mikudagur 20. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
14
Sosialurin
Fyrst, allarfyrst, langt áðrenn eg
hevði skrivaði nakað, helst meðan
eg gekk i realskúlan, minnist eg, at
hugsanin um at skriva tríggjar sam
anhangandi skaldsøgur við tilfari
úr Sandvík kveiktist í mær.
Hugsanir, sum mólu í huganum
saman við ótaldum øðrum hug skot
um, komu og fóru, meðan grund
vøllurin undir teimum var, at eg
skuldi fara til sjós.
Seinri, eisini áður enn eg hevði
skrivað nakað, kundi eg hugsa um,
at einaferð skuldi eg skriva eina
skaldsøgu, kanska tríggjar, um
Sand vík ella rættari sagt: skuldi
hava tilfar haðani.
Hesar skaldsøguætlanir, ja, tær
vóru ikki vorðnar til ætlanir, fjar
aðu púra burtur í einki.
Sum so mangur annar fór eg at
skriva yrkingar, meðan eg lærdi
til lærara, og helt tá, at yrkja var
natúrligast fyri meg. Hugsaði ikki
um nakran annan skrivingarhátt,
hóast eg las nógvan prosatekst,
eisini skaldsøgur. Dámdi best tær
stuttu norðurlendsku skald søg ur
nar, eisini tær kendu, stuttu fronsku
og angelsaksisku, sjálvandi las eg
eisini tær meiri langrøkjutu.
Hevði ein serligan veikleika fyri
stuttsøgum. Helt tá og eisini enn,
at stuttsøgan hóskaði sera væl til
nútíðina.
Tú skuldi helst kunna lesa hana
eftir einum hálvum tíma, men inni
haldið kunna takast við tær og vera
hjá tær tey næstu árini.
Stuttsøgan er ikki bara ein stutt
ur tekstur, men hon skal sanniliga
hava so nógv í sær, at ein skaldsøga
kundi verið skrivað í staðin.
Skrivaði mína fyrstu stuttsøgu
heystið 1963: Á veg millum bygda.
Í sjeyti og áttatiárunum kom
skaldsøgan, um eg so má siga, upp
á móta, og hon vaks alt meir í vavi.
Onkur segði, at eins og skaldsøgan
fyrr helst skuldi vera í trimum
bindum, so hon vardi at lesa upp
av í ein vetur á presta gørð un um
og teimum meiri múgv andi borg
arhúsunum og bónda gørð unum,
skuldi hon nú vara eitt langt viku
skifti hjá bókmentafólkunum á
fróðskaparsetrunum, tá ið tey fóru
út á frítíðarbústaðirnar.
Onkur bannaði inn á teldurnar,
sum tey meintu elvdu til at skriva
hesar longu skaldsøgurnar. Sjálvur
kundi eg ofta meta um, hvussu nógvar
síður hon kundi verið stytt. Ofta var
tað um helming av bløðunum.
Tað man líða væl móti einum
man s aldri, síðan hugsanin um at
skriva tílíka skaldsøgu er komin
fram fyri meg.
At bygdarmaður mín, Martin
Joensen, hevði skrivað tvær skald
søgur, sum eg hámetti, eggjaðu
held ur ikki til skaldsøguskriving.
Harafturat vóru báðar sprotnar úr
okkara felags heimbygd.
Sum eg nú minnist tað, var
heldur einki, ið talaði fyri tí, og tað,
eg bar fyri brósti, fekk væl verið í
øðrum formum, tó skrivaði eg tvær
lítlar skaldsøgur.
Móti fer í alt, ella rættari: tær
ymsu tíðirnar krevja hvør sítt.
Í eini tíð við nógvum stórum
og bráðum skiftum hóskar betur
at skriva yrkingar og leikir enn at
skriva langar skaldsøgur. Soleiðis
kendi eg tað tá og segði tað eisini
ofta, meðan eg vísti til Martin
Joensen og Heðin Brú, sum skrivaðu
prosa, men tíðina framman undan
komu nógvar yrkingar.
Sjálvandi hendir altíð nakað
í einum tíggjuáraskeiði, t. d. í
fimmti árunum
gjørdu
tríggir
nýgg ir høvundar vart við seg:
Tummas Napoleon Djurhuus (1928
– 1971) , Jens Pauli Heinesen (1932)
og Ólavur Michelsen (1933 – 1978),
men í sekstiárunum og eisini í
sjeyti árunum komu fleiri nýggir
høvundar. Næstan á hvørjum ári
ein nýbyrjari, og sum oftast var
bókin eitt yrkingasavn, seinri komu
so prosabøkurnar. Undantikið tær
hjá Carl Johan Jensen eru hetta
meir ella minni endurminningar.
Næstan sum ein kvinna, ið er í
so løttum og gjøgnumskygnum
klæðum, at tú sær alt hennara skap,
meir ella minni.
Hetta er alt, sum tað skal vera, og
eitt fyribrygdi, sum kennist aftur
frá hinum Norðurlondunum.
Eitt afturat viðvíkjandi yrking
un um. Eg haldi, at sera fáar ”nakn
ar” yrkingar nú síggja dagsins ljós,
men tað mesta, sum sigast skal,
verður sungið, tónleikur skal til at
skola niður við, og soleiðis er tað.
”Tey byggja land, ið liva”. Aðrar tíðir,
aðrir siðir og ønnur fólk.
Tað mundi vera um ár 2000, at eg
skrivaði hetta.
UMMÆLARIN.
Hon hevði bakað drýlar
Hvørki fransbreyð ella rugbreyð
Hann át drýlarnar so dánt
Alsamt mølmandi um breyð.
Tey ymsu hugskotini, tú hevur
havt, venda viðhvørt aftur, tó oftast
í øðrum líki, tá ið tey hava fingið ein
møguleika.
Tá eg var liðugur at vera lærari,
kom til mín, at eg skuldi skriva
barna minnir úr Sandvík. Tey komu
út í bók 2004 við heitinum Grund
1. Eitt, tí hóast eg, tá ið byrjað var
at skriva, ikki ætlaði mær at skriva
annað enn tað, eg upplivdi í Sand
vík, skilti, at ein bók mátti skrivast
afturat. Grund 2 var so útgivin
longu í 2005.
Hetta var altso tað. Nú skuldi
vera nóg mikið um Sandvík.
Í fyrstuni vardi eg meg við,
at nú var nóg mikið skrivað um
heimbygdina, og eg egnaði meg ikki
til at sita og finna árstøl fyri hvørt
føtt og deytt fólk í Sandvík. Tílíka
bók kundi onkur annar gera, men
neyvan verður tað.
Longu í Grund 2 skrivaði eg
fremst í bókini: ”Far á føtur og gakk
til Ninuve.”
Hetta kundi sanniliga verið
skrivað fremst í Grund 3, tí leingi
royndi eg at sleppa mær undan at
grunda fyri einari nýggjari Grund.
Havi nú sagt fleiri ferðir, at
um eg lá fyri deyðanum, hevði eg
ikki, sum tey gomlu kundu taka
til, fingið frið at doyggja, um alt
tilfarið, sum er komið við í Grund
3, ikki var skrivað, men farið út á
gloymskunnar endaleysa havi.
Hvussu er og ikki, setti eg meg
at skriva tíðliga á heysti 2009, og
fyrst á sumrinum 2010 var megin
teksturin skrivaður, men so var alt
hitt sjálvandi eftir, ikki minst mynd
irnar. Her var eg eisini ofta heppin
og fekk nógvar óvantaðar mynd ir,
ein fongur fyri bókina, og tað gleddi
meg sanniliga eisini at fáa tær fram
úr gloymskuni.
Bókin er slakar 400 síður, innbundin
og kostar bara 298 kr
GRUND 3 – søgur úr Sandvík
Steinbjørn B. Jacobsen hevur latið úr hondum eina einastandandi áhugaverda bók um Sandvíkina.
Tað er ikki søgufrøðingurin, ið skrivar. Tað er maður, ið vaks upp í Sandvík, sum hevur sínar
røtur í Sandvík og sín alsk til plássið. Hann sigur frá fólki og tilburðum har. Hann kendi fólkini,
velti og róði út og sat undir hvørjum orði. Orðini læt hann búnast í sær, og sum vaksin festi
hann tey á blað og gav okkum tey. Livandi, lætt og stuttligt í ektaðum Steinbjarnar-stíli
Baksíða til Grund 3
Bókin er fyrst og fremst ein bygdar søga um
niðursetu bygd ina Sandvík, men hon myndar
eisini eitt brot úr Føroya søgu. Um framt
tað vanliga, sum eyðvitað skal vera í eini
bygdarsøgu, hevur verið roynt at fáa nøkur
smábrot við, smáar søgur um ymsar tilburðir,
uttan at nøkrum verður gingið ov nær, men
sum heldur gera myndina menniskja ligari,
fjølbroyttari og marglittari.
Kanska er bókin eitt prógv um, at tá ið
mannviljin er til staðar, er honum einki óført.
Sjónir høvdu hesi fólkini, ið grundaðu staðin,
eins og tey næstu ættarliðini eisini áttu tað
neyðuga seiggið.
Maturin liggur undir manningini.
Tað blíðkar fyri hugaðum fólki.
Mans vilji er mans himmiríki
Í 1810 fær presturin Schrøter lagt 20
tunnulendir inn í Hvalvík, sum í 1913 verður
broytt til Sandvík, og í 1816 fær hann tvey
ung pør at seta búgv í Hvalvíkini.
Jóan Petur Poulsen og Johanna Jacobsdatter
seta búgv á Hvalgjógv og Niklas Gullaksen
við sínari konu, Marin Margretu Jacobsdatter
oman fyri Mølina í Hús við ánna mitt í
bygdini.
Báðar konurnar áttu barn sama árið. Johanna
var tann fyrra.
Steinbjørn B. Jacobsen
Lagt til rættis: Jonhard Mikkelsen