Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 22 Sosialurin Strendur bjóðar seg fram til ferðavinnu Kunnleikin til Strendur er valla stórur hjá øðrum enn teimum, sum búgva ella arbeiða har. Bygdin liggur soleiðis fyri á landkortinum, at hon ikki er av fyrstu ferðamálum, sum fólk velja, tá tey tilrættisleggja sínar vitjanir undir ferðini í Føroyum, tíansheldur hjá føroyingum sjálvum. Nú vilja Strendur og strandingar á ferðakortið Orð og myndir: Kári Mikkelsen Nógvir føroyingar kenna bert Strendur sum bygdina, tú mást koyra ígjøgnum fyri at koma til eina av hinum bygdunum í Sjóvar Komm­ unu, Selatrað, ið er eitt væl­ umtókt ferðamál. Hesa hugmyndina av Strondum vilja bygdafólkini fegin broyta. Í januar skipaði kommunan fyri einum so­ kallaðum trivnaðardegi, har fólk komu saman fyri at umrøða trivnaðin í kommu­ nuni. Her var samstundis høvi til at svara spurningum um livikorini í bygdunum í Sjóvar Kommunu. Arthur Johansen, borgar­ stjóri, er sera væl nøgdur við úrslitið av trivnaðardeg­ num. – Hesin dagurin setti veruliga ljós á trivnaðin í kommununi, haldi eg, tað ber til at siga. Nógv hava vent sær til mín fyri at hoyra, hvussu tey kunnu koma í gongd við at fríðka um­ hvørvið í teimum ymsu grannaløgunum. Ætlanin er, at kommunan skal lata tilfar, og so skulu borgararnir koma við hugskotum og lata neyð­ ugu arbeiðsorkuna til at fáa tingini gjørd, sigur Arthur Johansen. Hann vísir á, at tey ymsu uppskotini sjálvandi skulu viðgerast og góðkennast av kommuni, so ein ávís stýring og skil er á tí, sum verður gjørt. – Nógvir sjómenn eru í kommununi; eisini uppi­ lagstir, og fleiri av teimum hava víst stóran áhuga fyri at vera við í arbeiðinum at fríðka um kommununa. Hesa stóru arbeiðsorku eiga vit at gera nýtslu av í strembanini eftir at økja um trivnaðin í kommunini, sigur borgar­ stjórin. Á trivnaðardegnum varð kjakast um, hvussu arbeiðast kann fram ímóti at lata meira upp fyri fremmandafólki og harvið lokka fleiri tilflytarar til kommununa. – Nógv hava kanska ta fatan, at Strendur er ein afturlatin og konservativ bygd. Gamaní hava vit – eins og aðrar bygdir – okkara stóru familjur og bindiklubb­ ar, sum kunnu tykjast at hava nóg mikið í sær sjálvum. Kanska er tørvur á at arbeiða fyri eini hugburðsbroyting millum okkum bygdarfólk. Vit vildu tí fegin hoyra frá onkrum av teimum, sum eru komin uttanífrá, hvussu tað er at koma her sum frem­ mandur. At seta orð á hendan spurningin fingu vit okkara nýggja prest á Gjaranesi, og tað eydnaðist væl, sigur Arthur Johansen. Vilja menna ferðavinnuna Borgarstjórin á Strondum vísir á, at sum framhald av trivnaðardegnum kom tað sum kallað, at Sámal Bláhamar, sum eigur Toru Tourist, vendi sær til teirra við hugskotum um, hvussu ferðavinnan í kommununi kann mennast. Einasta spunavirkið í landinum, Snældan, liggur á Strondum. Hetta er eitt upp­ lagt ferðamál, har ferðafólk eisini hava møguleika fyri at leggja nakað eftir seg, heldur Sámal Bláhamar. Hann greiðir frá, at tað var av tilvild, at hann kom at hugsa um Strendur sum ferðamál. – Eg møtti Jacob Hau­ gaard, sum er hálvur føroy­ ingur, í Kastrup, og hann legði til merkis, at eg var í eini morreyðari troyggju. Eina slíka hevði hann átt og kundi fegin hugsa sær at fingið hendur á einari aftur. Eg fór tí ein túr inn til Snæld­ una á Strondum og greiddi teimum frá prátinum við Haugaard. Tað var leyst og liðugt, eg fekk eina troyggju við mær suður aftur og sendi hana niður til hann. Undir Ein væl hildin Sjóvar Kirkja er framvegis eitt prýði fyri bygdina Bensinstøðin á Strondum fer í størri mun at lata dyrnar upp fyri ferðafólki, og skal virka sum eitt slag av móttøku við kunning um Sjóvar Kommunu