mikudagur 20. apríl 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. apríl 2011 · Nr. 47
26
Sosialurin
Ítróttur
Uni Holm Johannesen
– Vit eru til reiðar og verða villari
sinnisliga. Eg lovi, at tað verður eitt
brak av einum dysti.
Svein Rógvi Ljósstein er spentur.
Í morgin kann hann vinna før
oyameistaraheitið sum venjari hjá
Stjørnuni. Kravið er, at Neistin fær
ikki fleiri mál enn klaksvíkskvinnur,
tá seinni finaludysturin um føroya
meistaraheitið verður avgreiddur.
Stjørnan og Neistin spældu
fyrru finaluna í høllini á Hálsi um
viku skiftið. Tá var dysturin rótutur.
Fleiri av spælarunum á báðum
liðum
tóktust
fjálturstungnar.
Rædd ust uppgávuna, onkursvegna.
Óvanliga nógv mistøk vóru í álops
spæl inum. Tað komu fá mál.
Stjørnan vann 2221.
Svein Rógvi Ljósstein heldur, at
dysturin verður ikki øðrvísi hesa
ferð. Tað fer at snúgva seg um at
vinna nærdystirnar. Liðið, sum
fyrst sleppur av við nervarnar,
vinn ur, sigur hann.
– Eg vænti ein grótharðan dyst.
Liðini fara at spæla hart. Tað ger
einki, um Hondbóldssambandið
setir 18 ára aldursmark, sigur Svein
Rógvi Ljósstein, sum vissar um, at
tað verður eitt finalubrak av teim
um stóru.
Jacklin Durhuus, Neistin, sigur,
at tær skulu ikki vera eins fjáltur
stungnar sum seinast.
– Fleiri av okkara spælarum
royndu seg fyri fyrstu ferð í slíkum
avgerandi dysti seinast. Tað merkist,
tí nervarnir darvaðu spælinum. Tað
eru fáar, sum spæla væl. Vónandi
hava vit lært av dystinum, so vit
sleppa undan tí hesaferð, sigur
hon.
Brauer mansvard
Eitt av uppleggunum hjá Svein
Rógva Ljósstein seinast var at
mans verja Barbaru Brauer, sum
hevur gingið fremst hjá Neistanum
í hesum kapp ingarárinum. Tað rigg
aði væl. Hon fekk bara fimm mál,
og tóku annars ikki stór vegis lut í
álops spælinum hjá Neist anum.
Hon verður eisini mansvard
hesaferð.
– Eg vil sjálvsagt ikki avdúka ov
nógv um okkara taktiska upplegg,
men hon verður mansvard, sigur
hann.
Jacklin Durhuus, Neistin, var
toppskjútti við átta málum í fyrru
finaluni. Hon sigur, at tær eru fyri
reikaðar uppá, at Brauer neyvan
fær stórvegis leiklut.
– Hon hevur verið mansvard í
fleiri dystum í ár, so støðan er ikki
ókend. Men vit skulu hava meira bit
og hug flog í álopsspælið hesaferð.
Tað var ov einstáttað seinast, sigur
Jacklin Durhuus.
Christophersen
stóran týdning
Durita Christophersen hevur vant
við Stjørnuni í vikuni og verður
við í morgin. Hon kom beinleiðis
úr flogfarinum og í høllina á Hálsi
seinast. Hon møtti, tá fyrri hálv
leikurin var hálvrunnin. Nú spælir
hon við fullari megi.
– Hon hevur serliga stóran týdn
ing í verjuspælinum. Sum venjari
veitst tú altíð, hvat tú fær frá henni
á vøllinum. Hon loysir altíð sína
upp gávu til lítar, sigur Svein Rógvi
Nielsen.
Venjarin hjá Stjørnuni tekur
fegin á seg leiklutin sum favorittur.
Hann er eisini sannførdur um, at
tað fer at eydnast at vinna føroya
meistaraheitið í morgin. Neistin
hevur ikki vunnið í KÍhøllin í hesi
øldini. Hagtølini er ein fyrimunur
hjá Stjørnuni, heldur Svein Rógvi
Ljósstein, tí Neistin veit, at tær
plaga ikki at standa seg væl í
Klaksvík.
Nú skal hinvegin røkka ella
støkka hjá Neistanum.
– Tað verður ein sera torfør
uppgáva, men vit vita, at tað er ikki
ógjørligt. Tað er sjálvsagt best at
spæla á heimavølli, men tað ber væl
til at vinna Stjørnuna í Klaksvík,
sigur Svein Rógvi Ljósstein.
uni@sosialurin.fo
Setið gjarna 18 ára aldursmark
Hondbóltur – Tað ger einki, um Hondbóltssambandið setir 18 ára aldursmark, sigur
Svein Rógvi Ljósstein, sum vissar um, at tað verður eitt finalubrak í morgin
– Eg vil sjálvsagt ikki avdúka ov nógv um okkara taktiska upplegg, men hon verður mansvard, sigur Svein Rógvi Ljósstein um Barbaru Brauer
Mynd: Álvur Haraldsen
Landsliðsmálverjin
verður
aftur í føroysku lands kapp
ingini næsta ár. Hon ætlar
sær at spæla hondbólt í eitt ár,
áðrenn hon fer aftur til Dan
markar at fáa sær út búgv
ing sum lækni. Tað skrivar
heimasíðan hjá Neistanum.
Hon venur við besta liðnum
hjá Ålborg DH, men spælir
við næstbesta liðnum. Hon
vil fram vegis ikki avdúka,
hvørjum føroyskum liði, hon
fer at umboða, skrivar heima
síðan hjá Neistanum.
uni@sosialurin.fo
Erla
kemur
aftur til
Føroya
Seinni finaludysturin millum
Stjørnuna og Neistan byrjar
í KÍ-høllini klokkan 14.30.
Útvarpið hjá Kringvarpinum
sigur beinleiðis frá dystinum
Vónandi hava vit lært av dystinum,
so vit sleppa undan tí hesaferð
Jacklin DUrHUUs, neistin