mikudagur 20. apríl 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
Sosialurin
vitjanini á Snælduni fekk eg
tað hugskotið, at hetta mátti
vera eitt upplagt mál hjá
ferðavinnuni at vitja, sigur
Sámal Bláhamar.
Hann heldur, at sum í
nógvum øðrum bygdum í
Føroyum, er fult av støðum
og lokalari orku, sum kann
nýtast til at menna eitt nú
ferðavinnuna.
– Ein kann sammeta tað
við, at her eru nógvar góðar
rávørur til eina góða køku.
Tað er bara at fara undir at
baka, sigur Sámal Bláhamar.
Hann setti seg tí í sam
band við borgarstjóran, ið
tók sera væl ímóti hugskoti
num at seta Strendur á
ferðavinnubreddan.
– Ongin okkara hevur
tosað nakað um pening, tí
tað snýr seg í nógv størri
mun um at fáa sett nakað í
gongd við teimum kreftum,
sum finnast á staðnum, sigur
Sámal Bláhamar. Hugskotini
eru nógv. Ikki einans hevur
Strendur einasta spunavirkið,
men somuleiðis einasta mál
ingavirkið í landinum. Eitt
av hugskotunum er at lata
skúlanæmingar fara undir
at mála bygningarnar hjá
Snælduni, og at Stranda
Máling letur máling til ein
lagaligan kostnað.
Keypa fløskur
til kelduvatn
Ein onnur ætlan er at nýta
Effostøðina sum eitt slag
av móttøku fyri ferðafólk.
Støðin er nakað av tí fyrsta,
ein fær eygað á, tá koyrt
verður til Strendur.
– Ætlanin er at seta eitt
stórt skelti upp á norðara
húsaveggin, har víst verður
til, at kunning um økið kann
fáast inni á støðini. Her ber
sjálvandi til at keypa ymiskt,
og eisini er eitt stórt rúm
aftanfyri, har fólk kunnu
njóta eitthvørt til matna ella
drekka. Ella bara hvíla seg,
sigur Sámal Bláhamar.
Strendur er somuleiðis
kent fyri gott kelduvatn. Eis
ini her hevur »the grand old
man« innan føroyska ferða
vinnum
fingið
eitt
gott
hugskot.
– Tað skal bera til at
keypa eina tóma fløsku frá
Føroya Bjór fyri so og so
nógv í panti, og síðani fylla
sær hana við kelduvatni úr
eini slangu, sum liggur fram
við Selatraðsvegnum, sigur
Sámal Bláhamar.
Æltanin er, at næmingar
úr skúlanum á Strondum
skulu tekna eina etikett, sum
verður sett á fløskurnar til
kelduvatnið. Um tey vitjandi
ikki taka fløskuna heim við
sær, fáa tey pantið aftur við
at lata fløskuna innaftur.
Fleiri fornminni
Strandingar stovnaðu fyri
umleið tveimum árum síðani
eitt fornminnisfelag, ið er
sera virkið. Eitt av gomlu
húsunum á Strondum er
handilin á Sjóvarhøvda, sum
Niels Jacob Nielsen, reiðari,
eigur. Umframt at sjálvur
bygningurin er áhugaverdur,
eru rættiliga nógvir lutir og
innbúgv, sum eru verd at
varðveita. Tað fer tó at taka
nakað tíð og orku at seta alt
í stand, men tað eru ætlanir
um skjótast at fáa sett gongd
á hetta arbeiðið.
Somuleiðis er Sjóvar Kirk
ja, ið er ein av teimum størru
svørtu trækirkjunum her á
landi, avgjørt eina vitjan verd.
Strendur liggur ytst á vest
aru síðu á Skálafjørðinum, og
tí var bygdin týdningarmikil
hjá
bretska
hervaldinum
undir seinna veraldarbardaga.
Nógvar leivdir standa eftir
frá teirri tíðini, ið eru áhuga
verdar at hyggja nærri at.
Sostatt hevur Strendur
nógv at bjóða ferðafólkum,
eins og teimum føroyingum,
ið kundu hugsa sær at lagt
leiðina hagar.
Sjóvar Kommuna fevnir um bygdirnar Innan
Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv, Morskranes og
Selatrað. Til kommununa hoyra umleið 70 merkur
í jørð. Í januar búðu 975 fólk í Sjóvar Kommu, og
skattainntøkan í 2010 var 23,4 mió. krónur.
Hvussu gomul Sjóvar sókn er, ber ikki til at
staðfesta, men helst gongur hon aftur í 15. øld.
Navnið Sjóvar sókn kemur av býlinginum við
Sjógv á Strondum, har kirkjan stendur. Framman
undan hesi kirkjuni, ið varð bygd í 1834, hava
kirkjur staðið har í fleiri hundrað ár, ella so langt
aftur søguligar keldur røkka. Kirkjan við Sjógv
var einasta kirkjan í sóknini heilt upp til okkara
tíð. Á Selatrað kom kirkja í 1927.
(kelda: sjovarkommuna.fo)
Fakta
Stórar ætlanir eru við at standseta hugnaliga handilin á Sjóvarhøvda, ið hevur sæð soleiðis út síðani einaferð í trýatiárunum
Eitt trekkplástur á Strondum eru føroysku vørurnar frá
Snælduni, ið er einasta spunavirki, sum er eftir í Føroyum
Arthur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu (t.h.), og Sámal
Bláhamar frá Toru Tourist hava ætlanir um at selja kelduvatn
til ferðafólk
Eitt av krígsminnunum á Strondum, sum hevði til endamáls at verja innsiglingina til Skálafjørðin undir seinna heimsbardaga