mikudagur 20. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Stórar
rembingar
eru
á
vinnuøkinum í Føroyum í
løtuni. Nógv skip og fiska
virkir eru seld.
Fyrr í ár keypti eitt stórt
samtak í Eysturoy saman
við íslendingum seks ís
fiska trolarar og fýra virkir.
Norð oyingar
hava
keypt
fleiri skip, sum í fyrsta lagi
skulu tryggja Kósavirkinum
sítt ráfiskagrundarlag. Hin
seinasti og ivaleyst nógv
tann størsti handilin – er,
at Bakkafrost keypir øll
partabrøvini í Havsbrún fyri
1,1 miljard krónur.
Í Suðuroy spyrja fólk,
hvussu framtíðin hjá ali
og kryvjifelagnum, Faroe
Farming, fer at síggja út, nú
eigaraviðurskiftini
verða
broytt.
Erhard Joensen, stjóri í
Faroe Farming, sum hevur
aling
og
kryvjivirkið
í
Suðuroy, sigur, at virksemið
hjá teimum verður óbroytt
og hitt sama – í øllum før
um fram til í juli, tá formali
tetirnir við nýggju eigara
viðurskiftunum
ætlandi
koma upp á pláss.
Parturin hin sami
Suðuraling eigur framvegis
síni 22% í Faroe Farming,
og í so máta er einki broytt.
Havsbrún eigur síni 78%, sum
Bakkafrost nú hevur gjørt
avtalu um at keypa. Vit vita
einki um nakrar broytingar,
tí enn er keypsavtalan, sum
skal gerast virkin í summar,
so nýggj. Vilja nýggju eigar
arnir tað sama sum vit,
verður einki broytt. Vit hava
á pappírinum ikki minni
ávirkan á virksemi, enn vit
høvdu, áðrenn Bakkafrost
gjørdi keypsavtaluna.
Stjórin sigur, at Faroe
Farming keypti stóra flaka
virkið í Vági frá samtakinum,
sum keypti tey fýra virkini
hjá Faroe Seafood, og hesi
viðurskifti eru komin upp á
pláss.
– Vit arbeiða tó framvegis í
gomlu hølunum, men ætlanin
hevur verið eftir ávísar
ábøtur á fiskavirkinum at
flyta sláturvirksemið í nýggju
hølini seinni í summar ella
tíðliga í heyst.
5.000 tons í ár
Erhard Joensen sigur, at
Faroe Farming væntar at
taka umleið 5.000 tons av
laksi í 2011.
– Vit hava tikið eini
600 tons higartil í ár, men
ætlanin er at byrja tøkuna
aftur 2. mai.
Stjórin sigur, at ein góður
helmingur av laksinum, sum
tikin hevur verið í Suðuroy
seinasta árið, er seldur á
amerikanska marknaðinum,
meðan restin er farin til ES.
– Árini síðan 2008 er
marknaðurin í USA vaksin
nógv, og eg vil siga, at hin
størri helmingurin av okk
ara fiski – út við 60% end
aði har yviri í fjør, sigur
Erhard Joensen, stjóri í Faroe
Farming.
Tað er sølufelagið Salmex,
sum Faroe Farming eigur
saman við Viking Seafood, ið
hevur tikið sær av søluni.
vilmund@sosialurin.fo
mistu
Fólk, sum høvdu tilknýti til virkið hjá
Salm Pro í Fuglafirði, føla, at tey mistu á
stokkinum, tí ætlanin var nevniliga at taka
framleiðsluna uppaftur týsdagin eftir páskir
partabrøvini í Havsbrún.
Av talan er eitt nú treytað
av, at myndugleikarnir góð
kenna søluna.
Jú, vit føla tað, sum um
vit mistu á stokkinum. Eg
havi skilt, at avtalur um
keyp av portiónum vóru
komnar upp á pláss, og vit
skuldu byrja týsdagin eftir
páskir, sigur ein av teimum,
sum var fastløntur hjá Salm
Pro.
Tað vóru stjórarnir á
Viking Seafood á Stron
dum og Faroe Farming í
Suðuroy, Brandur Jacob sen
og Erhard Joensen, sum nú
søgdu teim um fastløntu á
Salm Pro úr starvi.
Heldur ikki teir søgdu
seg vita meiri enn tað,
sum sagt hevur ver ið í
fjølmiðlunum
um
av
taluna millum Bakka frost
og Havsbrún, sig ur ar
beiðsfólkið, sum Sosial urin
hevur tosað við.
Millum tey uppsøgdu
er eisini stjórin á Salm Pro,
Jákup Eli Thomsen. Hini eru
maskinfólk, skriv stovufólk
og arbeiðsformaður.
Sum vit nevndu, keypti
Viking Seafood og Faroe
Farming
triðingin,
sum
Faroe Seafood átti í virkin
um í Fuglafirði. Tí lá tað í
hondunum á Brandi og Er
hardi at siga teimum fast
løntu úr starvi.
Tey, sum vóru fastløntu
hjá Salm Pro, men sum nú
eru søgd úr starvi, hava eina
uppsagnartíð
á
tríggjar
mánaðir.
Hjá teimum og hin um
øllum, sum áður starv aðust
á virkinum, liggur í løtuni
alt í tí óvissa.
vilmund@sosialurin.fo
– Okkara partur
er hin sami
Hóast Bakkafrost keypir partapeningin í Havsbrún og soleiðis
eisini tey 78%, sum Havsbrún eigur í Faroe Farming í Suðuroy,
eigur Suðuraling tó framvegis síni 22% í fyritøkuni. – Í so máta
eru eigaraviðurskiftini fyri okkara viðkomandi ikki broytt,
sigur Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming í Suðuroy
– Árini síðan 2008 er marknaðurin í USA vaksin nógv. Í fjør endaði hin størri helmingurin
av okkara fiski har yviri, sigur Erhard Joensen, stjóri í Faroe Farming