Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 18 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var hin 11. apríl, at Bakkafrost kunngjørdi, at felagið hevur undirskrivað eina sonevnda ”inten­ tións avtalu” um at keypa øll partabrøvini í P/F Havsbrún. Yvir tøk­ an er eitt nú treytað av myndugleika góð kenn­ ing. Søluprísurin er avtal­ aður til 1,1 miljard krónur. Havsbrún er í løtuni næst størsti einstaki partaeigari í Bakkafrosti við 16,7% av partabrøvunum. Hesi parta brøv verða brúkt sum partvís gjald til gomlu partaeigararnar í Havsbrún. Soleiðis verður partur av keypinum – ella umleið 403 miljónir krónur – goldin við partabrøvum, sum Havs­ brún longu eigur í Bakka­ frosti. Rest­in av keyps­ prísinum verð ur goldin kontant og fíggj aður við nýggjum lánum og tøkum peningi. Við keypinum av Havs­ brún, hevur Bakkafrost nú alla virðisketuna – heilt frá framleiðslu av ali fóðuri til framleiðslu av lidnum laksaúrdráttum. Við keypinum økist ali­ orkan eisini við umleið 7.000 tonsum í kruvdari vekt í 2011 – til eina saml­ aða nøgd á umleið 40.000 tons. Bakkafrost væntar, at keypið fer at føra til betri kappingarføri, eins og lívfrøðiliga verður enn betri at leggja alingina til rættis. Á hesi opnuni hevur Sosialurin tosað við fólk í Fuglafirði og í Vági um, hvussu tey meta, at framtíðin við aling, kryvjing og fram leiðslu sær út, nú eigara viður­ skiftini í eitt nú Salm Pro og Faroe Farming verða broytt. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tað var gleði í Fuglafirði, tá portiónsvirkið SalmPro læt uppaftur miðskeiðis í fjør summar, og eini 40 fólk aftur fingu arbeiði í laksi­ num í Fuglafirði. Virkið hevði tá verið stongt í rúma tíð, men nú framleiðslan varð reist á føtur aftur, vóru eigaraviðurskiftini eisini broytt. Tað var Faroe Seafood, sum hevði átt virkið og hevði havt laksaframleiðslu á virkinum. Nú vóru eigaraviður skift­ ini vorðin tríbýtt við tað, at Faroe Seafood hevði selt 2/3 av felagnum til ávikavist Viking Seafood á Strondum og Faroe Farming í Suðuroy. Hvørt av hesum feløgum stóð nú við einum triðingi í part. Jákup Eli Thomsen, sum hevði verið virkisleiðari hjá Faroe Seafood í Vestmanna, skuldi taka sær av at fáa gongd á komandi virksemi á laksavirkinum í Fuglafirði. Málið var at virka eini 3.000 tons av laksi um árið til portiónir, og hetta skuldi givið regluligt arbeiði til út við 40 fólk. Ætlanin var, at meginparturin av laksinum, sum tey skuldu virka í Fugla­ firði, skuldi koma frá kryvji­ virkinum, Viking Seafood á Strondum. Men portiónsframleiðslan í Fuglafirði vardi ikki leingi í hesum umfari. Í fjør heyst gjørdi Salm Pro støðuna upp og valdi at siga tey tímaløntu úr starvi, meðan felagið fór at arbeiða við nýggjum sáttmálum um portiónir. Ætlanin var alla tíðina at lata virkið uppaftur. Tískil vórðu tey fastløntu, sum vóru eini fýra í tali, ikki søgd úr starvi. Í øllum hesum rokanum fór Eik Banki av knóranum í fjør heyst – og síðan eisini Faroe Seafood. Tað eydnaðist feløgunum, sum eftir vóru, Víking Sea­ food á Strondum og Faroe Farming í Suðuroy, at keypa partin, sum Faroe Seafood átti í virkinum í Fuglafirði. Ætlaninar at lata virkið uppaftur vóru framvegis aktuellar, og nú var ætlanin at byrja beint eftir páskir. Mistu á stokkinum Men nú hendir tað, at Bakka­ frost ger eina sonevnda ”intentiónsavtalu” um at keypa øll partabrøvini í P/F Havsbrún, sum eigur ein stóran part av virkiseminum hjá Viking Seafood á Strond­ um og Faroe Farming í Suðuroy, sum aftur eiga Salm Pro í Fuglafirði. Ætlaninar at lata virkið í Fuglafirði uppaftur steðga, og nú um dagarnar vórðu eisini tey fýra fastløntu, sum hava verið knýtt at virkinum síðan í fjør summar, søgd úr starvi. Í løtuni veit eingin, um nakað laksavirksemi verður aftur á virkinum hjá Salm Pro í Fuglafirði. Bakkafrost hevur sítt portiónsvirksemi á Glyvrum, og lítið hugsandi man vera, at felagið hevur áhuga í at hava eitt annað virkið, sum eisini virkar portiónir, í Fuglafirði. Men tað fer tíðin at vísa. Ein av teimum fastløntu, sum sá fram til, at virksemið í Fuglafirði fór at verða tikið uppaftur eftir páskir, sigur, at tey føla tað, sum um tey mistu á stokkinum. ­ Vit vóru so nær eini upp lating, men mitt í øllum vórðu vit søgd úr starvi, nú Bakkafrost keypir felagið. Øll standa spyrjandi – eisini tey tímaløntu, sum nú bíðaðu eftir arbeiðsboðum. Eingin veit nakað. Í summar verður greitt, hvussu verður við ”inten­ tións avtaluni”, sum Bakka­ frost hevur gjørt um at keypa Treytað av góð­ kenning Tað hevur skapt ein ávísan ótryggleika um framtíðina hjá laksavinnuni í eitt nú Fuglafirði og í Vági, nú Bakkafrost hevur gjørt eina ”intentiónsavtalu” um at keypa Havsbrún, sum eigur so stóran part av føroysku alivinnuni Fuglfirðingar á stokkinum - Dagurin, tá vit skuldu byrja at arbeiða laks aftur í Fuglafirði, var ásettur, men nú eigaraviðurskiftini í felagnum broytast, eru eisini vit, sum vóru fastlønt á Salm Pro, søgd úr starvi. Vit føla tað, sum um vit mistu á stokkinum. Tað sigur ein av teimum fastløntu, sum hevur bíðað eftir, at framleiðslan á portiónsvirkinum í Fuglafirði fór at verða tikin uppaftur