Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 16 Sosialurin Vilmund Jacobsen Longu á NEATA-festivalinum, sum í fjør var á Akureyri á Norðurlandinum í Íslandi, gjørdust íelsndingar berg- tiknir av føroyska íkast- inum. Havgird er ein saman- renn ing av føroyskum og ís lendsk um hugflogi, sum íbirt ist eina náttina á sumri 2008. Águsta Skúladóttur var í Føroyum í sambandi við skeiðs dagar hjá MáF, eitt ár ligt skeið, sum í 2008 varð hildið í Klaksvík. Hilmar Joensen var og er framvegis formaur í MáF, og tá einir tveir dagarvóru eftir at skeiðið varð liðugt, til Águsta slapp aftur til Íslands, endaði hon í Nólsoy hjá Gunnvør og Hilmari. Og tað var í hesum døgum, at talan fall á sjógvin og hvussu nær bæði føroyingar og ís lendingar eru sjónum. Upp runaloiga var ætlanin at taka tríggjar ymiskar søgnir, eina grønlendska, eina ís- lendska og eina føroyska, og byggja leikin á tað, men tá av tornaði var bert Inuitsøgnin um beinagrindakonuna eftir, meðan restin av leikinum gjørd ist nakað heilt annað. Hetta, at byggja ein leik upp frá botni og so at siga ongan tíð hava nakað fast leikrit, nevnist deviced theatre, og har eru tað leik- stjóri, leikarar og í hesum før inum eisini leiktjøld- og búna snið gevin, Katrín Thorvaldsdóttur, sum øll hava givið leik inum sítt íkast. Týdningarmiklir áskoðarar Til fyrstu sýningina leygar- kvødlið var væl meiri av fólki tikið inn, enn tey eitthundrað, sum upprunaliga var pláss til. Eini 130 atgongumerki vóru seld, og tí mátti fyri- reik ararnir vera kreativir við pláss inum. Eisini sunnukvøldið var út selt, so ein eyka sýning mátti til mánakvøldið, fyri at øll áhugað kundu fáa høvið at síggja vitjandi nólsoy ing- ar nar. Og tað vóru ikki bara sjón leikaáhugaði meðal ís- lend ingurin, sum var og hugdi eftir Havgird. Ikki færri enn tríggir verandi og fyrrverandi stjórar á Tjóð palli Íslands hava sæð leikin um vikuskiftið. Og allir tríggir vóru ovfarnir av leik inum, sum í stóran mun byggir á ljóð- og ljóseffektir um framt vanligu leiklistina. Sveinn Einarsson, ið var stjóri á Tjóðpallinum frá 1972 til 1983, var ein av teimum trimum, Stefán Baldursson ein annar. Hann var stjóri á Tjóð pallinum frá 1991 til 2005, og er nú stjóri á nýggja snot- iliga operahúsinum, Harpan. Eisini verandi Tjóð palla- stjóri, Tinna Gunlaugsdóttir, hevur sæð Havgird um viku- skiftið, og eins fyri øll trý er, at tey vóru stórliga bergtikin av nólsoyingunum. Leygardvøldið var eis- ini Jóhannes Haukur Jóhannesarson og hugdi. Jóhannes er ein av allar best um tóktu sjónleikarunum í Íslandi, og skal eitt nú verða við í fyrstu operuni, sum verður framførd í nýggja opera húsinum, Harpan. Talan er um kendu operuna Ganda floytan við tónleiki eftir Mozart. Jóhannes Hauku Jóhanesar son, ið er hálvur før oyingur, rósti leikinum upp um skýggja á facebook- profili sínum og mælti øllum til at síggja henda merkis- verda leik. Positivt Í heila tikið hevur leikurin bert fingið positivan kritikk frá leikum sum lærdum. Ein heimskendur dukkuførari, sum býr í Íslandi, hevði koyrt í tveir tímar fyri at síggja leikin, og fór avgjørt ikki vón brotin avstað aftur. Serliga millum pro fessio- nell hevur leikurin fingið góða móttøku, og tí undraði tað í veruleikanum ikki, tá Havgird varð vald út at um- boða Føroyar til NEATA- festi valin í Íslandi, sum var á Akureyri í fjør. Eisini har fekk leikurin sera góða móttøku, og tí gjørdist eingin bilsin, tá Hav gird varð boðin við til IATA-festivalin, sum verður í Tromsø í døgunum 14. til 24. juli í ár. Ferðalagið verður eitt sindur víðkað til Tromsø. Leik ararnir í Havgird eru fimm í tali, umframt ljóð-og ljós menn inar, Petur Hans Poulsen og Súna Joensen, sum eisini – rættiliga óvan- ligt – hava sínar leiklutir í leik inum. Hinir leikararnir eru Hilmar Joensen, Nicolaj Falck, Leo Poulsen, Barbara Andreasen og einasti ikki- nóls oyingurin, Mariann Hansen av Norðskála. Fram- leiðslu stjóri er Gunnvør Joensen. Við í ferðalagnum til Tromsø verða – umframt leik- stjórin og pall- og búna snið- gevin, Ágústa Skúladóttir og Katrín Torgeirsdóttir – eisini íslendingarnir Erna Bjørg Halltóra Einarsdóttir og Guð mundur Erlingsson, sum hevur verið høvuðsmaðurin at fáa leikin aftur til Íslands. vilmund@sosialurin.fo Íslendingar ovfarnir ov nólsoyingum Sjónleikur Fullsett hús og eykasýning mátti til, tá leikhópurin hjá Royndini í Nólsoy vitjaði á Hafnarfirði um vikuskifti. Serliga tey professionellu lótu sera væl at leikinum, Havgird Havgird Tað tekur nógvar tímar at seta pallin upp og enn fleiri tímar at rigga øll ljósini til – tey spæla ein týðandi lut í leikinum Tíðindaskriv Kristel hevur mangan verið mett at vera ein av okkara bestu song- kvinn um, og nú verður hon at hoyra við nýggja lagnum »In the Lights«. Kristel hevur verið mest kend fyri at syngja country, men á nýggja lag num, er stílurin heilt øðvísi frá tí, vit ann- ars kenna hana fyri. Yvir eitt longri tíðarskeið hev ur Kristel arbeitt við at gera nýggjan tónleik, ætl anin er at hetta skal vera fyrsta lagið av fleiri, sum fara at koma út. Nýggja lagið »In the Lights« sigst at vera ein blanding av pop og electro. Kristel hev- ur sjálv skriva orðini, meðan Torbjørn A. Lisberg hevur gjørt lagið. Kristoffer Mørkøre hev ur staðið fyri fram- leiðslu. Lagið verður at hoyra í næstum í Kring- varpinum og Rás2. Somu leiðis ber til at hoyra lagið á myspace. com/kristellisberg. Sangur Eftir stuttan steðg frá føroyska tónleikapallinum er songkvinnan Kristel Lisberg klár við nýggjum sangi Kristel við nýggjum sangi Kristel Lisberg