leygardagur 9. mars 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 48 - 9. mars 2002
33
Í dag fáa vit at vita,
um tað fer at eydnast
Fleyr at vinna FM-
heitið, ella um tað fer
at eydnast Fram at
stjala gullið fyri
nøsini á teimum. – Vit
eru til dystin fús, sig-
ur Jan Hentze, venjari
hjá Fleyr, sum er
greiður yvir, at teir
eru stórfavorittar til
sigurin
FLOGBÓLTUR - MENN
Sveinur Tróndarson
Tey fimm liðini hava
kappast í seks mánaðir ella
har á leið, og so verður alt
avgjørt seinasta leygardag-
in í kappingarárinum. Tað
kundi ikki verið betri lagt
til rættis, og slett ikki, tá
hugsað verður um, at av-
gerðandi dystirnir báðir,
verða leiktir innan fyri ein
kilometur. Í Gunda-dals-
høllini og í auluni í Eystur-
skúlanum.
Tað er lítið at ivast í, at
tað verður nógv virksemi í
og uttan fyri hallirnar báðar
í Havn seinnapartin. Fleyr
og Fram hava kappast í alt
ár um hetta vælsignaða
meistaraheitið, og nú bara
nakrir heilt fáir tímar eru
eftir, standa teir meira ella
minni og togtogast um
steypið. Skal tað niðan í
Gundadalshøllina ella skal
tað oman í Eysturskúlan.
Tað er Fleyr, sum hevur
bestu kortini á hondini og á
pappírinum eru tað eisini
teir, sum hava lættasta
dystin at spæla. Rætt er
helst, at Mjølnir er lættari
mótstøða enn ÍF tá liðini
eru fullmannaði, men veru-
leikin er, at Fram helst fær
ein væl lættari dyst enn teir
áttu at fingið í dag. Vist er í
øllum førum, at Boban Ilic
hjá ÍF ikki verður við, og
ivasamt er, um Bartal Elia-
sen verður tøkur. Fótbóltur-
in er aftur farin á rull, og er
kavin so mikið burtur at tað
verður spælt, verður hann
helst at finna har í staðin.
Tí er uppgávan hjá Fleyr
helst munandi trupulari enn
uppgávan hjá Fram. Mjøln-
ir kemur undir øllum um-
støðum til Havnar við
sterkastu manning, og tí fáa
Jan og hansara menn ein
skarpan gang tá teir skulu
toyggja seg eftir FM-steyp-
inum.
Men alt hetta er Jan
Hentze greiður yvir, og
hann góðtekur, vegna liðið,
leiklutin.
– Vit mugu vísa, at vit
kunnu vinna dystin. Tað er
einki at ivast í, at vit eru
favorittar, og tá vit hava
gongdina hjá okkum í
huga, mugu vit bara góð-
taka at so er, sigur hann.
Men tað merkir tó ikki, at
hann væntar, at Fleyr fær
ein lættan sigur. Hann er
nevniliga fullvísur í, at
klaksvíkingar
koma
í
Gundadalshøllina við tí
málsetningi, at gera alt fyri,
at Fleyr ikki vinnur dystin,
og tí er tað upp til Fleyr at
vinna dystin.
– Tað var eisini orsøkin
til, at vit fegnir vildu vinna
dystin móti SÍ seinasta
vikuskiftið, tí so lá einki
trýst á okkum til henda
seinasta dystin. Vit taptu og
tí hava vit alt trýstið á
okkum nú og tað mugu vit
góðtaka, sigur Jan, sum tó
heldur, at manningin á
Fleyr liðnum hevur nóg
drúgvar royndir til sjálvir at
kunna avgerða meistara-
heitið.
– Vit hava nógvar roynd-
ar menn og tað eigur at
geva okkum ein fyrimun.
Hinvegin hava ungu menn-
inir eisini roynst stak væl í
ár, og tað kann gera sítt til,
at teir spæla uttan nervar.
Vit fara í hvussu er at gera
okkara til at vinna, sigur
hann.
Fleyr liðið, sum fer á
vøllin í dag, er ikki heilt tað
sama, sum væntað var. Vit
høvdu roknað við, at Stein-
ar Eirikstoft, sum gongur í
skúla í Danmark, fór at
koma heim til henda dystin,
men tað kemur hann ikki.
Hann er úti og ferðast við
skúlanum og tí er hann ikki
tøkur fyri Fleyr. Tað vil
siga, at Jóannes Eidesgaard
fer inn á miðjuna at spæla
meðan Bergur Olsen fer á
diagonalin. Um hetta er
nóg mikið, ja, tað fáa vit at
síggja seinnapartin í dag.
-– Vit ætla okkum at
gera okkara til, at
trýstið á Fleyr verður
so stórt sum tilber,
sigur Rúni Weihe,
liðskipari hjá Fram.
ÍF harafturímóti,
kemur við einum
skerdum liði til
Havnar, og tí fær
Fram helst lættari
spæl enn væntað
FLOGBÓLTUR - MENN
Sveinur Tróndarson
Gongur alt eftir vild hjá
Fram, standa teir sum
Føroyameistarar
seint
seinnapartin í dag. Men so
skal eisini ganga væl í
hond. Mjølnir skal vinna á
Fleyr í Gundadalshøllini
meðan Fram skal vinna á ÍF
í Eysturskúlanum.
Sjálvt um ÍF hevur gjørt
nógv løgið í seinna parti av
landskappingini er tað helst
at krevja ov nógv, at teir
skulu vinna á Fram í dag, tí
kappingarárið hjá fuglfirð-
ingum er liðugt og farið
afturum.
Liðskiparin hjá Fram
heldur eisini, at tað fyri so
vítt kann gera tað sama,
hvussu ÍF liðið er mannað,
tí Fram hevur havt serstak-
liga gott tak á ÍF í ár. Fram
er nevniliga einasta liðið,
sum ongan dyst hevur tapt
móti ÍF í landskappingini í
ár.
– Vit hava havt serstak-
liga gott tak á teimum,
bæði úti og heima. Tí eru
vit betri fyri enn teir eru,
sigur Rúni og leggur aftur-
at, at teir hava spælt ÍF upp
á rættan máta.
Liðskiparin hjá ÌF, Bartal
Eliasen, staðfestir beinan-
vegin, at vinnur ÍF dystin í
Havn leygardagin, so verð-
ur hann meira enn bilsin.
Líkamikið um liðið vinnur
ella tapur, vera teir verandi
á fjórðaplássi, og tað hevur
nevniliga fingið ta avleið-
ing, at venjarin, Boban Ilic,
als ikki verður við á liðn-
um. Hann fer vestur í Vág-
ar, har kvinnurnar skulu
stríðast fyri at fáa bronsuna
til høldar og tá Boban er
venjari hjá báðum liðum,
hevur hann valt at fara vest-
ureftir.
Hendan avgerðin er ikki
so løgin og tað er avgerðin
hjá Bartali heldur ikki.
Verður veður til fótbólt,
verður hann nevniliga held-
ur ikki við, tí hann er nú
farin undri kappingarárið í
fótbólti, sum stendur fyri
durum.
– At hvørgin okkara ikki
verður við merkir bara, at
liðið er so mikið veikari, og
tað viknar bara uppaftur
meira av, at onkrir aðrir
leikarar eisini eru uttan fyri
við skaða, sigur Bartal,
sum tí ikki roknar við øðr-
um enn einum ósigri í
Havn.
Tekur Bartal dystin stilt
og róliga, er synd at siga, at
havnarmenninir gera tað
sama. Teimum stendur í
boði at gerast meistarar um
Fleyr snávar móti Mjølnir,
og henda møguleika ætla
teir ikki at lata fara aftur
við borðinum. Tí fyri ein-
um mánaði síðani sá ikki
ein gang út til, at teir fóru at
fáa henda møguleikan.
– Nei, tá sá einki út, men
vit mugu siga, at vit hava
verið meira enn hepnir. Alt
er fallið út júst sum vit
vildu hava tað, og tað vildu
vit fegnir havt tað at gjørt
einaferð enn, sigur Rúni og
flennir.
Spurdur um spenningurin
merkist á leikarunum, sigur
hann, at tað ger hann. Men
tað sæst ikki á spælinum.
Menn eru spentir og tað er
serliga tí, at hetta er sein-
asta umfar. Hetta er einasti
og seinasti møguleiki, sum
er eftir og tí hava vit eitt at
gera.
– Vit skulu vinna okkara
dyst og so mugu vit bara
vóna, at Mjølnir vinnur á
Fleyr, og eg veit, at Mjølnir
fer at geva alt tað teir eiga.
Men tað sigur seg sjálvt, at
tað er spennandi upp á
henda mátan, sigur Rúni.
Hann greiðir frá, at hetta
er fyrsta árið, síðani hann
byrjaði, at kappingin hevur
verið so spennandi, at tvey
lið kunnu gerast meistarar á
seinasta leikdegi. Og hann
heldur hetta vera nógv betri
enn tá teir vunnu meistara-
heitið fyri nøkrum árum
síðani.
– Sjálvandi er tað mest
spennandi at vinna sjálvur,
men mátin sum vit vunnu
upp á var einki spennandi
fyri kappingina. Vit vóru
meistarar
fleiri
vikur
áðrenn kappingin endaði og
samanborið við tað er hetta
nógv betri sigur Rúni.
Hann leggur afturat, at
Fram hevur roynt at økja
um trýstið á Fleyr seinastu
dagarnar. Liðini hava spælt
onkrar venjingardystir og
hesar hevur Fram vunnið.
Teir hava trýst Fleyr av
beráddum huga, júst fyri at
økja trýstið á teir.
So verður bara spennandi
at síggja um tað fer at
hjálpa...
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 TB
16
15
-
1
46
11
35
23
2 Mjølnir 15
10
-
5
35
22
13
15
3 ÍF
15
5
-
10
23
36
-13
7
4 Dráttur 15
5
-
10
27
34
-7
6
5 Fleyr
15
3
-
12
13
41
-28
5
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
15
10
-
5
36
25
11
15
2 SÍ
16
10
-
6
38
24
14
14
3 Fram
15
10
-
5
36
25
11
14
4 ÍF
15
5
-
10
22
37
-15
10
5 Mjølnir 15
3
-
12
18
39
-21
3
Seinasti
kjansur
Fram liggur framvið
Fleyr er stórfavorittur til
dystin móti Mjølni, men hjá
oddaliðnum taka teir einki
fyri givið, nú gomlu
arvafíggindarnir standa
hinumegin netið
33
32
Nr. 48 - 9. mars 2002
Tað er langt síðani, at
landskappingin í
flogbólti hjá monn-
um, hevur verið so
spennandi sum hon
er í ár. Tvey lið bjóða
upp á meistaraheitið
og sjálvt um Fleyr
stendur við bestu
kortunum, ræður um
at spæla tey rætt
FLOGBÓLTUR - MENN
Sveinur Tróndarson
Kappingarárið í flogbólti
endar í dag. Hjá monnun-
um fellur avgerðin um
sjálvt meistaraheitið í dag
og sigast má, at teir sum
hava lagt kappingina hava
havt eina stak hepna hond í
so máta. Tað er nevniliga
ikki á hvørjum ári at tað
hendir, men tað er so nógv
meira áhugavert og nógv
meira spennandi tá kapp-
ingin endar upp á henda
mátan.
Tað er ikki vist, at vit fáa
Fleyr leikararnar at taka
undir við tí vit siga, men
fyri okkum uttanveltaðu er
tað í hvussu er galdandi.
Sum sagt aðrastaðni er
tað Fleyr sum stendur við
bestu kortunum í dag. Teir
eru tað eina stigið framman
fyri Mjølnir og havandi í
huga gongdina hjá liðunum
seinastu nógvu mánaðirnar,
er lítið at siga til, at Fleyr er
favorittur.
Tí tað er júst tað teir eru.
Eingin kann taka favoritt-
heitið frá Fleyr, tí sum
oddalið eiga teir at kunna
vinna dystin móti botnliðn-
um, men tá meistaraheitið
stendur upp á spæl, kunnu
nervarnir gera sítt, og tá ein
– sum Mjølnir – sleppur at
gera av, um arvafíggindarn-
ir úr Fleyr skulu vinna
meistaraheitið,
stendur
æran upp á spæl, og tí skal
ein ikki kimsa at.
Broytt oddalið
Tað var ikki fyrr enn móti
endanum av fyrru hálvu, at
Fleyr fór at røra upp á seg í
landskappingini. Tað gekk
sera striltið at fáa skil á
venjingina og á spælið, og
tað sjálvt um liðið hevði
gjørt íløgu í ein útlendskan
venjara.
Hesin var tó ikki so
drúgvur her á landi og tá
hann var farin, tók Jan
Hentze yvir, og tá sá út til,
at leikararnir kendur seg
aftur. Spælið broyttist og
liðið fór alt í einum at bíta
frá sær. Tá liðini fóru í jóla-
frí lógu teir á øðrum plássi.
Í seinnu hálvu hevur
eingin veruliga staðið teim-
um kurl, og tað er sjálvsagt
orsøkin til, at Fleyr nú
stendur við bestu atgongu-
merkjunum til FM-heitið.
Mjølnir hevur haraftur-
ímóti havt eitt keðiligt ár.
Byrjanin tók tey flestu á
bóli, tí roknað varð við, at
klaksvíkingar skuldu fara
at liggja í tyngra endanum.
Tað gjørdu teir ikki í byrj-
anini, men nú kappingin er
liðug, eru teir aftast.
Men far ikki skeivur, tí
sjálvt um Mjølnir liggur
aftast, er ikki vist, at teir
ikki kunnu taka stig frá
Fleyr, tí í so máta hevur
hetta kappingarárið víst seg
at vera eitt løgið ár. ÍF lá
við halanum í vatnskorp-
uni, men við eitt vekk fóru
teir at vinna frá hond, og
var tað ikki fyri skaðar og
annað minni gott, høvdu
teir helst fingið eitt orð at
skula sagt í Eysturskúl-an-
um í dag.
Fuglfirðingar skerdir
Tað fáa teir neyvan tí við
ongum Boban og ongum
Bartali á liðnum eru útlitini
til sigur, meira enn kám.
Ikki kann roknast við, at
teir ungu menninir, sum tó
hava víst, at teir kunnu bíta
frá sær. Hetta kemur sjálv-
andi Fram til fyrimunar,
men tað er ivasamt um ÍF
hevði klárað at gjørt nakað
við Fram kortini.
Fram hevur nevniliga
havt serstakliga gott tak á
ÍF, og teir hava dugað sera
væl at brúka allan vøllin í
dystunum móti ÍF. Hetta
hevur gjørt, at ÍF ikki hevur
vitað, hvar teir skulu verja
seg, og tá er vandin fyri
ósigri størri.
Í dag er vandin fyri ósigri
til ÍF sera stórur. Einki er at
ivast í, at Fram fer eftir sín-
um kjansi fyri at vinna FM,
men spurningurin er, um
tað røkkur.
Fleyr stendur við bestu
kortunum, men teir fáa bara
tann eina møguleikan aftur-
at, og so kann tað gera tað
sama, hvør verður við á
vøllinum. Kravið er ein
sigur ...
Dystirnir í meistaradeild-
ini hjá monnum í dag, eru
annars hesir:
Báðir dystirnir vera í
Havn og báðir byrja klokk-
an 15.00. Fleyr og Mjølnir
spæla í Gundadalshøllini,
meðan Fram og ÍF spæla í
auluni í Eysturskúlanum.
Gullið endaði á
Tvøroyri og silvurið í
Klaksvík. Einasti
spurningur, sum er
eftir at greiða er, um
bronsan skal til
Fuglafjarðar ella um
hon skal vestur í
Vágar. Dráttur og ÍF
hittast á Giljanesi í
dag
FLOGBÓLTUR -
KVINNUR
Sveinur Tróndarson
Tað syndrið, sum er eftir av
spenningi í landskappingini
hjá kvinnum, snýr seg um,
hvørt tað skal vera Dráttur
ella ÍF, sum skal vinna
bronsuna. Í sær sjálvum
ikki nógv at stríðast um á
seinasta leikdegi á árinum,
men fyri hesi bæði liðini
hevur tað stóran týdning
um tey enda sum nummar
trý ella sum nummar fýra.
Tað er meistaraliðið frá í
fjør, sum fer á vøllin sum
heimalið í dag. Dráttur
megnaði í fjør fyri fyrstu
ferð nakrantíð at vinna
meistaradeildina hjá kvinn-
um, og tað var eitt ordans
hál. Í ár hevur haraftur
ímóti ikki gingið so væl í
hond, men veruleikin er
samstundis, at meistararnir
hava mist fleiri av grund-
stuðlunum síðani kapping-
arárið í fjør endaði, og tá
eitt lið missir fleiri lands-
liðsleikarar, ber ikki bøtur.
Tað sæst á spælinum, og í
so máta hevur Dráttur ikki
verið nakað undantak.
Tá tað er sagt, skal leggj-
ast afturat, at Dráttur eigur
gott fólk at seta við, og tað
er at vóna, at hetta verður
gjørt, soleiðis at liðið næsta
ár verður ført fyri at taka av
teimum avbjóðingum, sum
liggja í meistaradeildini.
Fyribils er tað tó dysturin
móti ÍF – um bronsuna –
sum skal avgerðast.
Gestirnir í Fuglafirði
komu eitt sindur tvørir inn í
hetta kappingarárið. Tað er
ikki óhugsandi, at tær hava
havt tað sum Jeppi, tá hann
vaknaði í songini hjá bar-
óninum, tí í fyrsta dystinum
móti Mjølnir – á útivølli –
gjørdi ÍF nevniliga tað
bragd at vinna 3-2 í Klaks-
vík.
Hetta úrslitið var óvænt-
að, men tað segði okkum,
at ÍF er um at vera komið á
beint við kvinnuflogbóltin-
um. Eingin skal ivast í, at
leikaratilfarið er til staðar,
men tað er ein spurningur,
um felagið fær tað burtur úr
teimum ymsu leikarunum,
sum tað eigur. Onkuntíð
hava tær lyndi til at gloyma
at sláa, og tað ber ikki til, tá
liðið hinumegin smekkar
bóltarnar yvir um aftur.
Dráttur og ÍF standa
rímuliga væl til hvørt ann-
að, og tí er lítið at ivast í, at
áskoðararnir, sum fara inn
á Nes, fáa ein fínan flog-
bóltsdyst. So er bara at
vóna, at áskoðararnir vera
nógvir í tali.
Seinni dysturin í kvinnu-
deildini í dag, verður mill-
um Fleyr og Mjølnir. Hesin
dystur er so fullkomiliga og
aldeilis
týdningarleysur.
Mjølnir hevur vunnið silv-
ur, meðan Fleyr undir øll-
um umstøðum endar aftast,
og tí er hetta bara ein av-
greiðsluspurningur.
Dystirnir í deildini eru
annars hesir:
Fleyr og Mjølnir hittast í
Gundadalshøllini og tann
dysturin byrjar klokkan
13.00. Klokkan 14 spæla
Dráttur og Fleyr og tann
dysturin verður í høllini á
Giljanesi.
Mjølnir hevur ikki
ætlanir um at lata
arvafíggindanum úr
Havn fáa meistara-
heitið uttan at teir
stríðast fyri tí. – Fyri
okkum hevur tað
stóran týdning at
enda væl, sigur Trygvi
Poulsen, veteranur á
Mjølnir, sum aftur
verður at síggja á
sínum gamla plássi
FLOGBÓLTUR - MENN
Sveinur Tróndarson
Tað hevði verið synd at
sagt, at hetta kappingarárið
hevur verið eitt av teimum
góðu hjá Mjølnir. Í byrjan-
ini lógu teir rímuliga væl
fyri, men nú bara eitt viku-
skiftið er eftir av lands-
kappingini, eru teir langt
aftastir.
Tað eru boð um broyttar
tíðir í flogbóltshøpi í
Klaksvík, og hetta er helst
tann tungi veruleikin. Tá
hetta kappingarárið er av,
eru liðin fýra ár síðani
Mjølnir seinast vann FM-
heitið í mansdeildini, og
kenna vit klaksvíkingarnar
rætt, høvdu teir fegnir vilja
ligið fremstir í deildini.
Soleiðis er støðan bara
ikki og tí mugu teir taka til
takkar við teirra leikluti,
sum tað liðið, sum sleppur
at gera av, hvør skal hava
klørnar í FM-steypið.
Støðan undan dystinum
er tann, at Fleyr liggur best
fyri, og í fleiri vikur hava
vit útbasunerað, at tað eigur
ikki at henda, at Fleyr tapir
móti Mjølnir í dag, og tað
ætla Mjølnirleikararnir at
mótprógva fyri okkum.
– Leikararnir eru øgiliga
uppsettir. Okkara kapping-
arár er langt síðani yvir-
staðið av tí at tað hevur
gingið so av skriðuni, og tí
er tað eyka stuttligt, at vit
kunnu fáa avgerðandi leik-
lut á, hvør vinnur meistara-
heitið. Hetta vita spælar-
arnir og tí eru teir øgiliga
spentir og uppsettir, sigur
Trygvi Poulsen, ein av
veteranunum á Mjølnir
liðnum.
Trygvi hevur verið við
Mjølnir í nógv harrans ár
og hann hevur verið ein av
teimum allar drúgvastu øll
árini. Soleiðis hevur tó ikki
verið í ár, tí hann hevur
verið darvaður av skaðum,
og tað hevur merkt, at hann
ikki hevur leikt á vanliga
plássi sínum á miðjuni, og
tað hevur eisini verið til at
sæð á spælinum hjá Mjøln-
ir. Men hvussu verður so í
dag.
– Eg royndi í dystinum
móti ÍF at fara aftur á mítt
vanliga pláss á miðjuni, og
tað verður helst har eg
spæli leygardagin, sigur
Trygvi, sum leggur afturat,
at
Mjølnir
sostatt
er
fullmannað, tá teir koma til
Havnar at gera Fleyr for-
treð ...
Um tað fer at eydnast tor-
ir hann ikki at siga nakað
um. Hann veir bara, at
hansara leikarar hava brúk
fyri einum virðiligum enda
upp á hetta kappingarárið.
Bæði tí at tað hevur týdning
fyri fyrireikingarnar til
næsta kappingarár, og tí at
tað bara er stuttligt at
sleppa at spæla Fleyr eitt
puss.
– Vit kláraðu okkum so
mikið væl í fyrra dystinum
í Havn, sum vit vunnu, so
tað er ikki óhugsandi, at vit
gera tað aftur, sigur Trygvi,
sum staðfestir, at hansara
leikarar fara á vøllin fyri at
gera tað ítarsta.
At
enda
spurdu
vit
Trygva, hvønn hann helst
vil hava skal gerast meist-
ari.
– Fyri meg kann tað vera
líkamikið tá vit sjálvir ikki
kunnu gerast meistarar. Vit
skulu spæla móti Fleyr og
vit hava sett í okkum, at teir
einki skulu hava forerandi
og støðan hevði verið júst
tann sama, um tað var Fram
vit spældu ímóti, sigur
Trygvi.
Avgerðin fellur í dag
Avgerðin um bronsuna
fellur á Giljanesi
– Teir fáa einki
forerandi
C
M
Y
K
32