann er vaksin nú, børn okkara eru bara eitt lán og vit mugu ikki vera so sjálvsøkin at halda, at bara vit duga at geva lívi teirra innihald. Eg eri glað um, at hann sleppur á sambýli at búgva, tí tað er ikki ein sjálv- sagdur lutur. Nógv eru á bíðilista – tíverri. – Og eg ivist ikki í, at tað er best fyri hann, og at tað vil økja um hansara lívsvirði at sleppa at royna lívið á annan hátt. Hon dylir ikki fyri, at tað hevur verið trupult seinastu tíðina, tí hann hevur hvørki havt stuðul ella verið í skúla. – Hann er farin at troyttast av at mæla um beinini á mær, og eg eri uppslitin av honum. Eg orki ikki longur at hava hann heima, og lívsvirðið hjá honum verður ikki nøktað her meira. Tí eri eg glað, at hann sleppur burtur, og vóni eg bert, at eg kann fáa eitt gott samarbeiði við tey, ið skulu vera um hann. At fáa ynski uppfylt Malena Arnholdsdóttir heldur, at tað gevur eisini lívsvirði at ynskja sær nakað og at ynskið verður gingið á møti. – Vit eru sum sagt so ymisk, og vit hava ymisk ynskir, eitt nú um jólagávurnar. Eisini eru ynskini ymisk um, hvat arbeiði viðvíkir. – Soleiðis er eisini hjá teimum menningartarnaðu. Kanska halda tey og partvís eisini foreldur teirra, at tey ikki hava rætt til at ynskja sær nakað. – Er arbeiði, útbúgving og dygdargóð frítíð ein sjálvsagdur rættur hjá øllum? Ella er tað bara tey normalu, sum skulu hava tann rættin? Skulu tey menning- artarnaðu og teirra avvarðandi bara eta molarnar, sum falla av húsbóndans borði? – Soleiðis sær tað tíverri ofta út í okkara samfelag í dag. Hava tey menningartarnaðu rætt at velja og vraka? Fáa menningar- tarnað arbeiði á einum verkstaði, t.d. á Vón, men kanska heldur kundu ynskt sær okkurt heilt annað, sum tey eisini makta. Skulu tey so bara bukka og siga takk? Hava tey tá virðilig viðurskifti? – Væl veit eg, at brekið ofta er tað fyrsta, ein fær eyga á, men innan fyri er eitt menniskja, sum eigur at hava sama rætt, sum øll onnur menniskju. Men er tað neyðugt at tryggja rættindi teirra brekaðu við lóg, so at vit kunnu fáa eitt samfelag fyri øll? Hava lívsvirði teirra menningartarnaðu nakað at siga, ella eru tað bara tey sokallaðu normalu, sum hava rætt til ávís lívsvirði? - Tað er ein stór uppgáva hjá teimum avvarðandi at menning- artarnaðum og Javna at upplýsa og fáa økt um fatanina hjá myndugleikunum og arbeiðs- plássunum, so tey kunnu skilja hendan tørvin. – Vit hava so nógv at arbeiða fram ímóti fyri at økja lívsvirði hjá teimum, sum eru menning- artarnaði og soleiðis lívsvirði hjá okkum øllum, sigur Malena Arnholdsdóttir. 8 Sosialurin Nr. 48 - 9. mars 2002 Tað er sera umráðandi at slappa av. Og ikki minst at duga at slappa av. Til hetta endamálið ber til at kobla frá, tá ein løta er tøk til tað. Men eitt tað besta er at sleppa burtur eina løtu. Burtur frá øllum tí, sum hevur við tað dagliga umhvørvið at gera. Tá er gott at fara í summar- hús. Sólin skínir og snerkir bæði snimma og síðla. Horvin eina stund eru skrivstovan, stjórin, SMS, sjónvarpið, sláimaskinan og alt tað, ið barasta skal gerast og fáast frá hondini ongantíð ov skjótt. Tað vildi kanska verið best eisini at latið fartelefonina ligið eftir heima, men so fanatisk nýtist okkum kanska ikki at vera. Hvussu gera vit so? Tað er ikki lítið strævið at fara heilt av landinum at finna tær røttu umstøðurnar. Og so skal tíðin vera tann rætta, soleiðis at best møguliga veðrið er í væntu, tá farið verður. Plan- leggja, leggja til rættis, skipa fyri o.s.fr.. Tað er jú ofta bert tann eina ferðin á árinum, so tað skal helst eydnast. Hvussu verður so við avslappingini, um ikki alt livir upp til alt tað, vit vænta og krevja? (Hetta byrjar næstan at líkjast einari stressandi pro- cess) Her í Íslandi fara fólk sjálvandi eisini í feriu eins og aðrastaðni. Men íslendarar eru eisini raskir at kobla frá fleiri ferðir um árið heima í sínum egna landi. At fara út í sveitina eitt vikuskifti er at kalla fólkamentan, har familj- urnar sleppa sær burtur úr vanliga umhvørvinum. Hetta er heilt vanligt, og fara tey flestu so ofta sum høvi býðst. Tað er kalt um veturin, so tað summarsliga er nokk ikki tað, sum dregur mest. Man tað ikki vera hetta, sum eg havi nevnt, at sleppa burtur eina løtu og bara slappa eitt sindur av? Gongutúrur í frostveðri ella ein betri biti inni saman við sínum nærmastu. Ella illveður er, og vit bara sita inni og lesa eina góða bók, spæla okkurt spæl ella bara práta um eitt- hvørt, púrasta uttan vanda fyri at samtalan verður kvett orsakað av onkrum, sum knappliga skal gerast. Og so er tað sjálvandi tann heiti potturin. Tað hevur einki at siga um veðrið er av tí fagrasta, um stormarnir ýla ella um hitin liggur niðri á einum tveysiffraðum kuldastigi. Tað er heilt fantastiskt at trína uttar og leypa í henda heita pott. Tá er ikki longur neyðugt at hugsa um hvítar strendur í Spania ella um grísafestir á Ibiza. Í pottinum sita vit og njóta løtuna til fulnar. Lið um lið — tvey, trý, fýra ella fleiri (vandi er fyri, at beinini kunnu fløkjast). Leggja høvdið afturá og njóta friðin, tosa um okkurt skemtiligt, hava okkurt gott afturvið. Tað kavar kanska og er kalt, men í pottinum er heitt og hugnaligt at sita, meðan kavaflykrurnar so við og við lita hárið hvítt. Tá sunnudagurin umsíðir fer at halla, verður pakkað saman, og farið verður heimaftur til íbúðina í høvuðsstaðnum. Einki stórvegis hóvasták og einki stórt hol á banka- kontoini. Einki passport control, boarding card ella annað flogvallarstress. Bara í bilin, og um eina løtu eru vit heima aftur. Og tað er púra vist, at hetta skal roynast aftur. Kavarok og heitur pottur TELDUBRÆVIÐ Frá: Ernst Olsen, Ísland, ernst_o@yahoo.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Framhald av síðu 7 Tað er óvirðiligt at spyrja meg, hvussu hann hevur tað, meðan hann stendur undir liðini á mær. Spyr hann sjálvan. Lat okkum geva okkum stundir til eitt lítið prát við tey. Tað verður kanska ikki eitt prát um støðuna í heimspolitikkinum, men tað fáa vit ikki gjørt so nógv við kortini C M Y K 30