Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47 Sosialurin O Ostern er tyska orðið fyri páskir. Bæði týska og enska orðið »Easter« koma frá kristnu vár­ gud innuni Ostra. P Páskirnar verða ongantíð hildnar áðrenn 21. mars. R Reyðkál er, so løgið tað ljóðar, ein góður háttur at mála páskareggini blá við. S Sjokulátaegg eta vit nógv á páskum. Størsta sjokulátaeggið, ið nakr­ antíð er framleitt, vigaði 6.440 kilo og var gjørt í Brasilia 2010. T Tjúkk mjólkasjokuláta við hvítari og gulari fyllu eyðkennir okkara yndlings egg – nevnliga Cadbury kremeggið. 200 milliónir egg verða seld árliga. Ú Út úr Egyptalandi – ella á latíni »exodus« er orsøkin til jødisku pásk­ irnar. V Vanligt er ikki at dansa Langa Fríggjadag. Y Ynskini á páskum – »Gleðiligar páskir« – skulu eftir røttum ikki sigast fyrr enn fyrsta páskadag, tá Jesus reis uppaftur. Æ P(Æ)tursplássið er sentrum í Vati kan­ inum, og á páskum savnast nógv fólk har. inna@sosialurin.fo PáSkiRnAR! Keldur: Wikipedia, Nationalencyklopedin, Ica Kuriren Ø Øl ella páskabryggj kem ur á hill arnar hvørjar pásk ir. Í ár var tað 18. mars.