mikudagur 20. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
Kambsdalur: Evnið fyri páska
stevn una í Eysturoy, sum hesaferð
verður í høllini á Kambsdali, er: “Tað
er fullgjørt!”.
Stevnan byrjar páskaaftan 23.
apríl og endar 2. páskadag, 25. apríl.
Møti vera hvørt kvøld klokkan
19, har Hanus á Gørðum, Andreas
Andreasen og Torleif Johannesen
fara at tala.
Evnið fyri páskastevnuna í ár
er eitt av seinastu orðum Jesusar á
krossinum, tá ið hann sigur: “Tað er
fullgjørt!”.
Nógvar sangframførslur verða
eisini á møtunum, og fara tvey kór,
ella kór og einstaklingur at framføra
á hvørjum av møtunum. Talan er
um KFUM&K kórið, Taborkórið,
Bethaniakórið, Glyvrakórið, Mans
kórið í Thabor og Tórhild Bjark
hamar.
Á páskastevnuni verður eisini
eitt stórt ungdómstiltak
við lov sangs løtu páska
aftan, eins og eitt stórt
familjumøti seinnapartin
páskadag
fyri
alla
oynna.
Tað eru missións
arbeiðini í Eyst ur oy,
sum skipa fyri páska
stevn uni á Kambsdali. Í ár
hava tað serliga verið arbeiðini í
Fuglafirði, Leirvík og í Gøtu, sum
skipa fyri. Í fjør var stevnan í
Runavík og í fyrraári á Skála.
Í Skálafirði: Aftur í ár verður
páskastevna hildin í Kelduni. Evnið
í ár er "Tað er fullgjørt".
Í ár verða bæði føroyskir og út
lendskir talarar, eins og vitjanir úr
Svøríki og Ísrael.
Úr Svøríki kemur Carl Gustav
Severin. Hann er ein virðismettur
og lívligur prædikumaður. Hansara
opna lyndi og hjarta nemandi
boðskapur bera við sær, at fólkið
gevur boðanini gætur. Hann hevur
prædikað í 35 ár, og síðan 1990
hevur hann verið í tænastu hjá
Livets Ord.
Israel Pochtar er fyrstipastorur
í samkomuni Beit Hallel í Asdod,
Ísrael, og eisini er hann stovnari
og leiðari av felagsskapinum Voice
of Judah Ministries, sum hevur
ábyrgd av sjey samkomum í ym isk
um býum í Ísrael.
Hann er ein týdningarmikil
leiðari í rørsluni hjá teimum messi
ansku trúgvandi í Ísrael. Israel
Pochtar býr saman við konu síni,
Victoriu, og trimum børnum, í
Asdod.
Tað verður nógv ymiskt tiltøk
á páskastevnuni. Á skránni verða
m.a. ungdómkvøld, syngi við kvøld,
ymisk seminar, barnamøtir og
annað.
Páskir í
Frelsunar
herinum
Havn: Aftur í ár verða páska
møtir hildin í Frelsunarherinum
í Havn.
Møtini byrja skíriskvøld og
halda fram til 2. páskadag. Á
møtunum luttaka føroyskir
talarar.
Páskadag verður serstøk
skrá. Tá verður longu byrja
klokkan 8 á morgni við páska
frøi, og síðani verður farið
út á Landssjúkrahúsið, har
hátíðartónar verða spældir.
Felags
guds
tænasta
í Oasuni
Hoyvík: Á 6. sinni verður
skipað fyri felagskirkjuligari
gudstænastu 3. páskadag í
Oasuni. Talan er um eina ríka
og fjølbroytta gudstænastu,
við luttøku frá ymiskum sam
komum og kirkjum. Nógvur
sangur, saman við talu, bøn og
upplestri verður á skránni á
hesari gudstænastu.
Millum annað luttaka Frels
un arherurin,
Evangelii húsið
og Oasan við sangi. Katólska
kirkjan
og
Adventkirkjan
lut taka við upplestri. Heri
Joen sen frá Vesturkirkjuni
lesur aronitisku signingina
og leiðir í Faðir Vár, meðan
dóm prósturin, Uni Nes, ið
umboðar Dómkirkjuna, talar
á hesi felagskirkjuligu guds
tænastuni. Aftaná gudstæn
astuna verður kaffiborð.
Gudstænastan
í
Oasuni
byrjar kl. 19.30.
Ebenezer: Í hesi vikuni fóru 90
spentir sangarar úr kórinum í
Ebenezer í Havn á ta longu leiðina
til Ísraels. Her er ætlanin at tey
skulu vitja um páskirnar í ár.
Men tey gjørdu tó ein avstikkara
á vegnum til Ísraels, og bjóðaðu til
konsert í Norðuratlantsbryggjuni í
Keypmannahavn fríggjakvøldið.
Tað
forvitnisliga
við
hesi
framførsluni er, at Ebenezerkórið
fer at syngja sangir á ikki færri
enn trimum málum – føroyskum,
enskum og á hebraiskum.
90 sangarar á
uttanlandsvitjan
Føroyskir og útlendskir talarar
STEVNA
Nógvur sangur verður á
ársins páskastevnu í ár
Felags stevna fyri alla oynna
Sørvágur: 2. páskadag klokkan 16
verður sangløta í Sørvágs kirkju.
Hetta verður ein heldur øðrvísi
sangløta, tí sungnir verða sálmar
úr Sálmabókini og yrkingar eftir
Holgar Jacobsen. Hesin sami Holgar
fer eisini at syngja og spæla saman
við Tórfríð Tausen og John Edvin
Joensen.
Sangløtan minnir hóast alt um
eina vanliga gudstænastu, tó við
einstøkum broytingum. Tað verður
ringt bæði inn og út, eins og tveir
felagssálmar verða sungnir sum
sóknarpresturin í økinum, David
Johannesen hevur yrkt.
Sangløta við yrkingum