Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 20 Sosialurin Páska­ stevnur kring landið Eitt av føstu tiltøkunum í kirkj­ um og samkomum eru tær sonevndu páska stev nurnar. Her verður givið eitt yvirlit yvir nakrar teirra: Missiónshúsið í Porkeri Í døgunum frá 21. til 25. apríl verður páskastevna í Missi óns­ húsinum í Porkeri. Passiónsvika í Lívdini Hoyvík: Hesa vikuna og heilt fram til páskadag verður høvið til eina autentiska og kreativa uppliving av lívi og læru Jesusar vikuna áðrenn deyða og uppreisn hansara. Á skránni hesar dagarnar eru hugleiðingar, upplestur, lov sangur, framførslur, drama, myndlist og annað. Henda serliga passións vikan heldur fram í kvøld kl. 20:30, tá evnið er Passión Jesusar fyri Guds fólki, tá hann grætur yvir Jerusalem. Páskadag verður evnið um passión Jesusar fyri tí æviga lívinum á skránni, har serligur dentur verður lagdur á uppreisnina. Meiri fæst at vita um skránna við at vitja heima­ síðuna hjá samkomuni www.livdin.fo. Páska vøka við sálma­ sangi Glyvrar: Leygarkvøldið 23. apríl kl. 20 verður sonevnd PÁSKAVØKA í Glyvra kirkju við upplestri, sálmasangi og kórsangi. Sungnir verða sálmar, ið hoyra til páskaaftan, tá Kristus fór niður til heljar, eins og tað verður sagt í trúarjáttanini. Her kann nevnast mæta yrkingin eftir Grundtvig “Á kvøldi varð dukað á helvitis grind”, ið Hans Dalsgaard hevur týtt. Umframt skriftlesturin verður eitt brot lisið úr páska­ prædiku eftir grikska kirkju­ fað irinum Johannes Chry­ sosto mos, ið livdi frá 345 til 407 eftir føðing Krists. Kór Glyvra kirkju fer at seta dám á páskavøkuna. Kórið syngur undurfagra “Ave verum corp­ us” eftir Mozart. Vónarinnar hátíð Kjartan Stakksund av Eiði er fastur skribentur í blaðnum, til tær stóru høgtíðirnar Mynd: Jens Kristian Vang Jesu uppreisn v1 Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magda lena og hin Maria út at hyggja eftir grøv ini. v2 Og sí, tá varð land­ skjálvti mik­ il, tí at eingil H a r r a n s kom niður av himli og steig fram og velti stein in frá og setti seg á hann. v3 Men út sjón hansara var sum snar­ ljós, og klæði hans ara hvít sum fonn. v4 Men vaktar­ menninir skulvu av ræðslu fyri hon um og vórðu sum deyð ir. v5 Men eing il in tók til máls og segði við kvinn ­ ur nar: »Tit mega ikki ræð ast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum kross festa, tit leita. v6 Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og sígg ið staðin, har sum Harrin lá! v7 Og skundið tykkum og farið og sigið læru sveinum hansara: »Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann!« Sí, eg havi sagt tykkum tað.« v8 Og tær fóru í skundi burt ur frá grøvini við ótta og mikl ari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. v9 Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru til hansara og fevndu um føt­ ur hansara og tilbóðu hann. v10 Tá segði Jesus við tær: »Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðr ­ um mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg.« (Matteus 28,1­10) Nú páskirnar standa fyri durum, og vit skulu aftur hoyra tann sigursæla boð­ skapin, sum ber okkum boð um at lívið hevur sigrað á deyðanum, at deyðin ikki longur er eitt punktum, men at hann er byrjanin til eitt ævigt lív heima hjá Gudi. Hetta kann ein og hvør ogna sær við trúgv á Jesusar fullgjørda verk á Golgata. Tað er jú tað sum vit hava hoyrt um í føstuni, hvussu Jesus var viðfarin fyri okkara skuld, har hann til síðst var hongdur uppá krossin á Golgata, negldur gjøg num hendur og føtur fyri at keypa okkum leys frá ævigari glatan. Hetta var prísurin sum Gud mátti gjalda fyri okkum, eitt dýrt loysigjald kunnu vit siga; men Gudi havi lov fyri at Jesus ikki var liggjandi í grøvini, ­ nei, hann sprongdi deyðans leinkjur; hann er sigurshetjan frá Golgata; hann steig út úr grøvini páska morgun okkum til æviga rættvísi. Tí kunnu vit av røttum siga hvør við annan: Gleðiligar páskir í Jesu navni. Eg vil hervið enda við einum páskasálmi, sum eg havi yrkt til páskirnar 2011. (Lag: Lat hurðar upp, Bf 256/DK 144) 1. O, sæla páskamorgunstund tá helviti, tað skalv í grund; tí frelsarin upprisin var, hann allar heimsins syndir bar. 2. Eg Jesu-navnið prísa vil, at hann her legði lívið til; av kærleika til syndaran, tí eina Jesus frelsa kann. 3. Tann vón sum birtist mær í barm, sum stilla kann her sorg og harm; tí Jesus mær í hjarta býr, hans frelsa er mær sæl og dýr. 4. Gud havi lov, for Jesu blóð, av grøvini í dýrd upp stóð; hann sigur vann á Sátans makt, tí er alt honum undirlagt. 5. Mín longsil er nú heim til tín, eg fái frá tær brúðarlín; tú livir og eg liva skal, mín sál er frelst og frí og sæl. 6. Ímillum frelst og hørpuspæl, har syngja øll so glað og sæl; í himmiríki er vár búð, har fáa vit øll dýrdarskrúð. (Yrktur: 13. mars 2011) Páskasálmur Lagt til rættis: Snorri Brend.