mikudagur 20. apríl 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
Nøvn
Fríggjakvøldið 22.apríl verð
ur konsert við Lenu Ander
sen og Roar Amundsen í
Leikalund í Klaksvík.
Lena Anderssen er ein av
okkara mest elskaðu sang
ar um
og
sangskrivarum.
Lena hevur síðani seinnu
helvt av nítiárunum verið
virkin á konsertpallum bæði
í Føroyum og uttanlands, og
hennara konsertir og fløgur
hava fingið óteljandi frálík
ummæli og prísir. Hon hevur
eisini verið á konsertferðum
við navnframum nøvnum
sum Roxy Music, Beth Hart
og Xavier Rudd.
Lena hevur givið út tríggj
ar fløgur “Long Distance”
(1998), “Can’t Erase It” (2004)
og “Let Your Scars Dance”, ið
var kosin ársins fløga í Før
oyum í 2007 av bæði Planet
Awards og lesarunum hjá
Dimmalætting.
Tónleikurin hjá Lenu er
brúktur í fleiri amerikanskum
sjónvarpsrøðum. Teirra mill
um kunnu nevnast “Scrubs”,
“Miami Social” og “Nikita”.
Lena var í 2009 kosin
“Female Vocalist Of The Year”
av heimsins størsta gras
róts tónleikafelagsskapi Just
Plain Folks.
Nýggj fløga við Lenu verð
ur á markninum í summar.
Roar Amundsen er eitt
kent navn innan fólka og
popptónleikaraheimin
í
Dan mark.
22.apríl
kann
hann upplivast í Klaksvík á
fyrsta sinni.
Roar Amundsen gav í
november 2010 út fløguna
Måneskitser. Tónleikurin á
fløguni ber brá av íblástri
frá m.a. Sebastian, Alberte,
Teitur, The Beatles og CV
Jørg ensen. Lagið "Kamel
Kam el" hjá Roar Amundsen
hevur verið nógv spælt á DR
P4 í ár.
Lena og Roar í Leikalund
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkum mongu, familju,
vinir og kenningar, sum á ymsan hátt sýndu
samkenslu, hjartalag og hjálpsemi, tá ið okkara
kæra kona, mamma, vermamma og omma
Augusta Poulsen
Ljósá
andaðist og fór heim til Harran.
Takk fyri allar heilsanir, kransar, blómur og
gávur til Ellis og Røktarheimið.
Stóra tøkk til tykkum í Mizpa, sum
syrgdu so væl fyri ervinum.
Tøkk til tykkum á Ellis og Røktarheiminum,
sum vóru góð við Augustu, tíðina hon var har.
Tøkk øll tit, sum vitjaðu hana, meðan hon
var sjúk, og tøkk til tykkum mongu,
sum fylgdu henni.
Andreas,
Sofus, Pól og Mirjam við familjum
Fyrsta og annan páskadag
sýna yvir 30 føroysk lista
fólk fram um 150 málningar
í Runavík. Framsýningin er
opin frá kl. 15.00 til kl.19.00.
Málningaframsýningin
verður sett av Frits Jo
hanne sen
kl.
15
fyrsta
páska dag.
Í samband við set an ina
verða tón leika fram førslur.
Peningurin, sum kem
ur inn frá atgongu merkja
søluni, fer óskerdur til bygg
ing av nýggjum Skótahúsi.
Hesi listafólk sýna fram:
Hilmar Højgaard, Heðin
Kambsdal, Høgni Thomsen,
Lydia
Petersen,
Harry
Knud sen, Sofus Poulsen,
Eiðvør Pállsdóttir, Livar
Nysted, Øssur Mohr, Sámal
Toftanes, Edith Mørkøre,
Jón Magnus Joensen, Maria
Lützen,
Jógvan
Martin
Olsen, Maibritt Olsen, Anna
Hansen, Jórun P. Danielsen,
Durita Rógvadóttir Hansen,
Tala Black, Torgunn Eliasen,
Eigil Lyngsø, Jóna Birgit
Nattestad Olsen, Jógvan
Martin Olsen, Petur Jákup
Petersen, John David Jó
hanne sen, Finnleiv Morten
sen, Erla Hansen, Jóhann
Hendrik
Mohr,
Torfinn
Jacobsen, Beinta Hansen,
Jákup Lervig, Fríðvør Ellef
sen, Beinta Gaard.
Málningafram sýning
í Skúlan um við Løkin
Leygardagin 23. apríl kem
ur nýggj forkunnug før oysk
FamiljuDVD á markn aðin.
Tað er føroyska plátu felagið
Rock Pipit Re cords, sum
saman við fram leiðslu fe lag
num Raclip heur tikið stig
til at geva út ein film við
væl kendu Beintu, Absalon
og "Dumsunum". Beinta og
Absalon Áargarð hava í fleiri
ár ferðast kring landið við
framførslum av ymiskum
slagi. Við sær hava tey havt
skiftandi "figurar", sum hava
fingið egið lív og mál gjøg
num búktaluna hjá Absalon;
serliga er tað tann heldur
óargaligi men tó óskyldugi
dukkudrongurin Niklái, sum
hevur bergtikið bæði børn og
vaksin við sín um stuttligu,
men ofta ótil vitaðu speisku
viðmerk ingum.
Figurarnir hjá Beintu og
Absalon eru ikki dukkur
og ei heldur bamsur tær
eru
"Dumsur"!
Í
nýggja
filminum "Ljósið" tosa tey
saman um ljós og um at
vera eitt ljós. Harafturat eru
eisini sangframførslur frá
dumsabólkinum "The Duke
Quartet" og sum nakað heilt
spennandi,
ein
s p i l d u r nýg g j
sang framførsla
við Daniu Tau
sen av Toftum.
Í samstarvi
við SMS verð
ur skipað fyri
s o n e v n d u m
"Releaseparty"
útgávuhátíð á Torginum
í SMS leygardagin kl. 14:00.
Á skránni vera framførslur
frá Beintu, Absalon og Dums
unum, umframt at sang
fuglurin Dania Tausen eisini
kemur framvið at fram føra
lagið,
sum
hon syng ur á
filminum. Um
páskirnar vera
framførslur í
sam bandi
við
stevnur
ymsa
staðni
kring
landið, og eftir
páskir
verður
filmurin til keyps kring land
ið.
Filmurin
er
uml.
ein
tíma til longdar. Harafturat
kemur nakað av eykatilfari
umframt upptøkur handan
leiktjaldið.
Nýggj føroysk dvd
Inga Simonsen sjeyti
Í morgin 21. apríl fyllir Inga
Simonsen í Havn 70 ár. Inga
er næstelsta dóttir Herborg
og Gunnar Gunnarsson, sum
búðu úti í Mattalág, har Inga
vaks upp saman við systkjum
sínum Sólvá, Jórun, Gunnar
og Odvør.
Inga tók Realprógv í 1957
og fekk skjótt lærupláss á
Føroya Jarðarráð. Síðani tá
hevur hon so at siga mest
starvast í Miðfyrisitingini –
fyrst á Landsskrivstovuni , og
frá 1986 á Menningarstovuni
og síðani í SamVit. Tá ið Sam
Vit í 2009 varð lagt undir
Utt anríkisráðið fylgdi Inga
eisini við, og hevur hon hesi
bæði seinastu árini arbeitt í
Uttanríkisráðnum. – Hon fór
frá tann 31. mars í ár.
Inga er kanska mest kend
frá sínum arbeiði við fram
sýningunum
uttanlands,
sum Menn ingar stovan skip
aði fyri í 1990unum og fyrst
í 2000árunum, har hon altíð
gjørdi sítt arbeiði til lítar. –
Hon hevði eisini ein leik lut
í sam skip an ini av teimum
vælkendu handverks fram
sýn ingunum Hend ur og Hug
flog, sum Menn ingar stovan
saman við Før oya Heima
virkis felag skip aði fyri.
Inga giftist í 1965 við Árna
Sigurdsson
Simonsen
úr
Fuglafirði – hann andaðist
í 1999. – Inga og Árni fingu
2 synir – Marni og Heri – og
ommubørnini eru 4 í tali –
Fríða, Árni, Inga og Karin.
Ommubørnini fylla nógv í
hennara lívið, nú hon er givin
á arbeiðsmarknaðinum. Inga
fer ikki at sita hendur í favn,
tí hon hevur so mong ymisk
áhugamál.
Vit ynskja Ingu hjartaliga
til lukku við teimum 70 áru
num. – Vit hava longu verið
í føðingardegi hennara, tí
hann varð hildin seinasta
leygardag á Hotel Føroyum
saman við familju og vinum.